týsdagur 9. apríl 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 9. apríl 2002
25
25
24
Nr. 66 - 9. apríl 2002
Munurin millum
oddin í bestu deildini
og so aðru deild varð
týðiliga undirstrik-
aðu ,tá B36 á heima-
vølli spákaði sær til
stórsigur móti Sumba
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
B36 kundi leygardagin
styrkja enn meira um støðu
sína í bólki 1, tá Sumba
kom á vitjan. Sumba varð
undan bólkaspælinum mett
sum klárt veikasta liðið í
bólkinum, og tað skuldi
eisini vísa seg leygardagin,
at teir als ikki hava møgu-
leika at standa seg móti
liðum, sum verða roknaði
upp í oddin í bestu deildini.
Royndu at halda
Fyrstu løtuna royndu sum-
bingar kanska at gera nakað
av mótstøðu, og tó at Jens
Kristian Hansen rættiliga
tíðliga stútaði heimaliðið
framum, eftir at Jákup á
Borg hevði sent fríspark
innfyri, so royndu gestirnir
at binda fyri.
Hetta helt sær í hálvan
tíma ella so. So fall alt sam-
an hjá Sumba. B36 hevði tá
í longum løtum verið mest
sum
fast
innbúgv
í
brotsteignum hjá Sumba,
og hetta gav úrslit, tá Fróði
Clementsen fekk taklað seg
til
ein
málmøguleika,
soleiðis at bólturin at enda
varð sendur í meskarnar.
Gjørdist einvegis
Ferðslan í dystinum heði
fram til tá verið rættiliga
einstáttað, men nú gjørdist
hon fullkomuliga einvegis.
Sumbingarnir
megnaðu
snøgt sagt ikki at spæla
bóltin niðaneftir, og ístaðin
varð bara lossað burtur. So
langt sum yvir høvur
gjørligt. Endamálið var
kanska at avmarka tapið,
men úrslitið var bara, at
mest sum hvør sending hjá
Sumba fall til B36, sum so
aftur kundi herja á.
Herja á, er kanska dekan
ov nógv sagt, tí veruleikin
er, at meistararnir tóku sær
væl og virðiliga av løttum.
Helst dugdu teir ikki at
síggja nakra orsøk til at
spenna bogan alt ov høgt, tí
at fáa kort ella skaðar í slík-
um dystum, mundi ikki fara
at loysa seg fyri teirra
viðkomandi.
Eftir 4-0 í hálvleikinum
tóktist tað, sum um B36 í
seinna hálvleiki nú veruliga
ætlaði at halda málveitslu.
Tá tímin var runnin, vóru
málini sjey í tali, men so fór
ferðin enn meira niður, og
ivaleyst
mundu
sumbingarnir fegnast um
hetta, soleiðis at teir sluppu
undan
eini
enn
størri
eyðmýking.
Sum so kundi hvørki av
liðunum nýta dystin til so
øgiliga nógv annað enn at
staðfesta, at munurin mill-
um deildirnar framhaldandi
er stórur, og at tað er lítið,
sum bendir á, at hann er í
ferð við at minka. B36
kundi sjálvandi fegnast um
stigini, men hinvegin er
mest sum víst, at eisini NSÍ
og VB fáa fulla úrtøku úr
dystunum móti Sumba, so
tað er fyrst og fremst í hin-
um dystunum, at oddasess-
urin í bólkinum skal tryggj-
ast.
Dysturin í tølum
B36-Sumba 10-0 (4-0)
1-0: Jens Kristian Hansen
2-0: Fróði Clementsen
3-0: Din Sandu
4-0: John Petersen
5-0: Jens Kristian Hansen
6-0: Fróði Clementsen
7-0: Bárður Mortansson
8-0: John Petersen
9-0: John Petersen
10-0: Jens Kristian Hansen
B36-Sumba 10-0 (4-0):
Ovurhonds munur
B36 var mest sum fast innbúgv í brotsteiginum hjá Sumba, tá munurin millum fyrstu og aðru deild varð undirstrikaður
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
LØGMANSSTEYPIÐ
Bjartur Nolsøe
Undan dystinum lá NSÍ
ikki serliga væl fyri í bólk-
inum. Teir høvdu bert
fingið eitt stig í tveimum
dystum, og tí var tað mest-
sum eitt krav at teir fingu
trý stig. VB hinvegin hevði
fingið seks stig í 3 dystum,
og kundi liva við javnleiki.
Trýstu nógv
Tað sást eisini týðuliga, at
tað var NSÍ sum hevði
meiri at spæla fyri. Teir
løgdu trýst á VB frá byrjan
og bólturin lá tað fyrsta
korterið fyri tað mesta inni
á VB hálvini. Serliga hevði
høgra síða hjá VB trupul-
leikar við Jónstein Petersen
og Sjúrður Jacobsen, sum
ofta komu ígjøgnum. VB
royndi seg við kontra og við
nógvum longum bóltum,
uttan at teir tó blivu vanda-
miklir.
Hóast NSÍ trýsti, so varð
tað VB sum fekk tann
fyrsta opna málmøguleik-
an. Miðskeiðis í fyrra
hálvleiki missir NSÍ bóltin
á miðjum vølli, og tað end-
ar við at Mortan í Hørg
sleppur leysur ígjøgnum,
men beint sum hann skal
skjóta kemur verjan ímill-
um og fær sparka bóltin
burtur.
VB kom eftir hetta meiri
inn í dystin og fingu meiri
spæl. Teir royndu nú meiri
at spæla bóltin í staðin fyri
at sparka langar bóltar fram
til áleypararnar. Teir fingu
eisini onkrar góðar royndir
móti málinum hesa løtuna.
Tá so umleið hálvur tími
er spældur kemur einasta
málið í fyrra hálvleiki.
Bólturin verður spældur út í
vinstru síðu har Helgi L.
Petersen sleppur leysur og
spælir Sonna L. Petersen
púra leysan inni í brotsteig-
inum.
NSÍ kundi komi uppá 2-0
beint áðrenn hálvleiksteðg-
in tá Sonni í tveimum før-
um slapp at skjóta ótarnað-
ur, men Bjarni Johansen í
VB-málinum bjargaði báðu
ferðirnar frálíka væl.
Dovnaði eftir
avgerðina
Seinni hálvleikur varð bert
2 minuttir gamal tá NSÍ
økti til 2-0. Jónstein Peter-
sen verður spældur fríur,
rennur frá VB-verjuni og
skýtur
bóltin
framvið
Bjarna Johansen. VB kundi
minka um munin løtu
seinni, tá Palli Augustinus-
sen kom at standa fríur eftir
horna. Men Jónstein Peter-
sen bjargaði á mállinjuni.
Tá 12 minuttir vóru
spældir av seinna hálvleiki
verður dysturin í veruleik-
anum avgjørdur. NSÍ fær
horna í vinstru og har
sleppur Óli Hansen at seta
høvdið á og so varð 3-0 til
heimaliðið.
Eftir hetta varð tað sum
um at ferðin fór av dystin-
um, og bæði liðini høvdu
meira ella minni sligið seg
til tols við at dysturin var
avgjørdur.
Stutt eftir fekk VB ein
stóran málmøguleika tá
Palli sendi bóltin innfyri úr
høgru, men Jens Martin
bjargaði royndini frá Birgir
Jørgensen, sum varð skiftur
inn beint áðrenn steðgin.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki bleiv tað 4-0 tá Óli
Hansen enn einaferð kundi
seta høvdið á bóltin eftir
horna. Nú roknaði flestu
við at tað fór at skrædna í
VB-verjuni, men hóast NSÍ
helt fram við at spæla
málsøki spæl, fingu teir
ikki fleiri mál.
VB fekk minka um
munin tá Robert Cieslewicz
gjørdist einsamallur í NSÍ-
brotsteiginum, og skoraði
framvið Jens Martin.
NSÍ vann sostatt 4-1 og
varð tað fult uppiborið. Teir
høvdu bóltin mest, høvdu
flestu málmøguleikarnar
meðan VB royndi seg við
einari verjukendari upp-
stilling har teir lúrdu uppá
kontra við nógvum longum
bóltum.
Hjá NSÍ spældu Jónstein
Petersen, Helgi L. Petersen
og Pól Thorsteinson ein
góðan dyst, meðan Jón
Pauli Olsen og Eyðun Jac-
obsen royndist væl hjá VB.
NSÍ kom við sigrinum
uppá 4 stig og eru teir við
aftur í kappingini um at
koma víðari til fjórðings-
finalurnar.
NSÍ — VB 4-1 (1-0):
Sannførandi sigur til NSÍ
NSÍ lat ongan iva verða um úrslitið tá VB var og vitjaði í Runavík leygardagin. Sigurin var ongantíð í vanda, og kundi væl verði størri.
Runavíkingar vunnu týdningarmiklan sigur í bólkaspælinum,
tá teir á heimavølli mest sum blástu VB av vøllinum
C
M
Y
K
24
Trý lið eru púra jøvn í
bólki tvey, eftir at
EB/Streymur og TB
býttu stigini sínamill-
um á Mølini á Eiði
LØGMANSSTEYPIÐ
Jákup Mørk
EB/Streymur hevði leygar-
dagin vitjan av TB í einum
dysti, sum lættliga kundi
gerast avgerandi fyri, hvør
teirra skuldi fáa loyvi at
fylgja GÍ í fjórðingsfinal-
una. Undan dystinum var
støðan nevnliga hin sama
hjá báðum liðunum, eftir at
tey høvdu vunnið ein, tapt
ein og spælt ein dyst javn-
an.
Á eini leið
Tað var EB/Streymur, sum
byrjaði dystin betri, og heilt
tíðliga í dystinum komu teir
á odda, tá Hans Pauli Sam-
uelsen var seinasti maður á
einum álopi.
Hetta var eisini fult í tráð
við spælbýtið fram til tá,
men spakuliga byrjaði TB
nú at koma fyri seg. Roynt
varð at trýsta spælið niðan
móti málinum hjá heima-
liðnum, og um miðjan hálv-
leikin gav hetta úrslit, tá
Alexander Rodasavljevic
javnaði,
og
tá
Zoran
Mancic síðani kundi økja
um leiðsluna, hildu gestir-
nir væl standa til. Kanska
hildu teir eisini standin vera
í so góðan, tí beint undan
steðginum
eydnaðist
Ronnie Samuelsen at javna.
Í seinna hálvleiki royndu
liðni bæði hvør í sínum lagi
at avgera dystin, men hetta
eydnaðist hvørgun av pørt-
unum, og alt í alt mundi
javnleikurin
vera
eitt
rættvíst úrslit.
Dysturin í tølum
EB/Streymur-TB 2-2 (2-2)
1-0: Ronnie Samuelsen
1-1: Alexander Radosavlje-
vic
1-2: Zoran MAncic
2-2: Ronnie Samuelsen
Javnt á Mølini
Tað eydnaðist hvørji TB ella EB/Streymi at avgera dystin á Mølini leygardagin, og við
javnleikinum eru trý lið nú jøvn í bólki tvey.
Mynd: Álvur Haraldsen
Bólkaspælið í kappingini um
løgmanssteypið
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 B36
4
3
-
1
-
0
16
2
14
10
2 VB
4
2
-
0
-
2
8
8
0
6
3 NSÍ
3
1
-
1
-
1
6
4
2
4
4 Sumba
3
0
-
0
-
3
1
17
-16
0
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 GÍ
4
3
-
1
-
0
8
2
6
10
2 EB/Str.
4
1
-
1
-
2
6
7
-1
4
3 FSV
4
1
-
1
-
2
4
6
-2
4
4 TB
4
1
-
1
-
2
5
8
-3
4
Bólkur 3
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
4
3
-
1
-
0
11
5
6
10
2 Skála
4
2
-
0
-
2
6
8
-2
6
3 KÍ
4
1
-
1
-
2
9
9
0
4
4 B68
4
1
-
0
-
3
6
10
-4
3