leygardagur 3. mai 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA |
SOSIALDEMOKRATUR
FRÆL:$I JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
| |
| Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | : : Blaðið verður bilagt á posthåsinum, og |
Nr. 18 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 3. mai 1947 kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið 21 Árg.
Hann veipar ábyrgdin. Men við einum axla- | fiskimonnum ein lítlan part av
yppi tveitti tygum ábyrgdina av | ágóðanum, meðan arbeidarin á .
landi mátti líða hungur og hall, Lastvognskoyring
við halanum.
Th. Petersen er farin av land-
inum, og, eins og æðan, ið drítur
í reiður sítt og fer á flog, tá
hon verður órógvað, so hevur
hann eisini lagt sítt »visitkort«
eftir. — Í »Dagbladnum« nr. 33
býður hesin maður, ið føroysku
arbeiðarar úrslitaleyst hava styð-
jað í so mong ár, teimum
„steinar fyri breyða.
Hann hevur frætt — formaður
Landsnevndarinnar — »at odda-
menn arbeiðaranna ætla at
leggja lamið alt okkara vinnu-
liv«. — Men lat heldur mannin
tala sjálvan. So sigur danski
fólkatingsmaður okkara:
>Ég frætti nú, eg skal fara, at
oddamenn arbeiðaranna ætla at
gera stóran leik og leggja lamið
alt okkara vinnuliv við stórum
verkfalli. Eg skal siga, at tað er
beint, at arbeiðarin fær sín fulla
part í ti, vinnulivid gevur, men
hin arbeiðandi maðurin eigur at
minnast til, at arbeiðsmaðurin
er hin altýðandi stuðulin í
samfelagnum, og hansara fram-
ferð er tann, ið avger, um sam-
felagið skal liva ella doyggja«.
Oférir bodfrettar hesin maður
hevur, at slík tíðindi náa at
oyrum hansara.
Nei, harri fólkatingsmaður,
landsnevndarformadur, flokks-
formaður m. m. m. tygum hava
fingið rong boð, tá tað er sagt
tygum, at »oddamenn arbeid-
aranna ætla at gera stóran leik<.
Tygum eru maðurin, ið, saman
við líkasinnaðum, hava noytt
arbeiðaran i Føroyum at leggja
hondina á hitt tvieggjada svørðið
— arbeiðsstøðg. Og tygara sum
teirra, ið stóðu lið um lið við
tygum um løgtingssamtyktina í
vetur, er »heidurin« fyri tað
bróðurstríð, Føroya fólk stend-
ur yvirfyri.
Arbeiðarafjøldin — ikki bert
»oddamenninir«, sum tygum
málbera tygum — vendi sær
til Tingið og bað tað veita sær
betri livikor undir teim lógum,
ið galdandi vóru viðvíkjandi
lønum og prísum og banni
móti arbeiðsstøðgi, og sum høvdu
verið galdandi undir øllum
bardegnum.
Tygum, harri fólkatingsmaður,
vóru formaður fyri stórsta ting-
bólki; á tygum hvíldi størsta
herðum tygara. Tygum løgdu
svørðið í hond arbeiðarans, tá
hann sjálvur vildi frið og ikki
stríð. Hetta gjørdu tygum beint
aftaná, at tygum høvdu noktað
einum øðrum stætti, ið bað um
tað, at fáa aftur streikurættin,
og aftaná at tygum høvdu verið
við til at givið øllum, ið bóðu
um lønarábøtur, tað teir bóðu
um, sjálvt — og rímiligt helst
teimum, ið høvdu 12000 kr. í
ársinntøku.
Harri Th. Petersen, tygum
hava lagt svørðið í hond ar-
beiðarans — og sjálvsagt harvið
biðið hann nýtt tað, hví tá leika
so i?
So, tað er beint, at arbeidarin
»fær sín fulla part av tí, vinnu-
lívið gevur - -«. Ja, tað er vorðið
sum, at tygum nú eru av leirri
áskoðan; nú hava tygum bara
eftir at taka eitt tak fyri, at so
verður arbeiðarar yvirhøvur
vænta sær neyvan stórt av tyg-
um í hesum føri, tygum hava
roynst so illa i so máta.
>-- men«, halda lygum, »hin
arbeiðandi maðurin eigur al
minnast til, at arbeiðsmaðurin
er hin altýðandi stuðulin í sam-
felagnum«.
Nei, lat nú vera, harra fólka-
tingsmadur, at veipa vid halan-
um fyri Føroya arbeiðarafjøld;
arbeiðarin veit jú væl, at tygum
meina ikki eitt einasta ord av
hesum. Og vit kunna leggja aftrat,
at hann fullvæl hvønn
týdning hann hevur í samfelagn-
um; men neyvan setir hann seg
yvir aðrar stættir — javnbjóðis,
javel, kanska gott og væl. —
Tygum, var hatta ikki heldur
»platt«, heldur »naivt« av tygum?
» -- og hansara framferð er tann,
id avger, um samfelagid skal liva
ella doyggja<.
Men, gloymir fólkatingsmað-
urin ikki her menninar hinu
megin borðið. Liggur ikki undir
hesum orðum um tann stóra
týdning arbeiðarin hevur í sam-
felagnum, at okið skal verða
lagt á herðar hansara, men
sømdir eigir hann ongar?
Jú, sanniliga, fyri bardagan,
í neyðartíðini, mátti arbeiðarin
á sjógvi og landi bera byrðuna,
veit,
undir bardaganum, tá gull-
streymurin floymdi inn yvir
landið, fekk eitt lítið fátal av
og nú, ja nú er tað ótlin fyri
nidurgangstidini, id forðar ar-
beiðaranum at fáa livilig kor.
Eitt veip við halanum — nøkur
vøkur orð av og á, alt fyri at
bjarga einum folkatingssessi ella
einum nøkur ár
fram í tíðina. Tað er lutur hins
føroyska arbeidara í dag.
løgtingssessi
Hvussu nógv ár enn letur hin
føroyski arbeiðarin seg á slíkan
hátt smyrja um munnin.
Nær ger hin føroyski arbeid-
arin slíkan Th.
Petersen og líkasinnaðir noyð-
ast at drita í teirra løglingssessar
og hann i sín folkatingssess.
Og nú lata vit aftur Th. Pet-
ersen framtúra í skriving síni:
vørr, at harri
»Ongantid í veraldarsøguni
hevur gløggari metari verið enn
tann ið rættast avger hvar ar-
beiðslønin at setast. Verður hon
sett ov høgt, um tað bert er eitt
sindur ov høgt, so vil arbeiðið
minka, so vilja okkara grannar:
Norðmenn og Íslendingar, hava
kans at vinna okkara marknaða
og Føroyingar vilja svølta.
Minnist til hetta, allir lands-
menn mínir; hugsið tykkum væl
um, tí avgerð tykkara í dag er
veruliga valið millum:
1) Eydnuríka framtíð, ella“
2) hungur og hall«.
Metari, ja tað kann væl vera.
Men arbeiðararnir bóðu tygum
vera metaran, tygum og flokk
tygara, sum teir hava sett inn á
ting, tygum og allar hinar 19
tingmenninar. 6 av teimum —
javnaðarmenn og gamla sjálv-
stýri — tóku undir við arbeið-
arunum vildu åtaka sær
ábyrgdina at vera metari i løn-
ý
og
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
arspurninginum. Men tygum
harra fólka- (bæði) flokks
tingsmadur, tygum og flokks-
menn tygara gjørdu sum tit eru
vanir at gera, tå tad rædur um
arbeidaranna livsmål, tit gingu
saman vid sambandinum —
sum ein einasta stór sterk fylk-
ing, stóðu tit saman og kveistr-
aðu arbeiðaran burtur: Út og
berjist, um tit vilja vinna nakað!
Tað var hitt verunliga svarið,
tygum góvu, harra Th. Petersen.
Kom tí ikki nú og tala um met-
ara í hesum máli; slíkt er reint
og
møsn!
Arbeiðið vil minka og grannar
okkara vilja vinna marknaðar-
nar av okkum, um arbeiðslønin
kvinkar upp um tað, id >met-
arin« Th. Petersen heldur vera
passaligt. Her heldur hann seg
hava sett jassin á, tað er óivað:
Arbeiðsloysi verður úrslitið!
Men hví var skilið tá so ringt í
Førovum fyri bardagan, tá ar-
beidarin var so óhugnaliga illa
løntur í mun til starvsbróðurin
í grannalondunum? Tá skuldi
verið líkindi at tikið um so var
allan verdinsmarknadin. Men
hvat ráddi í Føroyum tå? Ar-
beiðsloysi fram um alt!
»Og Forovingar vilja svolta«,
sigur hesin sami fólkatings-
maður Føroya. Hevur hesin
maður íkki lisið tær smáu
bøkur, ið landslækni Zacharia-
sen sendi út árliga framan und-
an bardaganum, har hann sigur
-“ Nit levera
KJØT-PYLSUR-FLESK
md OG KONSERVES
Á TET NR, allar bestu kvalitetum.
øf ED. IE MATE SL sæd DE
|
Umboð: S. HOULBERG %
Otto Jacobsen
Vestmanna KØDBYEN
HD
Fedevarer - Pølser - Leverpostej og Konservesfabriker
Statskontrol 352
KØBENHAVN