Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-05-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3. mai 1947 frá, hvussu illa er statt um landið: Fólkið er avmergjað vegna tann neyðarsliga mat, ið tað sum fylgju av arbeiðsloysi og ov lítlari inntøku, er noytt at liva av —. Hugsa eitt sindur um hetta, hóast tygum ikki hava umstøður til at skilja tað fult út. Men tá so fólkatingsmaðurin biður arbeiðararnar hugsa seg væl um, ti avgerð teirra í dag verunliga er valið millum: »1) Eydnuríka framtíð, ella 2) hungur og hall«, so er hartil stutt at siga, at hungur og hall hava føroyskir arbeidarar kent nóg leingi. Her er ti einki val: Eydnuríka framtid krevja ar- beiðararnir í dag, og fæst hon ikki í friði, so má hon vinnast í stríði — tað gerst so einki við tað. At vevja eitt reint arbeiðara- mál, sum lønspurningurin er, saman við nationalum spurn- ingum hevur altíð verið fólka- tingsmannsins ósiður; men tað fer vist ikki at longur, arbeidarin letur seg ikki longur smyrja um munnin við føgrum tann stundin krevur menn- bata orðum; nú er komin, tá hann iskjalig livikor. Tá folkatingsmadurin at enda biður »Gud signa Føroya land og følk«, so kunnu vit ikki ann- að enn taka undir við honum í lí; men samstundis minna vit hann á, at arbeiðarin er megin- parturin av Føroya fólkatingsmaðurin leim monnum, veingir fólki, og saman við hann breiðir sínar úl yvir, kunnu vera við til at skapa hesa sign- ing — um ikki viljin tvørrar! Havnar Tennisfelag. Fyri 10 árum síðani varð Havnar Tennisfelag stovnað. Felagið, sum upprunaliga var partafelag við se- sonspælarum, varð umorganiserad í 1945. Lógir tess líkjast nú meir teimum, sum onnur Ítróttarfeleg hava, og tær eru góðkendar av Í S. F, Limagjaldid er 5 Kr. um árið fyri øll, meðan teir limir, sum nýta Tennisvøllin gjalda 5 Kr. extra um árið. Nýggir limir gjalda 2 Kr. sum innskor. Tað er stadionnevdin sum fyri- vóna at reikar nýggjan vell. Vit vit skjótt kunnu byrja aftur at spæla. Nýggir límir verða bidnir um at melda seg sum skjótast hjá einum av undirritaðu. A. Brend, formaður. KE. Boekenoogen, kassameistari, Niels Mortensen, tiltaksmadur, John Olsen. fyrireikamaður. Øll eiga at bråka Føroyska hondsåpu frå fabrik OKKARA FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Byurin Texas City heilt avtoft- aður av eldibrandi. Skip eksploderað i havnini og sett eld á. Nógv fólk dripin og særd. Ein øðilig vanlukka hevur rakað henda býin. Tað byrjaði við at franskur dampari »Grand Camp« kom i brand, fleiri explosjónir vóru umbord. Damparin var fermdur vid eldkvæmum slågum, og ex- plosjónirnar vóru óførar. Tað var sum jarðskjálvti, og eini 1000 menniskju meinast at vera deyð av hesari explosjónini. Eldur kom eisini í 50 olju- tankar, og einki vatn at sløkkja við. So var eisini explosjón ! kemiskari fabrikk og giftgas trongdi út í býin. Fólk frå Reyða Krossi vóru í flúgvuma- skinu send úr Washington til Texas City við ymiskum medi- sini at hjálpa teimum skaddu. 2000 til 8500 særd skulu vera, men tølini eru ikki heilt bein. Tiðindamenn siga, at van- lukkan er tann størsta, sum nakrantíð hevur rakt Ameri- kanskuSambandsstatirnar. Texas City sær út, sum hevdi ein atombumba verið tveitt niður yvir býin. Seinni exploderaði aftur eilt skip, og aftur nýggjar explosjónir. Oljutankdampari logaði, eld- urin frá honum nærkaðist ein- um ammunitionsskipi, og tætt við lá annar dampari við farmi, ið explodera kundi. Øll hesi skipini fóru eisini í luftina, og ávirkanin var øgilig. Fólk gingu alla náttina grát- andi umkring og leitaði eflir slekt og vinum, í ræðslu fyri eitrandi luft og nýggjum explo- sjónum. 90 pCt. av bynum er herjað og mestapartin heilt oyðilagdur. Fleiri hundrað menniskju eru, sum eingin veit, hvat av er vorðið. Amerikanskur senator leggur fram í Senatinum áheitan um at orsøkirnar til vanlukkuna skulu verða granskað. Nógvar slíkar vanlukkur hava verið í seinastuni, og eru tær meinlíkar teimum, ið kendust undan síðsta krignum. Her kann vera talan um herverk (sabotage). Og verður hildið, at kommunistiskt virki stendur í samband við hendingarnar. Tí, heldur sena- torurin, at vanlukkan í Texas City má verða eftirkannað. D.F.D. S. felagið hevði 20 milliónir í vinningi síðsta ár. Tó var uppskot um at veita av hesum 4 milliónir til eftir- sitandi hjá sjólatnum monn- um noktað av aktionerunum. Eingin atkvøddi fyri. Á aðalfundi D. F. D. S. var uppskot lagt fram at veita 4 milliónir krónur av ársvinningi- num Lil ein minnisgrunn fyri danskar sjómenn, sum doyðu undir krígnum. Ársrokniskap- urin vísti á 125 milliónir krónur, og av hesum vóru 20 milliónir reinur vinningur. Aðalfundurin kundi ikki við- taka uppskotið. Uppskotssetarin helt fram m. a., at hetta skuldi vera meint sum ein tøkk til hesar menn, sum høvdu gjørt so nógv. Tøkkin við orðum gagnar so lítið. Bert ein positiv gerð kann til fullnar takka hesum monn- um fyri tað, teir løgdu eftir seg. Roknskapurin stendur so væl, helt hann, og ikki kann hugs- ast vakrari gerð enn at stovna slíkan minnisgrunn, sum nú beinavegin kann hjálpa í heim- um hjá okkara starvsmonnum, har vanlukkan hevur rámað, og utan at søkt og søkt skal verða um at fáa eina hjálp, sum ley eiga á. Landbúnaðarvíðurskiftini Í Føroyum, Tað eru ikki at merkja stór framstig viðvíkjandi landbúnað- inum í Føroyum. Undir krign- um var trot uppá mjólk, kjøt og epli. Mjólk, serliga um summarið, er nú frægari at fáa til keyps enn tað var eina tíð, men kjøt og epli av føroyskum uppruna er at siga ógjørligt at fáa hendur á. Kemur tað ikki úr útlondum, so fæst tað ikki. Nógv hevur verið talað og skrivað um hesi viðurskifti, men stór ávirkan er ikki at kenna. Fólkið nørist, og tí saknast vørur av landinum; men meginpart- urin av teimum má verða inn- flutt. Tað er sagt, at land okkara hevur dyrkingarlíkindi. Stórar fløtur liggja sum hagi og føða kanska nakrar fáar seyðir, sum valla eru mentir at ragga, tá ið vårid kemur. Vit hava rættilig: stórar bøir og væl er í seinast- uni lagt inn av traðum. Summa- staðni fær traðarmaðurin hópin av síni trøð. Men sum heild tikið geva bæði bøir og traðir nógv ov lítið av sær saman- mett við viddina. Hetta er sjálvandi stór brek, og lað er samfelagsliga gangligt at skifta orð um tey, harfyri Nr. 18 tørvar ikki einstakur stættur ella einstakir menn at gerast firtnir og taka tað sum atfinningar vendir eru móti teimum. Øllum er kunnugt, at vinnu- lív okkara bæði á landi og sjógvi hevur staðið til afturs, og hvørjar grundirnar eru, ella hvussu brekini kunna bøtast, eigur at verða drigið fram, um ikki alt skal liggja, sum (ad liggur. Ivaleyst er tað fyrst og fremst eitt upplysingararbeidi, ið mest er fyri neyðini. Tann størsti skadin og vansin við føroyskum jarðabrúki er, al maðurin, sum hevur brúkið, er tvíbýttur í sínum vinnuliga hugi. Hin føroyski jarðamaðurin er bæði bóndi og fiskimaður. Tað hevur hann oftast verið noydd- ur til; men tað hevur gjørt, at onnur vinnan hevur liðið undir tí, og hesi seinastu árini er tað altíð landið, ið hevur verið van- býtt — t.v.s. sum svikið hevur verið. Ein leggur t.d. til merk- is, at fyrst, ið hoyrist um ringar tiðir, ið føra við sær, at knapp- leiki kann væntast á handils- vørunum, tá er bygdabøurin í góðum standi. Velt verður bæði korn og ríkiligt av eplum, og slík velting gevur góð graslendi. Men so brátt sum fiskaprísurin gongur upp, og ikki verður beinleiðis trot uppá útlendsku vørurnar, sæst, at veltingin fer at verða avløgd, og bøurin fer at forna aftur. Tað man vera fáur búmaður, ið ikki eisini er fiskimadur. Hann við tí lítla brúkinum er noyddur at liggja á sjónum, bæði á útróðri og undir Íslandi; men so hin maðurin, bóndin, sum eigur so mikið, at ein kann siga hann skuldi kunna liva av tí, hvussu er við honum? Ja, oftast býtur hann seg eisini sundur. Og hesin er tað, ið at- finningina fær, at hann gongur til annað arbeiði og letur jørð sína liggja í órøkt. Tað skuldi nettupp kunna hugsast, at tað var hitt stóra brúkið, bóndagarðurin, id best lá fyri og mest gav av sær, li bóndin, sum hevði so nógv, at hann livdi av tí, kundi leggja alt sítt virksemi til jørðina og rar ikki noyddur sum hin mað- urin, smámaðurin, tær bestu tidirnar av árinum at fara til aðrar vinnur. Men ofta hevur tað verið so, al maðurin við fáum gyllin ella traðarmaðurin hava uppá seg fingið meira burtur úr enn stórmaðurin, hann við einum heilum garði. Henda tíðin við høgum pris- um á búnaðarvørurnar skuldi verið góð fyri jarðabrúkið. Men tað er ikki at kenna. Jarða- maðurin er farin til sigling, tað hevur givið nógvan og skjótan pening, men so hevur jørðin sjálvandi ligið í órøkt. Og tey gomlu søgdu, at peningurin var