leygardagur 10. mai 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA
SOSIAL:DEMOKRATUR
FRÆLS'SI JAVNADUR BROÐURSKAPUR
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á . - Blaðið verður bilagt í thúsi g
Nr. 19 | I. síðu, IO oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 10. mei 1947 koster kr. pe , úði Em fjórðingsárið 21 Arg.
1. mei og 5. mei.
Menniskjan hevur altíð valt
sær merkisdagar. Hitt einstaka
menniskjað hevur vissar dagar,
sum tað leitar til, sum tað dreg-
ur minni úr, og sum tað kann
draga styrka frá. Lond hava
eisini merkisdagar. Tjóðardagar,
sum tjóðin halgar, og sum hon
hevur sum varðar ella minnis-
steinar á sínum vegi. Verðøldin
øll kann eisini hava sínar
merkisdagar.
Ringar tíðir kunna hava verið,
ragnarrokstíðir, úlvtíðir, tá ið
øll mannaættin válaði í myrkri,
suffaði = undir trongdum og
neyðum og ynskti tráliga eftir,
at tað skuldi dagast, og ein
sólarglotti koma undan.
Tær stóru arbeiðarafjøldirnar
hava valt 1. mei til sín merkis-
dag. Mei skal vera hin blidi,
smilandi månadurin. Tå er tad,
lívið í jørðini fer at kvaklast
við aftur aftan á langan vetrar-
dúr, og fjøldin øll sum hon er
fer at vakna. Mei er ein so vón-
ríkur mánaður, hann er sum
skapandi og elvir øllum at hava
góðar vónir og vænta hitt besta.
Arbeiðarastætturin var einaferð
ein stættur, sum ikki livdi á
ljóssíðu lívsins. Hann var lítið
mettir, stóð lágt í mentun og
upplýsingi, og kor hansara vóru
mangan ring. Yvirvaldid hevði
ringt eyga á honum, tað
vóru tær tíðir, at tað var bann-
að arbeiðarunum at taka
saman ella sýna seg í skrúð-
gongu.
Vit kunna siga, at í flestu
londum eru tær tíðirnar broyttar
og tað stórliga. Arbeiðarastætt.
urin er ein stættur, sum er í
meti nú. Hann telur, eg menn
úr hansara liði sita nú í stjórnar-
sessum og skipa fyri londum og
ríkjum.
Tað er heldur ikki so nógv
at kenna tað stættarstrið og tær
misskiljingar, beiskleikar, sum
áður vóru. Menniskjan, tað má
sigast, hon er í mongum lutum
gingin fram. Teir ymisku stætt-
irnir kunna betri skilja hvør
annan. Teir skilja eisini, at allir
stættir, allir samfelagslimir, eru
partar av somu heild, og tá ið
ein limur líður órætt og verður
órættvíst viðfarin, líður sam-
tíðis øll heildin. Stættirnir kunna
eisini koma á tal við hvør
og
seg
annan og finna til semingar.
1. mei er vónardagurir, ein
blómudagur við fløggum og
sprettandi lívi. Latið okkum
vóna, at hann boðar frá góðum
tíðum, ríkum tíðum, og tidum,
tå ið menn og stættir skilja hvør
annan, fata krøvini og hvat ið
er fyri neyðini at liva eitt ríkt
menniskjansligt lív.
5. mei er eisini vorðin ein
minnis- og merkisdagur. Vit
minnast enn la frøi, vit kendu
hin 5. mei fyri 2
tá ið tíðindini komu, at vápnini
fóru at verða stungin í slíðran
aftur, og hin myrka ragnarroks-
tíðin kundi vónast at vera al
enda.
árum síðan,
Vit høvdu nógv at hugsa um
tá, framtíðin var dimm og ókend,
men vil loyvdu okkum 10 at
hava ljósar mei-vónir.
Tað er at siga, at mei-vónirnar
frá hinum glæsiliga og hålidar-
liga 5. meinum hava hesa farnu
tíð mangan verið kámar. Alt
tað, ið var so vónríkt tá, hevur
ofta verið sortnað. Vit væntaðu,
at menniskjan sum ein glitrandi
fuglur Fønix kom burtur úr
hesum bålinum, logað hevði,
nýggj bæði uppá sål og likam.
Men tað var tíanverri ikki. Tær
gomlu fjaðrarnar, tað gamla
lyndið var ikki brent, alt hekk
uppi í menniskjanum, sum rópti
og fagnaði friðinum.
Men latið okkum nú,
fagna hesum 3. meinum, ikki
vónsvíkjast og fella heilt í fátt,
um so nógv av ti, vit høvdu
væntað ikki gekk út. Latið so
vónirnar spretta, nú, summarið
er at búnast. Hin vónríki er
tann, ið byggir upp. Vit eiga
hóast tað ikki at gera okkum
blind og fjala heimsins verun-
leikar fyri okum. Men betri eru
teir vónríku spádómarnir, og
latið so teir vónríku spádóm-
arnar vinna á sinni okkara, nú
vit hava heilsað hesum merkis-
degi, sum var inngangurin til
tann frið, allur heimurin so tung-
liga longdist eftir.
vit
HAVNAR TENNISFELAG |
Mánadagin 12. maí 1947 kl. 81/,
verður fundur í Tórshell fyri
limir og fólk, id ynskja at
gerast limir.
Nevndin.
|
|
SR
Bókmentir.
JÓAN CHR. POULSEN
HESTSØGA
Felagid Vardin Torshavn 1947.
Tað skal alt fyri eilt verða
sagt, at henda bók, sum her
verður tikin til ummælis, er sera
áhugaverd og væl sett saman,
og eigur hvor Førovingur vid
ansi fyri fólki sínum og søgu
tess at ogna sær hana og lesa
hana.
Hon er sjálvandi, sum navn-
ið sigur, ein bók um vissa oyggj
og vissa bygd í Føroyum. Men
| so sum søgan hjá hesari bygd
her er frálýst, hóskar hon til
allar bygdir í Føroyum. Viður-
skiflini og korini hjá fedrum
okkara í hesum landi, sum bygt
var av smáum avstongdum
bygdaløgum, vóru so eins og
meinlik, at, hóast tey so kundu
gerast heldur rúmligari og lætt-
ari í einstøkum plássum, ein
| bygdasøga, ið er soleiðis upp-
bygd sum HESTSOGA, kann
geva eina heildarmynd av øllum
landinum.
Høvundurin sýnir okkum her
greidliga og skilaliga, hvussu
vinnuliv, arbeidsliv var skipað
í slíkari bygd. Hvussu felags-
skapur og hjálpsemi måltu vera
srundarstudlarnir undir slíkum
bygdasamfelagi úti í stórhavin-
um, um tað skuldi kunnað
røkjast. Hvussu hitt gamla før-
oyska samfelagið hvíldi á sjálv-
bjargni: stuðulin uttan ífrá kundi
tú ikki líta uppá. Handilsskapur
var ikki fyri seg komin, og út-
fluttningur var einshátltaður og
fátæksligur, og eisini langt eftir
tað, at fríhamdil var fingin, mátti
húshaldið byggjast á tað, landið
gav av sær. Savna saman summ-
5. HOULBERG 4
Fedevarer - Pølser - Leverposte/ og Konservesfabriker
Statskontrol 352
Umboð:
Otto Jacobsen
Vestmanna KØDBYEN
HO i
m
RANA
g í góðum innløgutíðum
at liggja inni við veturin, og tå
ið tær vánaligu tíðirnar komu.
arið og
Teir ovurhonds og
um, Føroyar nú byggja, ófata-
ligu trupulleikar, fólkið hevur
havt, letur høvundurin okkum
fáa kenslu av: Arbeiðið á sjógv
og landi, í haga, í bjørgum. Bert
lað at hoyra um aktingina,
sila uppi yvir neytunum, at ley
ikki skuldu fara útav, letur okk-
um gruna stríðið fyri livinum
hjá hesum fólki. Róðrar,
doktararóðrar, tá ið lítið
var hugsandi um at koma fram,
og so var møðin og vandin til
einkis: sjúklingurin var deyður,
tå ið aftur var komið. Skjúts,
ein ófør byrða, id lá á monn-
um, bæði tung og vandamikil,
ti farið skuldi vera, hvat id ástóð
og næstan hvussu líkindini vóru.
Føroya fólks søga tætt at okk-
ara døgum er ein søga um
neyðartíðir, fellisár, landasjúkur
og skaðar í bjørgum og á sjón-
um, tå id bátar fóru við heilari
manning, og bygdir sótu eftir
við berum konufólkum og børn-
um. Slíkt merkti, men tað herdi
eisini og vandi upp eina kropps-
liga og andaliga sterka slekt.
Við at kanna søguna um slík
fyri okk-
einslig mannfeløg kenna vit
okkum at undrast, at menn-
iskjan er so sálarliga seig og
áhildin, at hon fótar
verður við at krøkja seg fastan
til land og heimbýli.
seg og
Frásøguhátturin í bókini er
so, at evnið gerst ikki stirt ella
turligt, og tað skemlingarsama
setir eisini sín hugnaliga dám á
hana. Høvundurin er sagn- og
søgurikur sum hann
letur sagnir og hendingar sjálvar
lala, Tað ger bókina livandi og
fáur, og
“ Vit levera
r
KJOT-PYLSUR-FLESK
En OG KONSERVES
Ban» | allar bestu kvalitetum.
KOBENHAVN