Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-05-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10. mai 1947 gevur okkum menniskjuni, sum eru uppi í og skapa søguna. Lítið ger hann eisini av sjálvur at koma við sínum metingum og dómum. Men har hann kemur er stílur og orðalag sannfort og einki avgjørt. Tikid kann verða til tað, ið bókin hevur um kirkjusøguna og sjó- sálmarnar, sum er eitt so hug- takandi kapitul í Føroya fólks søgu. Hetta er ein frálíka góð lýsing. Sterk, hjartalig og liv- andi og sýnir ein mann vid hugsun og andligum sjónarringi. Slík bygdasøga sum henda er tilfarið gott til Førovasøguna, sum okkum leingist eftir. Lønstridid. Enn eru ikki samrådingarnar millum arbeidarar og arbeids- gevarar tiknar upp aftur — og tíðin stutt eftir, til ar- heiðssteðgur verður, um semja ikki fæst í lag. Tað tykist, sum partarnir halda lað vera veik- leikatekin at bjóða til nýggjar samráðingar. Vit halda okkum tø vita, at ikki verður arbeiðssteðgur, fyrr- enn seming er roynd av nýggj- nú er um — og tad vildi eisini verið løgið. Ein arbeiðsstøðgur vil kosta landinum nógvan pening, tað eru allir greiðir yvir. Men ar- beiðararnir halda tað ikki bera til longur, at teir altíð skulu verða við sviðið soðið, meðan hin parturin enn sum áður skal hava tey serrættindi at súpa roman. Nógvar royndir hava verið gjørdar, og verða tað støðugt, til at spjaða arbeiðarafylkingina; men hesa ferð man slík roynd miseydnast; tí ongatíð áður hava føroyskir arbeiðarar staðið so væl saman í eini fylking um krøv síni sum hesa ferð. Mang- ur maður man fara at ásanna, at bit var í ti svørði, harra Th. Petersen og ands- og starvs- felagar hansara løgdu arbeidar- unum í hendi um hann verður noyddur til at nýta tað. Tað kann ikki sigast nóg nógv- ar ferðir: Latið ikki tær spjað- andi krefturnar, id oftast hava sín upprune í røð mótstøðu- manna, koma so mikið fram, at arbeiðarafylkingin kann vikast av leimum. Tað er av størsta týdningi = at — arðeiðarafjøldin stendur sum ein heild. Og fyri teir menn, ið arbeið- ararnir hava sett á odda og lagt ábyrgdina á, er einki so týðandi sum at kenna seg stuðlaðar av eini sameindari arbeiðarafylk- ing, tå samráðingar fara fram, og kanska ikki minst um Th. Petersens svørð skal havast á lofti. Ein føst, málvís arbeiðara- fylking ber sigurin heim, antin tað so verður gjøgnum samráð- ingar ella í stríð. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR HENRY A. WALLACE, hin kendi amerikanski politikkarin, vinur Roosevelts, sigur, at hevdi Roosevelt livad i dag, hevdi land hansara ikki farid inn å ta leidina, sum nå verdur hildin i verdaldarpolitikkinum. Henry A. Wallace hevur vitjað | lyndi til at seta makt aftan fyri Europa, og í Arbeiðarafelagnum í Oslo helt hann røðu, sum varð lurtað eftir við miklum athuga. Hann vendi sær fyrst móti Winston Churchill, sum hevði kallað hann ein kommunist í loynd. Hann var eingin kommu- nistur, segði hann, heldur íkki socialistur, bara ein framburðs- hugaður borgari í Sambands- statunum. Eg kann harmast um, at Winston Churchill, Bretlands stóri leiðari undir krignum, hevur ikki nýtt síni ríku evnir at berjast fyri friðinum. Eg vil her seta fram, at hann vågar sær ikki at siga, at hann meinar, at kriggj slepst ikki frá, og frið- urin kann ikki varðveitast. Eg sjálvur vil meina, at tað er gjørligt at líva í friði í einari verð, sum hon er í dag, í einari verð har tað kommunistiska sovjelsystemið, tað socialdemo- kratiska systemid í Vestur- Europa, og tað kapitalistiska demokratiid í Sambandsstatun- um kunna byggja lið um lið og geva hvørjum øðrum virðis- mikil hugskot. Friðurin, segði hann, má verða vunnin gjøgnum dagligt stríð av hvørjum einstakum av okkum. Hann trúði ikki uppá nakað brátt komandi kriggj. Men hilt andaliga kriggid sum ført varð, var skadiligt. Tað eitraði lívið fólkanna millnm. Hann setti fram harðar atfinningar móti bløðunum í Amerika, sum ikki góvu lesarunum greið tíð- indi. Um hesi bløð ikki lótu frá sær beinanvegin lygnir, so tóku tey tað, ið hóskaði teimum og góvu tí ásýniligar yvirskriftir. Tað gjørdi menniskjuni døm- andi og stuttskygd. Tað hevði fort til byttan ótta. Men hóast hetta so var tað amerikanska fólkið meira skililigt, enn bløð less góvu ti sýnið av. Hann rósti viðurskiftunum í Ruslandi, har hann hevði verið og var persónliga hugagóður viðvíkjandi samarbeiði við Stalin. Roosevelt hevði tær bestu roynd- ir frá slíkum samarheiði. »Hevdi hann livad í dag, var land mitt ikki farið á ta leiðina, sum nú verður hildin í verð- aldarpolitikkinum, við øllum tess óhugnaligu framtidarmynd- unum< So sum støðan var, helt hann ikki, at álítandi samarbeiði fekkst í lag, fyrrenn Sambands- statirnir góvu hjálp til upp- byggjan Sovjet-Samveldisins. Eg havi merkt, at land mitt hevur orðini. Tí helt eg røðuna, sum bar vid sær, at eg fór úr stjórn- ini. Nakar kriggsvandi er ikki i løtuni; men tað er ikki heilt vandaleyst, at patriotiskir admi- ralar senda amerikansk kriggs- skip goodwill-ferðir til fremm- and farvøtn. Tær sameindu tjóðirnar eru einasta bjarging, og eftir minari áskoðan er S. T. betri skipan enn Fólkasambandið var. Vit mugu vera uppá vakt fyri leimum kreftum, sum vilja noyða okkum inn á båsar og spjaða fólkini, segði Wallace at endanum. Tá ið eg fari heim- aftur, fari eg runt at hitta lands- menn mínar. Ég kenni farm- ararnar og arbeiðararnar, og eg veit, at andi Roosevelts býr í fólkinum. Kg skal tosa við ley, sum eg tosi til tykkara, sum borgarar í somu verð og við somu skyldu. Uppgåvan hjá okkum øllum er at fara undir tað verk, sum Trygve Lie stendur á odda fyri sum um- boðsmaður fyri Teim Sameindu Tjóðunum og fáa vøkstur á eina friðarrørslu, sum evnar at forða høgrumonnunum og hinum »spekulerandi kreftunum«. Christmas Møller fråfarin sum formaður fyri hin konservativa ríkisdagsflokkin. Hin danski politikkarin, for- maður fyri konservativa flokkin í Danmark, Christmas Møller, ið eisini er kendur av radio- røðum sínum frá London undir krignum, og sum hevur vitjað Føroyar tvær ferðir, er fráfarin sum formaður fyri flokksins ríkisdagsflokk, og tosar hann eisini at víkja úr sessinum sum fólkatingsmaður. Í hansara stað er komin aftur Ole Bjørn Kraft, følkatingsmaður. Teir konservativu í Danmark hava nú leingi havt ringt álit til hansara. Tey halda, at hann er ovlitið konservativur, og nú til Landstingsvalgið meinar hann, at tað er hann, id hevur gjørt, at flokkurin hevur havt slíkt afturstig. Tey konservativu hava litið meira uppá Knud Kristen- sen enn Christmas Møller. Hann sigur sjálvur, at hann hevði hugsað Danmark øðrvísi enn tað var, tá ið hann aftan á kriggid kom úr Onglandi. Hann livdi og andaði í ti veldiga, sum farið var um Eu- ropa og leit á, at kriggsins bróð- urskapur skuldi vinna friðin. Og fyrst væntaði hann bróður- Nr. 19 skap og samhug í sínum egna landi. Hann helt, at har skuldi vera meira felagskensla enn partapolitikkur. Christmas Møller vildi royna at umskapa hin konservativa flokkin til ein meira modernað- an flokk, id skilti tær socialu rørslurnar, sum uppi eru í tíðini. Ivaleyst var hann hugsjónar- maður og ikki trongskygdur. Danskur politikkur man ikki vera vorðin ríkari av, at hesin maðurin fer úr honum. Statsministari Atleg setir harðliga at Churchill, Atlee segði, at nógvar av teimum trupulleikum, sum nú Ongland hevði at dragast við, vóru orsakadar av teimum skeivleikum, Churchill hevði gjørt sum figgjarmálaráðharri. — Hann er hin ringasti figgj- armálaráðharri, Ongland hevur havt hesa øldina, segði Atlee. Tað var hann, sum flutti okkum aftur til gullmyntina, og harvið til ta kreppu í kolaidnaðinum, sum svíður at okkum í dag. Hann gjørdi fólkinum stóran skaða, tó at hann uttan iva syndaði bert av ókunnleika. Atlee gav so eina óhugnaliga mynd av standinum, sum verið hevði, um hin privata spekula- liónin hevdi fingið leysar teymar eins og aftanå seinasta bardaga. Arheiðarastjórnin hevði við sin- um politikki bjargað landinum frå inflatión og móti einum orættvisum býti av neyðsynjar- vørunum og móti teimum drep- andi fakligu ósemjunum, sum komu aflan á síðsta kriggj. Atlee lýsti eftir positivum nppskotum frá tí konservativa flokkinum og leiðara tess í staðin fyri ta tómu, negativu, alfinning, teir nú mala um. — Churchill sigur, at vit tveita Indien frá okkum. Við hesum ansar hann ikki teimum frælsis- rørslum, sum vaksnar eru í Asiu hesi síðstu 50 árini, og hann svíkur soleiðis tey demo- kratisku mál, vit striddust fyri í bardaganum. Og hvussu kann maðar, sum undir krignum lovprisadi ameri- kansku lán- og leigulógini, nú siga, at vit liva av almissum frá Amerika. Eingin kundi hugsa, at Churchill fekk seg at siga sovorðið. Ein má halda seg burturi frá Churchills glepsan og ljótu álopum, sum hava rót sína í ókunnleika og trong- skyggni. Tað er mín uppfatan, segði Atlee, at hetta land í teim- um stóru trupulleikum, tíðin eftir kriggið førdi við sær, hevur sýnt eitt óført fyridømi upp á ágrýtni og eins góð eyðkenni, sum tey ið komu til sjóndar undir krignum. Si 3 R