Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-05-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. mai 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ + eee, pe £ Nr. 19 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR kemur út eina ferð um vikuna og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið. Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER's HEIMATÍÐINDI Guðstænastur. 5. sunnudag eftir páskir prædikar Blicher Winther prestur í Havnar kirkju. Talvan gongur fyri kirkjuna. Sama sunnudag prædikar J. Joensen próstur í Kalbaks kirkju. Minnisguðstænasta var á Tvøroyri ónsdagin, nú kongur varð gravsettur. G. Jacobsen prestur helt hesa gudstænastu. Henda gudstænasta var eisini hansara síðsta á Tvøroyri, Hann helt fråfaringar prædiku og segði soleiðis henua dag farvæl til kirkju og meinigheit, sum hann nú so nógv ár hevur arbeitt ímillum. Svartelegramm úr Danmark. Lagtinget Thorshavn: Rigsdagen udtaler sin hjertelige Tak for Lagtingets varme Hilsen og for dets dybe Samfølelse í Sorgen ved Kong Christian den Tiendes Død. Jul Bomholt. Ch. Petersen. Lagtingets Formand, Thorshavn. Min dybfølte Tak, Alexandrine. Lagtingsformand Øregaard, Thorshavn. I Anledning af Deres Telegram, hvori De paa saa smuk Maade giver Udtryk for den Højagtelse og Kærlighed hvor- med Lagtinget og Færingerne omfatter Mindet om min højtelskede Fader Kong Christian X, beder jeg Dem modtage min hjerteligste Tak. Jeg beder Dem ogsaa modtage min hjerteligste Tak for de smukke og varme Ønsker for mig. De bedes bringe Lagtinget og Færingerne mine bedste Hilsener. Det er mit Haab at gensidig Tillid og Sammenhold skal bringe os gennem de Vanskeligheder vi kan møde. Frederik K. Norðoyastevnan verður hildin á sjeynda sinni í Klakks- vík í degunum 31.-5.—1.-6. 1947 við øllum vanligum ítróttaíðkanum.. Full- fíggja stevnuskrá verður seinri. Nordoyastevnunevndin, Prisir. Kunnugt er, at vit her í Føroyum hava hægri prisir å flestu vørum enn adra- staðnis. Nógv er vordid skrivað um tað og átalað, men batin er eingin. Olju- skulu vera tað, id ein hin stersti ójavnin er á. Her er oljan 24 oyru kg, í ødrum londum er hon 14, 15 og 16 oyru kg. Hugaligt hevdi verið um onkur vitsti tey rættu ráðini fyri at fingið pris- irnar niður. Eru oljuprísirnir høgir gevur tað stórar útreiðslur til sjóvinnuna. prísirnir „Dimmalætting“ skrivar í heilum um prísir og príseftir- ansingarráð, og nú gevur hon Fólka- flokkinum og Javnaðarmonnum alla skuld fyri ringt príseftiransingar, hegar prísir og lágar lenir. Hennara vísu menn úr Sambandsflokkinum hava ikki verið uppi í, tá id grundin undir hesar vanlukkur varð løgd, Sambandsflokkurin man so kunna tváa sínar hendur og siga seg at vera ósekan í teirri streiku, sum nú skal verða í Føroyum? Úr Íslandi. Q1l skip, sum heim koma, bæði trol- arar og sluppir, klaga um tað ringa veðrið, id verið hevur i vár undir fs- landi. Av tí ringasta nakar veit at siga. Trolarar hava ikki kunnað trolað, og tá má hava verið verri hjá smærri skipum. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Vinningurin hjá mongum man í slíkum líkindum hava verið lítil. „Rankin“ kom við 30 til 40 tonsum av saltfiski. Hann før avstad af.ur síðsta leygardag og skuldi taka kol frá koldampara, ið kom á Havnina. Men koldamparin lá úti undir Nólsoynni, nú eystanrunið var og kundi ikki lossa á trolarin eins og onnur før flyttu seg Kollafjørdin at liggja. Hetta leingir um tíðina og kann for- koma monnum fleiri góðar fiskidagar. Havnini, so hesin sunnudagin á „Brimnes““, trolskip, kom heim við einum 180 skip- pundum. Veðrið, siga teir, hevur forðað at fáa fisk. „Norðfarið“ hevði 500 til 600 skippund, fóru 13. mars. Teir reyndu við troli ifjør men tað gekkst ikki væl, hon »togadie« ikki, søgdu teir. Í ár hevur verið betur. Áhugavert er við hesum skipunum, sum umbygd eru til, trol. Nógvir halda, at fey nýtast ikki. Men Íslendingar hava allar stoddir av skipum til trolveiðu og væl gongst, sigst. Eisini í Føroyum eru fleiri trolskip, sum hava veitt væl, Helst man tað vera okkurt viðvíkjandi trolsteddini ella trol- skapilsinum, sum er til hindurs, „Fossur“ kom heim við 500 til 600 kittum av feskfiski. Hann fór til Onglands at selja, Fiskur hevði verið at fingið her við oyggjarnar, um veðrið hevði verið lagaligt. Vestan fyri Suðuroynna hevði »Ørnanipan« fingið nógvan fisk síðst í hini vikuni. Degurðamatur. Løgid er, at Feroyingar senda farmar av fiski, bæði toski og flatfiski til onnur lond og heima fæst mangan ikki í pottin. Nationalt er hetta íkki tann rætta gongd- in. Hin uppvaksandi slektin livir av innfluttari handilsvøru, mangan uttan virði, og tað, id veitt verður heima, verður flutt burtur til aðrar at nýta gott av. Seluúrslit. 29. apríl í Fleetwood: Saturn 1638 kits 4731 pund. 30. apríl: Vesturvarði 1205 kits 3425 pund. 1. mei í Aberdeen: Vestursøki 285 cwts. 8os pund. 2. mei: Egholm 107 cwts. 430 pund. PRENTARI prentari ella pláss Ein útlærdur prentaranæmingur fær beinan vegin. A. OSTER'S PRENTSMIÐJA e VALDEMAR LUTZEN 10. mai 1947 I. premia: 200 krónur 2. : 75 3. : 75 Navna-kapping Qll Havnarfólk kenna »blandingsbreydini hjá Frants«, so tað er valla neyðugt gjøllari at lýsa, hvat vit h.r meina við. Hesi vanliga nevndu blandingsbreyd eru í grundini ikki blandings- breyd, tí tey verða bakað úr serligum tilfari t.d. verður kálk latið aftur í tey, tí vatnið, id aðrastaðni er stórur kálkgevari, hjá okkum er at kalla kálkleyst. Breydini eiga tí uppiborið eitt serligt navn ikki minst, tá id vit nú um stutta tíð fara at selja tey í serligum pakningum. — Tað verður soleiðis, at vit ikki rokna breyðini liðug frá bakaríinum, fyrr enn tey eru í pakninginum. Tann nýggi pakningurin goymir so væl, at t“olari kann proviantera við teimum til vanligan túr og kortini hava púra frísk breyð alla tíðina. Og breyðini skulu hava eitt navn Vit bjóða triggjar premiur fyri bý tey bestu uppskotini. ; Uppskotið skal vera skrivað á pafpirslepa við merki á. Á annan lepa, id skal vera í afturlatnum konvolutti, skrivar innsendarin navn sítt og merkið, sum á hinum lepanum stendur. Alt hetta verður so latið í annan konvolutt, id: skal stilast til FRANTS RESTORFF'S BAKARI, Tórshavn. Nidast í vinstra horni skal konvolutturin vera merktur: KAPPING. Dómsnevnd: Hesi fólk hava verið so beinasom at taka á seg dómarastrarvið: Frú Ebba Debess húsmóðir, H. A. Djurhuus skald og Stig G. Ras- mussen prentari. Uppskotini mega vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. maí í ár. Vit plikta okkum ikki at brúka nakað av teimum premieradu nøvnunum, men tryggja okkum rættin til teirra, FRANTS RESTORFF'S BAKARÍ til ein kommunuskúla í Tórshavn. Skúlanevnd Tórshavnar býráðs býður her til almenna kapping um tekningar til ein kommunuskúla i Tórshavn. Til kappingina eru settar ein 1. heiðursløn á 2500 kr., ein 2. heiðursløn á 1500 kr. og ein 3. heiðursløn á 1000 kr. Skipan við frágreiðing og treytum kappingini viðvíkj- andi verður útflýggjað á verkfrøðingaskrivstovu býráðsins frá mikudegi tann 7 Torshavn, tann 5. mai 1947. mai i år, kl. 10 í. p. Skúlanevnd Tórshavnar byråds. Kapping um tekningar Maður ella kvinna søkist, skrivlig umsókn í seinasta lagi 15. mai. Umframt søkist expeditrica til toydeildina, ið kann arbeiða sjálvstendigt. Skrivlig umsókn seinast 31. mai. Arbejdernes Trawlerdrift, '|vøroyri. Handilshjálp. | ———iitiiiiiiiwew ss TJALDUR er tarnad frá verftini. Siglir fyrstu ferð úr Keypmannahavn leygardagin 17. mai og aftur úr Føroyum 24. mai. Síðani verður siglt 14. hvønn dag. P/f Skipafelagid Føroyar. —————iiðini Lønjavningargrunnur skipsfiskimanna | hevur skrivstovu i Kristnastovu (hornahurðin í neðra). Telefonin verður lýst seinni.