leygardagur 24. mai 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. mei 1947
Haugen álopin stutt frá hotelli-
num, har hann hevði tilhald.
Tveir menn lupu á hann. Tveitti
hann inn í ein bil, ballaðu eitt
tjúkt teppi tvørtur um hann og
koyrdu avstað við rúkandi ferð.
Í bilinum tóku ránsmenninir
mappu hansara, har tala hans-
ara var í og annað prógvtilfar.
So varð hann førdur til eitt
oyði stað og goymdur har sum
fangi eitt samdøgur. Um kl. 1
næstu nátt varð hann aftur tíkin
út í bilin, sum rendi av stað
við miklari ferð. Beint meðan
koyrt varð, varð hann tveittur
út av bilinum í eini síðugølu i
Brooklyn, ein nevi av svíðandi
pulvuri varð tveilt í eyguni á
honum. Mappuna høvdu ráns-
menninir. Tað meinast, at týska
generalkonsutatið var interesse-
rað í ti Haugen hevði í mapp-
uni, men klubbmenninir svóru
uppá, at teir vóru ósekir.
300 MENN DØMDU TEIR
SEKAR
Haugen hevdi møtið aftur
seinri, og har dømdi samkoman,
300 sjómenn, hesar triggjar fyri
sekar at vera. Men »sabotagan«
helt á. Ikki fyrrenn Rusland
kom uppí kriggid vendu hesir
kommunistarnir við. Men tå
fingu teir ikki loyvi at arbeiða
longur. Hitt amerikanska yvir-
valdið fór at kanna eftir øllum
»ivamonnum«, og so varð S.S.
K. slitið.
Stættastríð.
Í hesum døgum síggja vit, at
ríkmannabløðini skriva um
stættastrid og um spjandi kreftir,
sum vilja uppihalda slikum
stríði í staðin fyri at eggja
monnum til at lyfta í felag.
Hetta seinasta um at lyfta í
felag er nettupp tað, sum sosial-
istar allastaðni um heimin tosa
um.
At fylkjast øxl móti øxl, og:
>Proletarer í alle Lande forener
eder«, er nettupp herrópið hjá
øllum marxistum. At lyfta i
felag og at eiga sama rætt til
ágóðan hoyra óbrótuliga saman
ifylgju ta marxistisku læruna;
meðan kapitalistar nokk tala um
at lyfta í felag, men teir gloyma
tann seinra helmingin, sum
sigur, at teir, sum lyfta í felag,
skulu eiga sama rætt til ágóðan.
Hetta vilja kapitalistarnir ikki.
Teir vilja nokk hava aðrar at
lyfta í felag og enntá sum oftast
at lyfta tann tyngra endan; men
so røkkur hin kapitalistiski
felagsskapurin ikki longur. Hvat
fær hin gamli fiski- og arbeids-
maðurin, tá id hann ikki longur
orkar at lyfta?
Her er eitt dømi. Ein maður
og kona hansara fingu eitt sind-
ur av ellisrentu, og so legðist
maðurin sjúkur, fekk lækna-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
våttan, ið prógvaði heilsubrek,
og so varð umsókn innsend.
Svarið var at hesin sjúki mað-
urin kundi fáa eina hækkan av
ellisrentuni nevniliga 50 kr. um
árið.
Maður doyr av sjúku. Hvat
fær einkjan og hvat fáa børnini?
Ella studentaskúlin í Føroyum.
Hava fiskimenn og arbeidsmenn
ráð at senda teirra børn hagar?
— Javnaðarmenn hava talað og
skrivað um kostskúla, men hvat
leggja rikmenn i tað?
Lyftid í felag siga kapitalista-
bløðini. Jú hetta er rætt og út-
merkað gott, bara kapitalista-
penarnir næstu ferð skriva tað
aftrat, at bytast skal javnt, tå id
heystid kemur.
Nei, sanniliga eru tad ongar
spjadandi kreftir, sum øsa fólk
upp, og heldur nyttar tað einki
at øsa fólk upp, ifall tey hava
nokk av øllum slagi.
Eingin skal billa vitugum fólki
inn, at menn streika ella gera
revolutiónir og tílíkt fyri stutt-
leikan skuld. Skulu vit sleppa
frá streikum og tilikum, so
megu vit geva øllum menniskjum
góð og livilig kor.
Onkur vil kanska siga, at tað
er ógjørligt at lata øll menniskju
fáa góð og livilig kor. Men hví
siga tey tað? Hava tey nakað
ánilsi um alt tað ríkidømi, ið
finnist í okkara ríku jørð. og
hvussu nógy, id kann fram-
leiðast við øllum teim óføru
amboðum, sum menniskjan nú
ræður yvir? Nei tey ána tað
ikki, tí annars høvdu tey sagt,
sum tad stóra skaldið Nordahl
Grieg so vakurt kvað:
>Ædelt er Mennesket
Jorden er rig.
Findes der Nod og Sult
skyldes det Svig«.
Hetta eru sannleiksord, men
ley verða trætad til lygn av teim
privatu monopol-kapitalistunum
sum tiverri eisini hava teirra
ørindasveinar og umboðsmenn
her í Føroyum.
Harav kemur stættarstríð eis-
ini her hjá okkum, og ti sleppa
vit ikki frá, fyrr enn socialisman
hevur sigrað og burturruddað
alt sum eilir stættir, soleiðis at
øll menniskju verða ein og sami
stættur nevniliga ein arbeiðara-
stættur við sama rætti til all,
sum finnist á jørðini og niðri í
jørðini, í havinum og í luftini,
við sama rætlti til arðeiði, sama
rætti til arbeiðsamboðini og
sama rætt til ágóðan. Tá verður
hugnaligt at liva ti tå fyrstani
vilja øll við gleði lyfta í felag.
(Meira).
J. H. Danbjørg.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð,
Nr. 21
FERÐAÆTLAN
fyri s.s. „TJALDUR“ 1947:
Úr Keypmannahavn:
31. mai
14. juni
28. juní
12. juli
26. juli
9. august
23. august
6. september
20. september
Ur Føroyum:
7. juni
1. juni
5. juli
19. juli
2. august
16. august
30. august
13. september
27. september
Fráfaringartíðin úr Feroyum og Keypmannahavn er kl. 10 f. p.
| P/f Skipafelagið Føroyar.
Smidju- og maskinverkstaður
Pf IDNI
måltr, 83
KLAKKSVIK
åtekur sær alt vanligt smidju- og maskinarbeidi
og ketilreinsan
Arbeiðið verður skjótt og væl úr hondum greitt.
Ymist.
Skúlastílur hjá einari 16 ára
gamlari »Amerikarerinde« verð-
ur breiddur út í Danmark sum
propaganda frá »Erhvervenes
Oplysningsraad«. Nú tvey ár
aftaná harmast hon um henda
stilin, sum hon nevnir barns-
ligan, tankaleysan og rodnar av.
Stílurin skuldi vera eitt lið í
bardaganum móti planøkonomi,
sum teir halda týnir londini.
Kolaarbeiðararnir í Onglandi
skulu arbeiða 5 dagar í vikuni
í kolminunum. Teir siga seg
skulu arbeiða eins nógv i 3
dagar sum áður í seks.
Storstreika í Tysklandi móti
malneydini. Hamborg gongur
undan, og arbeiðismanna feløg-
ini krevja kontrol við matinum
og at tikið sær verður av teim-
um, ið royna at leggja mat inn
undir seg.
Teir konservalivu í Onglandi
lova, at um teir fáa maktina
aftur, skulu teir ikki royna at
broyta tað nationalisering, ið
gjørd er, t.d. Bank of England,
kolminurnar og jarnbreytirnar.
Franco losaði við hin falang-
istiska ungdómin og segði: Eitt
demokratiskt stýri í Spaniu kan
bert innførast yvir líkum okkara.
Churchill hevur aftur hildið
røðu, har hann hevur mælt til
at fáa alt Europa saman til eitt
»sameint Europac.
General Eisenhower tosadi
um, hvussu borid skuldi verda
seg al móti Sovjet-Ruslandi:
»Syn fastleika, tolsemi, skemt
og hav krútið turt«. Hann helt,
at einki land fór at eggja til
kriggj. >Eingin tjod er før at
vinna ein skjótan sigur, og eitt
langt kriggj hevur eingin ráð til.
Ein last-raket, sum fer dupult
so høgt upp, sum hin tyska
V-2 rakettin, er gjørd í Amerika.
Hon er 15 m long og kann taka
eina last upp á 50 til 100 kg ca
380 km upp í luftina.
19 milliónir menn eru undir
våpnum í verðini nú. 40 nati-
ónir brúka 10 milliardir dollars
meira til vápn um árið nú enn
undan krignum. Rusland hevur
3.800.000 menn vápnaðar, Ong-
land 1.210.000 og U.S.A. 670.000.
U.S.A. hevur 37000 flúgvu-
maskinur, Rusland 25000.
Christmas Møller hevur longu
atfunnið harðliga stalsministara
Knud Kristensen Suðurslesvig-
talur. Henda atfinning meinast
eisini at vera vend móti Suður-
slesvik-politikkinum hjá tí
nýggja konservativa formann-
inum.