Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-06-23, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juni 1947síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ á FP OYA FØR OSIAL-DEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR a | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á på : 1: Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og Nr. 25 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Mánadagin 23. juni 1947 kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 21 årg. Nationalt frælsisstrid. Virðið av tjóðskaparligum, nationalum, frælsi hjá smálond- um kann í okkara tíð tykjast at vera ógvuliga ivingasamt. Ein kann siga, at tað er einki uttan eitt eifi. Stórlondini skipa jú fyri í øllum viðurskiftum, verðaldar- politikkurin verður lagdur av teimum. Í friðartíð má hitt lítla landið laga seg eftir tí stóra ella eftir teimum stóru bæði við- víkjandi hesum og hasum. Figgjargongdin og -skipanin er i teirra hondum. Skal hitt litla landið gera handilssáttmála við hitt størra, so verður tað altid hetta, id skipar fyri og hevur avgerðina — og oftast man hava hin góða fyrimunin. Í uttanríkisviðurskiftum verð- ur tað smálandið, id væl må kanna eftir, hvat id er hinum stóra grannanum í lagi, og má snúgva sín politikk honum til vildar. Tað kom mikið til sjónd- ar:framman undan hesum seinra verðaldarbardaganum, tá ið smálondini skuldu byggja á uttanveltad-politikkin og ofta ikki vistu til hvørja handa, tey skuldu venda sær. Og tað fer ikki minni at kennast nú aft- aná. Stórveldi kappast um at tryggja sær støð bæði her og har. Smálond hava fyri neyðini peningastuðul, men mugu keypa henda stuðul við at lata stór- veldið fáa verndarstøðir innan fyri landamark sítt. Ella kappingin, sum fram fer millum tey stóru londini, um vinnurættindini í smálondunum, stríð, sum fram fer, um at fáa hendur á tey virdismiklu »rå- stoffir«. Tá er tað, at tað her- sterkasta landið vinnur, sleppur at seta seg fast og sleppur at leggja hendur á hesi dýru evni, sum geva eigarmanninum pen- ing og makt. Smálandið, har hesi evni finnast, hevur sjálv- andi gagn av ti virki soleiðis verður sett á stovn, men ímóti gagninum kemur so hitt, at landið missir sítt frælsi og sítt tjóðskaparliga andlit. Soleiðis er ofta gongdin í friðartíð, og enn grefligari koma hesir verunleikir fram, tá ið kriggj brestur á. Tá kunna små- lond verða hersett uttan ávaring. trongd inni og missa fullkomi- liga alt virkisfrælsi, Hvat skal so vera sagt? Er ikki, tá ið so er skikkað, best hjá ti veika landinum at sleppa, geva upp sítt tjóðskaparliga frælsi, alt stríð fyri at bjarga sær sum tjóð og sum serstakt fólk og geva seg upp til hin sterka partin, ti í slíkum lík- indum og viðurskiftum verður frælsi og sjálvræði einki uttan tømt orð, eitt eiti. Framman fyri slíkum valgi kann ftjóð eins og hin einstaki koma at standa. Men tá ið hesi mál gjølla verða kannað, so eru hesi virði so dýr, tjóðarfrælsi eins og einstaklingsins frælsi so lívsfremjandi og so lívstreytandi bæði fyri hin einstaka og heilar tjóðir, smáar eins og stórar, at tann maður, ið sleppur teim, verður ikki sannur maður long- ur, tann tjóð, ið havnar teim, verður lamin og missir øll gróðurevnini. Ti uttan at gera reyp burtur úr, uttan at taka eina støðu, sum eyðkennir alt hetta nationalt brakandi og innantómað, so er at siga, at henda ftjóðskaparliga kenslan, tað at kenna seg vera bundnan til eitt vist land, hava fingið landsins landslag og eyðkenni í blóðið, alt hetta, sum arvað er, sum ættir hava lagt eftir seg, og sum er runnið saman og hevur skapað hetta eyðkenda og á somu tíð so fjølbroytta sum menn rópa eitt fólk, eina tjóð, tað ber í sær eina kjarnu til kroppsligan og andaligan vøkstur. Eitt fólk, sum missir tey nationalu eyðkenni og viljan til at liva eitt serstakt lív, gerst veikligt og dovið. Dømini úr fólksins søgu sýna, at tað brestur nakað í ti. Og um so ein bardagi fer at standa um at varðveita hesi virði, so er hann tað verdur. Hann stimbrar og skapar nýggj evni til nýtt lív. Og lat smálond hava lítið at týða í heiminum viðvíkjandi makt og megi. Tey kunna vera undangongulond í aðrar mátar. Undangongulond í moral og mentun. Tey kunnu vera týdn- ingarsamir limir í tetrri stóru og fjølbroyttari familju, sum heimsins fólk eru. Barnahjálpin minnist til. Fiskimenn. Blaðstjórin á »Dimmalætting« man halda seg vera tann ein- asta mann her á landi, sum veit, hvat ríkidømi, ið finnist í havinum, og hvussu nógv vit Føroyingar kunna leggja inn hæði av einum og øðrum, bara allir fiskimenn og okkara sjó- menn yvirhøvur høvdu haft líka gott skil á hesum sum hr. Lin- denskov Samuelsen blaðstjóri. Tó lat vera við at meta, hvat hr. L.S. veit ella dugir. Eitt vita vit, at hann dugir sera væl, og tað er at lesa. Eg vil ti leggja honum tey bróðurráð at lesa løgtingstíðindini ígjøgnum, so fær hann at síggja, hví føroyskir fiskimenn ikki fyri mongum Harrans árum síðan eru farnir á brugduveiðu, og so vil hann eina aðru ferð lata vera við at spoyreka okkara fiskimenn við ti, at teir ikki vita, at livur er i brugdu, og at brugduveida væl lønar seg. »Få eru tey, sum vita betur, enn at brugdan bert av og á í lítlum tali er at hitta um leiðir okkara«, sigur »Dimmalætting«. Eg veit ikki, hvussu nógvir teir eru í tali, sum vita meiri um hetta, enn »Dimma« heldur, at teir vita; men ifall »Dimma« ikki hevur fingið hetta at vita fyrr enn nú, so veit eg, at fyri 10 árum síðan og eisini áður lógu brøv frá fiskimonnum á tingborðinum í Havn, sum vístu, at fiskimenn longu tá dugdu at greiða frá ti, sum >Dimmac greiðir frå í ár. Tá vendi »Diml,« og hennara menn tað deyva oyrad og tad blinda eygað til brøv og umsóknirnar, sum bóðu um nøkur fá túsuud kr. í lán til at byrja tilika veiðu fyri. Ti Umboð: Otto Jacobsen Vestmanna KØDBYEN FO AFAR. al vóni eg, at »Dimma« meinar við seg sjálva og hennara menn, tá ið hon sigur hesi orð: >Men ohkum bilar ikki so lítið tann vegin. Vit eiga sjáldan eyga fyri at gera okkum til góðar av øðrum enn tí, sum høgligast er at taka við — teimum vinnum, sum vit tóku í arv«. Nú er vinnulánsgrunnurin tómur, men kanska »Dimma« veit útveg at skaffa pening. Hevdi valg staðið fyri durum, so funnust kanska nøkur oyru onkustaðni. Ja, hvør veit kanska »Dimma« væntar valg og ætlar at egna brugdur hesa ferd. Hetta agnid er, id hvussu er, spildurnytt, so tad kundi væl hugsast, at onkur beit i, men fiskimenn byta neyvan i sam- bandshukin, sjålvt um brugdur verda engdar. Teir vita væl, hvat svar teir fingu, tå id teir bóðu um lán, so teir kundu gera seg út til brugduveiðu. Ikki eitt oyra fanst tá til teirra. Man nakað finnast nú? Kanska »Dimma« ger so væl at upp- lýsa monnum, um teir kunna fáa lán, og hvar tað er at fáa. Ti at fortelja fyri okkum, at fiskimenn ikki hava haft opið eyga fyri brugduveiðu og mong- um vinnuvegum, sum kundu lyft land okkara á føtur nyttar »Dimmal,« púra einki at for- telja. Tað mótsetta stendur prentað í løgtingstíðindum og hevur staðið har í mong ár. * H. Danbjørg. GOD SKILD EPLI Z. HEINESEN, Vágsbotn. “ Vit levera KJØT-PYLSUR- FLESK OG KONSERVES lar bestu kvalitetum. S. HOULBERG % Fedevarer- Pølser - Leverpostej og Konservesfabriker Statskontrol 352 KØBENHAVN