leygardagur 28. juni 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 26
ið, uttan so løgtingið var komið
uppí og hevði tikið ábyrgd av
øðrum veðhaldspeninginum,
sum er tann, ið torførast er at
fáa til vegar. Tingsins partur
av lánipeninginum er í løtuni
8 mill. kr., av teimum hevur
tingið útvegað 6.600.000 kr., við
láni frá sparikøssum og bank-
um i Føroyum 4.460.000 kr. og
frá danska statinum 2 mill. kr.
Til samburð kann verða nevnt,
at Kongeriget Danmarsks Fiske-
ribank i 1945/46 lænti fiski-
monnum 693.397.52 kr. og at
hansara útlán til samans 31.
mars 1946 var 3.761.506.60 kr.
Tað er ti mikil peningaábyrgd
løgtingið eins væl og føroyskir
lánistovnar, feløg og einstakling-
ar hava tikið sær uppá, og her
mugu allir partar, lántakarar
sum lángevarar, vita sína ábyrgd
og skyldu til í felag at fáa best
burtur úr tí risa verki, sum
her er farið undir, upp á eitt ár
at kalla at útvega Føroyum nóg
nógvan og væl nýtiligan veiði-
reiðskap til næstu framtíð. Út
frá tí frammanundan framførda
setir fiskivinnuneyndin fram
sína hugsan um tey ymsu punkt-
ini í umsókn skipseigaranna.
1. at lækka rentuna av lánum
úr vinnulánsgrunninum frá
5%, niður í 3% og
3. at lánini gerast avdráttarfrí
tey tvey fyrstu árini og síðan
avdragast uppá 20 ár:
Hetta fer ikki at bera til.
Av vinnulánsgrunnsins útláns-
peningi hevur løglingið lænt
meginpartin til at verða aftur-
goldnan uppá 10 ár og styttri
!
tid og mesta peningin til 4!/,9/
í rentu. Vinnulánsgrunnurin
skal tí á hvørjum ári rinda
aftur 437.000 kr. í avdráttar-
peningi og fyri fyrst 245.000 kr.
í rentu (seinasta ár). Av einum
meginluta av lånunum úr vinnu-
lánsgrunninum varð av seinna
hálvársgjaldi (desember 1946)
goldið hvørki rentur ella av-
dráttur til tíðina. Nevndin held-
ur, at hetta man hava verið
av tilviljum, og tí menn hava
ikki hugsað um, hvussu neyð-
ugt tað er, at lánini verða rentu-
goldin og avdrigin eftir avtal-
uni, um tað yvirhøvur er gjør-
ligt. Um onkur skuldi hugsað
á henda hátt at tvinga løgtingið
at lækka rentuna og leingja av-
dráttartíðina, verður tað ikki
vegurin. Tingið kann ikki leggja
alla hesa rentu og avdráttar-
byrði á tann einstaka skatta-
borgara, sum gjøgnum vinnu-
lánsgrunnin stendur sum lán-
gevari. Tað er nógmikið, at
hann skal standa til svars fyri
tap, sum kann koma at vera,
av, at tað ikki eydnast nóg
skjótt at fáa øll hesi skip, sum
keypt eru til yvirprís, niður-
skrivað til eitt virði, sum svarar
til innløgur, sum tey um eini
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
tvey ár kunnu væntast at veita.
Ti má verða lagt øllum lán-
takarum eina við, við røkiskapi
og ídni at royna at fáa sum
mest møguligt burtur úr fiski-
skapinum hesi fyrstu árini, so
skipini kunna koma niður í tað
virði, sum ger tað møguligt at
dríva tey, tá ið allar innløgur
minnka. Tað er ov stórur mun-
ur, tá ið sigst at skip, ið hava
fiskað fyri 5000£, hava goldið
hvørjum sitt og standa seg væl,
meðan onnur, id fiskað hava
fyri 7000 £ hava onga skuld
afturrindað. Teir skipaeigarar,
sum av óhappi, maskinskaða
ella aðrari orsøk, teir ikki ráða
fyri, verða soleiðis staddir, at
teir eru ikki mentir at gjalda
vinnulánsgrunninum rentur og
avdrátt, mugu í góðari tíð gjølla
greiða stýri grunnsins frá sínum
vidurskiftum og fiskivinnu-
nevndin mælir tinginum til at
biðja stýri vinnulánsgrunnsins,
tá ið prógvað er, at lántakari
ósekur er komin í trong pen-
ingakor og vón er til, at hann
kann verða bjargaður við laga-
ligheit, tá at vísa beinasemi við-
víkjandi avdråtti og rentugjaldi.
Tingið kann ikki fyriskipa al-
mennar reglur hesum viðvíkj-
andi, men slýri grunnsins má
taka avgerð í hvørjum føri sær.
2. at fáa tryggingargjaldið lækk-
að frá 6%, niður í 4% við
endurgjaldi í uppiløgu:
Fiskivinnunevndin má við-
ganga, at tryggingargjaldid er
ein tyngjandi útreiðsla hjá
snurriváðsførunum, tá ið fiskis-
kapurin ikki er góður, men
ótryggjað kunnu førini ikki sigla,
og eftir sum tryggingasmbandið
greiðir frá, er ógjørligt at lækka
gjaldið enn, við tað at fyri árið
ifjør lótu tey føroysku snurri-
váðsførini í tryggingargjaldi góð-
ar 300.000 kr., meðan skadakrav
frá teimum var um 500.000 kr.
Meginparturin av hesum mikla
peningi er ikki beinleiðis fyri
skaða, men fyri skaðhjálp, sleip-
ing í havn. Hvat ið latið verður
fyri sleiping, tá ið tað eru
útlendsk skip, ið veita hjálp,
er eitt, tey krevja alt tað, tey
kunnu fáa, og Føroyingar eru
ikki øðrvísi móti teimum, men
tá id Føroyingur hjálpir Føroy-
ingi, má hann vera lagaligur og
minnast, at tann hjálpin hann
veitir í dag, kann verða honum
til góðar seinni. Spreingja vit
okkara føroysku trygging og
skulu aftur fara at tryggja uttan-
landa og senda pening út av
landinum, sum annars kann
byggja okkara vinnuliv upp, tá
hava vit mist meiri fyri minni.
Tingið má tí biðja skipaeigar-
arnar vera lagaligar í kravi um
endurgjald fyri veitta hjálp til
føroysk skip, so tryggingin
kann koma at bera seg og
gjaldið seinni vera lækkað.
4. at tingið veitir lán til útgerð
til várs:
Fiskivinnuneyndin kann ikki
mæla tinginum til í ár at leggja
pening av til hetta endamál, við
tað at tað skuldi verið væl gjør-
ligt at fingið hesi lán á vanligan
hátt.
UPPSKOT
1. Tingið biður stýri vinnuláns-
grunnsins vera lagaligt við
rentugjaldi og avdrátti frá
låntakarum, sum ikki av
egnum ávum eru komnir í
so trong peningakor, at teir
illa fáa rindað í løtuni.
N
Tingid bidur låntakarar ur
vinnulånsgrunninum og fiski-
menn yvirhøvur minnast, at
hvør tann, sum starvast við
røkisskapi og idni, ger sítt til
at leggja fasta grund undir
tann stóra nýggja fiskifara-
flota, sum allar Føroyar hava
sett seg í skuld fyri at fáa til
landið, og vera lagalígar í
kravi um endurgjald fyri
hjálp, sum leir veita lands-
monnum.
3. Tingið biður stýrið trygg-
ingarsambandsins hava í huga
tá id tryggingin er nóg stimbr-
að, at lækka tryggingargjaldið
har id mest ávarir.
4. Tingið biður stýri vinnuláns-
grunnsins gera lántakararnar
úr grunninum kunnigar við
tey sjónarmið, sum eru løgd
fram í nevndarålitinum og
visa til tann umráðandi
týdning fyri okkara land, tað
hevur, at lánini úr grunnin-
um verða afturgoldin so skjótt
sum gjørligt, so grunnurin
kann veita hjálp til at seta
á stovn virkir á landinum
eins væl og útfarmasigling og
til veiðiskip sum hava lyfti
um lán. Teir einstøku skipa-
eigarar, veiðimenn eins og
lángevarar í Føroyum hari-
millum vinnulánsgrunnurin,
mugu allir sita sína ábyrgd
út við idni, røkisskapi og
hjálpsemi hvør móti øðrum,
at stíla móti tí felags enda-
máli, at bjarga landinum tann
stóra, nýkeypta fiskiflota til
brúks.
81. mars 1947.
Fiskivinnunevndin,
JOansøkustevnan
á Lveroyri.
Tað ið alt ástendur við slík-
um fólkastevnum, har mest alt,
ið dregur fólk saman, verður
havt úti, er veðrið. Er veðrið
vánaligt, oyðileggur tað alt; og
á hesari stevnu var veðrið ikki
í lagi.
Um morgunin, tá id kappróð
varð, var einki at klaga um.
Hesin ítróttur, sum er so serliga
føroyskur, er hann, ið ivaleyst
dámar Føroyingum best, og
28. juní 1947
sigast kann, at hesin kappróð-
urin var vakur og stuttligur at
hyggja eftir.
Aftaná var kapprunnið, og
veðrið hell seg eisini, meðan
hetta fór fram.
Guðstænastan var hildin kl.
12, og kl. 3 skuldi so hond-
boltsleikur og fótboltsleikur fara
fram, og tá fór at regna.
Tað var tí ein ringur vøllur
at spæla á. Tey spælandi vóðu
í runu og vóru igjøgnum av
runi og væti. Tað hindraði tí
spælinum, og ikki er hugnaligt
heldur at hyggja at í slíkum
líkindum.
Men um kvøldið til hin van-
liga dansin vóru veðurgudarnir
mildari og góvu fólki eina turra
løtu. —
Tað er eitt, sum sagt kann
verða í samburði við hesar
fólkastevnur, sum nú fara at
gerast so vanligar, at mangur
heldur, at »programmid« gerst
tynri ár undan ári. Tað eru
hesir vanligu ítróttirnir, og tað
er nakað, sum fólk hava so at
siga hvønn sunnudag. Fólka-
fundur var eitt, sum hoyrdi til
t. d. Jóansøkuna; men hann er
burturdottin. Um røður vóru
endiliga ikki av teim bestu, so
rar tað hugnaligt og stuttligt at
koma saman at sungið sangir
til dømis.
Og skótarar eru nú vida hvar.
Fingið í lag eina skrúðgongu
gjøgnum byin.
Eisini at skrýtt við fløggum,
har ítróttirnir fara fram.
Alt slíkt hevur kanska ikki
so nógv at týða, men tað evnar
at seta ein dám av hátíð á
stevnuna og skapa ein hugna-
ligan stemning á tey, ið komin
eru saman.
Kappingarnar og leikirnir,
Róðurin: dreingjabátar Líðar-
båturin og Apotekarabáturin.
Líðarbáturin vann.
Skótarar av Tvøroyri og bátur
úr Havn. Havnarbáturin vann.
Gentubátur av Tvøroyri og
gentubåturin Sílið úr Havn.
Sílið vann.
Tiggjumannafør. Suðuroying-
urin av Tvøroyri og Havnar-
báturin úr Havn. Suðuroying-
urin vann.
Kapprenning:
Jonna Mikkelsen og Johanna
Maria Thomsen. Henda seinra
vann. Áki Dimon, Torkil Mor-
tensen og Jenis Tummasarson.
Áki Dimon vann. Kaj Mejer og
Henning Thomsen, Kaj vann.
Ebbe Larsen og Georg Søren-
sen. Georg Sørensen vann.
Hondbóltur og fótbóltur:
Gentulið av Tvøroyri og úr
Vági. Våg vann 12—1.
Fótbóltur.
Tvøroyramenn og Vábingar.
Tvøroyramenn vunnu 6—0.