leygardagur 28. juni 1947síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
28. juní 1947
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
kemur út eina ferð um vikuna og kostar
kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið.
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMATIDINDI
GUDSTÆNASTUR
4. sunnudag eftir trinitatis
prædikar J. Joensen próstur í
Havnar kirkju kl. 11.
Skriftarmál kl. 1049.
Sama sunnudag prædikar J.
Joensen próstur í Kaldbaks
kirkju kl. 5 s.p.
K.F.U.M. og -K.
Sunnukvøldið kl. 8 verður
felagsfundur í K.F.U.K. — Kaffi-
borð, songur, talur, musikkur.
Øll eru vælkomin.
DEYÐUR
Ein á Tvøroyri væl kendur
eldri maður, D. J. Magnussen,
vanliga nevndur Bókbindarin,
er deyður í Keypmannahavn.
Hann fór seinastu ferð við
»Tjaldrinum« til Danmarkar at
søkja sær heilsubót, og longu
nú frættist at hann er heim-
farin.
FISKISKAPURIN HEIMA
hevur ikki vignast serliga væl
fyrra partin í vikuni. Fiskað
hevur verið mest við Suður-
oynna, streymurin hevur borið
seg illa, og fiskaslagid hevur
ikki verið so gott. Teir sig
eisini, at teir hava fingið hóp
av háa, og tað plagdi einki gott
tekin at vera. »Fossur« er farin
út undir Føroyum at royna.
BJARNOYGGIN
Nú hava bæði trolarar og
skip frá hond silgt heim frá
Bjarnoynni, og yvir høvur man
veiðan hava verið góð, hóast
tíðin hjá summum hevur verið
heldur long. Ísurin hevur verið
so bågin og tú hoyrir menn
klaga seg um, at stór ísbrúgv
hevur staðið út í havið, og
sjógvurin hevur verið so kaldur,
át ilt hevur verið at stinga
hondina niður Teir ið
søkja skulu sjógvin og helst so
langvegis burtur hava tað illsligt,
um tað so er vetur ella summar.
SALTFISKURIN
Trolarar fara til Onglands við
saltfiski. Prísurin skal vera 60
pund tonsid. So statt er hann
farin, men hesin prísur gevur
kanska ein ftoliligan vinning,
og so sleppa menn frá at skipa
fiskin upp, lata hann liggja
óvigaðan og vita ongan prís.
GRØNLAND
Grønlandsskip eru komin yvir
frættist. Telegram var komið
ónsdagin frá »Marité«. Hon
hevur gjørt skjóta ferð. Annars
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
er motorurin vánaligur, so vind-
urin man helst hava verið til
vildar.
ÍSLAND
Snørisskip sigla enn til Ís-
lands. Tað hevur hoyrst, at tey
hava fingið væl av fiski har
uppi. »Energy« fór av Tvør-
oyri eftir Jóansøku. Ringast
er hjá snørisskipum at fáa
manning, og fleiri eru farin
ómannað til Grønlands. Tad
er so vorðið, at allir eru leiddir
av snørinum, og fær maður
annan ftjans, so tekur hann
heldur hann.
TYSKIR TROLARAR
Týskir trolarar á heimveg ella
á ferð til fisking vitja ofta havnir
i Føroyum. Teir kunnu hava
okkurt ørindi; seta ein sjúkan
mann av ella tílíkt. Tað sæst,
at Týskarar eru í varðhaldi enn.
Teir sleppa ikki at seta fótin á
land, standa sum fangar við
lúnningina og hyggja at lívinum
á bryggjunum. Hann, id verið
hevur til sjós, veit, at tað er
stórur longsul á sjómanninum
at sleppa í land aftan á langa
tíð á sjónum. Bara at kenna
fast undir fótum og sleppa at
flyta seg longur enn dekkið er
langt.
>VESTMANN Ac
kom við um 250 skpd. av salt-
fiski frá Bjarnoynni. Teir høvdu
ikki fingið roynt fullvegis, ti
spælið var brotnað.
>LYRA< AFTURKOMIN
Bergenska »Lyra«, sum ikki
hevur sæst síðani kriggið forðaði
allari siglin, kom igjår flagg-
skrýdd á Havnina. Hópur av
ferðafólki var við. Nógv fólk
var á keiini at taka ímóti gomlu
yLyruc.
TRÓNDUR Í GØTU
tolarin, kom á Gøtu í vikuni
undan Bjarnoynni við fullum
farmi av saltfiski, eini 220 tons.
Hann fór til Onglands at av-
reiða.
RANKIN
var á Havnini og tók kol.
Hann skal á ísfiskaveiðu.
BLAÐIÐ
Vegna summarfritið og um-
væling á prentsmiðjuni kemur
blaðið ætlandi ikki út aftur fyrr
enn um tvær vikur.
FØRCYSK
grønsaåpa
er tann besta
..
Barnahjálpin.
Nr. 26
Konufólkini
koma sær fram at.
Eg sá henda dagin í donskum
blaði, eg kagaði niður í, at konu-
fólkini ætla sær at vera prestar.
Tað hava tey íkki verið fyrr,
hóast eg veit, at mín lærdi og
lesikøni granni Per, fortelur
mær, at Janus Djurhuus skaldið
og sakførarin — sum sakførara
kenni eg hann, tí hann førdi
eina sak fyri meg nýliga —
hevur yrkt um prestinnuna av
Atlantis. Tað kann nú vera at
tey í tí landinum hava havt
konufólk til prestar, men ikki
her, hvørki í Føroyum ella
Danmark. Og eg veit eisini, at
”aulus sigur, at kvinnan má ikki
losa í forsamlingini.
Nú sigur tó Per mær, at tað
er ikki tað, id hann meinti við,
at kvinnur ikki skulu sleppa at
halda talur. Men tað var tad,
at eins og nú møsnaðu og roks-
aðu tær illa, og tær órógvaðu
hann, id talaði. Hesun var tað,
ið Paulus talaði at. Jú, soleiðis
sigur hann. Men eg leggi ikki
lag í sovorðið orðsnúgvari, eg
haldi meg til tað, id stendur.
Og fyri alt tað, sum eg eisini
Færøsk Margarine
sigi vid Marsonnu, id sjålvandi
sum altid øllum nýggjum
er upp í loft av hesum tíðind-
hetta noktar seg sjálvt.
Halda ikki bæði Per og Mar-
sanna, at hesir kvinnuligu
prestarnir fara at giftast, bara
tær fáa onkran, og vit vita, hval
natúrligt er í einum giftarmåli
tað vita vit, uttan at nevna
tað. Og hvussu fer tað at síggja
út at hava ein prest so skikk-
aðan? Nei, verður so gjørt, so
meldi eg meg út úr kirkjuni,
um so bæði biskupar og kirkju-
ministarar gera slíka lóg.
av
um
Konufólkini hava nóg mikið
at greiða, um tey ikki eisini
skulu verða prestar. Tey halda
at nú skulu tey fáa skil á verð-
ini. Mannfólkini hava skipað
so illa fyri, nú konu-
fólkini gera tað betri.
Men tað trugvi eg ikki. Bæði
kynini eru av sama slagi, og tað
man vera hvørt sum annað.
skulu
Men nú verður ikki meiri
hesa ferð. — Eg eri farin, sum
teir siga á telefonskipunum.
Friðrikur.
VITA Ne!
Vitaminiseret
Færøsk Produkt.
Fint Produkt.
Føroya Bjór
Øl- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. á
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Citrón sodavatn
Appelsin limonade
Hindber limonade
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verdur bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR
WAAG
Klakksvík.
Grót og skervur.
Øl, id vilja keypa skerv ella grót eiga at venda sær til kom-
munukantórið.
Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað
Bilstjórar verða ámintir, at teir íkki kunnu heimta grót ella
skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni
fyri kommununa.
Froðbiar séknar kommuna.