leygardagur 19. juli 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
al
44
FØROYA
SOSIAL: DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á . gs | Blaðið verður bilagt á posthåsinum, og |
Nr. 27 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Leygardagin 19. juli 1947 | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið | 21 árg.
Tilboð Marshalls.
Tað, sum øll verðin
hevur fest seg við í seinastu
døgum, er tilboð amerikanska
uttanríkisráðharrans Marshalls
til hitt neyðstadda Europa.
Uttanríkisráðharrin setti fram
hetta tilboðið í røðu, hann helt
á Harvard universitetinum i
Amerika. Sambandsrikini í
Amerika vildu lata figgjarligan
stuðul til Europa, men euro-
peisku londini skuldu fyrst boð-
ast til fundar og leggja fram
eitt felags uppskot at arbeiða
eftir — ein felags plan, sum
endurreising Europa skuldi fara
fram eftir.
Ongland tók beinan vegin
við og boðaði Fraklandi og
Ruslandi til fundar í Paris.
Hesin fundur kom í lag, men
hann endaði úrslitaleysur. Tær
vónir um eina góða og semju-
berandi úrtøku, sum heimurin
hevði borið, brustu. Rusland
kundi ikki vera uppi í, russiski
uttanríkisráðharrin Molotov fór
av fundi við øllum sínum
monnum heim aftur til Moskva:
Ruslands stjórn, sum eisini
hevur fyri neyðini amerikansk
dollars at byggja upp sitt land
við, og sum søkt hevur at fáa
hendur á teimum, helt seg ikki
til at ganga saman við hinum
londunum og taka móti tilboð
Marshalls.
Hesin fundurin í Paris kann
sigast at hava haft tvinnandi
mál: økonomiskt og politiskt.
Vit hava í huga, at uttanríkis-
ráðharrar stórlandanna høvdu
ein Moskva-fund, har heimsins
mongu vandamál skuldu verða
havd til viðgerðar, og friður
landanna millum verða tryggj-
aður. Sum kunnugt so endaði
hesin fundur eisini úrslitaleysur.
Parisar-fundurin, hóast hann
skuldi vera ein figgjar-fundur,
kundi ætlast at varða framhald
av fundinum í Moskva: Summi
hildu, at fundurin í Paris var
hin seinasta royndin hjá stór-
londunum at koma til eina
semju.
Tað, sum nú mest politiskt
áhugavert fæst burtur úr hesum
hendingum, er spurningurin,
um allar royndir at skapa sam-
arbeiði millum øll heimsins
lond detta niður fyri, og verðin
aftur fer at býta seg fyri álvara
mest | sundur í tveir stríðandi helm-
ingar.
Úrslitini eru vánalig fyri at
gott fer at spyrjast burtur úr.
Tær hugsanir, sum valda í
hesum heimsins sterkastu lond-
um, Sambandsríkini í Amerika
og Rusland, eru so ójavnar og
standa so hvassliga móti hvørj-
ari aðrari, at ikki kunnu tær
renna saman, og ringar eru
vónirnar til at tær kunna
semjast um samarbeiði.
Sum støðan er, stendur stríðið
í dag um russiskt og ameri-
kanskt árinið í Europa. Rus-
land óttast, at Amerika vil sær
til livs. Teir vilja ti tryggjað
seg. Fáa kommunistiska hug-
sjón fram í europæiskum lond-
um, so stjórnir landanna verða
vinir Ruslands.
Eingin kann beinleiðis siga,
at politiskar treytir liggja aftan-
fyri tilboð Marshalls. Ongland,
sum er frælsiskært land og altíð
hevur barst fyri politiskum
frælsi, játtar tilboðnum, rósar
ti mikið og býður øðrum euro-
pæiskum londum at koma av
nyggjum til samráðingar um
uppskotið. Teir siga tað vera
eitt = bjargingartilboð. Europa
má hava amerikansk dollars,
um tað skal mennast aftur, og
nógv lond tóku við bjóðingini
at fara til nýggjan fund.
Marshall-tilboðið er so í fyrsta
umfari hjálp til deyðsjúk, kriggs-
herjað lond. Men undir øllum
liggja stórir politiskir spurningar
sum heimurin ótolin slotar eftir.
Tit fáa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens målarabiid,
Hvussu stendur til
við móðurmálinum ?
Eitt lítið, fáment fólk hevur
altíð stríggið við at sæta sær
bæði figgjarliga, vinnuliga og
andaliga, tað verður í øllum
lutum og vidurskiftum at liggja
undir sterkari åvirkan frá
størri londum. Um tad ti skal
bjarga sær sum frítt, serstakt
fólk, má tað beinanvegin
serliga í okkara tíð — standa í
einum jøvnum áhaldandi bar-
daga. Og hesin bardagi má
verða hildin, um so fólkið skal
eitast at hava politiskt frælsi
ella ikki.
Vit Føroyingar eru einamest
av øllum smáum tjóðum hesum
viðvíkjandi í ógvuliga trongum
skóm.
Okkara serstaka støða gjørdi,
at her mentu seg serstakt mál
og mentan. Men lá ið
handilslivið loysnaði, og út-
heimurin bóllaði inn á okkum,
gjørdist vandi fyri, at bæði mál
skuldu ganga til
serstøk
og mentan
——————————————————/——2————————————————
grundar.
Tá var tað, at hin tjóðskapar-
liga rørslan kyknaði upp; hon
gjørdist var við hesa vanlukku
og setti sær fyri at vekja fólkið
til at verja seg og varðveita síni
tjóðskaparligu eyðkenni.
Tað, id hon fyrst fór at leggja
dentin á, var málrøktanina og
at vinna málinum rætt til at
nýtast har, ið andaliga lívið
skuldi verða nørt og verða latið
til fólkið.
Skúlin og kirkjan vóru teir
stovnar, sum tjóðskaparrørslan
strongdi á og royndi at vinna
málinum ein sess í. Hesir heitu
tjóðskaparunglingarnir = kvóðu
eisini vekjandi harmakvæði um
Umboð:
Otto Jacobsen
på
Vestmanna KØDBYEN
” Vit levera
KJØT-PYLSUR-FLESK
OG KONSERVES
Bam | allar bestu kvalitetum.
5. HOULBERG %
Fedevarer - Pølser - Leverpostej og Konservesfabriker
Statskontrol 352
KØBENHAVN
málið, id áður hevði rættin í
skúla, kirkju og á tingi, men
sum nú var skúgvað burtur og
mátti »liva i sorg og súld.
Menn vóru eisini, sum fóru
at gera málinum amboð, so tað
kundi verða nýtt. A. C. Evensen,
sum ikki var skúlamaður, skapti
sínar frálíku lesibøkur. J. Dahl
fór at týða Nýggja Testamentið,
týddi bibliusøguna. Hópur av
sálmum hava eisini verið týddir
hesi ár. Saman um fikið vóru
årini her framman undan
ein gróðurtíð í Føroyum — ein
óvanliga rík andalig tíð undir
so smáum og trongligum við-
urskiftum.
Men so er at spyrja, hvussu
til stendur nú, um vit, sum
skuldu byggja á grundina, teir
gomlu løgdu, hava verið trú-
ligir byggingarmenn. Um eins
nógv er komið á skafti nú sum
tå, og um verunliga nógv stig
eru vunnin fram.
Tá ið ein skal vera sannur,
so má vera sagt, at lítil er fram-
burðurin at kenna. Undir hes-
um politisku viðurskiftum, sum
eru, hava vit rættin at nýta
móðurmálið bæði í skúla og
kirkju; men vit eru lítið komin
áleiðis við amboðum. So statt
kann vera sagt, at skúlin stend-
ur á somu grund sum áður.
Vit fingu rættin at nýta før-
oyskt mål sum undirvisingar-
mål; men tå id allar lærdóms-
bøkur eru á øðrum máli, er
ikki mikil vinningur við (i.
Lærarin kann rættleiða barnið
á tess egna málið, men tann
bókaheimur tað nýtir er ti
fremmindur. Einasta lærubók á
føroyskum skúla er biblius6gan,
og ofta kann henda, at hon er
heldur ikki føroysk, og í teim-
um hægru skúlunum er íkki
mætari.
Tað er rætt, sum menn hava
sagt, at skúlin óbeinligur.
Hann handfer øll evni uttan tey,
sum viðvíkja okkara egna landi
og fólki. Tann ið lærd
verður, nevnir ikki Føroyar ella
Føroyingar, so skulu føroysk
børn ella unglingar vita nakað
um søguna hjá fólki sínum. so
má lærarin gera tað av sínum
egnu eintingum. Tey problem,
sum Føroyingar standa fyri,
koma íkki fram fyri føroyskar
næmingar. (Meira).
er
søga,