Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-07-28, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. juli 1947síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI Nr. 28 | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á Í I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | FØROY. SOSIAL- DEMOKRATUR JAVNAÐUR Ólavsekudagurin. Ólavur køngur eigur í hini nýendur- bøttu dómkirkjuni í Niðarósi ein minnisvarða. Olavsøkan í Havn er ein annar minnisvarði, sum ikki tørvar nakra endurbeting. Hann endurbøtir seg sjálvan hvønn 29. julie. Vit Føroyingar hava ivaleyst sum tjod ikki stórvegis at rósa okkum av. Vit hava ikki stórar tjóðarognir sum aðrir at sýna fram. Okkara lutur í norður- lendskari søgu og mentan mun- nu menn ikki halda vera miklan. Og tó, um vit vilja vera lítil- latin og ikki bresta okkum við stórum orðum, má okkum loyv- ast framman undan hesi okkara gomlu tjodskaparligu hátíð at erpa okkum eitt sindur av hes- um forna arvi, Ólavsøkuni, sum vit hava varðveitt so mang- ar øldir. Ólavsøkudagurin er eingin ranligur ítróttardagur, um hann so í okkara døgum útvortis kann tykjast so. Nei, hann er ein tjóðskaparligur = hátíðardagur, ið leggur til sjóndar tær røtur, vit høvdu í stórum andaligum Oki, tann arv vit hava tikid úr felagsnorrønari siðmenning og samfelagslivi. Hann er ein dagur, sum hev- ur mint okkum á teir stuðlar, Porgen-Frant: Jacobsen. eitt væl skipað samfelag var bygt á: Gudsótta og lógarvirð- il Hvørt år Olavsøkudag sóu Føroyingar samankomnir úr øllum landinum tingmenn at fara í kirkju og koma aftur úr kirkju at seta Løgtingið, ið lóg- liga vernd fólksins skuldi verða. 2 rØ y8 fg] 18 Og dagurin hevur í øldir eis- ini havt síni persónligu minni. Í Havnargøtum hittust á hvørj- um ári gamlir kenningar, og í ólavsøkudansinum vórðu ástar- bond knýtt, sum vardi lívið alt. — Henda Ólavsøkan í ár fær sín serliga dám, av tí at fjøld av frændum úr Noregi ætlar at vitja Havnina. Okkara forfedrar komu úr Noregi, Ólavsøkan er norskur arvur, og vit biðja norsku gestirnar vera komin til hesa hátíð, sum nú Føroy- ingar í 900 ár hava hildið til minnis um hin norska kongin Ólav hin heilaga, ið fall á Stiklastøðum undir merkinum: GUD og NOREGS LAND væl Hvussu stendur til við móðurmálinum? Tú hoyrir og sær at føroysk lærarafólk taka fram hvussu vánaligur føroyskur skúli er: honum tørvar amboð, hann skuldi tikið eftir undirvísingar- hættum frá útheiminum. Hetta er alt rætt. Men løgið er, at føroysk lærarafólk hava íkki mestan ansin vendan tann vegin, um vit einaferð kunna koma til tað mál, at seta skúlan á heim- ligan botn: frá ti kenda til tað ókenda. Tað skuldi verið stavn- haldið, um vit skulu eita Før- oyingar og halda fram at kalla okkum serstakt fólk. J. Dahl gjørdi nógv fyri at skapa eina føroyska kirkju; men hann er farin, og eingin hevur enn tikid verk hansara upp aftur. Fullfiggjað bíbliutýðing er ikki komin, kirkjusálmabók heldur ikki, og religiðs ritverk á móðurmálinum saknast. Vit Føroyingar sýna ikki hat aðrari tjóð, ætla heldur móti ikki at steingja okkum burtur frá andaligari ávirkan uttanifrá. Men hvørjum vitigum manni er kunnugt, at eingin ftjóð, einki fólk kann liva sítt tjóð- skaparliga liv, einki mál kann verða røkt til fullnar, uttan tað í øllum førum eigur høvuðs- sessin í sínum egna landi. Vinn- ur føroyskt mál íkki slíkan frama, havnar hitt føroyska fólkið mál sítt og tey eyðkenni, tað hevur sum serstakt fólk, so er málinum ikki lív lagað, og so verður eisini fólkið fyrri ella seinri at týnast sum ftjóð. Tað er tí umráðandi, at Før- oyingar meira fáa ansin fyri sinum tjóðskaparligu dýrgripum og royna av øllum alvi at varð- veita teir. Her ikki orðum og lótum men á trúgv- stendur á føgrum um málvísum verki. Mánadagin 28. juli 1947 Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið BROÐURSKAPUR 21 Árg. Tilboðið frå ríkisstjórnini og frá øllum teim politisku flokkunum á rikisdegi er eitt vinar- og frælsisbræv um fult sjálvstýri fyri Føroyar innan fyri rikistelagsskapin. Seinasta løgtingsval stóð um loysing ella ríkisfelagsskap við Danmark. Ríkisfelagsskapurin fekk ein reinan meirluta fyri sær. Tað er soleiðis eyðsæð, at tær samráðingar, ið komu at fara fram fyrst í tinginum og síðani millum Føroyingar og Danir, måttu ganga út frá rikisfelags- skapi. Viðvíkjandi hvussu støðan skuldi verða í ríkisfelagsskapi- num vóru ikki-loysingarmenn- inir ójavnir á máli um. Men allir vóru á einum máli um, at stédan ikki kundi verða hin sama sum undan krignum, eisini sambandsmenn, hóast teirra »principiella« støða hevur verið at barst fyri at halda uppi »den nuværende statsretslige Stilling«. Adalst6dan hjájavnaðarmonn- um hevur verid at fåa skrivad eitt vina- og frælsisbræv vid Danir. Hetta frælsisbrævið skuldi tryggja Føroyingum ein fastan rætt til, hvørja ferð teimum tóktust tað gagna Føroyum best, at yvirtaka eitt ella fleiri ser- merkt føroyskt mál og taka ta fullu lóggávuligu og umsitingar- ligu ábyrgdina fyri tey. Hernæst skuldi tað loysa tann tjóðskaparliga (nationala) spurn- ingin. Eitt serligt føroyskt flagg skuldi góðkennast fyri okkara skipaflota. Føroyskt mál skuldi fáa sín fulla og óskerda, natúr- liga rætt í øllum livsføri her á landi. Føroyingar skuldu eisini hava atstøður at verja og røkja síni handils- og vinnurættindi í út- løndunum. Men alt hetta skuldi henda í ríkisfelagsskapi við Danir og uttan skerjan av okkara rætti til framhaldslesnað og serfrøðis- liga sjúkrarøkt o.a.m. í Dan- mørk. Samráðingarnar í tinginum gingu út frá, at lann nýggja skipanin skuldi liggja innan fyri ríkisfelagsskapin. Og tann semja, sum í løgting- nevndini varð fingin um eitt tingingaruppskot at leggja fyri Danir gekk avgjørt út frá ríkis- felagsskapi við sermálum og felagsmálum. Í felagsuppskotinum varð ynskt: Óskert lóggávuvald í serligum føroyskum málum. Hetta óskerda lóggávuvald stendur okkum í boði at fáa. Haraftrat hava vit fingið ein fastan rætt til beinanvegin ella so við og við at yvirtaka at kalla øll serstøk føroysk mál. Tað upproknaða øki fyri serstøk føroysk mál er ógviliga rúmligt og vittfevnandi. 2. Góðkennan og skrásetan av einum feroyskum flaggi fyri okk- ara skip við flaggfrælsi á landi: Hetta stendur okkum í boði við. 3. Føroyskt mål sum høvudsmål, men vid skyldu at læra danskt virdiliga. Eisini i hesum hava vit vunn- ið fullar sømdir — so målspurn- ingstrætan av sonnum er loyst fullkomiliga uttan at okkara at- støður til framhaldslesnað eru skerdar. 4. Ein serligan føroyskan undir- rætt við »appelrætti« niðri. Danir eru gingnir við til hetta. 5. Ein við feroysk viðurskifti serliga kenan persón í uttanríkis- ráðið. Hetta stendur okkum í boði. 6. Rætt til at hava serligar vinnulivsumbodsmenn í útheim- inum. Er í tilboðnum við. 7. Hava okkara ferskfiskakvotu í Bretlandi fyri okkum sjálvar og sjálvir samráðast við Bretar um ferskfiskaseluna. Danir ásanna, at hetta er tydningarmikid fyri okkum og eru gingnir við til tess. Men í øðrum londum skulu okkara menn vera saman við Dønum