Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-08-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 1947síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

por ØROYA SOSIALDEMOKRATUR Á Á FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á | 2 : Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og | Nr. 30 I. síðu, IO oyru á 3. og 4. síðu | Mánadagin 11. august 1947 kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið 21 árg. Arbeiði og framleiðsla. Arbeiði er keldan til alt riki- dømi<. Hesin setningur er sann- ur, og hann fer at verða í gildi til allar tíðir. Lands ríkidømi má verða mett eftir teirri mongd, tað orkar at framleiða, hvussu nógv tað er ført úr hondum at greiða. Og annað tydningarmikid er tað: hvussu góðan útlanda-marknað tað hevur fyri sínum vørum, hvussu væl tað sleppur av við sína framleiðslu. Tað eru hesir báðir tættirnir, ið kunna geva tí keypievni, geva ti útlandskan pening, so tað fær líkindi at fáa hendur á tær vørur og tey tól, sum ti tørvar, og sum ikki eru til taks heima. Tað er væl í lagi hjá landi at eiga samanspardan útlandskan pening; men er evni tess at framleiða i afturgongu, ella saknar ti tey amboð, sum ar- beitt skal verða við, so er lítið vert at ávísa henda saman- sparda, innistandandi pening. Ti tað er sum við tí, ið í heil- um skal verða tikið av, einki kemur afturat: at endan- um verður uppi, og so stendur á berum. Eitt land skal jú altíð fáa vørur uttanifrå, og skal tað til hetta vanliga vørukeyp taka av føstum peningi, og virki tess orkar ikki at framleiða so mikið, at framleiðslan er før at viga uppímóti vørutrongdini, gongur landið fram móti figgjarligum kreppum, og fólksins livikor mugu ganga niður í stórum. Tað er ti tað, ið frættist frá øllum heiminum í dag, at fremsta mál landastýranna er at fáa framleiðsluna, sum kriggið lamdi, upp á føtur aftur: keypa og gera sær framleiðslu- amboð, tí amboðini vóru týnd av krignum, ella teimum tørva at verða endurnýggjað og um- væld. Men hin størsti og týdningar- miklasti spurningurin viðvíkj- andi landsins framleiðslu og orkuevni er menniskjað, sum arbeiða skal, og sum leiða og stýra skal arbeiðinum. Vit vita tað við einum skipi, at er og skiparin ódugnamaður, so fiskar skipið ikki. Ella hevur skipari, um hann so sjálvur er dugna- maður, ringa manning, tá fer heldur ikki at bera til, Hvat fyri stýrislag vit so hava, Kommunisma ella Kapitalisma, privat fyritakssemi ella alment, so stendur alt á tí, hvussu hitt livandi tilfarið er. Og her hjá okkum har alt liggur á sjónum: trolarum, skip- um, bátum, her stendur líka so nógv á teimum, sum arbeiða á landinum við tí, hin sjófarandi maðurin skal nýta. Alt sam- felagið, alt vinnulívið er sum ein maskina. Skal maskinan vera í lagi, so má hvør lutur, hvørt hjól í henni eisini vera í lagi. Er okkurt í ólagi, so gong- ur ikki, sum tað skal. Tað ræður um hjá skipum at sleppa skjótt avstað, tá ið fiski- líkindi eru. Har stendur ti á teimum, sum skipa skulu fiskin upp úr og skipa skulu í aftur skipið. Ella skip verður gjørt í stand, skip verður umvælt. Tað ræður um at fáa skjótt frá hondini, ikki bara tí at arbeiðið skal kosta minst møguligt, men tí hetta arbeiðisamboðið skal út aftur at virka. Hetta er ein innløgukelda, sum aftur má fáast at renna. Arbeiði og framleiðsla eru keldurnar til vinning og fram- burð. Tær skulu gera tað livi- ligt hjá fólkinum. tær væl, eru líkindi at fáa lønirnar upp, keypievnini at vaksa, lík- indi at gera tær sosialu lógirnar góðar, virka fyri skúlaskapi og mentunarlivi. Tað eru ti teir tættir, sum allir limir samfel- agsins eiga at geva ans og hava hugin fyri. Bæði tey sum stýra skulu og hini sum undir skulu vera. Ganga PANTING Tað verður her gjørt kunnigt, at dómarin hevur góðkent, at eftirstøður av kommunuskatti og kaminreinsan fyri fyrra hálv- ár 1947 og vatngjald fyri 1946 verða innheintaðar við panting. Farið verður undir pantingina uttan aðra ávarðing tann 26. august h. á. Tørshavnar býraáð, tann 8. august 1947. Tit fáa bestu málingina hjá okkum. M, P, Jacobsens málarabúð, | Hvussu er vorðið við handli okkara? Ganga okkara handilsviðurskifti enn sum best ber til? Tað er at frætta, at danskir handilsumboðsmenn selja ensk- ar vørur her á landi, sum ikki fæst útflutningsloyvi til i Ong- landi, og teir skulu hava gjald fyri hana í >føroyskum pundum“ Almenningurin må spyrja, hvussu hetta er vorðið. Er hetta salt, so er tað so løgið, at kravt má verða frá okkara ábyrgdar- monnum, at teir skulu geva frágreiðing. Tað má vera merki- ligt, at vit skulu kepya vørur, tað land, vit selja til, framleiðir, frá einum triðja landi. Men handil okkara hevur al- tid verið í einum so løgnum Vit hava verið og eru í skili. 9 hondunum á monopolum og einari rúgvu av heilsølumonn- um, og av øllum hesum mill- umliðum dýrkar varan upp og verður ikki keypandi, tá ið hon kemur til okkara. Handilin er hitl týdningar- mesta fyri einum landi. Lands- ins stýri má hava eftiransan við handlinum. Í øðrum lond- um gera menn handilssátlmálar og fáa frammanundan prísir at vita. Vit mugu eisini einaferð taka okkum soleiðis um reiggj, at vil fáa eitt ræði á okkara handli, leita okkum eftir vørum okkum tørvar og keypa har ódýrast kann vera. Kristiligur verðaldarfundur hildin í Oslo. Fólk úr ellum londum mett til fundar. Á sumri verða nógvir fundar hildnir víða hvar og við ymisk- um ætlanum. stórir kristiligir verð- verið hildnir í Norðanlondum nú stutt her fyri: Kristiligur ungmanna- fundur í Oslo og Baptista-fund- urin í Keypmannahavn. Har hava verið fólk allastaðnis frá, og tú hevur sæð fólk við ymiskum kroppsliti spáka í gøtunum. Blaðmenn eru hugaðir at finna ókunnugt fólk á máli, norska »År- beiderbladet« hevur at siga tíð- indi og hugsan frá mongum av teimum, sum verið hava til nevnda fundin. Tey litadu fólkini hava ym- iskt at siga um hin hvíta mann- mong manna- verið harri og og dóm- Tveir aldarfundir hava samankomin og nu i hevur lærimeistari teirra irnir eru ikki allir honum til rós. Tað, id tey lita fram ímóti, er at gerast so upplýst, at tey kunna taka ræði sjálv og verða leys frá harra sínum. Kristindómurin, sum hin hvíli maðurin boðar teimum, er seinur at vinna fram, og tey siga, at hann (hin hvíti) hevur in, sum minni sjálvur skuldina. 450 milliónir eru í Kina, og bert Í millión er kristin. Kines- ararnir siga, al hin slørsti mein- tann, at miðsløða Europa, sýnir bogin er kristindómsins, ringari moral enn hinir verð- aldarpartarnir. Serliga minnast Kinesarar, tå ið Kuropearar ibirtu kriggj móti teimum i 1864, ti Kina vildi halda uppat at flyta inn opium. Annars siga teir, at nógvir av teimum leiðandi monnunum i Kina eru kristnir, Chiang Kai- sjek sjálvur er kristin maður. Ein Hinduari sigur, at hindu- isman hevur góða morallæru og fínan filosofi, men eingin religión setir menniskjuna so høgt sum kristindómurin. Hann er glaður, at India er frítt. Nú skulu teir fáa eitt sameint India, taka av »kasturnar«, sosialisera idnadin og minka um tað pri- vata vinnulivid. Hann heldur, at tað hevði verið betur, um Onglendingar ongantíð høvdu verið í Indiu. Teir hava sátt ósemju fyri at kunna ráða, sigur hann. Tá ið hann verður spurdur um tað »kristna« Europa, svarar hann, at Europa hevur alt fram nógv, sum ikki er tí til heiðurs, og Europearar hava ikki fyrnast fyri at nýta kristindómin sum vápn í mongum av sínum óndu gerðum. — »Eg vóni, at tað ikki skal vara so leingi, fyrrenn India fær høvi til at njóta sign- ing frá evangeliunum, og tað nógvar ferðir meira enn tit hava verið før fyri«,