Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-08-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. august 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 Stjornarmålid å tingi. Onsdagin 6. august var stjórn- arskipanarmålid til 1. vidgerd å tingi. Thorstein Petersen, ið hevði verið formaður hjá teirri føroysku sendinevndini, legði fyri við eini sokallaðari = frágreiðing frá mannagongdini av samráðing- unum í Keypmannahavn. Men at frågreidingin var »objektiv«, ólitað og saklig er synd at siga. Ábreiðslurnar = móti Dønum, teirra tilboði, og — harðast — teirra atburði og samráðingar- hætti vóru givnar við lítlum mýkindum. Serliga fanst hann at, at Danir — limir í teirri donsku sam- ráðingarneyndini ætlandi — høvdu loyvt sær at halda Val- demars frí til at halda politiskar røður kring landið, og at einans 13 fundir vóru hildnir í 2'/, mánaða. Til tilikar samráðingar við Danir, lovaði hann, vildu fólkaflokksmenn aldri fara aftur. Talarin helt fram, at fólka- flokksins umboðsmenn høvdu bygt uppá fólkaatkvøðuna og tingsins samtykt áðrenn farið var av landinum. Teir høvdu ikki kunnað tikið við ríkisstjórnartilboðnum, tí tað veik so nógv frá teirri av- gerð, ið fólkið við síni atkvøðu tann 14. september hevði tikið. Tingsins 20-manna samtykt var heldur ikki framd. Talarin fanst so at øllum ti, ið tilboðið ikki gav soleiðis sum løgtings samtyktin kravdi. Ser- liga fanst hann at orðafarinum viðvíkjandi tingsins lóggávu- valdi, og at tí, at fingið ikki avgjørt hevði fingið vetorætt í lógsmíð viðvíkjandi felagsmál- um. Louis Zachariasen varð harðliga kriteseraður fyri støðu sína til ríkisdagsins umbods- menn. Heldur íkki orðafarið viðvíkjandi flagginum og mål- spurninginum dåmdi talarunum. Hann hevði stutt sagt alt ringt og einki gott at siga um til- boðið. Hann ráddi hinum flokk- unum frá at greiða atkvøðu fyri tilboðnum — og hóttaði við, at bardagin vildi verða harður, um tilboðið varð samtykt. P. M. Dam var næsti talarin og talaði vegna teirra av sendi- nevndini, ið vóru vorðnir samdir um at mæla tinginum til at taka við tilboðnum. Hann hevði ógvuliga forvitin og bilsin sitid og lurtað eftir Th. Petersen, undrast stórliga yvir, at Th. P. ikki hevði latið sína rødd hoyrt við tilikari megi og við so harðum atfinn- ingum, tá ið hann sat við sam- ráðingarborðið niðri í Danmark. Tað var har, id atfinningarnar skuldu verda hildnar fram. Men FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR so hevdi ikki verid. Tvørtur- imoti! Talarin hevði kortini kenslu av, at røddin var reystari enn sjálvur persónurin. Tað var ikki ilt at skilja, at aftan fyri orðastreymin skalv ein ótti, lá ein 6trygd, ein óvissa, ein »fe- brilsk« ræðsla fyri ikki at klára at spæla rolluna at vera loys- ingarmaður hjá summum og ikki vera tað hjá øðrum, at fjala tað, at tilboðið veruliga gevur okkum tað, ið teir 20 tingmenn kravdu, í vissum føri gevur meiri sjálvstýri o.s.fr. Th. Petersen, helt ytalarin, skuldi verið tann seinasti, ið hættaði sær at taka til fólkaat- kvøðuna. Tað var jú hann við at eggja fólki til at stemma nei, sum gjørdi fólkaatkvøðuna vill- leiðandi og óavgerandi. Nei- stemmurnar saman við stemm- unum fyri ríkisstjórnaruppskot- inum vóru fleiri enn loysingar- atkvøðurnar — og harvið var loysingin feld. Nei-stemmurnar saman við loysingarstemmunum vóru fleiri enn stemmurnar fyri rikisstjørnaruppskotinum — og hettar uppskotið varð soleiðis felt eisini. Fólkaatkveðan var so statt nyttuleys og gav onga avgerð. Th. Petersen hevði ikki — segði talarin — viljað samráðst um tað fyriliggjandi uppskotið ella uppskotið undan ti frá ríkisstjórnarnevndini. Talarin — Dam — segði frá, at hann hevði á fundi hjá teim føroysku nevnd- arlimunum roynt at fingið fólka- flokksins umboðsmenn inn í eina realitetssamråding um tær einstøku greinarnar. Men tað varð avvíst. Thorsten Petersen breyt allar brýr av, segði bart út, at hansara flokkur ikki vildi samráðast um uppskotið og heldur ikki seta fram broyting- aruppskot til tað. Tað sama segði hann á høvuðsfundunum — plenarmøtinum — til Danir. Tá — upplýsti talarin — segði hann við Th. Petersen og aðrar á fundinum, at hann gav ikki upp fyri tí, um fólkaflokkurin tók seg burturúr og breyt av. Hann vildi taka upp serstakar samráðingar við sambandsmenn og Danir, tí uppskotið var í stórum lutum gott. Ymiskt átti at verða broytt og nakað skoytt uppi. Tá id Th. P. so spurdi um talarin — Dam — ætlaði at steingja fólkaflokkin úti, varð svarað, at tað vildi hann ikki, um fólkaflokksmenn høvdu nak- að at samráðast um saman við Danir, id vóru annar parturin, Sjálvt um tað skuldi verða alla náttina og beinan vegin, vildi hann samráðast. Men frá fólka- flokkinum kom einki. Danir gingu við til at kalla allar broytingar, ið javnadar- menn, sjålvstyrismenn og sam- bandsmenn vórðu samdir um at ynskja — og soleiðis varð full semja millum Danir, javn- aðarmenn, sjålvstyrismenn og sambandsmenn um fyriliggjandi uppskot. (Framhald). Hin enski arbeiðarin Leygardagin 2. aug. stóð grein i >Førovatíðindis, sum hevði yvirskriftina >Kullene<. Hon var ein atfinningargrein til enska arbeiðarastýrið, serliga viðvíkj- andi tess kolpolitikki, og sum framgekk av greinini, gav skriv- arin Atlee-stjørnini alla skuld- ina fyri, at Ongland í dag stóð framman fyri einar álvarsmikl- ari kreppu. Tað er fyrst at siga, at mikil eru álop og atfinningar komin fram, síðan arbeiðarastjórnin í Onglandi kom til ræðið. Men ein skal vera varin, tá ið hann alt fyri eitt fellur dóm í hesum máli. Tíðindini komu frá blað- monnum, ið sendir eru frá kon- servativum bløðum, og teirra frásagnir eru altíð fargaðar av ti politikki, blað teirra umboðar. Tá id vit skulu døma um teir ransar, Ognland er at møta í dag, og teir trupulleikar enska stjórnin hevur at takast við, so mugu vil fyrst kanna um tey viðurskifti, ið ráddu í landinum, tá ið Atlee-stjórnin tók ábyrgd- ina, og ta bakgrund ið er fyri øllum hendingunum. Øllum er langt síðan kunnigt, at so at siga øll heimsins lond eru fíggjarliga og vinnuliga ógviliga illa áborin aftan á kriggið, og sjálvandi tey lond mest, sum lut tóku og sum lógu undir herjingunum. Ongland var tað land av teimum sam- eindu, id longst stóð í stríði moti Fascismu og Nazismu. Eina langa tíð stóð tað púra einsamalt. Tað fekk ongar stund- ir til friðarverk. Alt arbeiðis- ført fólk mátti taka lut í kriggs- tiltøkunum, bæði menn og kvinn- ur. Mest av matvørum Onglands eru altid komnar uttan ifrå og ikki kom minst undir krignum. Hartil eisini nógv av kriggstil- farinum. Og ringast at stórur parturin av tí flutta góðsinum kom ongantíð fram. Tað liggur á botninum á onkrum av stór- høvunum saman við teirri mann- ing, 10 flyta tað skuldi. Men tað skuldi verða goldið, og fati- ligt má øllum vera, at kriggs- skuld Onglands má vera ófør — bæði skuld tess fyri síni egnu kriggsførslu, og tann skuld tað kom í fyri at hjálpa øðrum londum. So endaði kriggið; men byrð- urnar av krignum vórðu ikki avlyftar. Eitt oyði Týskland skuldi verða hersett, og Ongland fekk ein hin ringasta hersetingar- partin. Ein part við stórum idn- aði, sundursoraður; men við ongum mati. Onglendingar 11. august 1947 máttu so til at pína seg sjálvar fyri at fáa mat til sín sligna figginda. Milliónir mátti fólkið í Onglandi gjalda til sín herset- ingarpart. Men, um einki kriggj hevði verið, so var lað einki fullfiggj- að land, arbeiðarastjórnin tók við aflaná langt tíðarskeið við konservalivum stýri. Atlee sigur, at støðið til standin í dag var longu lagt undan verðaldarbar- daganum fyrra. Ídnaðaramboðini vóru útslitin, kolabrotini, Onglands ríkidømi, vóru i ringum standi, trongdi til nåtimans maskinur; kola- madurin i Onglandi hevdi livad undir syndarligum korum. Hevodi ligið í arbeiðisloysi, våna- løn og vandalig arbeiðislíkindi. Hetta er, stutt farið um, bak- grundin fyri ti, sum hendir i Onglandi í hesum døgum. — Eitt land at uppbyggja við ring- um líkindum fyri uppbygging, eitt fólk mótt av longum kríggi og kriggsins ávirkan enn liggj- andi á sær. Ein verð at hjálpa ístaðin fyri at handla saman við. Eingin avvápnan, so allir menn kundu verða settir til framleið- andi verk, men ein herur tríggjar ferðir størri, enn hann var undan krignum. Stjórnin tók eitt hjålp- andi lán frá Ameríka, men tað hevur etið seg skjótari upp enn ræntað, ti amerikansk kapita- lisma kom til ræðið har yviri, sum beindi fyri allari priseftir- ansan, so vørurnar gingu upp, og amerikanski peningurin misti sítt virði. — Tað er serliga tann skipan, at kolamaður skal arbeiða fimm dagar í vikuni istadin fyri seks, sum mest verður atfunnin. Men at siga er, at arbeiðið undir jørðini er strævið og heilsuringt, og maðurin kann ikki halda til at arbeiða so leingi har sum í ranligum arbeiði. Tað er eisini at siga, at tað er ikki altíð hin langa arbeiðstíðin, sum gevur mest úrslit. Er maðurin fúsur og arbeiðissamur, kann hann arbeiða meira í fimm dagar enn hann arbeiðir í seks, tá ið hans- ara kroppur er móður og hann treingir til hvíld. — Hin enska stjórnin er sett saman av arbeiðarum, nógvir hava arbeitt í kolholunum og kenna soleiðis tey viðurskifti. Tað var hin enski arbeiðarin, ið sum hermaður og arbeidandi í verksmiðjunum var við at vinna kriggid. Tað er at vóna, at hann eisini vinnur hesa figgj- arkreppu, sum land hansara í dag stendur í. Men skuldi tað henda, at Atlee-stjørnin verður fyri óeydnu, og ætlanir hennara detta niður fyri, tá verður iva- leyst tað at spyrjast sum ein vanlukka og ikki boðandi fram- gongd. Royndin í Onglandi kundi savna hin europæiska arbeiðaraflokkin. Miseydnast hon skal hann venda sær onkr- an annan vegin — og tað verð- ur væntandi ikki til hina ameri- kansku stórkapitalismuna.