mánadagur 11. august 1947síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
kemur út eina ferð um vikuna og kostar
kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið.
Bráðf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMA TÍÐINDI
ENN EINGIN LÆKNI
KOMIN TIL VÁGS
Í Suðuroy er tað sum í gaml-
ar dagar, tá id ein lækni var til
alla oynna, og hann mátti fara
ímillum úr einari bygd aftur í
aðra. Men munurin er, at tå
var fólkatalið lítið, nú hevur
oyggin 6000 menniskju. Munu
teir, ið ábyrgd hava, ætlað, at
hetta skilið skal vara við? Ella
er tað ikki vert at átala, at í
okkara tíð, sum skal eitast
moderna og framfarin, slíkt
skal ganga, og sum bløð siga
frá, orsøkin skal vera gloymska
og drál.
NÓGVUR FISKUR
Í GRØNLANDI
Skip eru heimkomin full úr
Grønlandi og siga frá nógvum
fiski. Men hann er vatnutur og
lætnar nógv. >Borging hin
stóra skonnartin úr Vági, hevði
ein dagin 14.000 á dekkinum.
Teir mettu tað til 100 skippund.
»Marité« breyt krumtapsaksulin
og liggur inni i Tovkussak ; men
manningin fiskar frá henni vid
bátunum. Tað er vist vandi við
at fáa maskinuna afturgjørda í
Grønlandi.
FØROYINGAR ERU TIL
SILDAVEIÐU Í NORÐSJÓNUM
Føroyingar trola eisini eftir
sild í Norðsjónum. „Jóannes
Patursson« hevur fingið 2500
kurvar í eina viku, og >Brim-
nes« hevur selt i Danmark fyri
11.000 kr. Hon hevur danskan
skipara og hevur støð æntin í
Skagen ella Esbjerg.
NÓGVUR OG STÓRUR
KALVI UNDIR FOROYUM
Frætt er, at Norðmenn fáa
bæði nógvan fisk og kalva undir
Føroyum. Smáir motorbátar
hiðani, sum royna við kalva-
línu veiða ofta eisini væl. Bøk-
ur av Tvøroyri hevði ein dagin
knappliga 1000 pund av kalva.
Tveir av teimum vóru stórir.
Annar vá 217 og annar 190
pund.
ELEKTRICITETSNEYÐIN
Elektricitetsneyðin er hin
sama í Føroyum. Eingi verk eru
komin afturat, og tey, id eru,
gera lítið gagn.
Í Suðuroy er tað hin øvugta
verðin: Ljós er um dagin, tá ið
vit hava himmalljósið, og slókt
verður, tá id kvøldið og náttin
koma. Tú situr og gert okkurt
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
ella lurtar eftir radio. Tá verð-
ur brádliga svart stundisliga
kl. 10. Føroyska fólkið er tolið
fólk — tað sæst av læknaviður-
skiftunum í Suðuroy — men
stuttligt hevði vist mongum
tókst, um fteir, ið umsita, al-
ment góvu eina frágreiðing,
hvar orsøkirnar til ólagini liggja.
»FALKUR«
»Falkurin«, id hevur verid til
umbyggingar er afturkomin og
farin til linufiskiskap.
SKÅLAVIKINGAR OG
DALBINGAR
eru komnir heim ur fslandi
við einum 20 tons línubáti.
TROLARARNIR
hava fingid væl av fiski i
Hvitahavinum, medan teir, id
royna undir fslandi, boda frå
ongum fiski.
LOGTINGID
hevur til viðgerðar at skipa fyri
allari fiskasølu í Føroyum.
Ætlandi verður øll søla at
leggjast undir eina deild av
teirri nýggju stjórnini, ið verður
sett sambært stjórnarskipanini
— eitt føroyskt útflutningsdirek-
torát.
LØGTINGIÐ
hevur samtykt lóg til eftiransan
av øllum nýggjum fiskifarakeypi.
BRETAR
hava nú svarað, at teir taka við
løgtingsins tilboði uppá olju-
tankarnar í Solmundarfirði.
EIN MUNANDI STÓR
SENDING AV TE
er komin til Vøruhandilin við
»Barjamu«.
HANS HEDTOFT
formaður javnaðarflokksins i
Danmark var við >Dr. Aleks.<
á veg heim aftur frá Íslandi,
har hann Dana vegna hevur
luttikid í samráðingum við Ís-
lendingar, Norðmenn og Sviar,
ið hava verið saman til eina
norðlendska »interparlamentar-
iska« stevnu í Reykjavik.
FROÐBIAR SÓKNAR KOMM.
hevur søkt tingið um góðkenn-
an av, at hon setur sum parta-
pening 200.000 í eina sleipistøð
og skipasmiðju og í 5 ár bud-
getterar 50.000 um árið, eisini
sum partapening í somu fyri-
tøku. Eisini verður søkt um
tingsins samtykt um loyvi til at
lata ágóðan hjá kommununi og
havnarlagnum av ymsum fyri-
tøkum til sama endamál.
20 MOTORDRIVNAR
GRASSLAIMASKINUR
komu úr Bretlandi við Barjamu
seinast.
Hesar maskinur
kosta hvør 1600 kr.
Royndir hava víst, at tær
sigast at
11. angust 1947
AKTIESELSKABET
FØROYA BANKI
HOVEDKONTOR
THORSHAVN
Stittet 1906
AFDELING:
TRANGISVAAG
Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000
Bankforretninger af enhver Art udføres.
Kontortid Kl. 11 — 3.
Lørdag
11—2
Færøsk Margarne
VITA Ne 1
Vitaminiseret
Færøsk Produkt.
Fint Produkt.
hóska væl at nýta i Føroyum.
Ein maður kann við eini tí-
líkari maskinu sláa eina reiði-
liga stóra vídd um dagin.
Um motorarnir vísa seg at
vera góðir, hava hesar maskin-
ur eina góða framtíð fyri sær.
ÍSLENDINGAR
sigast at hava gjørt tann sølu-
sáttmála við Russar, at teir
skulu fáa Í tons av sildaolju
fyri hvørji 2 tons av fiski, teir
vilja keypa frá Íslandi.
Nú ræður um hjá Íslending-
um at fáa nógva sildaolju fyri
at kunna sleppa av við sín fisk.
Burturlutingin fyri Meinigheitsbarnagarðin,
Hesi nr. hava vunnið:
Seria A (reyður seðil)
Ein ferð við Tjaldur nr. 308
Ein cykla - 1928
Ein barnasong - 1410
Ein sekkur av mjøli - 4420
Ein konufólkafrakki - 1944
Ein kassi av cigarum - 1494
Ein kjóli - 62
Ein barnabúni - 407
Eitt Bess-apparat - 3906
Seria B (grønur seðil)
Ein målningur (200 kr.) - 1563
Ein bøkreol - 189
Ein konufólkafrakki - 3096
Ein kaminovnur - 1504
Ein vovin púta - 2971
Ein grammofon - 914
Ein stør. brod. dúkur - 2167
Eitt kaffistell - 1151
Seria C (blåur sedil)
Eitt gólvteppi - 806
Ein målningur (500 kr.) - 1343
Grindareiðskapur - 465
Ein kassi av rosinum - 1114
Ein konufólkafrakki 2896
Ein dukka - 455
Eitt dukkuhús - 2924
Ein tunna av petrol. - 1195
Ein sékkur av mjøli = - 1472
Tey, ið hava vunnið, kunnu
í hesi viku venda sær við
seðilinum til J. Joensen fyri at
fáa lutirnar.
Stjórnin í Onglandi
fer undir stór tiltak
fyri at møta figgjarkreppuni
Arbeiðistíðin
verður longd.
100.000 manns mugu
fara til landbúnaðin.
Herurin nógv minkaður.
Parlamentid var stúgvandi fult,
tá ið Atlee, ríkisráðharrin, legði
fram sína frágreiðing og opnaði
orðaskiftið í parlamentinum, sum
vara skuldi í tveir dagar.
Hermenn skuldu verða fluttir
til idnadin. Arbeiðisdagurin í
tydningarmiklum idnadargrein-
um skuldi verða øktur. Minni
týdningarmikil ídnaður skuldi
lúta fyri meiri týdningarmiklum.
Innfluttar vørur, t.d. filmur,
skuldu minkast. Framleiðsla
landsins skuldi fáast upp mest
gjørligt. Landbúnaðurin mátti
fáast at geva 20%, meira, og
uppskot varð lagt fram at lata
100.000 = manns til hansara.
Hálvur tími skuldi verða lagdur
til arbeiðisdagin hjá kolamonn-
unum.
Orðaskiftið var hvassligt. Mót-
støðan hevði tungar ábreiðslur
at seta fram, sum stórnarmenn-
inir sendu aftur.
Marshall, amerikanski uttan-
ríkisráðharrin, sigur, at ameri-
kanska og enska stjórnin skulu
hava samrådingar um ensku
kreppuna.