leygardagur 20. september 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ØROYA
SOSIAL-DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
| Lýsinga is fyri : Oy í | . | Hladið ver bilagt á sthúsi , og |
Nr. 36 ýsngarpeisur fyri mar 12 ove á | Leygardagin 20. september 1947 | Joe kr am + porte um Berdingne | 2147
andi skulu starvast við felags Uppskot frammi á Tingi um at minka um
Fri frá ótta og neyð,
Tiltikid er Atlantskunngering-
in, sum Roosevelt og Churchill
sendu einari verð, ið suflaði
undir kriggj og neyð. Í hesari
kunngerð varð sagt, at stórlond-
ini vildu tryggja friðin og gera
tað so, at menniskju í øll-
um londum kundu livaliv
sitt i frælsu fyri ótta og
neyð.
Sosialistiska arbeidararorsla
Norðurlanda hevur stutt herfyri
havt stórfund í Oslo.
Har varð vidtikid at senda út
kunngerð til fólkini í Norður-
londum. Teir ganga í hesari
kunngerð út frá áðurneyndu
orðum, sett saman i Allan(s-
havinum, og taka í einum petti
soleiðis til orða:
»Tey, sum liggja undir ótta
og neyð, kunpu ikki kenna seg
sum frí menniskju. Sosial trygd
og eitt álitandi grundarlag at
liva á eru treytirnar fyri rættum
mentunarlívi. Rætturin til ar-
beidi og lærdóm, rætlurin til
feriu og hvíld, og rætturin til
líklig hús, mugu vissast øllum.
Ein sosial lóggáva sum vissar
sjúkum og gomlum ein rimi-
ligan stuðul, sum skapar trygd
moti inntøkutapi orsakað av
arbeidisloysi og vanlukkum, og
sum hjálpir til at veita menn-
iskjunum framgongd og eydnu,
eru sjálvandi og ikki undanber-
andi í demokratiskum samfelagi.
Hin norrøna sosialistiska ar-
beiðararørslan ætlar út frá hes-
um sjónarmiði at virka fyri
mest møguligt at útbyggja og
modernisera hina sosialu lóg-
gåvuna,«
So verdur vidari sagt, at målid
fyri hinum sosialistiska sam-
felagspolitikkinum er ein í smá-
øko-
um broytan av leimum
nomisku vidurskiftunum, so-
leiðis at øllum verður vissað
eitt sømiligt lív og rættvísan
part av ti framleiðslan kastar
av sær.
Sterkur mentunnarfelagsskap-
ur bindur Norðurlanda fólkini
saman. Arbeiðararørslan sær
tað sum uppgávu sína at økja
um og stimbra hesar sambind-
ingar. Norrønt samarbeiði at
viðkast á tí økonomiska og
handilspolitiska økinum. Ar-
beiðararørslan mælir stjórnirnar
i Nordanlondum at útnevna
sakkønar nevndir, sum viðvar-
norrønum málum.
Men tað norrøna samarbeiði
lið í ti >mill-
samarbeiðinum.
kemur til
má síggjast sum
umfolkaliga«
Slíkt samarbeidi
sjóndar millum alheims arbeið-
ararørsluna og millum tær de-
mokratisku sosialistisku rørsl-
urnar. Hjá londum sýnir sam-
arbeiðið seg innan fyri Sameindu
tjóðirnar. — Norrøna arbeiðara-
rørslan sær eisini trygg-
ing fyri heimsfridinum i cinum
alheims samarbeidi, sum vendir
kriggsætlanum
hestu
sær móli øllum
og úlopshugaðum londum. I al-
heims samarbeiðinum eiga tær
tapandi tjóðirnar at taka lut
javnbjóðis við hinar. Tær de-
kreftirnar í hesum
mokratisku
londum eiga at fáa hjálp og
stuðul til uppbyggingarverkid
bæði viðvíkjandi fólkinum í
teimum kríggsherjaðu lond-
unum og viðvíkjandi álit í fram-
tíðini fólkanna millum og de-
mokratiska meining í verðini. —
Andaligt frælsi, sosiall og øko-
nomiskt demokrati er málið
fyri hinari norrønu socialistisku
arbeiðararørsluni. Uppgávan
hjá henni er at gera hesa de-
mokratisku socialismu til veru-
leika í okkara londum. — Fund-
urin sendir sína heilsan og á-
heitan til fólkini í Norðanlond-
um um al laka seg saman um
hina demokratisku socialism-
una. Ti á henni stendur tað,
um heimsins fólk í framtíðini
skulu kunna liva eitt lív í frælsi,
trygd og friði.
JÓGVAN (bilsin): Hvar í Guds
garði hevur tú verið? Ikki havi eg
sæð snotiligari mann.
TUMMAS: Havi verið, havi verið?
JÓGVAN: Ja, sig mær tað við tað
sama. Eg kann ikki ganga eins og
ein Samson um bygdina longur.
TUMMAS: Sjálvandi
Rakingastovu.
JÓGVAN: Íðan, reinleikin lýsir av
tær eisini.
TUMMAS:
tær tervar.
rakingastovan er opin hvenn yrka-
i Sørvågs
Ja, ja! Har fær tu alt
Baðstovan eins og
dag.
JÓGVAN (rennandi): Ég eri farin!
TUMMAS: Hvar?
JÓGVAN: Niðan í
Sørvågs raki- og badistovu,
Máltr. 15.
gávupakka-sendingina.
Men hvat ætlar tingið at gera við tað,
ið ferðafólkið og útlendingar keypa?
Á Tingborð er komið fram
uppskot um at minka um inni-
haldið í gåvupakkunum. Cigaret-
og lubbakssendingar verða
minkaðar og ikki verður loyvi-
ligt at senda vørur av landinum
av útlendskum uppruna.
Hetta kann vera væl vorðið.
Men hvussu verður við søluni
til fremmindafólkið, sum vitja
higar? Útlendskir sjómenn koma
á land her, og teir hava loyvi
at tøma handlarnar, bara teir
hava føroyskan pening.
Og ferðafólkið, sum gongur
ímillum. Tey hava eisini loyvi
at keypa sum tey vilja, bara tey
hava peningin at leggja á skiv-
una.
Vit hava áður borið hetta
uppá mål og halda, at so sum
viðurskiftini uttanfyri eru, fer
hetta ikki at bera til.
Onnur lond t.d. Ísland forða
hetta strangliga. Summi halda,
at tað at forða slíkt er tekin
uppá veikleika. Tað tørvar tað
ikki at vera. Í øllum Europa er
vøruhungur, og í slíkum lík-
indum fer at vera ørt hjá ein-
støkum londum at hava leyst
fyri at selja og flyta út aftur
innfluttar vørur.
Her má Løgtingið taka sær
um reiggj.
Amerikanarnir biðja Bretar kvitta seg við
arbeiðarastjórnina.
Men BEVIN sigur, at teir vilja hverki krúpa fyri eystri
ella vestri, Teir vilja standa á egnum beinum.
Tað er øllum skiligt, at hitt
kapitalistiska Amerika sær við
rongum eygum til arbeiðara-
stjórnina í Bretlandi. Og Harold
Stassen, republikanskur presi-
dentkandidatur, sigur bart út,
at Bretland skal kvilla seg við
arbeiðarastjórnina, so skulu teir
fáa gull og grønar skógir frá
teimum ríku Amerikanarum.
Men treytin verður, at Amerika
skal hava umsjón við øllum
figgjarlivi í Bretlandi. Við rein-
um orðum: Amerika skal eftir-
ansa bretskan ídnað. Soleiðis
hevur verið í ymiskum londum,
sum Amerika hevur latið pen-
ing til: Amerikansk eftiransan
verður so við ognum landanna.
Men bretskir arbeiðarar nokta
at seta amerikanskan kapital í
vinnulivid og selja sítt frælsi.
Bevin, sum er hin best dåmdi
av øllum teimum ráðharrum,
ið sita í arbeidarastjørnini, sigur,
at Bretland ætlar hvørki alt
krúpa fyri eystri ella vestri,
teir vilja sæta sær sjálvir, standa
beinum. Men fleir
á egnum
hjálp uttanifrå, og
mugu fáa
hana hava teir. Samveldið er
øgiliga stórt, og ríkidømi tess er
ikki tíkið til nýtslu. Tað skulu
teir gera. Nyta tær ognir Sam-
veldið eigur, so kunna teir
kappast bæði móti Amerika og
Ruslandi.
Tað er so ætlanin at gera
toll-unión fyri Samveldið. Ame-
altíð verið ímóti tí
sum
rika hevur
fyrimunar-politikkinum,
Bretland hevur ført áraka hjá-
londini. Teir hava viljað loyst
band og havt frían handil.
Umboðsmaður fyri arbeiðara-
flokkin sigur, at Amerika og
Kongressin hava tað í hugsan
at kolonisera Europa. Tað kann
geva mat og klæði, men ein
missir so fað, id er meira vert.
Og — fyrr ella seinri kemur
hóttafallið á Amerika eisini.
New York-blaðmaður til kon-
servativa enska blaðið Daily
Mail skrivar soleiðis um ameri-
kansku viðurskiftini :
»Amerikanarin = hevur
mikið av øllum og hugsar ikki
OV-
um hvi. Hann heldur at or-
søkin er tær signingar, sum