leygardagur 20. september 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36
fylgja við ti privata inilialivin-
um. Aldri hava tað verið slíkir
prísir. Aldri slíkt ófatiligt ríki-
dømi. New York svimur í ein-
um dollarhavi, flýtur í einum
botnleysum ríkidømi. Lønin
hevur aldri verið størri. Hand-
ilin aldri menskari. Amerikan-
arin etur 15% meiri kjøt, 14%
meiri grønmeti og 22%, meiri
egg enn í 1939. Hvønn einasta
dag ganga prísirnir upp. Nøkur
cent uppá småting nakrir dollar
uppá størri ting. Onkur mutlar
ávaringar, men eingin lurtar
eftir. Um »krakkid« kemur,
verður tað amerikanska vrakið
at síggja út, sum var tað rakt
av einari atombumbu. Men
eingin verður plágaður av tilik-
ari marru«,
Meðan so er vorðið í >Vestur-
heimi«, barst Bretland fyri lív-
inum at koma upp undan aftur.
Framleiðsla og útflyting eru
orðini øll hava á munni.
Teir ætla til at kunna útflyta
10 mill. tons kol í 1948, og í
1949 skal tað vaksa til 20 mill.
tons.
Stafford Cripps, handilsmála-
ráðharri, hevur lagt útflytingar-
ætlanina fram fyri oddamenn
idnaðins. Hesir dáma uppskot-
ini til at økja um framleiðslu
og idnad væl. Stjórnin lovar, at
teir skulu ikki leggja meiri av
vinnulivinum undir alment vald,
um framleiðslan kann koma
upp á tørvandi hædd.
Men øll orka má taka seg
saman um fann idnad og ta
framleiðslu, ið flutt burtur kann
verða. Tað er høvuðsstevnan,
um Bretland skal vinna og
halda fram við at hava tey van-
ligu livikorini, og so har aftur
at verða ein sterkur stuðul hjá
einari verð, id liggur í stórari
kreppu og vigar ímillum tvær
politiskar hugsanir, sum íkki
ber persónligt frælsi til hitt ein-
staka menniskja.
ga
FØRCYSK
greonsápa
er tann besta
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
Lysingar
il blaðið
prentsmiðjuna.
kunna sendast til
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
€in kíli
»Dagbladid« segði henda dag-
in, at javnaðarflokkurin hevði
verið ein kíli í føroyskum
politikki (styrismenn >Dagblaðs-
ins« mugu best vita skil á, hvat
ætlað var við hesum kílanum!),
men nú er hesin kilin burtur-
dottin, nú stendur alt sum tað
stóð, Javnaðarflokkur og Sam-
bandsflokkur eru vorðnir eitt,
Javnaðarflokkurin hevur kastað
hamin og opinberað seg sum
hann er: sannur Sambands-
flokkur, Lv.s. Samband, sum
»Dagblad« og Fólkaflokkur fata
tað.
Handa agitationin er nú so
kunnig. Fólkaflokkurin hevur
øll hesi árini roynt at rudda
vøllin, so bert tey skulu standa
móti hvørjum øðrum: Fólka-
flokkur, tað nationala, sum skal
føra tjóðina til frælsi og fram-
burð, og Samband, tað ónalti-
onala, sum ætlar at binda tjóð-
ina, føra hana í ófrælsi og svart
afturhald. Og til at fremja hesa
politisku ætlan fveitir hann
Sambandsnavn eftir øllum po-
litiskum flokkum í Føroyum.
Sonn nationalisma.
Javnaðarflokkurin hevur sum
sagt frá fyrstu stund verið lagd-
ur undir eina ónationala støðu
(tað ið »Dagblads«-menn best
vita). Men tá ið ein ábreiðsla
skal kannast, og ein skal vita,
hvat satt, ið í henni er, so er
best at lata gerðir prógva.
Gerðir eru betur enn orð, og
tær gerðir, ið Javnaðarflokk-
urin hevur verið orðførari fyri,
lýsa hann sum ein nationalan
flokk — nógv meira nationalan
enn teir, id sjálvir prýða seg
við navninum.
Alt fyri eilt hann kom fram,
setti hann uppskot fram um ein
konstruktivan, uppbyggjandi,
føroyskan politikk. Í staðin fyri
tað tóma og úrslitaleysa stríð
um viðurskiftini Føroyar—
Danmarkar millum, máttu
Føroyingar taka seg saman um
praktiskan politikk. Teir máttu
stimbra sínar vinnuvegir, flyggja
frá gomlum, stirdum afturhaldi
og við gerðum sýna seg sum
eitt fólk, id ført var at røkja
eitt sjålvstyri. Løglingið mátti
taka sær figgjarrædi, veita sær
inntløkur, hóast so privatar in-
teressur vórðu skerdar, og við
teimum (inntøkunum) standa á
odda fyri uppbygging landsins.
Tað var ein andróður. Mest
leir menn, ið eins og nú høvdu
lýsandi = nationala stevnuskrá
aftraðu seg at geva Løgtingi og
landi eitt ræði, ið kom at renna
saman við privatmannin, ognar-
mannin. Tær nationalu inter-
essurnar máttu lúta fyri persóns-
interessum.
Stórbardagurin kom við sín-
um veldiga politiska stríði her
í Førovum,
Javnaðar-, Sjálvslýris- og
Sambandsflokkurin tóku seg
saman at føra ein uppbyggjandi,
konstruktivan politikk. Men so
løgið tað ljóðar, evnadu mót-
sløðumenn, teir við ti nationala
navninum, at savna fólkið sam-
an um sína slevnu og skíra
henda politikk fyri ein ónatio-
nalan ófrælsis politikk.
Søgan prógvar longu í dag,
at fólkið tá feldi ein skeivan
dóm. Vit hava nolið og njóta
enn fruktirnar av tí savningar-
politikkinum, sum hesir tríggir
flokkar tá førdu. Hann kundi
verið betur eydnaður, um hin
flokkurin tá eisini hevði verið
við til samarbeiði.
Tá komu mangar av Javnað-
arflokksins hugsjónum fram og
tóku við lívi. Stimbra Løgtingið
og geva ti figgjarrædi, figgjar-
evni.
Vinnulánsgrunnur, Trygg-
ingarsambandið. Føroyskir fiski-
menn høvdu ikki í dag staðið
sum fríir menn á egnum skip-
um, var ikki hesin potitikkur
framdur á Løglingi. Slapp tå hin
»nationali politikkurin« fram
at, tá vóru kanska skipini seld,
og ivaleyst eingir grunnar at
taka pengar úr.
Menninir, teir fosturlands-
kæru, sum telvaðu móti skatt-
um, móti grunnum, móti, at
danski Fiskeribanken skuldi lata
lán il fiskimenn,
vóru sinnadir, at nakrir fáir
stórmenn skuldu eiga skip og
trolarar, øll landsins framleiðslu-
amboð.
føroyskar
Hin andaligi foroyski spurningurin.
Ikki minni týðandi fyri Før-
oyingar sum fólk er hin anda-
ligi spurningurin. Hvussu okk-
ara politiska og økonomiska
støða verður, so verður stríggið
hjá lítlum fólki sum okkara at
bjarga sær toliliga heilskapað
við einum andslivi á heimligum
botni. Her ræður um hjá øllum
at verða við. Her stendur eisini
å peningastyrki, um mentunar-
lívið skal trívast.
Javnaðarflokkurin hevur frá
fyrsta sinni havt fullan ansin
vendan at hesum stóra spurn-
ingi, og hann hevur altid tikið
undir við teimum, ið sett hava
uppskot fram, gagnlig kunna
hava verið fyri føroyskum máli
og mentan.
Hann stríddist fyri, at før-
oyskt mál skuldi vinna rættindi
bæði í skúla og kirkju.
Hann sá, at málið, móður-
málið, var fólksins mergur, tå
var ein náttúrligur vøkstur, og
tað var tjóðini til framburð og
stimbran, um málið fekk natúr-
lig og lagalig vakstralíkindi.
Javnaðarflokkurin setti av
eintingum uppskot fram atskapa
ein Tingsins mentunargrunn.
Eingin styðjaði hann við hesum
máli — heldur ikki teir >natio-
20. september 1947
MA [[——[[[[É [AA [ [AAA
naluc. So løgdu privatir menn
fram uppskot til ein mentunar-
grunn landsins. Javnaðarflokk-
urin tók undir og ávirkaði tað,
at málið fekk frama á Løgtingi.
Og grunnurin skuldi tó bera
navn av manni, ið var flokksins
politiski = mótstøðumaður. Hin
nationali flokkurin var treiskur
at taka undir. Ja, einki er at
dylja, at hann hevði ikki tikið
undir, var íkki grunnurin
slovnaður í navninum á einum
vissum manni.
Her er í stuttum søgan hjá lí
flokki, sum >Dagblaðið< kallar
»kilin« í føroyskum politikki,
og sum tað vid allari megi vil
skíra sum ein óføroyskan,
ónationalan sambandsflokk.
Gerðirnar tala. Tann flokkur
»Dagbladid« umbodar hevur
higar til dags eingi brøgd gjør!
Hann hevur verið ein negativur
flokkur. Ein mótmælisflokkur,
sum bert veitrar við einari na-
tionalari stevnuskrá og er fegin
al hon ongantíð verður fødd.
Hvussu so støðan í Føroyum
fer at laga seg, so mátti fjøldin
av Føroya fólki nú havt fingið
eyguni upp, at úr hesum larm-
andi og rópandi flokki fáa tey
eingi úrslit.
Vánalig '
skúlaviðurskifti
úti á bygdunum.
Ítróttaráðgevari Poul E. Pe-
lersen letur í samrøðu við
»Skulabladid« illa at teimum
vidurskiftum, id føroyskir lær-
arar úti á bygdunum hava at
arbeiða undir. >Ring økonom-
isk viðurskifti, ring húsaviður-
skifti og ring skúlaviðurskifti
yvirhøvur — « sigur hann.
Í samanburði við hesum hev-
ur Poul E. Petersen lagt bræv
fram fyri aðalfund Lærarafelags-
ins og í hesum brævi var fylgj-
andi uppskot sett fram:
»Adalfundur Føroya Lærara-
felags heitir á Føroya Løgting
um at skipa so fyri, at tað verð-
ur álagt øllum kommunustýr-
um í Føroyum at byggja tíðar-
hóskandi skúlar og lærarahús
ella umbyggja teir gomlu bygn-
ingar so, at teir verða tíðar-
hóskandi og at kommununum
verður veittur ein studningur
uppá 50—75 pet. til hesa byggj-
an,«
Uppskotid vard samtykt vid
teirri broyting, at studningurin
skuldi vera tann sami sum til
onnur kommunuarbeiði. —
Ítróttaráðgevarin hevur verið
í utlondum at kanna ymisk
skúla- og ítróttaviðurskifti.
Prenlaranæmingur
fær pláss á A. Østers prentsmiðju.