leygardagur 27. september 1947síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
37
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
kemur út eina ferð um vikuna og kostar
kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið.
Bráðf. bladstjøri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMA TÍÐINDI
GUDSTÆNASTA
17. sunnudag eftir trinitatis
kl. 12 heldur Jóhs. Follend
prestur gudstænastu við altar-
gangi í Seyrvágs kirkju.
KATÓLSKA KIRKJAN
KI. 9 still messa. KI. 11 há-
messa v. prædiku av P. Wevers.
KI. 6 andakt v. prædiku. Pater
Wevers »Gud og Menneskenes
Tilværelse«,
K.F.U.M.
Sunnukvøldið kl. 8!/»: heimlig
samvera. M. S. Vidstein flytur
røðu. Allir menn vælkomnir.
PRESTUR INNSETTUR Í
SUDROYAR NORÐARA
PRESTAGJALD
Sunnudagin 21. í h. setti próst-
urin H. P. Bjerg sum sóknar-
prest í Suðurovar norðara
prestagjaldi. Sóknarpresturin
fyri hesum gjaldi er nú fluttur
úr ti gamla prestasetrinum i
Leirum i Hvalbø á Tvøroyri at
bugva. Sum frættist, skal
hjálparprestur koma aftur at
sóknarprestinum, og hann er
ætlaður at búgva í Leirum.
Prestagardurin har er stórur og
rúmligur og hevur G. Jacobsen,
hin fráfarni sóknarpresturin,
higar til búð í honum.
so
GRONLANDSFISKISKAPURIN
Grønlandsskipini fara nú at
vera komin og hava tey veitt
óføra væl. ;
»Marité« fekk motorskaða,
men hon vard to liggjandi har
fiskaði. »Vestmanna«
før so eftir henni, og hon hevur
sleipad hana heim mest allan
vegin. Bara um Kappan måttu
teir sleppa, ti tå var ein storm-
ur og ikki siglandi hjå »Vest-
manna<. Ferðin var skjót, 16
dagar. »Marité« hevur um 900
skpd. Sjálvandi hevði hon havt
fiskað meira, um ikki hetta
óhappið kom á hana. Nettupp
tá ið hon var yvirkomin, var
hon í nógvum fiski, og mátti
fara inn við brotnum motori.
yviri og
SLAKTIÐ
Heystið er komið, men lítið
slaktið væntandi. Veturin var
so ringur, og seyður doyði so
nógvur, at eingin kundi væntað
nógv at drepa hetta heystið.
Annars hevur ikki kjøtbiti verið
at sæð i handlunum, í hvussu
er í summum plássum, hvørki
av heimligum ella útlendskum
uppruna. Seyðarøktarfelagið
FØROYA SOSTAL-DEMOKBATUR
Klakksvikar tekniski skúli
Skeið fyri motor- og ma-
klagar seg um, at Prísráðið hev-
ur sett hámarksprís á livseyd,
sama virði sum á drápsseyð.
Her er ikki klókliga atborið av
Prísráðnum. Tí tað er satt, at í
Føroyum hevur altid sleppingar-
seyður verið mettur hægri enn
drápsseyður, og sum nú er statt
við áseyðinum, ráddi alt um at
fáa hendur á mest møguligt av
lívseyði, at hagarnir kundu
koma upp undan aftur.
MÓTMÆLIÐ TIL
»DANMARKS REGERING
RIGSDAG«
Fimmannanevndin, sum mót-
mælisfundurin í Havn 6. sept.
í ár setti niður, hevur nú kunn-
gjørt skriv, sum stendur í Dag-
blaðnum, til Danmrrks Reger-
ing og Rigsdag, har átalað verð-
ur ætlan meirilutans á Tingi at
fremja uppskotið til stýrisskipan,
sum danska stjórnin flýddi før-
oysku sendimonnunum í Keyp-
mannahavn. Teir halda seg til
fólkaatkvøðuna 14. sept. 1946,
har Føroya fólk vildu loysing
og kvittaði seg frá Danmark.
Áhugavert er, at teir í hesum
skrivi rósa hini mikið umrøddu
og vanvirdu stýrisskipan, sum
leir skaptu kríggsárini.
»Lagtinget overtog den lovgi-
vende Myndighed ... denne
Tidsperiode vedtog Lagtinget
saa indgribende Love . . .«
OG
»17«
FESKFISKASOLAN
17. sept. cwt. £
Krossteinur 1647 3870
Vón 868 2089
Ørnanýpan 181 510
Norðan 283 945
Polarstjørnan 640 2359
Stattur 230 635
Royndin 314 936
18. sept.
Royndin friða 935 2302
Fossá 228 779
Vesturvarði 2277 5312
Alvi 452 1479
— flutt. f. Ridd. 14 131
Miðafellið 1449 3484
Vesturskini 1909 4533
19. sept
Hjalmar 370 1161
Barið 334 1155
22. sept.
Trekroner 278 1536
23. sept.
Silver Spray 579 1875
— fl. 22 35
Lambanes 293 1045
Boyne 1866 3809
VETRALANDSKAPPING ,
Vegna tess at nógv av okkara
ungfólki er burtur alt summar-
ið og so statt ikki hevur høvi
til at luttaka í summarlands-
kappingunum, hevur Í.S.F. við-
tikið at fyrireika eina vetra-
landskapping í fótbólti og hond-
bólti. Feløg, id vilja luttaka,
skulu siga frá innan 10. oktbr.
1947.
M. Holm, kappingarstjóri.
27. september 1947
skinmenn byrjar 6. okt.
Vanligur tekniskur skúli
byrjar 13. okt. Innmeldan
til JÓHAN RASMUSSEN
tlf, 16.
PÍLAGRÍMSFERÐIN
(Framhald av. 2, síðu).
Kristinu, sum ikki vildi fylgja
honum í fyrstani, fara frá hús-
um við synum sínum og fara
um hina djúpu ánna og koma
upp á áarbakkan hinumegin,
har sælan eisini stendur henni
til reiðar.
Bókin er í støðum tyngd av
persónligu hugsan høvundsins
um teir kristnu trúarspurning-
arnar, og væl sæst, hvør út-
valdur er; men alt hitt er borið
av slíkum eldi og persónligum
lívi, at ein mestsum ikki festir
seg við tað.
Slíkar bøkur verða nógv born-
ar av tí málsligu, har kemur
fram eitt stilkynstri, sum høv-
undurin, id bara hugsar um at
vera ein boðberi, ikki altid
sjálvur veit av. Tað er tí vanda
verk at týða slíkar bøkur.
Umsetarin, Victor Danielsen,
er væl kendur sum sálmaskald
(serliga sum ftýðari) og sum
skrivandi maður yvirhøvur. Tað
er at siga,at tað er nógv komið
fram frá honum á føroyskum
máli, Onkur hevur funnist at
hansara málbrúki. Tó er at siga,
at hann dugir at nýta gott mál.
Nógvir av hansara sálmum eru
sera væl týddir. Málið reint og
naturligt, og hin religiøsa kensl-
an kemur livandi og klárt fram.
Henda bókin, sum her er
havd frammi, hevði kanska
ikki mist nakað, um málið var
meira fornt og bókkent. Gamal
stilur og málbrúk hóska væl til
hennara.
Tað er stórur vinningur fyri
føroyskar bókmentir, at henda
gitna bók er týdd til føroyskt
mál.
FØROYA
BRUNATRYGGING
Hús - innbúgv - vør-
ur - verda tryggjad.
Skrivstovan er opin frå kl. 10-1 og 3-5.
Leygardag - - - 10-2.
Lastvognskoyring
Anton Arge (y) Húsabrúgv
Tlf. 443
Eg geri mær silatrådu,
Eg eri farin at gera mær sila
tráðu. Tað hugsaði eg ikki, af
eg nakrantid skuldi fara at fáast
við slíkt. Tað havi eg ikki gjørt
sidan eg var óvili.
Sum vanligt er tað
grannin, ið fær meg at fjasast
við sovorðnum. Hann er farin
at gera so nógv burtur úr hes-
um sílunum og maðkapirrunum,
sum teir hava ført úr Íslandi.
— Jú, mangt verður innflutt,
men at teir nú funnu uppá at
flyta inn síl og maðkapirrur,
tað mundi eingin vænta. — Per
heldur, at hetta verður ein
vinningur fyri landið. Eg havi
hildið, at hetta fór at vera sum
hjá Molbúum, tá ið leir ætlaðu
at æla sild og so keyptu cina
tunnu av saltsild og rendu hana
í bygdahylin. Og so lá ið teir
fóru at seta garnið, fangaðu ein-
ans ein feitan ál, sum teir hildu
Per,
hevði etið alla sildina. — Ja,
soleiðis havi eg hugsað. Men
Per er heilt uppi loft. Hann
hevur longu fingið sær fína
eingilska tráðu, ikki batar minni.
Hann sigur, at tað fer at verða
ein stór útlendsk vitjan,
lað fer at geva bæði bygd og
landi stórar inntøkur, og so er
tað hent at hava til at fara hjá
fólki, tá ið døgverðamaturin
trýtur, tað er mest sum at hava
og
hann í pottinum. Per er nú
maður, sum spekulerar. Hann
fekk sær revar og revagarð.
Men veit eg, hann tosar so lítið
um revarnar longur. Eg spurdi
henda dagin, hvussu gekkst við
skinnunum, um hann hevði selt
tey. Men veit eg, hann gav so
lítið andsvar. Nú eru teir flestu
deyðir hjá honum.
Men latið okkum hopa, at
betur verður burtur við
maðkapirrunum. Ég eri farin
sum sagt at gera tráðu. Kg
skal hava hana beráð.
Konan ftosar eisini laks.
Laksur er fínur matur, og hon
heldur, at sjálvandi vaxa maðka-
pirrur og kunna verða til laxar.
Jú, ymiskt er at skriva um.
Men eg eri farin fyri hesa ferð.
Friðrikur.
Live |
seyður
Sleppingarlomb og
kunnu bileggjast nú.
Petur á Heygum,
Vestmanna
úr
uppá
um
brundir