leygardagur 27. september 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
27. september 1947
Tað gjørdist mikið buldur í
Føroyum, tá ið menn fyri nøkr-
um árum síðan fóru undir eina
nýggja jarðaskipan, sum selt var
i orð i hinari tiltiknu Gråu-
bók.
Tá hoyrdist, at landið var
komið í hitt versta lóglovsi.
Eingin visti av hvørki kongs-
bóndi ella óðalsmaður, fyrr enn
menn komu til bíggjar at taka
jørðina frá honum og tveita hana
til onkra ognarleysa ónyttu.
Menn tosaðu um at selja sínar
ognir — frá fedrunum fingnu
arvalutir — dýrt. Blóð skuldi
flóta um nakar våddi at fara so
ránsmannsliga fram. Riflur og
onnur deyðiligu vápn vóru eftir-
hugd at hava til reiðar, tå ið
tøkumenninir komu.
Teir, ið fedrar vóru at jarØar-
umskipan og Gráubók, fingu ein
hvøkk. Teirra ætlan hevði als
ikki verið at skapa uppreistur
ella at »kreinkja« ognarrættin,
og gingu teir ímillum at týða
monnum ivingarsamar setning-
ar , iO kanska vóru ovmikid
nærgangandi og kundu volda
misskiljingar.
Hesar aldur brutu eina tid,
men so fullu tær nidur, og
eingin sigur seg hava sæd, at
tær hava tikid seg upp aftur.
Har aftur á møti flytur onkur
fram, at bøndur eru so fegnir
um skrímslið Gráubók, at teir
vilja ikki vera av við hana aftur.
Hvat er nú orsøkin til, at tað,
sum menn rópa afturhaldið,
sissaðist so brátt um hesa koll-
veltingarlóg og fór at dáma
hana so væl. Var eingin koll-
velting í henni, ella er tað satt,
sum hildið verður, at føroyskur
siður er altid at halda ringt um
nýggjar reglur og lógskipanir,
og so tå id frálíður at síggja, at
lógin var góð og gjøgdi einki
ilt?
Jú vist var eilt sløg av koll-
velting í henni og sum ljóðaði
skuldi verða stórar umbøtingar
i vænta. Men við sinum besta
vilja kann ein ikki fara og siga,
at nógv hevur kenst til koll-
veltingar ella umbøtingar. Held-
ur er at siga, at alt gjørdist so
spakt og borgarligt.
Føroyskt jarðabrúk kann
ganga og gongur við sama lag.
Jørð kann liggja í mosa, og
bøndur kunna sigla við fesk-
fiski, fara við trolarum, leita til
onnur lond at gerast húskallar
har ella søkja sær aðra vinnu
her heima. Eingin hevur hoyrt
um, at nakar hevur mist jørð
av órøkisskapi, ella ognarjørð
sum liggur í forna er tíkin og
latin einum hvørjum uppí hendi
ið dyrkað hana kundi. Alt
gongur við gamla lag, og fram-
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
17 TV 5555 0 ———ivii
Hvi tagnadi afturhaldid
um Gráubók?
leiðslan á hesi kørgu Føroya-
jørð er einki framfarin — held-
ur gongur hon aftur ár undan
ári.
Men nú er at siga, at før-
oyski jarðarspurningurin er eilt
problem, og tað er at vera
órættvísur, um ein skal leggja
alla skuld á Landbruksråd og
aðrar menn, 10 ganga skulu á
odda fyri jarðabrúki í Føroyum.
Vit hava áður víst á, at Før-
ovingurin er í starvslivi sínum
tvíbýltur. Hann er bæði fiski-
maður og jarðamaður. >Havið
álti min longsil og dreym, skjøll
bar eg år á borði - - -« Soleidis
hevur verið. Bóndin, sum stað-
ið hevur á bøi sínum vårdag-
arnar, hevur start út á hill vida
droymandi havið við sínum
fyrijåttandi fongum. Og havið
hevur vunnið. Hann hevur
tveitt búnaðaramboðini og er
farin til ævintýrið úti á havin-
um, ið kann geva honum eydn-
una skjótari enn bøurin ella
hagin. Sjálvandi gjørdust menn
bangnir fyri mólstøðuni, men
eingin kann í okkara landi fara
og noyða menn til arbeiðis. Og
hugurin hjá ungfólki okkara
stendur ikki til jørðina, hann
langtar yvir hav eins og hjá
forfedrunum í forðum. — Har
er lað gullið glitrar.
Men fyri landshúsarhaldið er
lýdningarmikið at fáa meira av
landinum, og gerast má íað, ið
gerast kann fyri at fáa menn at
verða hjá jørðini ella leggja
inn nýtt dyrkingarlendi. Her er
sjálvandi at taka til tey ráð,
sum eisini í útlondum verða
nýtt at seta út heiðurslønir til
teirra, ið undangongumenn eru
í jarðabrúki — ikki bara til
tradarmenn, men eisini ll
bøndur, tí ivaleyst eru dúgligir
bøndur í okkara landi, sum
væl kunna verða nýttir sum
fyrimyndir hjá teimum, ið minni
dugandi eru. Eisini at fáa bi-
lig kunsttøð og kraftfóður.
Fólk trýtir eisini í jarðabrúk-
inum og her mugu maskinur-
nar selast istadin fyri fólkið.
Geva lán og studningar til ma-
skinur, og har einstakir menn
ikki hava ráð at fáa sær slík
amboð, so at hava amboðini í
felag, bygdafeløg t. d.
Menn hava í hesum tíðum
losað nógy um prisirnar á bún-
aðarvørum. Tey ið keypa skula,
hava hildið, at prísirnir hava
verið ivaleysa høgir, meðan
jarðamaðurin hevur haft tað at
flyta fram, at føroyski búnað-
urin stendur til afturs, og
honum ftørvar peningur, um
hann skal hava nakran týdning
og framleiða nakað. Hesi meina
ti, at eingin maksimalprisur
skuldi verið á føroyskar bún-
aðarvørur.
Ein kann halda, at við tí
prísi, sum latin er fyri føroysk-
ar búnaðarvørur, skuldi hin
føroyski jarðamaðurin havt stað-
ið seg, men satt er, at nógv
lond hava í hesum tíðum latið
stóran studning til jarðabrúkið
fyri at fáa menn atdyrka meiri.
Hetta er ikki gjørt í Føroyum.
Og tað er kanska galið.
Ein vinna, sum er tydningar-
mikil fyri samfelagið, hon má
vera stuðlað, so kann ikki bata
um fleir ið starvast við hesa
vinnu, fáa heldur stórar inn-
tøkur.
Føroyskt jarðabrúk má upp
á føtur. Jarðalógirnar, sum
settar vóru í hini tiltiknu Gráu-
bók, sýnast ikki at hava virkað
Bókmentir.
Ein kann ikki siga, at bøkur
fáa stóra rúmd í teirri føroysku
pressuni — ikki eingang tær
fáu føroysku, ið síggja dagsins
ljós. — Vit hava bløð, sum eru
rættiliga rúgvismikil, so rúmdin
skuldi ikki bilað. —
Henda bókin kom út í fjør,
og tað er at geva umsetaranum
rætt i, sum hann sigur, at lað
má tykjast løgið, at føroysk
bløð hava ikki tikið hana upp
á tunguna — li lað skuldi verið,
ið hvussu er rættiliga kunnugt,
at henda bók er, uttan mun lil
trúarflokkar, heimsgitin. Hon er
týdd til nógv tungumál og lisin
av fjøldum, ið als ikki hava
havt somu kristnu læru sum
høvundurin. T. d. varð sagt í
kronikk í norskum blaði stutt
herfyri, at tað vóru tveir enskir
høvundar, sum kendir vóru um
alt Noreg. Tað var John Bun-
yan og Bernard Shaw, hitt
tiltikna sjónleikarskaldið. Í sjálv-
um Onglandi hevur eisini John
Bunyan: Pilagrimsferdin
verið gitin folkalestur, og er
henda bókin saman við bibli-
uni tær bøkur, ið mest hava
sett merki og dám á fólkahugs-
anina har á landi eins og eisini
á málbrúk og máltilfar.
Pílagrimsferðin hevur
eisini verið kunnig í Føroyum
í danskari umseting.
Tá ið onkur so spyr, hvat
orsøkin til hetta er, at summar
religiøsar bøkur koma soleiðis
at hava eitt so varandi virði
uttan mun til trúaráskoðan, er
at svara, at tað er tann andi,
ið ber hesar bøkur og tann
formur, tær hava.
Tað, id John Bunyan hevur
at bera fram fyri menniskjuni,
skapar hann til sum eina skald-
Nr. 37
stórvegis. Afturhaldid man hava
dámað Gráubók, tí eingin fór
so strangliga fram eftir henni
sum væntað var.
Eru menn, sum vilja hava
jørð og leggja arbeiði niður í
jørð sína, so má teimum ikki
sýtast at fáa jørð.
Eftiransan má eisini vera við
seyðinum. Seyðinum má tryggj-
ast fóður. Landið kann ikki
lata tað ganga um seg, al seyð-
urin, sum kann vera til stóra
innløgu, hungrar allan veturin
ella kavavetrar gongur úti og so
fer útav. Er tað afturhald og
gamalt treiskni, sum liggur i
buktini, so má tað slítast; her
er ein partur av landsins vinnu-
møguleikum, sum ikki eigur al
liggja ónýttur.
JOHN BUNYAN: .
PILAGRIMSFERDIN
UMSETT UR EINGILSKUM AV VICTOR DANIELSEN
søgu, og sum aðrir stórir religi-
øsir høvundar nýtir hann rik-
liga myndirnar. Tær religiosu
kenslurnar fáa kjøt og blóð og
verða persónar: Kristin, Kri-
stina, Triarveikur, Trúfastur o.
s. frv. Myndirnar úr bíbliuni
verða nýttar, men John Bunyan
byggir eisini nýtt omaná, og við
hvørt vaksa tær upp til óførar
skaldsligar hæddir.
Livid er pilagrimsferdin mikla.
Heimurin er Sodoma, sum
rýmdur má verða úr og einki
má forða, hvørki heimstaður,
kona ella børn. Kristin sæst
sum ein maður tyngdur til jarð-
ar av tungari byrðu, synda-
byrðuni. Men hann má avstað,
og hann rannsakar, hvussu
hann skal finna leiðina og
sleppa frá byrðuni.
Alt tað, sum bindur menn-
iskja og liggur sum meinbogar,
so lað gerst vandamikið hjá ti
at koma vegin fram til málið,
hin æviga staðin, er í Pílagrims-
ferðini gjørt til lutir og støð.
Fjøll, dýki, skansar, borgir og
ótaldar fellur, sum Kristin og
fylgisveinar hansara hava at
berjast við.
John Bunyan var Puritanari,
sum kravdi nógv og dømdi
hart. Hann livdi í einari líð, tá
ið hart stríð var um religiOsa
læru og trúgv. Og bók hansara
er merkt av hansara samtid.
Har eru veldigir bardagar hjá
hinum sanna kristna at koma
igjognum, og nógv víkja undan
og ganga hin skeiva vegin, sum
er lættgongdur og ti verður
valdur av teimum flestu.
Men vit síggja Kristin vinna
fram til hin glógvandi staðin,
og vil síggja konu hansara
(Framhald á 3. síðu 3. teigi)'