Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 39 FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR 11. oktober 1947 komiliga. Hetta fer at verða leiðin til eitt veldigt »ideolog- iskt« stríð — eitt stríð, sum vit áður nevndu religiónsstríð. Stríð millum Kommunismu og hitt fria. kapitalistiska demokratiið undir sínum ymisku formum. At Kommunistar fóru aftur at laka seg saman, er einki løgið siga teir, serliga. hini Eystur- europeisku londini, id longu standa í tættum samarbeiði; men tað id er mest áhugavert og gevur tær víðastu hugsunn- arræsur, er, at vestureuropeisku londini Frankariki og Italia eru uppi i. Bæði hesi lond hava nógvar Kommunistar, og skuldu teir komið til ræðið, er Europa vorðin kommunistisk undir russ- iskum yvirvaldi og umsjón. Men Amerikanarar sýnast at vera seigir, tá ið åstendur, og kunna avrika nógv, tað sóu vit undir stórbardaganum, og tað er ikki at vænta, at teir gevast á hálvari leið. Teirra áskoðan er, at skal Europa bjargast frá Kommu- nismu; so má tað fáa hjálp. Annars verður kaos, og tá er gøtan greið fyri hini russisku Kommunismuni. Prísirnir á landbrúksverum, Hevur ein 6-marka bóndi í hesum tíðum ikki meira at liva av enn ein dagleiðari í Havn? Vit síggja tað, at tað hevur nógv at týða fyri samfelagið, at jarðabrúkið í Fóroyum kemur upp á føtur, og vit øvunda ikki bøndur ella aðrar jarðamenn, um teir fáa ein góðan vinning av sínum starvi; men vit kunna ikki vera samd við Kirkjubø- bóndan Páll Patursson, tá ið hann í »Dagbladnum« letur so illa at, sum føroyskir jarðamenn hava verið viðfarnir hesa dýr- tíðina, og sigur, at ein 6-marka- bóndi í Føroyum hevur íkki meira at liva av enn ein dag- leiðari í Havn. Øll hava hildið tað, at hann, sum í hesum tíðum hevur havt nakað at selja, hevur staðið seg best, og ringast hevur verið hjá honum, sum lønirnar hevur havt at taka av og keypa alt — hjá honum hava pengarnir ver- ið skjótir at renna. Og tá id talan hevur verið um dýrar vørur, so hava flest hildið, at tær føroysku vørurnar, sum ikki farmagjald skal hava verið gold- ið uppá, hava verið dýrari enn tær útlendsku. Eplir hiðani t. d. hava altid kostað nógv meiri enn at keypa uttanifrå, so tað er ikki at skilja, at hámarksprísurin á eplum skal hava køvt eplaframleiðsl- una. Prísurin á føroyskum epl- um hevur verið so góður — ikki hava tey verið skild — at tann bóndi. sum einki kann hava fingið burtur úr epladyrk- an hesi árini, hann fær tað aldri. Búnaðarfelagið finst illa at kjøl- prísinum. Tað kann vera at hann kundi verið hægri. Men í mun til sum hann var undan krignum og í mun til tað, ið gongur uppá seyðin, sum Jivir av grasinum, ið veksur vill í haganum, halda øll, at hann måtti ikki verið so at lasta. 2 krónur hava verið latnar fyri pundið, livandi seyður. Vit kunna kanska, seta krovið í gjøgnumsnitt til 25 pund, tað verður 50 krónur uppá seyðin. Ein sexmarka bóndi, í hvussu er norðuri á landinum, mátti skorið einar 100 seyðir. Ger hann tad, so fær hann fyri kjøt- sølu sína (bara seyðinum) 5000 krónur. Eftiri er so ullin, sum hevur verið í høgum prísi, og enn hægri ullvørurnar, eitt nú troyggjur. Í húsum, har arbeid- isfólk hava verið og dúgliga hevur verið tøtað, hava tey selt fyri meir enn 3000 krónur av troyggjum. Og tað hava ikki verið bóndahús við nógvum sayði. Altso vit síggja, at bara seyðurin má kunna geva bónda við 6 mørkum meira í úrtøku enn ein dagleiðari í Havn fær i lån. Og so er tað ikki bara seyðir ein bóndagarður hevur. Hann må tá hava neyt, og eingin kann jåtta ti, at mjolkaprisurin í Føroyum hevur verið so lágur, at mjólkaframleiðslan ikki skal hava loyst seg, serliga hjá teim- um, ið liggja nærindis pláss, har lagaligt er at sleppa av við mjólk. Sum prísurin er her í løtuni liggur hann langt oman fyri mjolkaprisin í Danmark, og jarðamenn har mugu eisini keypa kraflfóður. Skal fram- leiðslan av mjólk vera so dýr, at liturin kemur til 90 oyru, hvussu nógv skal hon tá verða seld fyri? Koma slíkir prísar á búnaðar- vørur, so kunna eingi ultan ríkmenn hava ráð at keya tær. Og sum vidurskift- ini hava verid, munu flest illa hava havt råd. Seydakjot hevur ikki verið hvønns manns kostur, og tað eru ikki mong, id hava fingið fatur á tí. Føroyskur búnaður má fáa livilig kor, men tað batar ikki at gera so, at eingin orkar at keypa búnaðarvørurnar. Før- oyskir bøndur kunna nú ikki fara og seta inntøkur sínar so upp, at tær verða ájavnt trol- skiparanna. Rýma teir av teim- um orsøkum Lil sjós, so má heldur onkur annar, id hugin hevur, taka garðarnar. Heldur enn at seta prísirnar á búnaðarvørunum so ovur- honds høgt upp, sum Búnaðar- felagið mælir til, má hitt al- menna geva studning til fóður og kunsttøð. Keyparar (forbrúk- arar) eru hitt stóra talið, og teirra interessum má verða givið ans. Til kirkjufólkið i Føroyum. Sum øllum kunnigt er Elduvik ein av teimum bygdunum í Føroyum, sum liggur eina ring- ast fyri, tå ið talan er um sam- ferðslu til og frá. Eingir eru vegirnir, og bygdin er av ring- astu brimplássum í landinum. Hetta er eisini tvørligt fyri kirkjufólkið í bygdini. Eingin kirkja er á plássinum, so fólkið má leita til Oyndafjarðar kirkju, hvørja ferð tey skulu til altars, hava barnadóp, brúðarvígslu o.s.fr. Hetta er torført — serlige tí at kirkjufólkið fyri at koma til Oyndafjardar má ganga gjøgn- um Elduvikslid, sum ofla og tilt er ógongd fyri ísi og omanlopi og minni enn so eru tað øll fólk, sum í vanligum umstøðum tora at ganga hesa ørðisligu líðina, har fjallið hongur uppi yvir og brimið buldrar í neðra. Hesi eru ti heilt avskorðin frå at koma í kirkju. Tað hevur tí verið ein stórur saknur, at eingin kirkja var í bygdini. Kirkjufólkið í Elduvik er ti komid åsamt um at royna at fåa reist eina kirkju, og er loyvi givið okkum til frá 7. til 21. okt. at savna saman pening til at byggja fyri. Undirritada nevnd loyvir sær ti við hesum at venda sær til kirkjufólkið í Føroyum við bøn um at rætta Elduvíks hygd eina hjálpandi hond, tá nú listar til innsavnan av peningi verða sendir út, so vit kunnu fáa tann kirkjubygningin, sum kirkju- fólkið í bygdini so leingi hevur tråa eflir, og sum er so hjarta- liga tillrongdur. Forcob Gardshorn, Elduvik, Martin Ninskard, Clement Clementsen, Hans S. Hansen, Clement Hammer, Facob Olvhøj, Johan Davidsen, Heinina Haraldsen, -— Oluffa Haraldsen, S. 7. TFoensen, Nes. Tá id havísjúkan valdar Bøndurnir skræða skinnið av hverjum gðrum. Her tykist vera syrgiligur felagsskapur bøndurnar millum. Í Dagblaðnum nr. 74 er ein grein um håmarkspris á seyði, sum gevur eina ringa mynd um hvussu menn kunna vera harð- hjartaðir móti hvørjum øðrum. Greinin er undirskrivad av onkrum, sum heitur seydarokt- arfelagið, hvat hetta nú er fyri nakað. fstadin fyri at hugsandi kundi vera, at teir bóndur, sum vóru slopnir óskalaðir gjøgnum vet- urin við seyði sínum, royndu at gera alt fyri at hjálpa sínum brøðrum, sum høvdu verið fyri óhappi og missi -og lapi, sum svíður gjøgnum nógv ár, so ætla teir nú al selja teimum seyðin til ovurprís og soleiðis tjena sær pengar av teirra Ó- lukku. Var tað ovmikid um teir søgdusum so: Vit sluppu skaða- „leysir, men tit vóru illa fyri, so vit vilja sjálvandi ikki selja tykk- um sleppingarlomb til hægri pris enn vit selja lomb annars, tey kosta okkum jú ikki meir at føða enn onnur lomb, eisini vilja vit geva tykkum okkurt lambið til gávus. Og her kemur løgtingið aftrat og gevur 8 krónur uppá lambið til teir, sum hava verið fyri óhappi og — 7 krónur uppá lambið til bøndurnar! Var tað nú ikki bíligari, at leir, sum mist hava, fingu allar hesar 15 krónurnar, og lombini, sum teir illa staddu bøndurnir noyðast at keypa, fingist fyri vanligan pris. Tí fyri tað, at eitt lamb verður kallað sleppingar- lamb stígur tað tó íkki harvið 7 kr upp í virði At í sama blað »prisnevnd Før- oya búnaðarfelags (hvor er hetta?) streingir á, at mjólkin verður hæðkað við heilum 50 pst. er jú filtligt at hoyra, helst hjá teimum, sum lítið ráð hava at keypa! Aftur í Dagblaðnum nr. 75 skrivar ein bóndi, sum ikki plægar at vera so vandin við lað, hann skrivar, og sigur, at eisini lamhsvirðið (hann mein- ar vist prísurin) yvirhøvur eig- ur at vera hæðkaður vid — 50 %/,. Hann skyldar upp á løn- irnar til at passa seyðin! Tær munnu ikki allastaðni vera so yvirhonds. »Seydurin í Føroy- um veksur upp sum gras,“ segði einaferð ein vælkendur maður. Tað ger hann sumstadis. Hesin bøndin sigur seg at vera verd an økonomisk móti trimum dagleiðarum í Havn, men ein 6 marka bóndi ikki meir enn móti einum. Hví endiliga móti einum Havnarmanni. Eru ikki dagleiðarar aðrastaðnis í Før- oyum? Hví ikki seta upp, hvat tað kostar at røkta seyð í Føroy- um? Seyðaráðgevarin skrivar eisini um seyðaprísir, men nevn- ir heldur einki. Hví skal tað dyljast, tá ið strongt verður eftir hægri prisum. Hesin bóndin mátti íalfall ikki hildið føroyskar bøndur verið so neyðarsligar. Undir sidsta veraldarbardaga roknaði hann út at bøndurnir høvdu offrad ti føroyska samfundinum 2 mill. kr. (Hin standandi spurning- ur«), Hví eru teir nú so harð- hjartaðir bæði móti sínum egnu og øðrum. — Tað plagar ikki at fáast aftursvar um spurt verður eftir onkrum í bløðunum. Ég fari tó