Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norðuratlantsbólk- urin vil ikki hava tað sitandi á sær, at teir hava borið seg skeivt at móti Thorvaldi Stoltenberg, og teir koma alment fram við skjølum, ið teir meta prógva teirra støðu í málinum DIPLOMATI Heri á Rógvi Norðuratlantsbólkurin er nú komin við skjølum, ið prógva, at Thorvald Stolt- enberg ætlaði at luttaka í arbeiðinum hjá bólkinum. Tað vakti ans, tá Norður- atlantsbólkurin kundi al- mannakunngera, at teir høvdu fingið sjálvand Thorvald Stoltenberg til at arbeiða fyri seg í einum av teirra fýra kanningar- bólkum, ið skal seta fokus ymisk viðurskifti við felags áhuga fyri Føroyar og Grønland. Tað eru teir tríggir, Lars Emil Johansen, Kuupik Kleist og Tórbjørn Jacob- sen, varamaðurfyri Høgna Hoyda, sum manna Norð- uratlantsbólkin á Fólkatingi Tað var 18. mars, at hetta kom fram í tíðindaskrivi frá Norðuratlantsbólkinum. Harfrá verður málið alsamt meira innviklað. Arbeiðið, ið Stoltenberg skal arbeiða saman við Norðuratlants- bólkinum í, snýr seg um hernaðarviðurskifti í Út- orði. Í Sosialinum 6. apríl sigur Thorvald Stoltenberg í samrøðu við blaðið: “at tað hevur als ongantíð verið upp á tal, at hann skal lýsa nakra hernaðarliga støðu hjá Føroyum ella Grøn- landi. Hann fer undir ong- um umstøðum at blanda seg upp í nakað, sum hevur við støðuna millum Dan- mark, Føroyar og Grønland at gera, sigur hann.” Í somu samrøðu sigur Stoltenberg eisini, at hann er keddur av, at hann hevur verið til eina tílíka mis- skiljing, og hann tók seg úr arbeiðinum beinanvegin, tá hann frætti um støðuni. – Eg fari ikki at leggja meg út í politisk mál, sum viðvíkja danska kongarík- inum, sigur hann. Og Før- oyar vóru als ikki upp á tal yvirhøvur, tá hann tosaði við Lars Emil Johansen, segði Thorvald Stoltenberg við Sosialin. Hann sigur harumframt, at hann er spurdur um at vera ráðgevi av Lars Emil Johansen, sum er limur og samskipari í Norðuratlants- bólkinum. Thorvald Stoltenberg er fyrrverandi uttanríkismála- ráðharri og verjumálaráð- harri í Noregi, fyrrverandi ST-friðarsemingsmaður, fyrrverandi ST-hákommis- serur, og núverandi leiðari fyri Reyða Krossi í Noregi. Svara aftur Seint út á fyrrapartin mána- dagin 8. april kemur Norð- uratlantsbólkurin so við einum tíðindaskrivi. Í hesum skrivinum greiðir bólkurin frá málinum. Teir siga seg harmast um, at Stoltenberg og Preben Wilhjelm, ið ikki kundi vera orsakað av sínari arbeiðsbyrðu, nú ikki vera við í arbeiðinum allíkavæl. Teir undirstrika, at arbeiðið tó heldur áfram av hesari orsøk. Tað mest áhugaverdi eru skjølini, har Stoltenberg verður biðin um at luttaka, og seinni játtar hesum sama. Tað stendur klárt í skriv- unum, at Thorvald Stolten- berg verður biðin um at luttaka í einum arbeiðs- bólki, og tað stendur eins klárt, at hann eisini játtar fyri hesum. Thorvald Stoltenberg verður í øllum førum ikki við í arbeiðinum hjá Norð- uratlantsbólkinum. Stoltenberg vildi vera við Thorvald Stoltenberg Hetta skjalið váttar, at Thorvald Stoltenberg vildi vera við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum 30 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Um páskirnar vóru føroysku bridge- landsliðini á venjing- arlegu í Gråsten BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Føroysku bridgelandsliðini – opið lið og kvinnulið – vóru í Gråsten í Danmark um páskirnar, har tey spæl- du við í einari venjingar- kapping. Hini londini vóru Danmark, Svøríki og Týsk- land. Farið var til kapping- ina við tí fyri eyga at fáa eitt sindur av dystarvenjing móti sterkari mótstøðu — nakað sum undanfarin før- oysk landslið altíð hava manglað undan teimum stóru kappingunum. Úrslit- ini kundu kanska verið eitt sindur betri, vit vunnu bara ein dyst av 12, og tað var sum ikki einaferð vertirnir úr Danmark, ið máttu lúta fyri føroyingum. Í Gråsten møttu vit av- bera stórum blíðskapi. Øll búðu vit privat hjá spælaru- num har í býnum. Ikki er óhugsandi, at vit í framtíð- ini kundu fingið eitt menn- andi og varandi vinarsam- starv millum føroyskar bridgespælarar og Gråsten. Endaligu úrslitini frá al- tjóða kappingini í Gråsten: Liðini eru sett Ferðin í Danmark eydnaðist kanska betri enn væntað. Fyrst og fremst fingu vit høvi at royna okkum móti sterkari leikarum, men vit fingu eisini vant okkum við at spæla við skermum, sledum o.t. Hetta er nakað, sum vit ikki eru von við her heima, men sum verður nýtt í øllum altjóða kapp- ingum – avgjørt ein góð barlast at hava við sær til Italia í summar. Kappingin var nevniliga ein liður í venjingini fram móti EM í Salsomaggiore, Italia. Beint eftir kappingina varð liðið sett, ið skal leika í opnum rað. Leikararnir eru hesir: Jóannes Mouritsen, 35 ár, stjóri, býr í Havn. Hevur føroysku landsliðsrekord- ina fyri leiktar dystir, 52 í tali. Var fyrstu ferð á lands- liðnum til NM í Ísland 1988, bara 21 ára gamal. Makkari við Heðin. Heðin Mouritsen, 35 ár, bilstjóri, býr í Havn, hevur leikt 22 landsdystir. Bogi Simonsen, 28 ár, sølustjóri, býr í Havn, hev- ur leikt 33 landsdystir. Makkari við Róa. Rói á Rógvu Joensen, 32 ár, skrivstovumaður, býr í Havn, hevur leikt 12 lands- dystir. Hans Jacob Petersen, 49 ár, skrivstovumaður, koll- firðingur men býr í Havn, hevur leikt 9 landsdystir. Makkari við Arnbjørn. Arnbjørn Sivertsen, 45 ár, lærari, býr í Havn, hevur leikt 9 landsdystir. Kvinnuliðið var longu sett, áðrenn farið var til Danmarkar. Hesar fyrstu kvinnurnar, ið skulu um- boða Føroyar í EM kapp- ing, eru: Jóna Grunnveit, 39 ár, leiðari, hon kemur upp- runaliga úr Vík men býr í Havn. Jóna spældi við á kvinnuliðnum í NM í Ís- landi í fjør summar, og er nú makkari við Majken. Majken Johansen, 44 ár, dómari, býr í Danmark. Hetta er fyrstu ferð hon er á landsliðnum. Arnleyg Eikholm Mik- kelsen, 52 ár, sjúkrasystir, býr í Hoyvík. Arnleyg var eisini við í Íslandi í fjør og er makkari við Marjun. Marjun Restorff, 44 ár, sjúkrasystir, býr í Hoyvík. Veteranurin á kvinnusíðuni, hevur verið við á øllum før- oysku kvinnulandsliðum higartil. Laila Danielsen, 36 ár, sjúkrasystir, býr í Havn, spældi sín fyrsta landsdyst í Gråsten. Makkari við Mariu. Maria Christiansen, 36 ár, lærari, býr í Havn, fekk eisini sín debut í Gråsten. Venjari og NPC (ikki spælandi liðskipari) hjá báðum liðunum er Svend Novrup. Hjálparvenjarar hjá ávikavist opna liðnum og kvinnuliðnum eru Finn Ougaard og Mortan Rasmussen. Í hesum spælinum hendi eitt sindur av hvørjum. Í dystinum millum Føroyar 2 og Týskland gingu meldini soleiðis í lokaðum rúmi: Tá Vestan skuldi melda, kundi hann byrja á 7 trininum, og tað hevði loyst seg at offrað í 7hj. Hann fer einans tríggjar niður, sum duplað kostar 500. Nei, valið stóð millum at dupla ella melda pass. Neyvan vóru 6sp meint sum eitt sperrimeld, og var týskarin vorðin óður í høvdinum, straffaði hetta meldið seg helst sjálvt. Einasta stikk, ið mót- spælið fekk var klK. Eystan spældi trumf út. Gott út- spæl, men einki hjálpti. Norðan kundi trumfa tríggjar hjartarar á borði- num og síðan dupultklípa í kleyvara, 1430 til Týsk- land. Í opna rúminum meldaðu og vunnu Árant Berjastein og Magni Jøkla- dal eisini 6sp. Her duplaði týskarin, vit fingu 1660 og vunnu nøkur IMP uppá ikki at dupla! Hjá hinum føroyska lið- num, sum í kappingini ann- ars stóð seg betri, gekk minni væl í júst hesum spælinum. Við tað eina borðið gingu meldini so- leiðis: Danirnir funnu ikki slemm- in. Men eingin kann siga Jóannes ringan fyri at stríð- ast hart og leingi við Vest- an-hondini. 5sp duplaðir +6 gav 1050 til NS, so um nú Rói og Bogi høvdu meldað slemmin, fóru 10 IMP okk- ara veg. Men teir komu tí- verri í 7sp, sum mátti ein niður, og danir fóru avstað við heili 15 IMP´s í hesum spælinum. Kanska fara hesi svingini onkuntíð at falla til okkara fyrimun – hvør veit? Til kapping í Bonn Føroyska landsliðið í opna raðnum er boðið til stóra landsliðskapping í Bonn 7. til 9. mai. FBS hevur tikið av innbjóðingini, og teir, ið fara avstað saman við Svend Novrup, venjara, eru Heðin Mouritsen, Jóannes Mouritsen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen. Opið rað: 1. Týskland 106 2. Svøríki 86 3. Danmark I 82 4. Danmark II 79 5. Føroyar I 66 6. Føroyar II 20 Kvinnurað: 1. Danmark 63 2. Svøríki 45 3. Týskland 42 4. Føroyar 28 Eitt løgið spæl: (set board við) A987653 K106 - Q87 10 J AJ874 Q9532 AQJ76 1082 4K J543 KQ42 - K953 A10962 V N E S J.Mouritsen Bruun H.Mouritsen Blakset – 2sp pass 2ut D 3sp pass 4sp 4ut pass 5kl 5sp D pass pass pass EM liðini sett V N E S Sivertsen Buchlev Petersen Schillart – 3sp pass 6sp pass pass pass Kvinnulandsliðið er nú úttikið, og tær hava júst verið í Gråsten í Danmark á venjingarlegu Opna liðið, sum eisini tók lut í Gråsten C M Y K 30 Nr. 66 - 9. apríl 2002 31 Deildarleiðari til virksemi í Smiðjugerði,Tórshavn Virksemi talan er um er: "Vinnuskeið". "Vart verkstað". Og "Umsorganararbeiði" Arbeiðsuppgávurnar Arbeiði fevnir um at verða við til at byggja upp eina fjøltotta og spennandi deild teimum arbeiðstarnaðu at frama. Arbeiðsøkið verður at hava um hendi dagligu leiðsluna og virksemi, og at luttaka í vanliga arbeiðnum á deildini. Førleikakrøv – hevur hóskandi útbúgving. – hevur samstarvs- og leiðslu evnir, at bjóða ymiskum fakbólkum – hevur áhuga og kunnleika at arbeiða teimum arbeiðstarnaðu at frama – hevur innlit í eitt nú galdandi lógir innan økið – hevur førleika til at útføra og fylgja upp ásett arbeiði, eitt nú handliplanir Vit bjóða – Spennandi uppbyggingararbeiði, har góðir møguleikar eru fyri ávirkan – Tætt samstarv við fyristøðufólki – Sera fjøltátta og sjálvstøðugt arbeiði – Skeiðmøguleikar Løn- og setanartreytir Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til fyristøðufólki Starvið verður at seta 1. juni 2002 ella skjótast tilber. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, lønarflokkur 6. Stýrið kann skila sær rætt til ongan at seta. Áhugaði verða biðin um at seta seg í samband við Kristinu Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135 fyri at fáa útflýggja viðkomandi tilfarð. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 11. apríl 2002. Umsókn saman við prógvið, royndarváttan v.m.skal sendast til: Sjálvsognarstovnin ALV Boks 301 110 Tórshavn brævbjálvin skal viðmerkjast: "umsókn deildarleiðari" "Vinnuskeið" Endamáli við hesi eindini, er at royna og venja arbeiðsevnini hjá tí arbeiðstarnaða, fyri at meta um arbeiðsmøguleikan hjá tí einstaka. At skipa fyri arbeiðsvenjing,við atliti til,at tann arbeiðstarnaði fær arbeiði ella kemur undir útbúgving. "Verkstaði" Endamáli við hesi eindini er at geva arbeiðstarnaðum fólki, sum ikki hava útlit til at klára seg á vanliga arbeiðsmarknaðinum, men sum hava tørv á at vera dagliga virkin á ein hvønn hátt,møguleika fyri at upplærast til at útinna t.d.lættari handverk. "Umsorgararbeiði" Ætla fyritíðarpensionistum, ið hava tørv á at koma saman við øðrum, møguleika fyri at útføra lættari handverk, virksemi ella hugna. Hetta fyri at fáa ein meira innihaldsríkan og stimbrandi dagligdag. 31