Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 aligt at hava nógv tóm fót á einum skipsdekki. Grønland hevur verið og er at rópa eitt stongt land, og tað hevur altíð tarnað Førovingin, at hann ikki til fullnar hevur kunnað troytt tað ríkidømi, sum er at vinna vid tær víðu Grøn- lands strendur. Men ræsurnar hava einki kunnað verið broytt- ar. Tað er tí einki at hugsa, uttan at ganga eftir teimum reglum ið eru, og haldu seg til tey rættindi, ið givin eru. Spurningurin í hesum føri er, um ikki gjørligt var hjá Foroy- ingum at lagt oljugoymslu har uppi. Ein havn var latin Fóroy- ingum, og tað mundi borið til at goymt olju har, og skip so sigldu hagar at taka sær olju. Landið kundi farið undir at lagt „tangar“ har uppi, og einki var at ivast i, at oljuskip fingust at sigla upp hagar at fylla „tang- arnar.“ Grønland hoyrir til Vestur- heimin landsliga, og hugsast kundi at oljan fekkst úr sjálv- um Amerika, um valuta var til taks. Har í sjálvsagt eisini væl til at upp- Førovingahavnini bar . > skipa fisk, sum gjørt var fyrr. Hús standa eisini, so hasum við- víkjandi var ikki nógv at gera. Hetta er eitt stórt mál, og tuð má vera skiligt, at tað verður tikið til umhugsingar. Føroying- ar eru langfaramenn, teir hava fingið fiskiflota, sum sigla kann langar leiðir, nettupp í teirri ætlan at leita fiskigrunnar upp Saltfiskur er í høgum væntandi er at víðari. prísi, og stendur við eisini komandi ár. Grønland cr leið, eitt fiskipláss uttan líka. Tað er tí at royna at vinna haðani alt tað. ið vunnið kann vera. hann roynd Fiskimenn Hví forera tit útróðrarveiðuna so bíluga burtur? Soleiðis sum fiskaprísurin nú er í utlondum, er tað harmu- ligt, at útróðrarmenn bert fáa 50 oyru pr. kg av torski. Tað eru mong ár umlidin, síðan undirritaði á fyrsta sinni skrivaði um tað tap, ið fiski- menn hava av at selja teirra veiðu til tann fyrsta tann besta keypmann fyri tann prís, sum hann vil rinda fyri fiskin í stað- in fyri at virka veiðuna og selja hana til útlondini sum saltfisk, klippfisk ella virkaðan á annan hátt. Á sama hátt havi eg roynt at vísa á, hvussu skeivt tað er at keypa dýrar vørur her á landi í staðin fyri at inn- flyta gjøgnum egin keypslufeløg. At keypa dyrt og selja bíligt er tað, sum førir okkara fiskimenn í armóð. Seljið fiskin dýran og keypið vørurnar biligar, má vera herróp slilmannsins, til tess FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Klakksvíkar kirkja. stovna vit keypslu- og søluteløg í hvørjari bygd, og øll hesi bygdafeløg ganga so saman i eilt landsfelag, sum hevur um hendi heilsøluna bæði inn og úteftir. Fyribils er tað útróðrarfisk- urin, sum talan er um. Harum er at siga, al seinasta velur vóru fiskimenn í ymsum bygdum so langt framkomnir, at teir salt- aðu fiskin sjálvir og seldu hann sjálvir til útlondini. Eg skal her nevna, at í februar seinast varð tilikur fiskur seldur til Keyp- mannahavnar. Har niðri — nei fob Føroyum — var prísurin lá 1 kr. 55 oyru fyri kg av salt- fiski, og tað gav útróðramonn- unnm, tá id allar útreiðslur — eisini fyri fleking, salting, um- ríving ele. — vóru avgoldnar, 64 oyru fyri kg av ráfiski irokn- að smáfisk, hýsu og all grams. Seinri seldu menn í eini aðr- ari bygd, og tá var prísurin hækkaður tíl 1 kr. 75 oyru í Keypmannahavn. Mær renn- urnú í huga, at prísurin var roknaður fob í føroyskari havn. Hesa ferð fingu útróðrarmenn 85 oyru fyri kg av ráfiski, men tå høvdu útróðrarmenninir sjálvir flakt, saltad og pakkað fiskin fyri onga løn. Nú í vetur er fiskaprisurin væl hægri enn seinasta veltur. Sum formaður fyri felag fiski- manna føli eg tað sum skyldu mina al siga við allar fiski- menn, at teir eiga nú at gera álvara av at taka seg saman og salta fiskin sjálvir. Best er um heilar bygdir ganga saman i felagi; men sjálvanda kann hvørt bátalag salta fyri seg og so selja í felag annaðhvørt bygdin ella fleiri bygdir í felag. Gerið so væl at lala undir- ritaða vita, hvørjar bygdir ið taka sær um reiggj at salla. Ti minnast skulu tit, at hetta bert er tað fyrsta stigið til at frigera ta arbeiðandi fjøldina á sjógvi og landi. Arbeiðarar á landi og sjógvi fylkist. 7. H. Danbjørg. CEMENT KALK MURSTEN ISBJORN Cement, RAPID Cement, danske Mursten og Melkalk haves paa Lager. Billigste Priser mod kontant Betaling. Valdemar Liitzen. Tif. 16 SPISISTOVUBORD og STOLAR hjå HANS P. POULSEN MOBILHANDIL Måltr. 238 Ætlanin er, um Gud vil, at halda 8. november 1947 nøkur møtir í Klakks- vikar kirkju, sum byrja 15. november. Talarar verða prestar og missionerar. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tann, id ikki veit sær innivist, bidist ringja til telefon nr. 58, 139 ella 124. K. F.U.M. K.F.U.K. Fara Amerikanarar endiliga úr Grenlandi? Blaðmaður frá Sunday Times hevði tiðindi at bera úr Amerika, at Amerikanarar nú skuldu flyta úr Grønlandi. Har vóru veður- og radarstøðir, sum Amerikanarar høvdu bygt. Dan- mark hevði ikki ráð at røkja hesar støðir, hevði heldur ikki nóg nógvar kønar menn at um- sita tær, og Marshall, uttanrikis- ráðharrin, helt at tær vóru ov týdningarmiklar at verða lagdar niður. Sum knnnugt hevur danski uttanríkisráðharrin, Gustav Ras- mussen, verið og samráðst við Marshall í Amerika um Grøn- land, men einki vist hevur verið at frætta frá hesum samráðing- um. Tíðindini vóru annars ikki váttað frá danska uttanrikisråd- harranum. Rólt hevur verið um, al Russurin hevur kravt støðir á Spitsbergen. Hetta krav man mest hava verið ætlað móti Amerikanarunum í Grønlandi. Og um tað verður, at Ameri- kanarar fara úr Grønlandi, kann Noreg meira róliga eftir- kanna hesum ynski Russarins. Teir rýma av landinum Jarntjaldið eystanfyri lykist at gerast trengri og trengri, og heimarnir framman fyri og aftan fyri tjaldið fara longri og longri frá hvørjum øðrum. Tú veit ikki so nógy um, hval id fyriferst, men tú hoyrir um menn, sum verða hongdir, ella sum standa fyri rættinum, og aðrar sum flýggja og sleppa undan deyðanum. Nú frættist aflur, at ein bóndaførari úr Eystureuropa er sloppir sær til rýmingar og er komin til Onglands. Tað er Mikolajezyk úr Polen sum er kendur politikkari og var eina tidina oddamadur fyri hini friu polsku stjørnini. Hann er sum hinir sagdur at manna seg móti teimum styr- andi. Hann fekk at vita, at teir ætlaðu at taka hann og so slapp hann sær av stað við sín bera kropp, áðrenn tað eydnaðist. ley Hann sigst at ætla sær víðari fram, til Washington. Hinir í Bóndaflokkinum siga Mikolaj- czyk var eingin góður maður, hann stóð ov mikið langt til høgru, og nú skuldu menn koma til, sum ganga leiðina longri til vinstru. Í Rumænia stendur bónda- førari fyri rættinum, og í Ung- arn er ein flýddur til Wien í Eysturríki. — Í Onglandi eru øll uppskakað av hesum tið- indum, og í Parlamentinum verður tosað um at legggja støðuna í Eystureuropa fram fyri Sameindu Tjóðirnar. Danmark Stjórnin Knud Kristensen hevur sagt seg frá. Tosað verður um savningarstjórn úr ymsum flokkum. Teir ríku statirnir í miðjuni av U.S.A. eru ikki fegnir um at lata so nógvan pening til Eu- ropa. Nú kemur Kongressin saman í november, og li fæst at frættast, hvat verður burtur úr Marshalls-ætlanini. Ameri- kanarar ræðast Kommunismuna men teimum dámar heldur ikki so væl at tveita ov nógvan pening til Europa. Noreg Kommunuvalini í Noregi sýna, at »Arbejderpartiet« at kalla helt støðuna, meðan Kommun- istar gingu aftur og Bónda- flokkurin og Hin kristiligi flokkurin gingu fram. Ísland Frá Íslandi frættist, at Javn- aðarmenn eru við at fáa høvdið fyri seg aftur, meðan Kommu- nistarnir vikna. Ein av høvuðsorsøkunum til afturgongdina hjá Kommun- istum halda menn vera, at teir í fólkaeygum eru einaræðismenn og lata politikk sín avgera sam- svarandi Ruslands internation- alu interessum.