leygardagur 22. november 1947síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22. november 1947
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Nr. 45
Sakligar grundir
Tað eru bløð, sum siga, at
Rinkenæs-málið er eitt stórt mál,
eitt hitt størsta, sum Føroya
Løgling er farið undir. (514.
september«.) Men stórmál lands-
ins, mál, sum eru góð, mál,
sum ikki eru partapolitisk, sum
eru tjóðini í síni heild til frama
og gagns, skuldu kunna verið
undirtikin av øllum pørtum.
Og kundu allir partar ikki tað,
so skuldi íhvussu so er málið
verið viðfarið sakliga og álvars-
liga, sum tað sømir seg týdn-
ingarmiklum málum.
Men Rinkenæs-málið er ikki
viðfarið sakliga og sannferðiliga.
Tað er bara vorðið ein av teim-
um vanligu tuggunum í ti
almenna orðaskiftinum her á
landi. Tað sum so mangt ann-
að sýnir, at vit eru ikki búnir
til nakað slag. Einaferð varð
sagt og ofta haft á lofti, at Før-
ovingar vóru eitt gamalt ment-
að fólk. Men teir sýnast ikki at
vera tað longur. Teirra mentan
er stórliga í afturgongu, og at-
burðurin í almennum orða-
skifti er ofta so, at har verður
ringast gjørt sær fyri skomm-
um.
Bløðini skuldu haft eina leið-
beinandi uppgávu, borið sann-
leikan fram. Men tey gera tað
ikki. Og tey bløðini, sum sig:
seg al umboða hin tjóðskapar-
liga partin av fólkinum (»Dgbl.«,
>14. septbr.«) hava hin versla
og skaðiligasta atburðin.
Farmasiglingarmálið, sum
nettupp haðani fyrr varð hild-
ið fram sum eitt tjóðskapar-
mál, hava teir gjørt til eitt gølu-
mál, eitt av ljótastu skammar-
málum, vit hava havt. —
Hvussu kann t. d. verða sagt,
sum >14. september« sigur, at
teir 4 menninir, sum fingust
við skipakeypið aftan á, at Løg-
tingið hevði vidtikid at keypa,
eru hesum máli óviðkomandi
menn? Teir eru tá fólkavaldir
menn, umboða meirilutan í Løg-
tinginum, og høvdu eisini meiri-
luta í figgjarnevndini.
Í sínum lóglærda erpni og
sjálvklóskapi fara teir so langt
at siga, at hesir fólkavaldu menn
skulu í fongsul, tí teir hava
skipað so fyri, at ein Løgtings-
ogn er gjørd búgvin og farin
at virka sum ein inntøkukelda.
(Hvat verður tað fyri eitt ræði,
vit kunna væntad, um hesir
menn skuldu komið og fingið
maktina. Sjálvandi skuldu allir
mótstøðumenn, sum vissa staðnis
í útlandinum í fongsul ella bein-
ast av landinum !)
Og hvussu vita hesir vísu
menn, um skipið er gott ella
ringt, ella um teir, id fingið
hava keypið í lag, hava verið
so gáloysnir og skilaleysir, at
teir ikki hava kannað eftir
góðskuni á skipinum, ella hvussu
hóskandi tað er til farmasigling?
Hava leiv fingið sín kunnleika
frá Ola Andnegl, id hvørja viku
heldur um sína faglærdu nøs
og harkar síni visdómsorð úr
sær?
Skal tað vera »likid útg, sum
målborid seg verður. Hatta
man tað vera: lekin, id dryppar,
og sum lekur bæði á ein og
annan, breiðir seg og verður til
ein stóran hyl, sum slatur, ill-
neitan og illteinki svambla í.
Nei, øll tekin eru á, at hesir
menn, sum tikið hava patent
uppá nationalismu og rættan
føðilandskærleika og skulu ferð-
ast uppi í skýnum, bara røkja
ørindi teirra, sum ganga sínar
sjålvsinteressur og seta egið
gagn og peningahug hægri enn
føðilandsgagn. Ol brøgd sýna
tað.
Hví eru tað altid vissir menn,
teir høgga í? Vinnulánsgrunnin,
sum hevur roynt at fáa fiski-
monnum skip at veiða á, men
sum hesir menn siga forkemur
landinum og setur fátækar fiski-
menn á húsagang. Hví tosaðu
teir ikki um »Tjaldrid«, eitt
gamalt far, sum Íslendingar
høvdu nýlt í mong ár, og sum
so Førovingar keyptu frá teim-
um og lótu umvæla fyri stóran
pening. Har og í so mongum
øðrum førum er nógv at finn-
ast at hjá monnum, sum seta
seg fram sum samfelagsins
reinsunarlið.
Men núer fólkið vitandi um
hesar menn og er vorðið kunn-
ugt við, hvat teir bera í skildri
sínum.
Carlsberg.
Hin 10. november vóru 100
år umlidin, sidan bryggjarin J.
C. Jacobsen gjørdi sina fyrstu
bryggingarroynd i vaskiketlinum
hjå mammu sini heima i hin-
um gamla bryggjargarðinum, ið
pápi J. C. Jacobsen åtti í Kø-
benhavn.
Í dag 100 ár aftaná, standa
Carlsberg Bryggerierne« sum
hitt størsta í nordanlondum, og
Carlsbergølið er kent um allan
heimin.
Ígjøgnum >Carlsbergfondetc
sum hin framskygdi og ideal-
istiski J. C. Jacobsen stovnaði í
1876 kemur alt rakstraravlop
vísindaligum rannsóknum til-
góðar.
>Ny Carlsberg«, sum sonur
J. C. Jacobsen, Carl Jacobsen,
stavnadi, varð í 1906 knytt til
hitt gamla Carlsberg.
Carl Jacobsen gav virki silt
»Ny Carlsberg» til »Carlsberg-
fondet«, soleidis at hin danski
staturin verunliga eigur hesa
virdismiklu ogn.
Carl Jacobsen stovnadi »Ny
Carlsbergfondet« og læt byggja
hitt vidakenda »Ny Carlsberg
Glyptothek«, hvar dýrgripir av
kunsti frå fornøldini verða
goymdir.
»Ny Carlsbergfondet« hevur
ikki minni tydning fyri danskt
listaliv enn »Carlsbergfondet«
hevur fyri vísinda rannsóknir.
Í roknskaparárinum 1915/46
rindaði »Carlsberg« 58 mill. kr.
í skatt til danska stalin.
J. M. Magnussen og
Páll J. Nolsee:
Mið, plinkar og ýti,
Útróður í Føroyum fyrr í tíð-
ini var sonn vísindagrein, og
tað vóru bert teir, vilugastu og
mest royndu, id vóru fullkønir
í henni.
Streymurin um landið gong-
ur í ymsar ættir og er upppi
til ymsar tíðir. Fiskurin stend-
ur ofta so neyvt, at liggur tú
ikki á vissum bletti í havinum,
bragdar tú hann íkki. Allar
hesar umstøður krevja av út-
róðramanninum minni, gløgg-
skygni og opnan sans fyri teim-
um broytandi natúrviðurskift-
unum.
Tað var eisini ein so ófatilig-
ur staðakunnleiki, teir gomlu
høvdu. Hvor nova, hvor knykil,
hvor gjóti hevði sitt navn og
ofta sina áhugaverdu søgu.
Hann, id hevur haftta eydnu
at ferðast við teimum gomlu
á landi ella sjógvi, sá, meðan
teir frásøgdu, ein heim opna
seg við ríkum lívi og manna-
sporum allastaðni. —
Hin eini høvundurin av hes-
um bóklingi, Påll J. Nolsøe,
sigur í fororðinum, at tann
broyting, sum farin er fram í
útróðrinum, og sum sett hevur
hin gamla róðrabátin í neystið
at fúna og droyma um gomul
brøgd og flutt maskinbálin í
stað hansara, ger, at kunnleikin
til hetta ríka navnalilfar fer at
doyggja burtur, um ikki menn
nú beinan vegin fara at savna
saman og skriva upp.
Tað er tað, hesir menninir
hava gjørt: at seta skjøtil á
hetta tydningarmikla arbeiði,
og vónandi er, at aðrir menn á
øðrum plássum fara at taka
eftir og gera tað sama.
Her eru nøvn og orð, sum
mugu vera óføra ríkt tilfar hjå
okkara málmonnum at taka úr
og kanna um. Nógv kann frá-
lýsast, men nógv er, ið ikki er
at týða, og her er tað hin vit-
skapliga køni málmaðurin kem-
ur til at draga í ljósmála tað,
ið øgreitt er.
Hitl almenna eigur meira at
fara at geva slíkum starvi ans.
Her er eilt øki, sum arbeitt må
verða við, og tað má verða
stuðlað frá almennari síðu. Vit
hava ein mentunnargrunn, og
her er ein uppgáva, sum eigur
at vera virkisøki hansara,
Rættir menn
at verja Suðuroy
Rudolf Dahl, Vági, hevur sent
klagandi fjarrit til >Dagblaðið<
um tað ringa postsamband,
telefonsamband og telegrafsam-
band, id Suðuroyggin hevur, og
sjálvandi = heingir blaðið ein
fittan hala uppí av álopum og
briksli eftir báðum løgtings-
monnunum úr Suðuroy, P. M.
Dam og Krististian Djurhuus.
Jú, »Dagbladid« átti at vera
besta hølið at farið í við klag-
um eitthvørt óskil í Suðuroynni
og soilla, ið Suduroyggin verð-
ur umsitin. — Fólkaflokksmenn,
sum altid hava verið so góðir
við Sudurovingar! Nøkur ár
herfyri høvdu teir tað uppskot
frammi á Tingi at selja >Smir-
il«, ið var einasta far, landið
hevði, sum nytiligt var at sigla
til Suðuroyar. Tá skuldu Suð-
uroyingar fáa okkurt gamalt bi-
ligt, sum Onglendingar tveittu
burtur (kanska sama slag sum
»Ternan«, ið ein Fólkaflokks-
maður keypti úr Onglandi, og
er so úlgjørd, at bæði ferðafólk
og farmur má vera havt á dekk-
inum). Tað skuldu tey so hava
at sigla við um Suðuroyarfjørð
og liggja stappað saman sum
seyðir og neyt.
Tað má sigast, at tað var um-
sorgan við lít, og sjálvandi
munnu allir Suðuroyingar vera
fegnir um slíkar umboðsmenn
og vænta alt tað besta frá teim-
um. —
Nei, Suðuroyingar kenna hasa
krokodillurøddina í >Dagblað-
bladnum«. Suðuroyingar vita,
at »Dagbladid« og Fólkaflokks-
menn hava altid sátt út illvilja
moti Suduroyingum, og einki
trúgva teir, et Thorstein Peter-
sen við sínum monnum eru
so ågrytnir eftir at hjálpa Suð-
uroynni at fáa betur samband
við hinar oyggjarnar og við út-
heimin. — Øll sunnan fyri hava
skilt gøluna, »Dagbladid« fekk
i lag móti Suðuroyingum, nú
ið hesin drátturin hevur verið
um »Oyrnafjall«.
Skotaveður
(cheviot) træveturs til leigu nú
i brundtidini. Mamman og påpin
innførd frå Skotlandi. Nærri við
Gunnar Peterscu,
Tvøroyri.
ze
Lysing.
Hjálpargrunnurin f. Garbeidstørar fiskimenn.
Umsøknir um studning i år
verða at skriva á blankettir, sum
eru at fáa hjá kommunustyrun-
um og verða at innsenda vid
læknaváttan innan 3. desember.
Stjórnin.