Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-12-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 47 FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR 2. desember1947 A ——i/iiwWwWe FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Prådf, blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER's Bókmentir Poul F. Joensen Millum Heims og Heljar f [Poul F. Joensen er í sínum skaldskapi ein uppreistrarmad- ur. Ger uppreistur móti van- ligari mannahugsan og serliga móti gudsótta og átrúnað í síni heild. Ikki er tað tó altíð, at ein uppreistrar- og mótmælis- hugur, sum kemur til sjóndar i orðum, er tað í royndum. Men Poul F. Joensen tykist at hava fragd av at skapa rim, sum vid viljað eru ætað at sára menniskju og gera til låturs teirra halgastu kenslur. Tað er hetta lyndið, ið lítir yrkingarsavnið, tí Poul F. Joen- sen hevur stórar skaldagávur, í sínum formi er hann lættur og leikandi, ikki tyngdur av tungum máltilfari, og sýnist skaldgávan honum at vera í kjøti borin. Hann hevur lisið, lisið gudslæru fólkanna, bískar og illar heimsspekingar, (iva- leyst er hann ávirkaður av teim støru Týskarunum Nietzsche og Schopenhauer og sjálvandi eis- ini av Georg Brandes) natúr- frøðingar (Darwin) og upplýs- ingarprofetarnar, sum spáddu, at menniskjan gekk fram móti einari eydnuøld, eini frigering- artid, síðsta og dyggasta takið var bert at útrudda gudatrúnna, sum var upprunnin av pátrúgv fólkanna og valdsmegi prest- anna. Hesin lestur kemur so nógv fram í ymsum av yrking- unum, og so eitt fornt, heiðið lívssýni. Við hvørt gerast tær so bondskar og »makabrar«, at ein må skira tær sum »blas- femiskar«, Hin finasti og hægsti skaldskapur í heiminum er tó sprottin av djúpari religiðsari kenslu og gudstrúgv. Eisini hin veldigasta og møgumiklasta. Je- hova í Gomlu Testamentu og tey religiðsu stórmenni har hava í øldir inspirerað skald, målarar og myndahøggarar. Einki er at ivast i, at lívið hevdi gjørst kalt, grátt og materialiskt, um skald og listarmenn fóru með alla at køva burtur hina religiøsu trúnna og hin religiøsa longsulin í menniskjuni, og at bannlýsa tað mystiska, sum býr í sålini og trúnna uppá tað ó- skiljandi í tilveranini. Tað er heldur ikki realistiskt beint at lýsa hin gamla Føroy- ingin, sum vanvirðandi átrúnað og tað sum er gátan í manna- lívinum (t. d. deyðan). Hin gamli Føroyingurin var í síni grund gudsóttandi, hóast hann viðhvørt (í drykkjulag sum i hini tiltiknu yrkingini Jarða- ferðin) kundi fara aftur í heiðinskap og gerast villur ber- serkur. Kristin lívsáskoðan lá djúpt í veran hansara. Hann gjørdi ikki uppreistur móti livs- ins mótburðum og knarraði, tá ið mótrák var. Hann var fata- listur. Hann trúði, at lagnan var løgd, tá ið menniskjan varð gitin. Á sjónum í havsneyð (sjá yrkingina Sjólátur!) bard- ist hann at bjarga sær; eingin gremjing ella angist kom til sjóndar. Skuldi lívið fara tá, var so ætlað. Gud hevði givið lívið, og hann tók tað so ella so, tá ið honum lysti. Menn- iskjan var eitt fon, og sum eilt fon var hon allastadni i skap- arans hond. Føroyingurin svott- aði ikki, hann bað eina bøn innantanna, áðrenn hann søkk. Men Poul F. Joensen er ein margfald natúr. Hann er, sum mangir skaldsligar andar tvi- sinnaður. Hann er beiskur og hánskur, men hann kann eisini vera yndisligur og spæla á tær eymu kenslurnar. Hansara yrk- ingar til føðilandið eru reinar, kenslubornar og einfaldar. Har er tað hin fyrsta Til Føroy- ar: »Féroyar min móðir, títt signaða navn, í hjartanum, rú- narist stendur, títt sorgblida bros, títt mjørkaloft dró tín son sjålvt við sólgyltu strendurc. Eisiniyrkingin Førova fólk kann vera nevnd: »Tann tjóð var æru krýnd og fri, sum gloymdi ei, tå beiskt var strid, seg búna væl at gera, ta vitnaði í túsund ár, um hvat ein fáment tjóð formár í neyð og sorgum herðað<. Og ein av seinastu yrkingum, sum er umyrkt eftir skaldinum Dante Gabriel Rosetti: Hin sæla moyggin kann kanska geva okkum ein varhuga av, at skaldið Poul F. Joensen er ikki so grimt og ilt við tað, sum bylgist í menniskjum, og hann skapar dreymir um ein para- disheim, har tær sælu andirnar hava búgv og leingjast eftir at finna tey, sum tær elskaðu her i hesum heimi. yHann kemur við glitrandi kransi um hår, í hvítum skin- andi skrúð, og við mína hond vil eg leiða hann hagar, hvar ljósins flóð fossar út, — vit vilja í flóðini baða oss fyri á- sjón Harrans, várs Gudsc. Regnfrakker. Imprægnerede Gabardine Dame- regnfrakker í flere Størrelser: Kr. 78.00 pr. Stk. Svære, hvide »Convoy« Herre- regnfrakker: Kr. 68.00 Stk. »WINDSMOOR« Niels Finsensgøta. Forrelningen, Vacuum Oil Company Vi har Lager af dette Firmas over hele Verden anerkendte Smøreolier í følgende Kvaliteter: Almindelige Skibsmotorer : Rubrex Marine Oil 110 (12) svær Rubrex Marine Oil 75 ( 9) mellem Dieselmotorer ; DTE Marine Oil Extra Heavy DTE Marine Oil Heavy Vacme Marine Oil Extra Heavy (Disse Olier kan desuden anbefales til almindelige Skibsmotorer, hvortil særlig fin Olie er paakrævet). Baademotorer: Rubrex Marine Oil 25 Mobiloil BB Automobiler: Mobiloil A, i Dunke á Í og 5 Gallons Mobiloil BB í Dunke á 1 og 5 Gallons Mobiloil C, í Dunke á 1 Gallon og 20 kg Trawlere (Dampmaskiner): Maskinolie, Komo Marine Engine Oil Cylinderolie, Marine Cylinderoil Oco i Marine Cylinder Oil Rarus Super Cylinder Oil Extra Hec'a Voco Marine Cylinder Oil Dark Konsistensfedt Stævnerørsfedt Kuglelejefedt Desuden kan vi med kort Varsel fremskaffe Olier til alle Special Formaai. AIS BALSLEV 8 CO Saafremt ingen Forsinkelser í Postgangen indtræffer, kan Post, som indleveres paa Postkontoret i Thorshavn senest Fredag den 19. December, paaregnes at naa frem til de fleste Pladser her paa Oerne til Juleaften. Imidlertid kan Vejrforholdene altid vanskeliggøre Postgangen, og Publikum maa derfor i egen |nter- esse sørge for at afsende deres Julepost i god Tid. Kun Post, sum indgaar til Postkontoret senest Tirsdag den 23. December, om- deles i Thorshavn Juleaften den 24. December. Det henstilles til Publikum at komme i god Tid med Jule- pakkerne til Danmark, saaledes at der ikke den sidste Dag op- staar unødvendig stærk Trængsel ved Pakkeindleveringen. Sidste Frist for Indlevering af Pakker i Thorshavn til M.S »Dronning Alexandrine« maa paaregnes at blive Mandag den 15. December KI. 18. Ellers er Postkontorets Kontortid: Lørdag den 20. December aabent Kl. 9—13 og 16—18 Søndag - 21. — — - 15—18 Mandag - 22. — — . 9—13 og 16—18 Tirsdag - 23. — — - 9—13 og 16—18 Onsdag - 24. — — - 9—14 Torsdag - 25. — lukket Fredag - 26. — aabent - 9—I1 Lørdag - 27. — — - 9—14 Søndag - 28. — lukket Onsdag - 31. — aabent - 9—14 og 16—17.30 Torsdag - Í. Januar — - 9—II THORSHAVN POSTKONTOR, den 6. December 1747. F. Danielsen, Foroya Javnaðarflokkur heldur ringfelagsfund týsdagin tann 16. í h. m. kl. 6 sp. i ir javnaðarmannarúminum í Tinghúsinum. Dagsskrá sambart lógina. Øll javnaðarfeløg verða biðin um at senda umboðsmenn á fundin. Javnaðarmenn á plássum har, ið einki javnaðarfelag er, eru vælkomnir á fund, Stjórn Javnaðarflokksins.