Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-12-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 1947síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6. desember 1947 Svar til harra D. P, Danielsen. Vit hava í blaðnum loyvt okkum at spurt D. P. Danielsen blaðstjóra á >14. september« hví hann í steyramålinum ein- ans legði eftir Meinhard Lam- hauge, tá ið hann sum fulltrúi Daniel Niclasens visti, at hesin hevdi selt steyrar frá Bretum dýrari enn Lamhauge. Men til allramanna undran steintagdi revsarin, sat sum sfingsurin og lat okkara spurningar fara fram- við. Men vit hildu áfram við okk- ara spurningum, til kletturin klovnaði. Nú hevur D. P. Danielsen svarað, ikki beinleiðis okkum, ið spurt hava, men óbeinleiðis við at skriva eina nýggja ill- gitunnar grein til formann javn- aðarflokksins P. M. Dam. Vit hava givið P. M. Dam greinina til viðmerkingar. Men imeðan hevur D. P. Danielsen prentað greinina í >14. septem- ber« og — sum tessverri vanligt — farið við ósannindum við at siga, at vit ikki hava viljað upp- tikið hana. Nú tå ið D. P. Danielsen hevur kunngjørt grein sína, sum vit annars ætladu okkum at geva innivist, er tað óneyðugt hjá okkum at taka av okkara tessverri alt ov lítla plássi til greinina. Vit fara tí einans at taka upp P. M. Dams viðmerk- ingar. Til harra D. P. Danielsen, bladstj Mær er givin grein frá tygum, har tygum ístaðinfyri at svara Føroya Sosial-Demokrati uppá hansara fyrispurningar, hava skrivað grein beinleiðis venda til mín. Ég fari at loyva mær at gera ta byrjanarvidmerking til tygara og lagsmenn tygara, ið fylgdust heim aftur til Foroyar við tygum aftaná eina langa útlegd, at eg og fleiri við mær fegnir vildu taka ímóti tykkum sum ungar, frískar óspiltar kreftir, ið ikki stevndu lægri enn at bjóða Førovum alv mátt tykkara til uppbyggingar og menningar. Men vit, id áttu hesar vónir til tykkara, vórðu vónsviknir, stórliga vónsviknir. ein og oG > Í staðin fyri at kenna frisk- leikan, stórsinni og framburðs- hug blæsa frá tykkum, hevur ein mogin deymur rokið úr fótafari tykkara. Tit eru, sum maðurin segði, lagstir í dunnu- hylin at róta eflir >sensasjón- unnm« og ti, sum eyðkennir slætrikellingina av versta slagi. Ti tit hava ikki smæst vid at nýta ósannindini og illgitanina nakað skandáliblað meiri enn í Norðanlondum, Higartil hava FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR tey føroysku bløðini åsannad, at Føroyar eru so smáar, at ein og hvør persónlig skandála fýk- ur inn í hvørt heim skjótari, enn nakað blað kann bera tíð- indi um hana. Bløðini høvdu ti ráð til at vera stórsinnað og ikki leggjast á hann ella hana, ið fallin vóru og jarðsligin. Bløðini nøvdu ráð til at vera tað undantak í pressuni, at um tey kundi verða sagt, eins og hin bretski »gentlmadurin« altid hevur sagt: Madur sparkar ikki å fallna figginda sin. Vit væntaðu at finna tykkum staldar, so hitt háborna eyð- kenni Føroyinga kom at lýsa — skirnað — av lívi gerðum og orðalagi tykkara. Men vit funnu tykkum vannskeplaðar sum Før- ovingar. Tit høvdu tikid við ti mest óføroyska útheimsatburð- inum, sum válkar sær í per- sónsskandálum. Vit funnu tykk- um fremmandar av lyndi, fremmandar av atburði, fremm- andar við allan sannan føroysk- an kultur og mentun. Við harm og trega síggja vit tykkum skikka tykkum sum boðberarar fyri einum lágum óheimligum skandålukulturi, tí sum eyð- kennir tjóðina sum hevur fingið rotspilluna i seg, og sum, um henda spilla fær loyvi at festa røtur, má farast — týnast. Tað ger okkum ómetiliga ilt at hava gjørt hesa ásannan. Ti um vón okkara gekk út, at tit koma at verða tænarar og boð- berarar fyri hábornum og há- flogdum hugsjónum, vildu vit kanska í tykkum funnið júst ta megina, ta loysandi kraftina, sum okkum tørvar fyri at taka okkum fram sum ein serstøk tjóð, id verd var at verða tald við sum ein háborin mentunnar- táttur í norðanlondum. — Annars er stutt at gera av viðvíkjandi lygara og skuldselingum móti mær: Eg havi ikki verið vitandi um nakað okur við steyrasølu. Havi ti ikki kunnað kent meg kall- grein aðan sum ábreiðslumann. Men lygum hava våttad, at tygum tagdi vid steyraokri Daniels Niclasonar, medan tygum lupu å Meinhard Lamhauge, ti hann i summum føri var gingin ov nær interessum teirra, sum eru fylktir vid arbeiðsgevara tygara. Tygum hava våttad, at tygum tagdi við vannkeypi og vannrøkt Skipafelagsins av kjansum sín- um sum einasta stóra farma- skipafelag okkara, tí at stjórin fyri hesum felagi situr ov nær arbeiðsharra tygara, = meðan lygum skundaðu tygum at leggj- ast á kroppin á mær, ti eg fyri landið hevði verið við til at keypa »Oyrnafjall«, Í hesum á- lopi tygara hava tygum og starvsbróður tygara Erlendur Paturssonur víst tykkum sum A1t fyri kvinnuna | Gentan og konan eiga tí at fáa tað besta, ið gagna kann og gleða. Sýran | | Skipstroyggjur, fínari troyggjur damuvøttir, hosur og vøttir. Seyðaskinn, vil, ull og allar føroyskar vørur keypast til allarbesta prís. | Nr. 47 Goya, Coty, Tokalon og Vardley eru merki, sum kvinnur um allan heim halda seg til, ta ið hud, hár og hendur skula vera væl rekt. Nylon negla- og tann- bustir, plastic baditaskur gera ómakin minni. Otto Jacobsen, Vestmanna. Tlf. 21 og 41. Færøsk Margarine VITA Ne1 Vitaminiseret Færesk Produkt. Fint Produkt. BEKENDTGØRELSE fra Valuta-Gentralen, Paa dertil given Foranledning har Valuta-Centralen vedtaget at henlede Opmærksomheden paa, at Andragender om Bevilling af Sterling til Indkøb af tilvirkede Varer, der hidrører fra Lande uden for Sterlingomraadet, ikke vil komme i Betragtning, med- mindre Andragendet indeholder Dokumentation for, at de paa- gældende Varer først forgæves er søgt fremskaffet fra Storbri- tannien eller andre Lande indenfor Sterlingomraadet. Valuta-Centralen, den 28. November 1947. E. B. J. NICOLAISEN teir argastu afturhaldsmenn og »bakstrevarar«, sum i Føroyum hava tikid penn i hond. Tær ósonnu skuldsetingar, tit og »Dagbladid« hava sett fram móti mær og teimum, ið keyptu hetta skip, vilja brennimerkja tykkum sum grimastu døkkormar i Ungu Føroyum. Tygåra skuldsetingar mær og teimum, sum sita i styr- inum fyri Vinnulánsgrunnin, fyri at hava drigið heila bygdir út á sjógv við at læna til hesi skipakeypini, sýna tað sama kolsvarta afturhaldslyndi, ið ikki smæist við at skunda sær at válka sær »skadefro« í hendi- ligum trupuleikum, ið allar royndir hava at byrja við. At skaðalátur tykkara eisini er spruttandi fullur av óvitan ella beinleiðis ósannindum ger hann so mikið ljótari og grefligari í framberan síni. móti | Lat meg enda her, tí teinurin verður ov langur at fara, skal eg lesa upp hin langa listan av afturhaldssyndum tykkara. Til tess er ikki pláss í blaði okkara. Í Havn, tann 28. 11. 1947. P. M. DAM. FØROYA BRUNATRYGGING Hús - innbúgv - vør- ur - verda tryggjad. Skrivstovan er opin frá kl. 10-1 og 3-5. Leygardag ; - - 10-2.