leygardagur 13. desember 1947síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA
SOSIAL-DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
> | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á : | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
Nr. 48 | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu Leygardagin 13. desember 1947 | kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið 21 árg.
Stjórnarskipanarmálið
er greitt frá hondini á tingi
Tað varð samtykt vid 12 atkvødum móti 6 nei-atkvødum
Leingið hevur toganin um
stjórnarskipanina staðið. Men
nú er hon lokin. Vónandi endi-
liga lokin. Vit siga vónandi, tí
á tingi boðaðu fólkaflokksmenn
frá, at teir vildu taka fólkatings-
valið sum eina styrkiroynd um
haldgóðskuna í teirri gjørdu
samtyktini á tingi. Tað ræður
tí um hjá øllum teimum, ið
vilja hava friðarlig arbeiðskor,
og sum kunna góðtaka stjórn-
arsamtyktina sum eitt nýtandi
arbeiðsgrundarlag, fjølment at
møta fram við valborðið, tá ið
fólkatingsvalið verður at fara
fram.
Tað kann ikki sigast annað,
enn at Føroyingar í teirri sam-
tyktu = stjórnarskipanini hava
vunnið sjálvræði og víðar ræsur
nógv víðari enntá, enn nakar
sjálvstýrismaður, íroknaður Jó-
anes bóndi Paturssonur, undan
krignum hevði droymt um.
Stjórnarskipanin verður at
geva okkum heimasjálvstýri við
rætti til sjálvir at tala okkara
vinnulivsinteressur í útheimi-
num.
Vit verða at fáa:
1) Fastan rætt til — tá ið vit
vilja, beinavegin ella so við og
við — at yvirtaka at kalla øll
tey mál og málsøki, ið vit
ynskja.
2) Lóggávuvald — óskert við-
vikjandi øllum teim málum og
málsøkjum, vit taka ta figgjar-
ligu og umsitingarligu ábyrgd-
ina fyri.
3) Føroyskt mál verður høv-
uðsmál, meðan danskt skal
verða lært væl og virðiliga.
4) Føroyska flaggið verður
skrásett sum flagg Føroyinga.
Kortini skulu statsins skip og
stovnar nýta danska flaggið eins
og tað stendur monnum frítt at
nýta føroyska ella danska flaggið
á landi (flaggfrælsi).
5) Miðað verður ímóti, at øll
umsitingin, eisini í felagsmálum,
verður á føroyskum hondum.
6) Føroyskar umboðsmenn til
varðveitan av vinnulívinum, har
ið teir vilja.
7) Peningaskipanina skal sam-
ráðast víðari um. Men hana
fáa Føroyingar soleiðis, sum
teir halda tænir teimum best.
0. s. fr.
Til umsitan av øllum hesum
verður sett eitt føroyskt mini-
sterium landsstýri — ætlandi
yið 5 monnum.
Forsetin verður løgmaður og
skal undirskriva allar tær lógir,
sum løgtingið samtykkir í ser-
málum. Annar ministari —
stýrismaður — verður at kon-
trasignera ella meðundirskriva.
Stjórnarskipanin er stutt sagt
næstan ein avskrift av tí upp-
skotinum javnaðarflokkurin fór
til vals uppá, og sum varð
borið í hvørt hús í Føroyum.
Greiðari vinnan á mál kann
valla henda nøkrum flokki enn
hent er javnaðarflokkinum í
stjórnarmálinum.
SAMRØDA
vid J. P. Davidsen
viðvíkjandi búnaðarráðsins vidur-
skiftum til steyramálið
Tá id búnaðarráðið er álopið
í steyragøluni, hava vit sett
fylgjandi spurningar fram fyri
J. P. Davidsen, løgtingsmann,
ið er búnaðarráðsins limur.
Hvat sigur tú til álopini móti
búnaðarráðnum í steyramáli-
num ?
»Vit eru«, svarar Davidsen,
»vanir vid tilik ógrundað álop
líka frå bóndatoksins døgum.
Tá vóru skuldsetingarnar ikki
minni.
Vit eru soleiðis vorðnir >imm-
unir« ímóti ábreiðslum frå hes-
um gølumonnum ?<
Hevur tú haft nakað at gjørt
við steyramálið ?
»Ikki í minsta máta! Mær vitandi
hava steyrarnir yvirhøvur ikki
verið til umrøðu í búnaðarráð-
num. Búnaðarráðið hevur so
statt als ikki haft við hetta mál
at gera.
Tá ið kantórfólkið í síni ar-
beiðstíð ger sítt arbeiði og upp-
fyllir skyldu sína yvir fyri kan-
tórinum í allar mátar, føli eg
meg noyddan við tað, og havi
eg roynt at gera mitt til, at tað
skal fáa hampaliga løn fyri ar-
beiðið. Ti må eg í sambandi
við lønspurningin siga ella upp-
lýsa, at búnaðarráðslimirnir
undir øllum krígnum hava
fingið somu løn sum undan
krignum, altso onga dyrtidar-
viðbót. Eisini má eg taka í,
at tann løn, sum búnaðarnevnd-
irnar úti á bygdum, ið eru 10,
hvør við 3 monnum, fáa er
skammiliga ring. Men ráðið
kann einki gera við hetta, ti
nevndanna løn er sett av tingi-
num. Tað ljóðar ti ikki væl
ið 14. septembers menninir vilja
siga fólki, at búnaðarráðið og
tær 10 nevndirnar okra sam-
felagið vid ovurstórum lønum.
Eg havi spurt meg sjálvan, hvat
uppgávu hava teir nýggju menn,
og fyri meg kemur skaldsins
rámandi orð; »Mitt land hevur
fostrað eitt ravnaslag . ..c
Lat meg til seinast viðmerkja,
at kantórpersónalsins privata lív
kemur hvørki mær ella øðrum
við. Fyri tað stendur tað ikki
búnaðarráðnum til svars ið
hvussu erc.
Føroya Javnaðarflokkur
heldur ringfelagsfund týsdagin tann 16. í h. m. kl. 6 s. p. í javn-
aðarmannarúminum í Tinghúsinum.
Dagsskrá sambart lógina.
Øll javnaðarfeløg verða biðin um at senda umboðsmenn
á fundin. Javnaðarmenn á plåssum har, id einki Javnaðarfelag
er, eru vælkomnir á fund.
Stjórn Javnaðarflokksins.
Havnar arbeiðsmannafelag
heldur ársaðalfund tann 28. december 1947 kl. 3 s. p. í
Tórshøll.
Dagsskrá:
1. Sambært grein 25 í lógini (val av nevnd o. 6.)
2. Lógbroytan.
3. Ymist.
NEYNDIN
OKSAKJØT
Á goymslu hava vit fryst oksakjøt í heilum fjórðingum.
FØROYA IMPORT
Tlf. 326
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei På
salatir
konserves