Sosialurinarkiv
Sosialurin 1947-12-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 1947síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 48 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Bráðf. blaðstjóri: MARTIN JOENSEN Prent: A. ØSTER's Heimatidindi . GUDSTÆNASTUR 3. sunnudag i adven innsetir Joensen próstur i Havnar kirkju hin nyggja kallskapellanin i Sudurstreymoy, Harald Jesper- sen. — Talvan gongur fyri kirkj- una. KATÓLSKA KIRKJAN Hámessa við prædiku kl. 11. Kvøldandakt kl. 6: »Bliver hver salig i sin Tro ?«, K.F.U.M. og -K. Sunnukvøldið kl. 8!/, verður felags ungdómsfundur í K.F.U.M. Ol eru vælkomin. BRÚÐARVÍGSLA Ídag, leygardagin 13. desbr. verða vigd í Fåmjins kirkju frgv. Anna Mortensen, Fámjin, og Johan Berthelsen, motor- maður, Tvøroyri og í Hvalbiar kirkju verða vigd frgv. Betta Næs, í Nesi Hvalbø og harra Frits Eið, bilmaður, í Porkeri. SILVURBRÚDLEYP Seinasta = leygardag høvdu hjúnini Bina og Niels Hjemsteen í Klakksvík silvurbrúdleyp. JÓLAHEILSURNAR byrja idag, so av tí kann siggj- ast, at jólini eru í hondum. Nú er at vóna, at luftin verður rein og eingin ófriður, so øll kunna hava gleðina av at hoyra málið á sínum, sum halda høg- tid í fremmindum landi. IKKI INNIVIST! Skaldini munu ikki vera væl umtøkt her á landi. Okkara frægasta, J. H. O. Djurhuus, sum ikki bert er gitin her á landi, men øllum Norðurlondum og øðrum londum við, fær íkki innivist i høvuðsstaðnum. Hann hevur bústað á Tvøroyri; men tå id hann enn er noydd- ur at starvast sum sakførari, hevur hann ofta yrkis vegna ørindi í Tórshavn. Seinastu ferð- ina, hann var, slapp hann inn á hotell, men nú hann skuldi fara avstað aftur, fekk hann boð um, at vístarplássið var tikið av øðrum. Hann veit sær ti eingi onnur ráð, uttan at gista umborð í >Smirli<, með- an hann steðgar. Hetta skuldi verið skomm, um tað frættist til fremminda landa, har teir gera stórt stás burtur úr slíkum monnum. VIÐAFARMUR Skonnartin »Borgin« var á Tvøroyri við viðafarmi til Ri- | FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR chard B. Thomsen. Hann man koma í tørvi, ti sunnanfyri hev- ur verið so illa statt, at fólk valla eru sloppin í jørðina fyri kistu. SKIPATÍÐINDI Nólsoyar Påll var á Havnini hósdagin við 1900 kitls. Høgifossur var inni í Føroy- um sama dag við 1600 kitts. Stella Argus siglir fullfermdir úr Hvítahavinum. Hevdi fiskað í 4'/, samdøgurð. Rankin fór av Tvøroyri við 1100 kitt, Tofta Regin av Vági við 1300 kitt. Dráttur sigst at vera farin úr Íslandi við 1700 kitt. Varðberg er á veg til Bret- lands við 1800 kitt. Skoraklettur misti skrúuna á veg til Hvítahavið. Hann neyð- landaði í Noreg. Miðafelli tók skrúu við til hansara. Danskt herskip liggur á Havn- arvág. »Drottningin« fór fyrst til Ís- lands tórskvøldið. Tað sigst at hon kanska siglir higani til Danmarkar týskvøldið. Fiskiskapurin við Føroyar er óførur, tá ið viðrar, bæði fyri linubåtar, snurruváðsbátar og »innstalleringar« við snøri. Tvær skonnartir vóru á Tvør- oyri og fermdi kol á Drellnesi hósdagin í vikuni. FISKAMARKNAÐURIN Sum lýsing í dag sigur frá verða marknaðirnir í Grimsby og Fleetwood stongdir um jól- ini og umboðsmaðurin ræður frá, at føroyskir trolarar koma hagar í døgunum 19. til 26. ds. Tað er óvist um Aberdeen- marknaðurin verður stongdur 2. jan. eins og ifjør, men 1. jan. verður hann stongdur. Vert er eisini at leggja til at Utfluttningsnevndin minnir reiðarar á skyldu teirra at siga henni frá øllum landingum, so hon í góðari tíð kann siga frá hjá Ministry of Food. Nú allir trolarar hava radio-telefon skuldi hetta kunnað latið seg gjørt. Vit vinna við at fylgja sáttmála- num so væl sum gjørligt. FESKFISKASØLAN ks. £ Rádni 2703 5714 Vesturvardi 1338 3265 kitt £. Trónd. i Gøtu 1368 4009 Beinisvørð 1104 3537 Sildberin 1505 3805 | Lastvognskoyring Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 13. desember 1947 Um jólini sigla bátar okkara eftir hesi ferðaætlan; Mánadag 22. desember. Dúgvan til Norðskála—Eiði, úr Havn kl. 10. Streymur til Vågar—Vestmanna, úr Havn kl. 7. Tróndur i Sundalagid (sum mikudag), úr Havn kl. 7. í Skálafjørð ( > > ) > > kl. 1230 Óðin í Skálafjørð ( > > ) > > kl.9 Týsdag 23. desember. Dúgvan til Hestoy—Skopun, úr Havn kl. 7. til Nólsoy, > » kl. II. til Hestoy—Skopun, > > kl 15. Tróndur í Sundalagið (sum leygardag), úr Havn kl. 7. í Sundalagið (Kollafjørð— Hósvík — Hvalvík — Oyrar— —Selatrað), úr Havn kl. 15. Streymur i Skálafjørð (sum leygardag), úr Havn kl. 7 og 15. Óðin í Sundalagið, (sum hósdag), > > kl 9. Mikudag 24. desember. Dúgvan til Hestoy—Skopun, úr Havn kl. 7. til Nólsoy, úr Havn kl. 11. Tróndur í Sundalagið (sum leygardag), úr Havn kl. 7. (Bert ein túr) Streymur i Skálafjørð (sum leygardag), > > kl. 7. (Bert ein túr) Hósdag 25. og fríggjadag 26. desember verður ikki siglt. Leygardag 27. desember verður siglt eftir galdandi ferðaætlan. Mánadag 29. desember. Dúgvan til Norðskála—Eiði, úr Havn kl. 4!/2 (lastar leygardag kl. 3). Streymur og Tróndur sigla sum vanligt. Týsdag 30. desember. Dúgvan, Tróndur og Streymur sigla sum vanligt. Om í Skálafjørð, úr Havn kl. 9. Mikudag 31. desember. Dúgvan til Hestoy—Skopun, úr Havn kl. 9. til Nólsoy, úr Havn kl. 14. Tróndur i Sundalagid (sum leygardag + Kaldbak suðurgang.), úr Havn kl. 7. (Bert ein túr) Streymur i Skálafjørð (sum leygardag), úr Havn kl. 7. (Bert ein túr). Óðin i Sundalagið (allar bygdir uttan Kollafj.), úr Havn 8!/2. Hósdag 1. januar verður ikki siglt. Tórshavn, 8. desember 1947. A/S Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrík. Lýsing. Fiskamarknaðurin í Grimsby verður stongdur í døgunum 24. og 25. december og í Fleetwood 25. og 26. december. Í Aberdeen verður marknaðurin opin jóladagarnar, men kann væntast at verða stongdur 1. og 2. januar. Vit minna á, at eigarin ella reiðarin hevur skyldu til at søkja um landingsloyvi og søluhavn við byrjanina av hvórjum tåri, og hvør einstøk landing er strangliga treytað av, at skiparin boðar Utfluttningsnevndini frá fiskanøgd og ætlandi søludegi í so góð- ari tid, at vit, sambært sáttmálanum, kunnu boða frá til Ministry of Food í London minnst tríggjar dagar áðrenn skipið kemur til søluhavnina. Tórshavn, 9. december 1947. ÚTFLUTNINGSNEYNDIN Jólalýsingin í Sosialin