Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-01-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 2 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3. januar 1948 Lýsing til brúkararnar. Tá ið hitt nýggja elektricitetsverkið verður bygt á trøð Jacob Wilhelmsens, er ætlanin so við og við heilt at skifta frá javnstreymi til vexilstreym. Tessvegna verða brúkararnir gjørdir varir við tað uppí- skoyti, ið býráðið hevur samtykt afturat treytunum fyri lating av streymi, og sum ljóðar soleiðis: »Byrådid skilir sær rætt til at broyta streymveitingina frå javnstreymi til vexilstreym, tá ið tað heldur tíðina vera lagaliga. Brúkararnir verða sjálvir at greiða útreiðslurnar til ta broyting í virkjum og innleggingum o. ø., ið gerst neyðug av skiftinum til vexilstreym, eins og aðrar útreiðslur, ið av hesum kunna koma.“ Við hetta umskifti verður streymurin til ljós broyttur frá 220 volt javnstreymi til 220 volt vexilstreym, meðan streymur til kraft verður broyttur frá 440 volt javnstreymi til 3X380 v. vexilstreym. Meðan ljósinnleggingin framvegis bert krevur 2 leiðingar til lampur, radiolurt, strúkijørn o. s. fr., skulu í kraftinnlegg- ingum til hvønn motor verða lagdar 3 leiðingar í staðin fyri 2, sum nú er statt. Ljósinnleggingar. Vexilstreymur roynir heldur meira á innleggingarnar enn javnstreymur, og tí kann gerast neyðugt at broyta ymist, serliga í heldur gomlum innleggingum. Somuleiðis krevja ymis áhøld at verða broytt, eitt nú gomul radiolurt og smáir motorar, ið bert eru gjørd til javnstreym, eins og ymsar serstakar lampur og tól. Flestu heldur nýggju radiotól og smámotorar, ið eru nýtt á ljósnetinum, eru alnýt (universaltól) og kunnu verða nýtt bæði til javnstreym og vexilstreym. Vanligar lampur, strúkijørn, ravmagnsovnar og -pútur, breyðristir o. a. m, kunnu óbroytt verða nýtt til vexilstreym. Viðvíkjandi útreiðslum til neyðturvuligar broytingar galda hesar reglur: 1) Stikkleiðing (til skjøldurin) kostar elektricitetsverkið. Sama er um umskifting av málara. 2) Áðrenn streymurin verður skiftur, fær elektricitetsverkið í lag, at innleggingin verður roynd og eftirkannað, men kostnaðin ber ánarin. Uppfyllir innleggingin ikki galdandi reglur fyri vexil- streymveiting, er tað skylda brúkarans at fáa innleggingina í fullgóðan stand til vexilstreymveiting. Aðrar møguligar broytingar, sum standast av skiftinum til vexilstreym, verða gjørdar á kostnað ánarans (brúkarans). Fær brúkarin ikki innleggingina í slíkan stand, sum regl- urnar seta fyri, slítur verkið veitingina til tann part av innleggingini, sum er í óstandi, til hann er fingin í full- góðan stand. 3) Radiotól, ið bert eru gjørd til javnstreym, kunnu verða nýtt, tá id fingnir eru einsrættarar til tey. Viðvíkjandi áhøldum, sum við umskiftið frá javnstreymi til vexilstreym eisini mugu verða umvælað vegna slit ella ringa viðgerð, greiðir brúkarin útreiðslurnar til sjálva um- vælingina. 4) Fyri nýggjar innleggingar, ið verða gjørdar eftir 1. januar 1948, og sum fyri fyrst fáa javnstreym, galda tær reglur, at innleggingin beinanvegin eigur at verða gjørd eftir regl- unum fyri vexilstreym, og áhøld, ið ein fær sær, eiga at vera alnýt (universaltól), og verða tey aloftast ógvuliga lítið dýrari av hesum. Krftinnleggingar. Sum áður nevnt eru kraftinnleggingarnar til javnstreym gjørdar við 2 leiðingum frá avbrótarum til motorar, meðan vexilstreymur krevur 3 leidingar, Allir motorar skulu verða um- skiftir við 3 fasaðum vexilstreymsmotorum til 380 volt, við tað at javnstreymsmotorar vanliga ikki hóska til at verða umvældir til vexilstreym. Ravmagnskøkar kunna vanliga eisini verða nýttir til vexil- streym við ongum broytingum. Viðvíkjandi útreiðslum til broyting av innleggingum og umskifti av motorum galda hesar reglur: 1) Verkið kostar stikkleiðingina. Sama er við umskifti av målaranum sjålvum, 2) Innleggingin verður umafturløgd á ånarans kostnaði. 3) Nýggjar innleggingar, ið verða gjørdar eftir 1. januar 1948, eiga at verða gjørdr 3-fasaðar, tó at tær fyri fyrst fáa javn- streymsveiting, og verkið veitir einki tilskot til slíkar innleggingar, hvørki tá ið tær verða gjørdar ella seinri, tá ið skift verður til vexilstreym. 4) Umskifting av motorum og broyting av øðrum áhøldum frå javnstreymi til vexilstreym ber ánarin kostnaðin av. Til leiðbeiningar fyri brúkaran skal verða upplýst, at van- liga verður bert loyvt at nýta motorar við í mesta lagi 0,5 hk á ljósnetinum. Størri motorar skulu verða sambundnir við allar 3 fasur í einari kraftinnlegging. Tórshavnar býráð, 19. desember 1947. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Nr. Í Lysing. Eftir lóg av 12. mars 1923 um kommunala skattaålikning í Føroyum, verða allir teir persónar, sum skulu verða åliknadir persónligan kommunuskatt í Tórshavnar kommunu, bidnir um annaðhvørt sjálvir ella við fulltrúa, tó um so er undir fullmakt- gevarans egnu ábyrgd, innan 15. januar 1948 — ella viðvíkj- andi teimum, sum eru skyldigir at føra autoriseradar handilsbøk- ur, innan endan av januar mánaði 1948 — at geva upp inntøku sína fyri árið 1947 samsvarandi við tey skema við leið- beining til sjålvuppgåvu, sum nevndin letur flyggja út til skatta- gjaldararnar. — Serliga verður víst á, at persónar, sum í yrki sínum vanliga nýta eitt annað rakstrarár enn álmanakkaárið, hava rætt til í sjálvuppgávuni at nýta rakstrarárið, — Tey soleiðis útfyltu skema verða latin inn til Tórshavnar likningarnevnd. Tað verður her beinleiðis gjørt kunnigt, at tann, sum ikki gevur upp í rættari tíð inntøku sína samsvarandi við áðurnevndu lóg, missir rættin til at gera mótmæli móti skattaálíkning síni, uttan so at hann kann vísa á, at álíkningin gongur upp um hansara veruligu inntøku við meir enn 25 pct. — Er munurin meira enn 25 pct., skal hann lata skatt av síni veruligu inntøku við 25 pct. í viðbót Tann, sum einki skema hevur fingið við útbýtingina, eigur sjálvur at fáa sær skema sítt á býráðsskrivstovuni, av tí at møgu- lig mistøk við útbýtingina hava onga ávirkan á undanneyndu ásetingar. Persónar, sum eru skyldigir at føra autoriseraðar handils- | bøkur og skattaskyldig deyðsbúgv, skulu saman við uppgávu av inntøku síni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir figgjarst6du við rakstrarársins byrjan og enda. Sjålvuppgåvur, sum ikki eru innkomnar innan ådurnevndu frestir i tí fyriskrivaða sniði og beint undirskrivadar, kunnu ikki krevja at verða tiknar til umhugsunar. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar um goldnar lønir o. a. m. til arbeiðsfólk sítt, og mugu teir innan 15. januar 1948 koma fram við hesum frágreiðingum til líkn- ingarnevndina, sum teir eru skyldigir eftir ådurnevndu lóg $ 34, og verður lagt aftrat at slíkar frágreiðingar, tá ið arbeiðsgevarin førir seg undan, kunnu verða kravdar fram av innanríkismini- steriinum við dagbót. Tað verður gjørt kunnigt, at tann, sum til skaða fyri komm- unu móti betri vitan gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur skeiv- ar upplýsingar til líkningarneyndina um sína inntøku ella síni ognar- og førimunarviðurskifti verður straffaður vid, at hann til kommununa bøtir 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið. Øll verða biðin um at skriva nåvn og bústað (gåtunavn) skilliga á sjálvuppgávuna, so at tað verður ikki misskilt. TORSHAVNAR LÍKNINGARNEYND Færøsk Margarine VITA Ne 1 Vitaminiseret Færøsk Produkt. Fint Produkt. Ferðagóðstrygging teknast hjá okkum. TRYGGINGARSAMBANDIÐ >FØROYAR Blaðstj. Martin Joensen. — Arnold Osters prentsmiðja. —