Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-01-10, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10. jannar 1948 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Rrådf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN Prent: A. ØSTER's Heimatidindi. KATOLSKA KIRKJAN Håmessa vid prædiku kl. 11. Kvøldandakt við føroyskari prædiku kl. 6. STRANDFARASKIPINI Her hjá okkum hindrar ofta veður skipum at koma til á- settar dagar. Men tá ið so er vorðið, skuldi helst umsitingin (administratiónin) sagt frá. Ofta hendir, at >Smirila ikki kann koma til Suðuroyar leygardag. Fólk kunna so ganga og híða eftir honum næstan allan dagin. Tey kunna vera komin úr øðr- um bygdum og ætla sær av Tvøroyri og suður til Vágs í »Smirli«. Varð so frásagt nóg tíðliga leygarmorgunin, kundi hesi ferðafólk, sum ørindi høvdu í Vági, farið til gongu suður, tí hóast ikki viðraði eftir sjónum, kundi farandi verið eftir land- inum. NÓGV GÓÐGÆTI TIL JÓLA Tað frættist, at pundságóði okkara í Bretlandi er at siga uppi. Men hóast hesi álvars- somu tidindi, so tóktust ikki góðgæti ella ónyttu vørurnar at tvørra nú til jóla. Fleiri tons av sjokolatu kom til landið, og handlar vóru fullir av leikutoy. Hava vit ikki okkurt, sum skal ansa eftir innflutninginum og umsita tað peningsvirði, sum vit eiga í útlondum ? Í HVÍTAHAVINUM Trolaramenn eru ikki heima hvørki vetur ella summar. Í ár hildu teir høgtid í Hvitahav- inum ella siglandi til marknað- in. Men havið hevur havt góð- ar jólagávur at geva. Summir hava selt og selt væl, og summir sigla heim við góðum farmi. FISKASOLAN i: ks. £ Leivur Ossursson 3356 9019 Joan. Patursson 4971 13273 Gullfinnur 2103 8286 Eirikur Jallur 2769 7544 Havborgin 2918 7805 Dragaberg 3105 8290 Haffstein 2623 5431 Skorðaklettur 2034 5059 FØRCYSK grønsåpa er tann besta FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR Til Føroya Sosial-Demokrat! Harri bladstjori. Í blaði tygara nr. 47 hava lygum við Tingakrossi sum heimild borið skeiv tíðindi um 14. SEPTEMBER og Þrísráðið. Tygum síga, at 14. September var ikki nidursettur í prísi. Hetta. er skeivt, tí 17. novbr. skrivaði Prísráðið til okkara at leysasøluprísurin = skal setast niður í 15 oyru beinan vegin. So skjótt sum vit høvdu fingið hetta bræv í hendi — tað var sent til Dánjal Paula í Seyrvági, men seinkaðist av kavanum sum tá var — fingu allar sølubúðir, sølumenn og søludreingi“ boð um at seta prísin niður í 15 oyru. Spyrjið prentsmiðjuna, so fáa tygum eisini hetta váttað. So siga tygum, at tá dómur var sagdur yvir Tingakross 19. nov. bevdi Prísráðið einki gjørt við 14. September. Av tí ið omanfyri er skrivað sæst, at hetta eisini er skeivt. Bræv Prísráðsins um leysasøluprísin er skrivað tveir dagar áðrenn Tingakrossdómurin fall. Við hávirðing Blaðstjórar 14. SEPTEMBERS Vit hava einki at siga til hetta. Okkara frásøgn og umrøða vóru tiknar eftir Tingakrossi. Hann má so svara til um hann ikki hevur borið sonn tíðindi. Jólaheilsan „Dagblaðsins“ til A.T, (virki arheiðara og fiskimanna á Tvøroyri). »Dagbladid« hevur ongantid verið serliga hoviskliga skrivað blað. Ein skuldi trúð, at aldur og royndir rinu á tað, men tað tykist ikki at vera. Nú til jóla hevði tað eina óndskapsliga jólaheilsan til A. T. (virki ar- beiðara og fiskimanna á Tvør- oyri). Í týðiligum orðum bar tað tey tíðindi út um landið, at A. T. hevði havt skattatrupul- leikar og hevði ikki verið ført at gjalda skattin eins og aðrar fyritøkur. Ti hevði Dam runnið allastaðni at fáa A. T. ein dugna og nú fingið Tingmenn at hjálpa sær at broyta skattareglurnar, so tær skuldu gagna A. T. — og bara A. T. — Vit kunna ikki rósa okkum av at vita so væl sum »Dagbl.« um hvør og hvørj- ir, ið ikki hava goldið løgtings- skattin. Annars vita vit íkki, at tað skal rópast út á geilar um hvør, ið hevur skattatrupulleik- ar, og hvor id ikki hevur gold- id skattin til åsetta tid. Eru skattavaldini so tigandi, at tey fylla nidur i Dagbladsmenninar, figgjarliga hvussu stendur til vid teimum ymisku virkjum i í Føroyum? Skal hetta fara og verða sidurin, tá kann >Dgbl.c tosa um »korruption« í Føroy- um. Ella hvat hevði verið sagt, um F.S.D. fór at briksla teim- um stóru fólkaflokksmonnunum skattaviðurskifti teirra fyri at draga politiskt gagn av tí? Allir menn vita og mugu á- sanna, at einki kann vera verri gjørt móti einum virki (forræt- ning) enn at bera út í almenn- um blaði, hvussu illa, ið skal standa til hjá ti. Tað er at seta tað niður í mannaeygum, ein dråpsroynd av ringastalslagi, og er eilt grefligt dømi um sinna- lagið hjá honum, ið er upp- havsmaður til gerðina. Annars er at siga, at um skattareglur vórðu so broyttar, at virki, ið umbygt høvdu skip, fingu gagn av hesum broytingum, so kundi tað ikki bara vara A. T., ið gagnið fór at nýta, tí tað eru jú nógv feløg og virki í Føroy- um, sum keypt og umbygt hava skip? Fólkaflokkurin mátti átt ein- hvønn sidamann, id havt kundi Nr. 2 at teimum skrivaði monnunum í »Dagbladnum« og sagt teim- um, hvat id sømdi seg í blað- skriving, og hvat kundi loyva sær sjálvt í ódámlig- um politiskum orðaskifti. ein Húsaeigarar, sum ikki hava greiðu á, hvørja peningahædd teir skulu seta undir fastognarroknskapsins punkt 2 >Virði av bústaði í egnum húsum“ á sjálvuppgávu- blaðnum, kunnu fáa tað at vita við at venda sær til býráðsskriv- stovuna, tlf. 63, kl. 4—6 frá hósdegi 8. januar til og við 15. januar 1948. Tórshavnar líkningarnevnd, tann 8. januar 1948. Føroya Sjovåtrygging Skip - motorbåtar útróðrarbátar - verur verða tryggjað ULL Fyri ull verður fyribils grvið 6 kr. kilo í býli við klædna- vørrur o. fl. Bundnir klútar takast sum vanligt i býti M.k „Nellie“ til solu. »Nellie« er í góðum standi og útgjørd við linu- og snurri- váðsgreium, klár til fiskari. Hon er 53 tons brutto og lastar 250 skpd. av saltfiski. Motorurin er ein 20 hk. Gamma. Seinasta boð áðrenn 20. januar. ELI MORTENSEN, Tvøroyri VIÐSKERI Til fáa ein hóp av góðum viðskera, sum vit gera sjálvir Royn okkara frálíka góðu heimagjørdu speygipylsu (Salam) Annars hava vit altid hópin av fleski og oksakjøti og allar húsarhaldsvørur, sum tit hava brúk fyri í heiminum, frískar og góðar, alt til sámiligar prísir. S$mæram, tlf. 47, 48, 49 og 101. Grót og skervur. Øl, id vilja keypa skerv ella gråt eiga at venda sær til kom munukantórið. Grót og skervur megu verða goldin fyrst, áðrenn tey verða heimtað. Bilstjórar verða åmintir, at teir ikki kunnu heimta grót ella skerv uttan við einum limi av vegnevndini ella einum umboðsmanni fyri kommununa, Froðbiar sóknar kommuna.