Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 honum, so mugu aðrir døma um tað. Men eg hugsi ikki, at hasin >vinurinc er førur at vera hin rætti og sannføri dóm- arin. Í hvussu er, haldi eg meg ikki hava orsakir til at smæast av andanum í F.S.D. heldur enn teir menn, ið skipa tí blaði, har hesin dulnevndi »gamli vinur« setir sitt åvaringarbræv. Nógv eru tey nú á døgum, sum prýða seg við sjálvstýrisnavni, men sum einki annað sýna enn bert navnið. Og hví skulu Dam og Louis vera størri syndarar og fáa meira briksl enn aðrir? Vil hesin »gamli vinur« vera sann- førur, so kundi hann ivaleyst duga at sett saman ein synda- lista hjá øðrum monnum enn hasum báðum nevndu. Tað, id eg havi skrivað við- víkjandi >Rinkenæs<-málinum, taki eg ikki aftur. Har kunna bondsk orð hava fallið; men bløð gjørdu eina slíka gølu burtur úr hesum máli, sum einki hevði við stýrisskipan at gera, og fóru so ósakliga fram, at skuldi verða tikið til orða, kundi tað ikki vera øðrvísi. Løgtingið hevði játtað skipa- keypið. Hví skuldi tað so vera lógbrot og koma undir stranga revsing, at Løglingsmenn og limir Landsnevndarinnar fingu skipið út at sigla fyri Løgtingið? Ella skal tað vera so, at lógir skulu strangliga nýtast bert móti monnum, ein ikki er væl í øgn við? Og á sama hátt viðvíkjandi >Tingakrossic. Eingin verjir lóg- brótarar ella vil »anarki«, um hann heldur, at tað er óneyð- ugt harðliga farið fram móti einum lítlum fátækum blaði at flyta tað fyri rættin og á- leggja tí bót, ti tað setti leysa- søluprísin fyri tey fáu eintøk, sum soleiðis seld vórðu, upp. Mong munnu halda, at lógir og lógarreglur mangan vera undar- liga útlagdar her á landi, eins og mangt fer fram, ið sjónskari er enn hetta, og sum ikki verð- ur átalað. Aðrenn eg endi skal eg biðja henda >ygóða gamla vin« væl at røkta sína egnu sann- leikskenslu, og kemur hann fram aftur, so at koma í opin- skaraføri og ikki fjala seg í al- mennum bløðum. Tvøroyri, hin 18. des 1947. Martin Joensen. CEMENT KALK MURSTEN ISBJORN Cement, RAPID Cement, danske Mursten og Melkalk haves paa Lager. Billigste Priser mod kontant Betaling. Valdemar Liitzen. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR / hal . Lysing. Samsvarandi kommunuskattalógina av 12. mars 1923 verða allir skattaíbúgvar í Froðbiar sókn bidnir um at geva upp skatta- inntøku sína fyri árið 1947 soleiðis sum ávíst er í skattaskemu- num við leiðbeining til sjálvuppgávu. Teir sum ikki hava skyldu at føra auloriseraðar handilsbøkur, eiga at geva upp innan 15. januar 1948, meðan teir, ið hava hesa skyldu, eiga at geva upp innan endan av januar mánaði 1948. Ein kann geva upp við fulltrúa, men hevur kortini ta fullu ábyrgd fyri upp- gávuna. Mint verður á, at persónar, sum í yrki sínum vanliga nýta eitt annað rakstrarár enn álmanakkaárið, hava rætt til í sjálv- uppgávuni at nýta rakstrarárið. Til leiðbeiningar við rætta útfylling av skattaskemunum verður minnt á, at skattur sum ikki er goldin við árslok 1947, kann ikki verður frádrigin inntøkuni. , Sjálvuppgávan verður at lata til sóknarstýrisskrivstovuna á Tvøroyri. Tað verður her beinleiðis gjørt kunnigt, at tann, sum ikki gevur upp í rættari tíð inntøku sína samsvarandi við áðurnevndu lóg, missir rættin til at gera mótmæli móti skattaálíkning síni, uttan so at hann kann vísa á, at álíkningin gongur upp um hansara veruligu inntøku við meir enn 25 pct. — Er munurin meira enn 25 pct., skal hann lata skatt av síni veruligu inntøku við 25 pct. í viðbót Tann, sum einki skema hevur fingið við útbýtingina, eigur sjálvur at fáa sær skema sitt á sóknarstýrisskrivstovuni, av lí at møgulig mistøk við útbýtingina hava onga ávirkan á undan- neyndu ásetingar. Persónar, sum eru skyldigir at føra autoriseraðar handils- bøkur og skattaskyldig deyðsbúgv, skulu saman við uppgávu av inntøku síni senda inn rakstrarroknskap og uppgerð yvir figgjarstøðu við rakstrarársins byrjan og enda. Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar innan ådurnevndu frestir í ti fyriskrivaða sniði og beint undirskrivaðar, kunnu ikki krevja at verða tiknar til umhugsunar. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at geva frágreiðingar um goldnar lønir o. a. m. til arbeiðsfólk sítt, og mugu teir innan 15. januar 1948 koma fram við hesum frágreiðingum til sókn- arstyrid, sum teir eru skyldigir eftir ådurnevndu lóg $ 34, og verður lagt aftrat at slíkar frágreiðingar, tá ið arbeiðsgevarin førir seg undan, kunnu verða kravdar fram við dagbót. Tað verður gjørt kunnigt, at tann, sum til skaða fyri komm- unu móti betri vitan gevur skeiva sjálvuppgávu ella gevur skeiv- ar upplýsingar til sóknarstýrið um sína inntøku ella síni ognar- og førimunarviðurskifti, verður straffaður við, at hann til kommununa bøtir 10 ferðir tann skatt, hann hevur svikið. Øll verða biðin um at skriva nøvn síni og bústað skilliga á sjálvuppgávuna, so at tað verður ikki misskilt. Tvøroyri, hin 2. januar 1948. FROÐBIAR SÓKNARSTÝRI Gamli konservativi admirálurin snerkti illa, tá iå hann hoyrdi allar lovprising- arnar av tif»sjosjaala« etc, etc, etc. Men Hann åtti ongan pening, før til um- | hann koyrdi hann ikki å dyr. bodsmann Føroyinga i Danmark og bad Tá id okkara góði vinur fer, hálar hann vælsignaðan hjálpa sær. hann upp visittkort sítt fram, gevur ad- Maður fór til Danmarkar at biðja um sleipistød. Teir bankaðu uppá hjá mongum góð- um Dana. Fyrst komu teir til Alsing Andersen verjimálaráðharra Dana. Hann tók væl ímóti teimum. Madurin helt allastaðni langa rødu um tað »sjosjaala«, Nú mátti tað »sjosjaala« fram í Føroyum etc, etc, etc. Men tå id hann kom til ein gamlan konservativan admirál, tók uppaftur rødu sína um vælsignilsid við ti »sjosjaala«, ið nú mátti verða gjert í Feroyum, mundi bleðran brostið, miralinum tað og sigur, at um hann vildi treffa seg, var hann at hitta á »Kongen af Danmarke millum 3 og 4 e. m. Tá smílkaðist admirálurin. »Hellige Enfolde. E.s. Alsing Andersen slættaði tó sjógv- in. Gamli admirálurin var vandur við eitt sindur av hverjum — og Alsing An- dersen fekk kortini sleipistødina til høv- udsstadin, Mr. Woodman, sjosjaalist »ex-setra«, 10. januar 194 8 Eksperturin Kjartan. Kjartan Mohr hevur nú talað: »Oyrnafjalle er, gamalt burturkast! Er so meiri at siga? Allur Havnarbýur í skellilåtri — og láturin rungar so langt sum Kjartans fótafar hevur rokkið. »Krossure« sigur, at júst tað, at Kjartan er ímóti, gevur missålit, er nóg mikið til at prógva, at »Oyrnafjall« er eitt gott skip, eitt gott keyp. Hann minnir á >Vikholme, sum Kjart- an var uttanlands eftir og keypti sum tann seksperturine, hann er, eftir seygna- måli«, id segði at roynast fleiri føtur ov stutt — og skipid!!!! Firmaid Evensen, id Kjartan keypti fyri, var — segdist — ikki sjey ferðir fegið. Tad fór og »Vikholm« fór. Hvat vid »Hrimfaxi« í Íslandi, systir- skiþinum til »Havhestin««? Hetta var skipid, id Kjartan vildi flyta inn til Føroyar. Hvussu var dygdin i hesum skipi? Tad sigst at hava haft tveir kettlar og mist annan vegna ódygd. Hvussu skjótt gongur tað við kettli- num, id eftiri er? Hvussu nógv er eftiri av styrkini í hesum kettli, tá id rustur og tæringur eru frádrigin? Hvussu nógvan pening skuldu teir 3 2aktiunerarnir« seta í skipið? Frætt er, at Kjartan av landsnevndini var biðin um at geva eina skriftliga frá- greiðing hesum og ødrum spurningum viðvíkjandi. Men ikki ein stavur skal enn vera komin frá honum sum svar upp á spurn- ingarnar. Tí kundi hverki fólkaflokksmaður, sambandsmaður, gamla 'sjålvstyrismadur ella javnaðarmaður í landsnevndini yvir hevur taka stødu til ella realitetsvidgera Kjartans »Hrimfaxa«-plånir úr Íslandi. Allir høvdu varhuga av, at her var kan- ska talan um eitt >Vikholme-bragd. >Vikholme varð til »Wood-holm« — »Hrimfaxi« varð til einkis. Wood-mann. Nýárstala Trumans. Truman presidentur helt stóra nýárstalu til hitt amerikanska fólkið. Hann læt ikki væl at hinum sosiala standinum í Amerika. Mong sótu í trongum korum, og teir uppgangandi prísirnir ótu lønirnar upp hjá arbeiðar- unum, hóttaðu landið við in- flatión og einari niðurgongutíð sum aftan á hin fyrra verðald- arbardagan. Hann gav uppskot til ein »new deal« eins og Roosevelt sáli á sinni og mælti kongress- ini til at jálta Marshallætlanina nú til heyslar aftur. — Sum kunnugt vóru tað re- publikanarar, id vunnu sein- asta valg. Ein flokkur, id vildi geva alt leyst: eingin prísansing, eingin eftirhyggjan av vinnu- lívinum. Hesin politikkur bærdi upp hitt stóra amerikanska lán- ið til Bretland og hevur skuld í kreppum í Europa, eins og hesin politikkur nú sýnist at hótta vinnulívið í Amerika við stórari neyð, um hann ikki verð- ur steðgaður.