Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

28. februar 1948 FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR Nr. 8 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR drådf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN Prent: A. ØSTER's TIDINDI Valgúrslitini og „hin forfjon- aða oyggin“ Valgið hetta gav gott dømi um, at Suðurovggin at rópa liggur uttan fyri hitt landið, hvat id tíðindasambandi viðvikur. Valgurslitini = skuldu verða kunngjørd um alt landið við útvarpi úr Havnini. Men í flest- um mottakarunum var slíkt ó- ljóð, at einki fullfiggjad úrslit fekkst at vita í Suðuroy, fyrr- danska útvarpið bar tíð- Og aftan á tað, frætti ein onnur tíðindi um aðrar menn, ið valdir skuldu vera. Ikki fyrr enn høvuðsstaðarbløð- ini komu suður, kundi sonnum siga hvørjir, id fólka- lingsmenn vóru vorðnir. Verkfall. Fløkjan millum gerðarmenn og fiskimenn gjørd- ist nú so mikil, at tingingarnar eru slitnaðar og feløgini boða frá verkfalli. Hetta er stórur landaskaði. Vit hava ávíst aðra- staðni at Løgtingid må upp í leikin, og sum støðan er nú, er hetta meira fyri neyðini. enn indini. ein av ul- Skip farin. »Marshall«, linu- skip úr Vági er farið fyri kon- trakt, sum teir høvdu ifjør. Reiðarin, A. Godtfred, sigst ikki at vera í reiðarafelagnum. »Falkurin«, línuskip, av Tvør- oyri hevur leingi ligið búgvin at fara, men nú fór manningin heim aftur. Vit hittu ein av manningini, og segði hann, at reiðarin, Peter Mortensen á Hvítanesi, hevði hug at lata skipið fara fyri kontrakt, sum høvd var ífjør. Men hesin reið- arin er limur av reiðarafelagn- um, og hann fekk ikki loyvi til at lata skip sítt fara avstað. Saltdampari kom á Tvøroyri við salti. Lýsing. Øllum sølumonnum av Hval- biar koli verður hervið fråsagt, at um ikki verður roynt at flyta tað kol tit skulu hava skjótast møguligt út hiðani, verða vit noyddir at acceptera tilboð frá Danmark, sum kemur at umfata alla framleiðsluna frá Hvalba. Nøgdin av koli, sum liggur á goymslu nú, er ca. 1200 tons kunnu vit ikki liggja við hesi mongd longur, meðan einki verður útflutt, men vilja heldur taka við tilboðnum sum om- anfyri nevnt. Hvalbøur, 12. febr. 1948. Stjórnin fyri. ROYNDS KOLASOLU S.v. Niclas Jensen form. y og LISTAFELAG FØROYA varð stovnað í 1941 millum utt- anlandaføroyingar i Keypman- nahavn til tess at styðja burt- urstaddar føroyskar listamenn og fyri at forða fyri at mætastu verk teirra skuldu gleppa Før- oyum úr hendi. Á komandi ársaðalfundi í apríl í ár verður felagið flutt heim til landa, og heita vit ti nú á allar forovingar, ið athuga hava fyri list, og biðja teir styðja felagið við at gerast limir áðr- enn henda fund, har nýtt nevnd- arval verður. Limagjaldid er 10 kr. árliga. Endamál felagsins er at gera og nøra um eitt føroyskt lista- savn við at keypa føroysk lista- verk, ið nevndin ætlar hava varandi virði, og at finna og keypa føroyskar lutir við lista- virði, ið førdir eru av landi (82). Eftir tykki sínum kann nevnd- in keypa onnur listaverk enn føroysk, og kann hon við figgj- arligari ábyrgd fyri ársaðalfundi taka uppá seg aðrar spurningar føroyskari list viðvíkjandi enn umrøddir eru i 3 2 (83). Felagið starvast fyri útgávu av ritgerðum um listarlig evni (8 9) Verður felagið tikið av, verða ognir tess Føroya lands ogn og skulu latast uppí hendur á Før- oya løgtingi (S 12). Á nýggjárum hvørt ár fær hvør limur annaðhvørt send- andi ein lítlan listalut ella lutad verður limanna millum um ein størri listalut, id føroyskir lista- menn geva til gávu. Til stjórnina av tí almenna listasavninum, sum Føroya løg- ting í seinastu tingsetu setti á stovn, og sum løgtingið veitir 10.000 krónnr til árliga, velur Listafelag Føroya sambart skip- anina fyri tí almenna listasavn- inum 2 limir. Tey, id hug hava at gerast limir, kunnu melda seg inn hjá einum av hesum umboðsmonn- um felagsins: Viggo Dahl, keypmaður, V águr máltr. 15. — Hjørleif Enni, keyp- maður, Tvøroyri, mltr. 61. — Jógvan K. Petersen, keypmaður, Sandur, mltr. 2. — Aage Dahl, ursmiður, Tórshavn, mltr. 595. Leivur Lutzen, landsrættarsak- førari, Tórshavn, mltr. 45 & 481. Jákup í Jákupsstovu, fulltrúi, Sørvágur, mltr. 8 ella 40. -- Jakob Højgaard kommunulækni, Fuglafjørður, mltr. 38. — Kar- sten Hoydal, fiskafrøðingur, Klakksvík, mltr. 9. — H. D. Jo- ensen, fylkislækni, Vestmanna, miltr. 3. Øl eiga at brúka Føroyska hondsápu frá fabrik OKKARA Útbjóðing: „Hitaverk í Vágs nýggja skúla“. Bygging av hitaverki (miðstøðuhita) í Vágs nýggja skúla verður her útboðin eftir tekningum og frágreiðingum, sum verða útlæntar á kommunuskrivstovuni í Vági, so leingi nakað er eftir, hvønn dag frá hósdegi 19. februar h. å., fyri 25 kr. í peninga- trygging, sum verður afturgoldin, tå id lánið kemur aftur heil- skapað. Skrivligt boð í afturlatnum konvolutti, merktum: Boð upp á „Hitaverk í Vágs nýggja skúla“, verður latið inn til kommunuskrivstovuna í Vági seinast mánadagin 5. ápríl h. á. kl. 18, og verða tey innkomnu boðini upplatin týsdagin 6. ápril h. á. kl. 19 í hjáveru teirra, sum hava boðið og kunnu verða hjá. Kommunustýrið skilar sær rætt til óheft at velja millum innkomnu boðini ella eftir umstøðunum einki at taka. Tann, sum ætlar sær at bjóða upp á hetta arbeiðið, ger óivað beinast at koma til Vágs og hyggja at skúlanum, áðrenn boð verður lagt á. Vágur, 14. februar 1948. Kommunustýrið í Vági. tey Meðan s.s TJALDUR er í dokk, siglir s.s GRIPØ, ið fer úr Keypmannahavn um miðjan mars. Þ.J Skipafelagid Føroyar. | —iWwiiwiidiidoe — | | ÍSUR | | AGNSID FRYSTIGODS Partafelagid HAVNAR FISKACENTRAL telefon 259 og 133 AKTIESELSKABET FØROYA BANKI AFDELING: TRANGISVAAG HOVEDKONTOR THORSHAVN Stittet 1906 Aktiekapital og Reserver ca. Kr. 1.800.000 Bankforretninger af enhver Art udføres. Kontortid Kl. 11 — 3. Lørdag 11—2. Vit lata: Feskt kjøt og flesk pylsur feitivørur livurpostei salatir konserves S. HOULBERG A/S Kødbyen, København.