Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 1

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

1 www.samband.fo www.samband.fo Valevni Sambandsfloksins í Norðoyggjum Erikka Eltør Saman - sterkari www.samband.fo Valevni Sambandsfloksins í Norðstreymi Bárður Nielsen At standa saman, tað er gott www.samband.fo Valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Finnleif Guttesen Suðuroygging fyrst og fremst www.samband.fo Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi Sterkari vinnulív Høgni Mikkelsen Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymi www.kajleo.com Kaj Leo Johannesen Eg vil berjast fyri einum rættvísum samfelagi! Miðflokkurin: Bara kristin- dómur í Føroyum Jóannes Nielsen: Norðurlendska viðurkenning Baksíðan síða 3 síða 6 Fimleikagentur: Flott avrik í Danmark SKIPASMÍÐ Jústinus Leivsson Eidesgaard Í gjáramorgunin skrivaðu um- boð fyri spanska skipasmiðju- samtakið IZAR og landsstýris- maðurin í samferðslumálum Bjarni Djurholm undir sátt- mála um bygging av nýggjari Suðuroyarferju. Hetta hendi á skipasmiðjuni í San Fernando í Suðurspaniu. Skipasmiðjan hevur smíðað skip seinastu 250 árini. Ferjan skal verða liðug í seinasta lagi 12. oktober 2004 og prísurin er 305 milliónir krónur. - Eg eri væl nøgdur við, at tað aftaná drúgvar samráðingar er eydnast okkum at undir- skriva sáttmála við IZAR. Ser- liga fegnist eg um, at suð- uroyingar nú fáa eina ferju, ið er skræddaraseymað til farleið- ina, og at tað ikki hevur verið neyðugt at skarva av projekter- aðu ferjuni, sigur Bjarni Djur- holm. - Við støði í teimum upplýs- ingum, ið eg havi fingið um skipasmiðjuna í San Fernando, meti eg, at hon er væl før fyri at byggja ferjuna, so hon lýkur øll tey krøv, ið eru ásett í sáttmálanum og í tilhoyrandi byggispesifiktiónini. Strandf- araskip Landsins fer tó eisini at nýta ta neyðugu orkuna til byggieftirlit í San Fernando til tess at tryggja, at dygdin er í lagi. Strandfaraskip Landsins hevur higartil stýrt verkætlan- ini á ein sera kompetentan hátt, og eg eri sannførdur um, at henda stýring eisini heldur fram á fullgóðan hátt í byggi- tíðini, sigur Bjarni Djurholm Suðuroyarferjan nú veruleiki Nr 67 mikudagur • 10. apríl 2002 • 76. árgangur • Kr. 12,00