Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Nr. 66 - 9. apríl 2002 3 Lars Emil Johansen, fólkatingsmaður, sigur, at Thorvald Stoltenberg skifti meining, eftir at hann hevði játtað at vera við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi POLITIKKUR Edvard Joensen Tað er eitt mistak, at tað ikki er boðað frá í føroysk- ari pressu, at Thorvald Stoltenberg ikki er við í ar- beiðinum hjá Norðurat- lantsbólkinum kortini, sig- ur Lars Emil Johansen. Sosialurin skrivaði leyg- ardagin, at Thorvald Stolt- enberg als ikki er við í nøk- rum arbeiði hjá Norður- atlantsbólkinum á Fólka- tingi, sum bólkurin annars hevur boðað frá í tíðinda- skrivi, sum sent varð føroy- sku fjølmiðlunum í seinasta mánaða. Roynt varð til leygar- dagsblaðið at fáa eina við- merking frá grønlendska fólkatingsmanninum Lars Emil Johansen, sum var tann, ið hevði tosað við Stoltenberg. Men Lars Emil Johansen var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar. Seinnapartin fríggjadag- in ringdi Lars Emil Johan- sen til Sosialin og segði tá, at tað var eitt mistak, at tað ikki var boðað frá í føroy- skum fjølmiðlum, at Stolt- enberg ikki var við kortini. Hann segði, at tá hann á fyrsta sinni tosaði við Stolt- enberg, játtaði hesin at vera við. Seinni ringdi hann so aftur og boðaði frá, at tað vildi hann ikki kortini. Lars Emil Johansen sigur grundgevingina tá vera, at Thorvald Stoltenberg helt arbeiðsbyrðuna gerast ov tunga. Lars Emil Johansen sig- ur, at hann hevur skrivað til Thorvald Stoltenberg og greitt honum frá, hvat ætlanin var við teirri nevndini, teir ynsktu at fáa Stoltenberg at sita í. – Eg skilji væl Thorvald Stoltenberg og virði eisini hansara avgerð, sigur Lars Emil Johansen, sum eisini vísir á, at hann hevur greitt frá í grønlendskum fjøl- miðlum, at Stoltenberg kortini ikki verður við í ar- beiðinum hjá Norðurat- lantsbólkinum á Fólkatingi. Løgmaður byrjaði rundferð sína undir heitinum »Føroyingar hitta løgmann« í Sandavági hóskvøldið. Men hann virkaði móður og sá ikki út sum nakar vinnari POLITIKKUR Edvard Joensen Fólkafloks ungdómur og løgmaður er farin undir eina rundferð í landinum, har tey bjóða fólki á fund at hoyra, hvat løgmaður hevur at siga. Eisini kunnu fólk seta honum spurningar. Fyrsti fundurin í røðini varð hildin í Sandavági hóskvøldið. Knappliga hálvthundrað fólk mundu vera møtt í SÍF húsinum at hoyra løgmann, sum í sam- fullar tríggjar tímar sat einsamallur á einum palli við eini mikrofon í hondini, meðan hann fyrst tosaði sjálvur og síðan lurtaði eftir og svaraði spurningum frá vágafólki. Sagt eigur at verða bein- anveg, at tann, sum hevur fylgt eitt sindur við, fyrr hevði hoyrt alt, sum løg- maður hevði at siga. Har var satt at siga einki nýtt at frætta. Tað var við eitt sindur av spenningi, fólk vóru møtt, tí hetta við at ferðast landið runt er nakað, vit plaga at frætta úr eitt nú USA, har teir koyra við toki og steðga her og har við tju hey og horntónleiki og øllum sirkussinum, sum tað er, afturút. Men løgmaður hevði ein- ki hornorkestur ella annað undirhald. Hann virkaði móður og ikki serliga væl upplagdur, har hann sat á pallinum. Minti ikki um nakran vinnara, hóast stóra veljarakanningin enn lá eitt samdøgur burtur. Hann tosaði sum vera man um undirsjóvartunnil, Gásadalstunnil, flogvøll og friðingar í Vágahavinum, nú hann var í Vágum. Og hann bedýraði, at hann fór ikki at lova klaksvíkingum, tá hann kom norður haðar, at hann skuldi lata upp aftur í Vágahavinum, so teir fingu sett línu aftur á teimum nú friðaðu leiðunum. Fólk spurdu eisini dúg- liga, og helst vóru tað slíkir spurningar, sum høvdu svarið givið frammanund- an. Tað var eyðsæð, at fleiri fólkafloksfólk settu spurn- ingar, sum skuldu geva svar, ið váttaðu tað, tey helst vildu hoyra. Tað vil so vera. Eisini teir vanligu spurn- ingarnir um, hví pensiónin hjá konuni nú eisini skal lækka, tá maðurin fær krígspensión. Og løgmaður er fólkalig- ur maður, so hann greiddi nágreiniliga frá. Fór heilt niður í tekniskar smálutir, so tey flestu, sum inni vóru, keddu seg. Eitt einsamalt sambands- valevni við eitt sindur av viðhaldsfólki, var eisini møtt á fundinum og royndi at halda seg til í vón um at vinna nakrar atkvøður. Onkur einstakur tjóðveldis- maður var eisini at síggja, men teir vóru fyri tað mesta kúrrir. Bara heilt móti endanum var ein, sum fanst at, at løgmaður hevði gloy- mt at siga frá, hvør hevði sitið á kassanum í Albert Hall hesi árini, løgmaður læt so væl at figgjarliga. Stoltenberg broytti meining Grønlenskir fjølmiðlar hava, sambært Lars Emil Johansen, fólkatingsmanni, fingið at vita, at Thorvald Stoltenberg kortini ikki verður við í arbeiðinum hjá Norðuratlantsbólkinum. Men einki er sagt við føroyskar fjølmiðlar annað enn, at hann verður við Vágafólk hittu løgmann Løgmaður sat einsamallur við eini mikrofon á einum palli burtur frá fundarfólkinum og minti mest um ein ákærdan í einum rættarhøli Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2 YVIRLÝSING FRÁ ÍSRAELSFELAGNUM Ísraelsfelagið Svenning av Lofti, formaður Ísraelsfelagið ynskir at heita á Føroya fólk um at sýna samhuga við tí ísrael- sku tjóðini í hesum lagnu- døgum teirra, hetta fólkið sum hevur gjøgnum allar tíðir verið og jagstra og nú eisini í teirra egna landið. Ísraelsfólk hava noyst at liva við áhaldandi ágangi frá arabisku grannunum og ikki minst frá yvirgangs bólkum innan PLO íð bein- leiðis lýða boð frá Yassir Arafat Tað sum fekk bikari at flóta yvir hjá ísraelsku stjørnuni var tá ein pale- stinesiskur sjálvmorðs bumbu maður gekk inn á eina matstovu á Park Hotel í Netanya, har Føroysk ferðaløg onkuntíð hava búð, og har jødiskar familj- ur vóru samlaðar fyri at halda Páskir. Bumbu- maðurin sprongdi seg sjálvan og tók 20 ósek menniskju við sær í deyðan. Navni á hesum sama bumbumanni stóð á listanum av yvirgangsmonnum sum ísraelska stjórnin hevði handa palestinesisku stjørnunu fyri at handtaka, men sum so oftani var tað ikki gjørt. Fleiri enn 115 ísraelsmen eru dripnir av palestines- iskum yvirgangsmonnum í mars mánaða, sum ger hendan mánan til tann blóðugasta síðani intifadain byrjaði fyri 18 mánaðum síðani. Ísrael hevur rætt til at verja seg ímóti álopum, hvar tey so koma frá eins og eitthvørt annað land. Stjørnin í Ísrael hevur fólkið aftanfyri seg í teim avgerðum sum verða tiknar í hesum døgum, av tí at all- ar aðrar royndir frá ísrael- ska fólkinum fyri friði í miðeysturi verður svaraðar aftur við yvirgangi á ísrael- skar borgarar. Vit harmast og hava sam- kenslu við líðingarnar hjá palenesiksa fólkinum sum líða orsaka av vánaligum leiðarum teirra. Hetta eru orð Harrans til Ísraelsfólk. 5. Mósbók 7, vers 6-8. Tí tú ert eitt fólk, íð er Harra- num Gudi tínum halgað. Teg hevur Harrin Gud tín útvalt at verða ognarfólk Sítt framm um øll fólk á jørðini. Ikki fyri tað at tit vóru størri enn øll onnur fólk, legði Harrin kærleik Sín á tykkum, so Hann valdi tykkum út; tí tit eru hitt minsta av øllum fólk- um. Nej, tað var, tí Harrin elskaði tykkum, og tí vildi Hann halda eiðin, íð Hann hevði svorið feðrum tykk- ara... Esaias 40 1.2, Troystið, troystið fólk mítt! sigur Guð tykkara. Talið milt við Jerusalem... Zakarias 12.8 og 10, Tann dag skal Harrin vera teim vernd sum í Jerusalem búgva... Yvir húsið Dávids og yvir tey sum í Jerusalem búgva skal eg hella út náði andan og bønar andan. Sýnið samhuga við ísraelsku tjóðini TÍÐINDASKRIV 3. mai, verða hurðarnir latnar upp fyri størstu bú- stevnu nakrantíð í Føroy- um. Stevnan. sum verður í Runavík, hýsir øllum teimum førandi fyritøk- unum, sum hava við før- oyska byggimarknaðin ella innbúgv at gera. Áhugin at verða við er so mikið stórur, at umframt ítróttarhøllina, er eisini eitt risastórt tjald leiga heimið til endamálið. Stevnan er til allar før- oyingar – bæði til teirra, sum ganga við tankum at byggja nýggj hús, til teirra, sum hava ætlanir at umvæla tey gomlu og til teirra, sum hava í um- búna at keypa sær inn- búgv av ymiskum slag. Av tí at tað er ókeypis at koma inn, væntað fyri- reikarnir nógv vitjandi. Stevnan verður 3., 4. og 5. mai og hava børn bert atgongd saman við vaksnum. Størsta bústevnan í Føroyum Tíðindaskriv Sosialistiskt Ungmanna- felag & Unga Tjóðveldið Annar politiski fundurin av fýra, ið Sosialistiskt Ungmannafelag og Unga Tjóðveldið í felag skipa fyri, verður hildin miku- kvøldið 11/04 kl. 20.00 á Café Natúr. Evni hesa- ferð verður "Skapandi Mentan". Umboð fyri allar politisku flokkarnir luttaka. Høvi verður at seta spurningar.