Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 67 - 10. apríl 2002 Nr. 67 - 10. apríl 2002 3 KÓRSTEVNA Kórsamband Føroya Á aðalfundi Kórsambands Føroya í heyst váttaðu um- boð fyri Vágakórið, at tey vildu átaka sær at skipa fyri Kórstevnu 2002, og tey mæltu til, at hon varð hildin á hvítusunnu, soleiðis sum hon upprunaliga altíð varð tað, tó so at hon endar hvítusunnudag. Hesari inn- bjóðing tók fundurin fegin ímóti, og boðini hava so verið borin út til limakór- ini. Umráðandi fyri, at stevn- an skal eydnast væl, er tað, at funnið verður fram til væl egnaðan høvuðskór- leiðara. Í hesum hevur kór- sambandið nú verið so heppið at at fá samband við Ragnar Rasmussen, pro- fessara í kórleiðslu á tón- leikaháskúlanum í Tromsø. Hann hevur verið upp á tal sum kórstevnuleiðari her áður. Tað var Per Oddvar Hildre, sum kórsangarar minnast væl frá kórstevn- um í Vági og í Havn, ið fram um aðrar mælti til at heita á Ragnar. Fegin vildi hann koma, men fekk tá ikki fríloyvi frá tónleika- stovninum, har hann starv- aðist. Ragnar Rasmussen ein úrmælingur millum kórleiðarar. Á norðurlensku kórstevn- uni NORDKLANG í Trónd- heimi seinasta summar hittu sangarar hiðani Rag- nar Rasmussen og upplivdu hann sum ivaleyst tann mest hugtakandi av øllum teim úrmæltu kórleiðarum úr ymsu norðurlondunum, sum høvdu sín virkna lut í stevnuni. Ikki lá fyri at gera avtalu við hann tá um at koma higar, men beint nú herfyri lagaði tað seg betur. Ragnar Rasmussen er 35 ára gamal og hevur longu ment seg til at vera ein hin fremsti millum kórleiðarar í Noregi. Í 1997 varð hann kosin at umboða Noreg á stóru norðurlendsku-balt- isku kórstevnuni á Got- landi, har hann stjórnaði 5.000 sangarum, í 1998 fekk hann “The Best Con- ductor Prize” í “Concorso Corale Internatzionale” í Italia, har hann kappaðist ímóti 80 kórleiðarum úr 20 londum, og nú í oktober í fjør vann hann fyrsta prísin í framkomnastu deild í “International Competition for Coral Conductors” í Bologna. Uttanlands hevur R. Rasmussen annars havt kóruppgávur í londum sum Týsklandi, Italia, Spania, Russlandi, Tjekkoslovakia, Svøríki, Estlandi og Ís- landi. Fjøllbroytt og spennandi arbeiðslag. Í Norra hevur Ragnar R. virkað sum kórleiðari og lærari í býum sum Trond- heim, Stavanger og Oslo, har hann m.a. stjórnaði Oslo Filharmonisk Kor. Umframt sítt professorat tekur hann sær nú av fleiri kórum í Tromsø og økinum uttanum, eisini í samstarvi yvir landamark á norður- kollinum heilt yvir til Russ- lands. Í føstum starvi eisini hjá norðurnorska symfoni- orkestrinum framførir Rag- nar á hvørjum ári tvey størri kórverk, sum tá eisini verða send beinleiðis í sjónvarpi, men Ragnar Rasmussen hevur líka stór- an áhuga fyri tí fólksliga. Á kórstevnuni nú á hvítu- sunnu í Vágum ætlar Rag- nar at arbeiða við einari líknandi skrá sum hana, vit upplivdu á stevnuni í Tróndheimi í fjør, har hann við støði í tí fólkamusikal- ska arbeiðir rættiliga im- povisatoriskt eftir teim um- støðum, sum eru til luttak- arar og høli. Hann vil fegin hava sín góða samstarvs- felaga tann kenda tóna- smiðin og tónlistasmannin Henning Sommero við sær, so teir báðir í sínum ar- beiðshátti kunnu skiftast “at hava orðið” við klaverið og framman fyri fólkið. Skal kórstevnuhaldid detta niðurfyri vegna væntandi undirtøku? Men slíkt spennandi tiltak letur seg bert seta í verk, um kórsangarar veruliga vísa ársstevnuni áhuga og tekna seg til luttøku. Næst- seinasta kórstevnan, Kór- stevna 2000 í Havn, sum við so spennandi verki sum “Sacred Consert” hjá Duke Ellington á skránni, skipað fyri kór og stórband av kór- leiðaranum John Høybye, gjørdist ein tann besta, sum verið hevur, var um reppið at verða avlýst, tí so trek- liga gekst við tilmeld- ingum. Stevnan seinasta ár, sum skuldi verða í Vest- manna, varð av ongum vegna verkfall. Tað stóð tí vestmenningum í boði at hava stevnuna har í ár; men teir tóku ikki av, tí eftir stórt og dygdargott fyrireiking- ararbeiði í fjør vóru tey í teirri støðu, at lítil áhugi tóktist vera at koma á stevnuna. Fyri ikki at koma í slíka støðu, settu tey í Vágakórinum í ár tilmeld- ingarfreistina so tíðliga sum til 8. apríl. Freistin er nú longd til mánadagin 15. apríl, og hava tá ikki í minsta lagi 100 sangarar teknað seg, verður hon avlýst, og so má hetta 35- ára tíðarskeið við festligari felagskórstevnu í Føroyum á hvørjum ári metast at verða komið at enda. Kórleysir sangarar eru líka vælkomnir á kórstevnuna. Tað vil so vera, at tað er serliga hugaligt at fara á kórstevnu, um fleiri eru í felag, sum syngja saman í tí dagliga, og tá helst so at kór teirra er mannað til egna framførslu á stevnuni. Men aðalendamálið við hesum kórstevnuhaldi er, at sang- arar helst úr øllum landi- num koma saman til felags kórsang, um tey so annars eru í kóri ella ikki. Tí stend- ur tað øllum í boði at koma við eisini á kórstevnuna í Vágum í ár. Luttøkugjaldið er 400 kr., og tá býrt tú á skúlanum. Tey, sum heldur vilja búgva á vallaraheimi, rinda 100 kr. aftrat, og veit- slan kostar 150 kr. Gjaldið er at flyta inn á konto í Før- oya Banka nr. 6460- 1640161. Tilmeldingin fer annars fram gjøgnum teldu til majoh@post.olivant.fo ella við at ringja til Mads Johannesen, tlf. 33 33 87. Aulan á Føroya Læraraskúla verður í dag karmur um politiskan fund, sum læraralesandi skipa fyri POLITIKKUR Tíðindaskriv Í dag, mikudagin, kl. 13 verður almennur politisk- ur fundur á Læraraskúla- num í Havn. Allir flokkar verða umboðaðir, og flestu flokkarnir senda umboð frá floksleiðslu- num. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, verður orð- stýrari. Tað eru næmingar á samfelags- og landalæru- linjuni á Læraraskúla- num, sum skipa fyri fundinum. Øll politisk mál verða sjálvandi til viðgerðar, men næmingarnir vænta, at sjálvstýrismálið og sosialu málini fáa eina gjølliga viðgerð. Á fundinum sleppa um- boðini fyri politisku flokkarnar at leggja fyri við innleggi upp á fimm minuttir í part, síðani verða tvær stuttar rundur við viðmerkingum, har fundarluttakarnir fáa høvi at seta spurningar. Politikkur á Læraraskúlanum Kórstevnan 2002 í Vágum á hvítusunnu Eitt ár er liðið síðan vit mistu teg góði abbi, eitt ár við stórum tómrúmi og sakni. Dagurin, vit fingu boðini um at tú ikki vart millum okkum meir, stendur enn so klárt fyri mær og okkum øllum. Hó- ast tú teir seinastu 14 dag- arnar lá á sjúkrahúsinum og ikki hevði tað so gott, so hopaðu vit tað fór at laga seg. Eg fylti 20 henda dagin og minnist so tíði- liga tá mamma segði mær: “Nú er abbi deyður”. Góði abbi tú vart so óførur at vitja okkum saman við ommu, og nú síðan lítli Kristmund er føddur, komu tit næstan hvønn dag, tað var eisini stuttligt at síggja hvussu hann strálaði tá tit komu. Mangar hugnaligar løtur eru at minnast aftur á sam- an við tær og ommu, og eisini úti á Selheyggi, tá omma og tú samlaðu alla familjuna, vit vóru nógv, men tað rørdi tykkum ikki, tit tóku altíð væl ímóti okkum, og tað var týðiligt, at tað hevði stóran týdning fyri teg, at vit høvdu tað gott og kendi okkum væl hjá tykkum. Hóast heilsan tey sein- astu árini bilaði vart tú ágrítin, tað var so hugna- ligt at síggja teg á báta- brúnni gera klárt at fara út við bát, tað dámdi tær væl og vóru tað fáir dagar tú ikki vart avstað, tá veðrið var til vildar. Vit minnast hvussu tú ofta kom sleip- andi við stórari balju av seiði, og hvussu glaður tú vart fyri at geva burtur av til familju og vinfólk. Góði abbi, tú kendi nógv fólk, tað sást á tí skara, ið fylgdi tær til títt seinasta hvíldarstað her á jørð. Tú hevði í nógv ár títt yrki á sjónum, sum maskinmeist- ari við millum annað Segl- hússkipunum, men eisini arbeiddi tú á landi, og eru tað nógv sum minnast tá tú koyrdi Esso-bilin. Abbi og omma eiga fimm døtur, Tordis býr í Danmark, Bjørg í Vest- manna og Martha, Thora og mamma her í Klaksvík, 13 abbabørn og 11 lang- abbabørn og vóru vit tær hvør í sínum lag nakað heilt serligt, altíð áhugaður at hoyra hvussu tað gekst okkum, og koma við góð- um ráðum um tað var tað vit høvdu brúk fyri. Góði elskaði abbi, sakn- urin er stórur, men minnini eiga vit nógv og tey goyma vit. Góða omma størstur er saknurin hjá tær, má Jesus pápi verða hjá tær og styrkja teg nú tú ert einsa- møll. Ærað veri minnið um teg góði abbi. Mai-Britt og lítli Kristmund, Eli og Petrina Minningarorð um abba okkara Bjarna Hansen á Selheyggi í Klaksvík f. 2/12-1923 d. 10/4-2001 Ein nýggjur lands- stýrismaður í familju og trivnaðarmálum telist millum ætlan- irnar hjá Miðflokk- inum komandi fýra árini. Politikkurin verður sum vant bygdur á tað kristna lívsvirðið. Í fullveldis- spurninginum er svarið eitt sindur til báðar síður VALSKRÁ Heri á Rógvi Miðflokkurin hevur kunn- gjørt sína valskrá til kom- andi løgtingsval, sum verð- ur 30. apríl. Í valskránni verður størstur denturin lagdur á kristindóm og trivna. Valskráin brýtur frá teimum, vit hava sæð frammanundan. Her verða fosturtøka og Ísrael sett í fremstu røð og vinnumál verður mestsum ikki tikin upp á tungu. Miðflokkurin er tó greitt ímóti ES-limaskapi. Rættartrygd Korini hjá teimum eldru, veiku og sjúku fáa nógva umrøðu í valskrá Miðfloks- ins eins og formaður floks- ins, Jenis av Rana og Tord- ur Niclasen nýttu nógva tíð uppá hesi viðurskifti á tíð- indafundi týsmorgunin. Teir stóru flokkarnar hava allir havt hetta uppi og vent á teirra tíðindafundum. Politikkurin hjá Mið- flokkinum, sum fylgir kristna lívssýninum, er, at rættartrygd skal vera fyri øll. Flokkurin mælir harð- liga ímóti lóggávuni tá tað viðvíkur fosturtøku. Flokk- urin heldur tað ikki vera rætt, at eldra ættarliðið, sum hevur stríðst fyri at skapa samfelagið, fær so mikið vánalig kor, ið sam- felagið bjóðar teimum sum er. Hesum ætlar flokkurin at bøta um. 40 milliónir skulu setast av á hvørjum ári næstu fýra árini til fleiri røktarpláss, segði Tordur Niclasen á fundinum. Miðflokkurin er av teirri fatan, at fylgja vit bert bíbliuni viðvíkjandi teim, veiku, sjúku, einkjum, fað- irleysu v.m., so verður betur møguleiki fyri at taka sær av øðrum viðurskiftum. Javnbjóðispartar Bill Justinussen segði á tíð- indafundinum týsmorgun- in, at teir ikki vilja seta í bás í høgra ella vinstara ella loysing ella samband. –Vit byggja á kristna lívs- virðið fyrst og fremst, sigur altso Bill Justinussen. Jenis av Rana segði seg leggja lítið í orð sum loys- ing, ið hann heldur órógva fólk. Miðflokkurin vil hava felagsskap við aðrar tjóðir á jøvnum føti. Hetta skal sjálvsagt vera fyrst og fremst Grønland og Dan- mark, sigur Miðflokkurin í valskránni. Miðflokkurin er ikki nøgdur við núverandi ríkis- felagsskap, men hann er eisini misnøgdur við blokk- niðurskurðin. – Vit vilja heldur leggja okkara trygd á Gud, sigur Jenis av Rana. Hetta leggur flokkin eitt sindur báðu megin í full- veldisspurninginum, har hann áður hevur ligið tætt- ari at samgonguni, men nú hevur lagt seg báðu megin markið. Kristindómur og Ísrael Eins og við fosturtøkuni so sært tú ikki nógv til Ísrael í øðrum valskráum til hetta komandi valið. Miðflokk- urin vil hava, at Føroyar veita fullan og heilan stuðul til guds land, Ísrael, varð sagt. – Vit skilja ikki, at mann ikki stuðlar einasta demo- kratinum í Miðeystri, Ísrael, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin ynskir eisini at hækka menningar- stuðulin til einar tvær milli- ónir ella meira. Miðflokkurin hevur als ikki hug at góðtaka, at kristindómur skal deilast við aðrar religiónir um tím- arnar í føroysku skúlunum. Dentur skal leggjast á krist- indóm og bara kristindóm í skúlunum. Hetta skal vera grundarsteinurin undir ein- um kristnum lívsstíli. Valskrá Miðfloksins: Kristindómur og trivnaður Valevnir hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið 30. apríl 2002. Suðuroy: Petur Karl av Rana, Trongisvágur Rógvi Thomsen, Havlba Anna Dam, Porkeri Sandoy: Petur Egholm Poulsen, Skopun Rúna Hansen, Skopun Vagn í Geil, Havn Vágar: Sonni Jacobsen, Sørvágur Napoleon í Lon, Sandavágur Norðstreymoy: Dánjal Petersen, Kollafjørður Fríðbjørn Poulsen, Vestmanna Suðurstreymoy: Absalon Absalonsen, Havn Svein Askildsen, Havn Steindor Hjaltalin, Havn Poul Hentze, Havn Álvur Kirke, Kaldbak Charlotta á Váli Olsen, Havn Jónfinn Olsen, Argir Jónfinn Petersen, Argir Jenis av Rana, Havn Elin Tausen, Argir Eysturoy: Áki Andreasen, Fuglafjørður Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Saltangará Eyðun Jacobsen, Glyvrar Bill Justinussen, Saltangará Tordur J. Niclasen, Eiði Norðoyggjar: Eivind Bringsberg, Klaksvík Kitty Johannesen, Rituvík Jógvan Mortensen, Klaksvík MIÐFLOKKURIN –Vit skilja ikki, at mann ikki stuðlar einasta demokratinum í Miðeystri, Ísrael, sigur Jenis av Rana, nú Miðflokkurin hevur kunngjørt sína valskrá til løgtingsvalið Mynd: Jens Kristian Vang Miðflokkurin vil ikki setast í bás. Flokkurin er ímóti blokkniðurskurðinum, tí blokkurin er ogn hjá føroyingum, men flokkurin ynskir broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2