Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Nr. 66 - 9. apríl 2002 5 Marjus Dam heldur, at góða úrslitið í velj- arakanningini skyld- ast politikkin hjá Sambandsflokkinum. Hann heldur sam- stundis onga orsøk vera til at nýta úrslit- ið sum ein kodda VELJARAKANNING Heri á Rógvi Í veljarakanningini hjá Sosialinum og portal.fo fekk Sambandsflokkurin óvanliga góða undirtøku millum vágafólk. Væl og virðiliga gav veljarakann- ingin Sambandsflokkinum báðar tingmenninar í Vág- oynni. 47,4 prosent ella næstan onnurhvør atkvøða fer í partin hjá Sambands- flokkinum. Sum nú er eigur Sambandsflokkurin annan mannin í Vágoynni. Hin tingmannin eigur Fólka- flokkurin. Sambandsflokkurin hev- ur ongantíð átt tveir ting- menn í Vágoynni, men tað hevur verið um reppið. Við valið í 1978 var Sambands- flokkurin seks atkvøður frá at fáa báðar menninar í Vágum. Á fólkatingsvalinum seinast fekk so mikið stóra undirtøku í Vágoynni, at hetta hevði givið tveir ting- menn. Hetta hevur verið staðiliga afturvíst, men nú vísir henda seinasta veljara- kanningin, at hetta kanska ikki er so heilt ómøguligt. Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin í Vágoynni fegnast yvir úr- slitið í veljarakanningini. – Eg vóni, at hetta av- speglar eitt landsúrslit hjá Sambandsflokkinum. Úr- slitið má fyrst og fremst skyldast tí politikki, ið flokkurin hevur ført, sigur Marjus Dam. Hann sigur seg ikki heilt duga at siga, hvør orsøkin er til, at flokkurin hjá hon- um fær so stóra undirtøku í Vágoynni. – Sambandsflokkurin fær góðan stuðul í Vágoynni. Eg haldi, at vágafólk hava fingið eyguni upp fyri, hvat tað er sum hendir í serliga fullveldismálinum, sigur Marjus Dam. Vágatingmaður heldur, at hetta komandi løgtingsval- ið er at meta sum eitt val millum loysing og sam- band. Tá vit spyrja eftir, um fasta sambandið um Vest- mannasund hevur ávirkað gongdina á politiska palli- num, so heldur hann ikki, at hesin gevur tað stóra út- slagið hesaferð. – Allir flokkar hava verið fyri undirsjóvartunnilinum. Tað kjakið, sum var, hevur lagt seg aftur. Tað er kanska meira flogvøllurin, sum upptekur fólk. Á hesum økinum hevur samgongu ført ein sovorðnan politikk, soleiðis at fólk ikki vita, um tey eru keypt ella seld, sigur Marjus Dam. Hóast góða úrslitið í velj- ara, so ætlar Marjus ikki at liggja á teirri lætu síðuni, men nú skulu øll segl seta til, sigur hann. – Hvør einasti sambands- veljari má gera sítt valdag- in, sigur Marjus Dam. Annars er Marjus Dam ikki nøgdur við úrslitið í Suðurstreymoy. Hann held- ur tað vera sera løgið, at fólk, sum arbeiða hjá tí al- menna, velja at stuðla Tjóð- veldisflokkinum, tá tað er blokkstuðulin, ið fíggjar tað mesta av tí almenna virkseminum í høvuðsstað- num. Marjus Dam: – Politikkurin hevur givið úrslit Vágafólk valdu tvær ferðir samband í veljarakanningini hjá Sosialinum og portal.fo. Mynd: Jens Kristian/Álvur Í dag er síðsta freist at lata inn velevnalistarnar til løgtingsvalið LØGTINGSVAL Heri á Rógvi Løgtingsval er sett at vera 30. apríl. Hetta merkir, at valevnalistar skulu gerast. Teir fýra stóru flokkarnar eru allir lidnir við sína upp- stilling, men teir smærru flokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava ikki almannakunn- gjørt allar sínar uppstilling- ar enn. Í dag, týsdagin, fellur hamarin. Tað er soleiðis, at løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting stendur at lesa, at valevnislitar skul latast inn tríggjar vikur framman- undan valdagin, og tað er í kvøld. – Valevnislistarnir mugu vera formanninum í av- varðandi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 3 vikur framman- undan valdegnum. Sum áður nevnt hava teir størru flokkarnir longu al- mannakunngjørt teirra val- evnalistar í øllum valdøm- unum. Miðflokkurin almanna- kunnger sínar valevnalistar í dag (eftir at blaðið fór til prentingar). Eftir hvat skil- st, stillar Miðflokkurin upp í øllum valdømum. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur higartil almannakunn- gjørt sínar valevnalistar í Norðoyggjum og Eystur- oynni. Eyðun Elttør, formaður fyri Sjálvstýrisflokkin, sig- ur, at tað gongur framá hjá teimum við uppstillingini. Teir fáa tað síðsta upp á pláss, áðrenn kl. 18.00. Enn er ikki heilt vist, um teir upp í øllum valdømum enn. Valevnalistarnir latast inn í dag Sambært veljara- kanningini er tað bert Høgni Hoydal, lands- stýrismaður, sum kann kenna seg vísan í at verða valdur á ting á løgtingsvali- num 30. apríl. Jørgen Niclasen fær dyggasta smeitin, tí Fólka- flokkurin fær eitt sera ringt val í Vágunum VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður, fær ein dygg- an framman á í nýggjastu veljarakanningini. Sam- bært henni kann hann gloyma alt um at verða afturvaldur á ting, og fyri fyrstu ferð síðani 1954 stendur Tjóðveldisflokkur- in seg so mikið væl í Vágu- num, at hann stendur til at fáa mannin, sum Sam- bandsflokkurin ikki fær so risa stóra framgongd, sum kanningin vísir. Tjóðveldisflokkurin stendur til at fáa tríggjar valdømisvaldar tingmenn í Suðurstreymi. Tí kann við rímuligari vissu staðfestast, at Høgni Hoydal verður afturvaldur á ting. Fólkaflokkurin missir annan av teimum báðum valdømisvaldu tingmonnu- num, flokkurin hevur í Norðoya valdømi. Vit kunnu tó gita, at Anfinn Kallsberg dregur longra stráið, og at tað verður Jógvan við Keldu sum fell- ir. Í løtuni situr Rúna Sivertsen á tingi fyri An- finn Kallsberg, løgmann. Hon skal ikki vænta sær tingsess. Fólkaflokkurin stendur eisini til at missa annan av teimum báðum valdømis- valdu tingmonnunum hjá flokkinum í Suðurstreymi. Seinast var Óli Breckmann fyrstvaldur, men Bjarni Djurholm var dygst í hølu- num á honum. Ivasamt er, hvør teirra verður valdur. Tjóðveldisflokkurin fær ein valdømisvaldan í Norð- oyggjum. Síðani 1984 hev- ur Heini O. Heinesen um- boðað flokkin har, og hann hevur verið sera sterkur. Men Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri stillar eisini upp har, so spennandi verður í øllum førum at síggja, hvør teirr vinnur sessin. Seinast hevði Heini O. Heinesen 514 persónlig- ar atkvøður, meðan Karsten Hansen hevði 146. Sámal Petur í Grund hev- ur sambært kanningini ong- an lívsins kjans at vinna sær tingsess. Um so verður, at flokkurin vinnur upp um sperrumarkið upp á 3,7%, so verður tað helst Eyðun Elttør, floksformaður, sum fær sessin, tí flokkurin er nógv sterkastur i Norðoy- ggjum, har hann fær 8,1%. Tó er at viðmerkja, at upp- stillingin hjá Sjálvstýris- flokkinum í Suðurstreymoy ikki er liðug, og her kunnu verða fleiri atkvøður at heinta. Í Eysturoynni hjá Sámal Petur í Grund fær flokkurin bert 2,6%. Óli Holm, landsstýris- maður Tjóðveldisfloksins, stillar ikki upp. Noroya valdømi Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 22,0 (1) 28,5 (2) 27,7 (1) B 7,5 12,2 17,4 (1) C 12,5 (1) 17,6 (1) 20,9 (1) D 13,2 (1) 10,5 8,1 E 20,2 (1) 26,1 (1) 24,0 (1) H 2,4 1,7 1,9 Eysturoyar valdømi Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 14,7 (1) 17,9 (1) 18,8 (1) B 27,9 (2) 25,3 (2) 33,6 (2) C 9,2 15,1 (1) 21,1 (1) D 5,8 11,7 2,6 E 11,3 (1) 19,4 (1) 22,5 (1) H 8,6 5,8 1,4 Norðurstreymoyar valdømi Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 12,9 22,4 (1) 17,4 B 15,4 (1) 20,7 30,7 (1) C 9,2 15,1 18,6 D 4,3 4,3 1,8 E 16,5 (1) 28,1 (1) 28,9 (1) H 4,6 2,3 2,7 Suðurstreymoyar valdømi: Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 15,7 (2) 20,9 (2) 19,9 (1) B 24,8 (3) 16,9 (1) 23,1 (2) C 13,3 (1) 21,0 (2) 20,8 (2) D 5,6 6,7 2,0 E 12,9 (1) 28,0 (3) 31,5 (3) H 5,9 4,8 2,6 Vága valdømi: Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 23,4 (1) 25,4 (1) 15,3 B 32,8 (1) 28,2 (1) 47,4 (2) C 13,3 17,8 14,7 D 1,5 12,9 1,4 E 8,8 10,4 17,4 H 8,9 4,4 3,8 Sandoyar Sýslu valdømi Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 32,2 (1) 29,7 (1) 18,4 B 12,4 9,8 20,2 C 24,7 (1) 28,1 30,4 (1) D 1,1 1,5 0,6 E 21,5 29,2 (1) 30,1 (1) H 6,0 1,6 0,3 Suðuroyar valdømi: Flokkur 1994 1998 2002 (kanning) A 6,0 15,1 7,1 B 19,1 (1) 15,2 (1) 33,4 (1) C 32,6 (2) 43,3 (2) 40,8 (2) D 1,6 1,2 0,5 E 11,8 19,2 (1) 17,0 (1) H 3,7 2,8 1,1 Talvan vísir býtið av umdømisvaldu tingfólkunum sambært seinastu kanningini og løgtingsvalunum í 1994 og í 1998. Sambært kanningini verða trý eyka- vald umboð, sum øll fella til Fólkaflokkin. Við valið í 1998 fekk Sjálvstýrisflokkurin tvey eykavald umboð, Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokk- urin hvør sítt. Seinasta veljarakann- ingin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin og www.portal.fo vísir, at væntast kunnu stórar broytingar á tingi. Vit hava borið saman úrslitini frá tveimum teimum seinastu valunum við kanningina VELJARAKANNING Eirikur Lindenskov Sambært nýggjastu veljara- kanningini, sum Fynd gjør- di fyri Sosialin og Portal.fo í síðstu viku kunnu væntast stórar broytingar í býtinum av tingumboðum. Fyri tað fysta vísir kanningin, at bert fýra flokkar verða umboðaðir á tingi, og at vit fyri fyrstu ferð síðani vallógin kom í gildi í 1978 bert fara at hava 30 tingmenn. Eftir galdandi skipan skulu veljast 27 valdømis- vald tingfólk og fimm eykavald. Tað merkir, at fýra umboða Suðuroayar valdømi, tvey umboða tey smáu valdømini: Sandoyar Sýslu valdømi, Vága val- dømi og Norðurstreymoyar valdømi. Átta umboða Suðurstreymoyar valdømi, fimm Eysturoyar valdømi og fýra Norðoya valdømi. Teir flokkar, sum verða undirumboðaðir á tingi, t. v. s., at teirra prosentvísi partur av tingumboðum verður lægri enn prosent- parturin teir hava av sam- laða atkvøðutalinum, fáa tillutað eykamandat har, sum flestar atkvøður »leypa av«. Sum oftast eru tað teir smærru flokkarnir, sum fara við hesum umboðum. T. d. eru bæði Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund eykavald ávikavist í Suðurstreymoyar valdømi og í Eysturoyar Valdømi. Somuleiðis er Jenis av Rana eykavaldur í Suður- streymoy. Á seinasta vali vóru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin somu- leiðis »undirumboðaðir« á tingi, og fingu tí tillutað hvør sítt eykamandat, ávikavist Heðin Mortensen í Suðurstreymoy og Hans Pauli Strøm í Norður- streymoy. Sambært veljarakanning- ini í síðstu viku er tað bara Fólkaflokkurin, sum er undirumboðaður. Hann fær einans 11,1% av valdømis- valdu tingsessunum, meðan hann í kanningini fær 18.7% av atkvøðunum. Hetta gevur honum heili trý eykamandat. Tað er kortini ikki heilt greitt, hvar hesi fella, men nógvar atkvøður loypa av í Suðurstreymoy, og tað kundi givið flokkinum tvey eykaumboð úr Suður- streymoy, og nógvar at- kvøður loypa eisini av í Norðoyggjum. Men hetta er kortini ikki neyvt roknað út í kanningini. Í talvunum á hesi síðu ber til at bera saman úrslit- ini í hvørjum valdømi sær við valini í 1994 og í 1998 og kanningina í síðstu viku. Stórar flytingar eru. Eitt nú klárar Sambandsflokkurin at vinna sær tingmann í Norðoyggjum, sum hann ikki hevur havt í fleiri mannaminni. Hann fær eis- ini aftur mannin í Norður- streymoy, sum hann hevur havt síðani 1906 við undan- taki av hesum valskeiðnum. Í Vágunum ger Sam- bandsflokkurin eitt gott hál og fær báðar menninar, og í Suðuroy vantar lítið í át flokkurin eisini fær tveir mans valdar. Hjá Fólkaflokkinum gongur illa. Hann missir mannin í Vágunum og á Sandi, missir annan mann- in í Havn og annan í Norð- oyggjum. Á Sandi gongur so illa, at Sambandsflokk- urin fer fram um Fólka- flokkin. Tjóðveldisflokkurin stendur sum so í stað, har henda ongar flytingar. Javnaðarflokurin stendur eisini í stað, tó at flokkurin missir eykavalda mannin í Norðurstreymoy og vinnur aftur valdømisvalda mann- in á Sandoynni. Viðmerkjast skal, at úr- slitini hjá Kristiliga Fólka- flokkinum og hjá Verka- mannafylkingini ikki eru tikin við í talvurnar, og tí vanta teirra umboð í tøl- unum frá valinum í 1994. Stórar broytingar í tingmannabýtinum Meiri enn helmingurin av landsstýrismonnu- num koma ikki á ting C M Y K 5 4