týsdagur 9. apríl 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 67 - 10. apríl 2002
Nr. 67 - 10. apríl 2002
5
Á Sandoy Seafood
hava tey arbeitt
hvønn dag síðan á
nýggjárinum. Eisini
onkran leygardag. Og
líkt er til, at nokk er
at gera nakað enn,
sigur arbeiðsfor-
maðurin á Sandi
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Heima á Sandi: – Ver ikki
býttur, tað er ovmikið at
gera, og vit hava arbeitt út í
eitt síðan á nýggjárinum,
letur Harry Hentze, arbeið-
formaður hjá Sandoy Sea-
food Heima á Sandi, at.
Jú, tað er nokk at gera, og
mánamorgunin kom Eyst-
urbúgvin fullur undir lúk-
urnar at landa. Upsi. Eini
200.000 pund ella so, meta
teir. Og makkarin, Vestur-
búgvin, mann hava nakað
tað sama í Vestmanna,
verður mett. Teir hava bara
roynt í eini trý samdøgur,
vita teir at siga á bryggjuni
Heima á Sandi.
Teir byrjaðu at landa um
miðjan fyrrapartin, siga
teir, og tað gongur hampi-
liga skjótt.
Tað stendur ein maður á
bryggjuni við eini trakt,
sum er fest í eina slisku
uppi á skipinum. Hann
heldur traktini inn yvir ein
av mongu køssunum, sum
standa á bryggjuni, og so
hvørt sum upsarnir koma
ígjøgnum, fara teir bein-
leiðis í kassan.
Tá fult er, flytir hann til
næsta kassan, um ikki
truckurin longu framman-
undan hevur verið og
skumpað tómu kassarnar
nærri traktini, so maðurin
sleppur undan at flyta seg.
Betri slag
Tað gongur ein bláklæddur
maður við skeggi á bryggj-
uni. Undir húgvu við
áskriftini Sandoy Seafood.
Tað er arbeiðsformaðurin,
Harry Hentze.
Jú, hann er nøgdur við
gongdina, sum er. Tá nokk
er at gera til allar hendur,
stendur bara væl til, heldur
hann.
Eisini fegnast hann um,
at slagið, teir fáa nú, er
betri, enn tað hevur verið
fyrr í ár.
Vesturbúgvin, sum liggur
og landar eftir ein roktúr,
hevur heldur størri upsa,
enn hann hevur havt.
Teir flekja tann stóra
fiskin, greiðir Harry frá,
meðan tann smærri verður
skorin til flak og frystur.
Saltfiskurin
verður
ar-
beiddur Heima á Sandi,
meðan tað frysta verður
arbeitt í Skopun.
Fyrr varð selt nakað væl
av feskum eisini, sigur for-
maðurin, men tað er mest-
sum dottið burtur nú.
Nógvur útróður
Tann størri parturin hevur
verið upsi, sum Sandoy
Seafood hevur fingið frá
skipunum, greiðir Harry
Hentze frá.
Men eisini hevur væl av
toski verið at fingið frá
útróðrarbátunum, sum hava
verið nógvir í oynni í vár.
Hann sigur, at fleiri
fremmandir
bátar
hava
hildið til á Sandi og í
Skopun seinnu tíðina. Tað
hava bæði verið bátar úr
Havn og eisini nógvir suðr-
ingar, sum komu norðan-
eftir, haðani teir rýmdu, tí
ov lítið var at fáa, og
kanska eisini tí, at veðurlík-
indini heldur ikki vóru tey
bestu.
Tað hava verið dagar, har
upp til 70 bátar hava avreitt
í Skopun og umleið 50 á
Sandi, sigur Harry Hentze.
Hann ivast ikki í, at tað
eru friðingarnar, sum gjør-
dar vórðu vestanfyri, sum
eru orsøkin til, at so væl
hevur verið at fingið hjá
snellubátunum í Vesturhav-
inum í vár.
Tað arbeiða reiðiliga 100
fólk á Sandoy Seafood, tá
tað er upp á tað mesta. Eini
40 á Sandi og umleið 70 í
Skopun,
sigur
Harry
Hentze, arbeiðsformaður á
Sandi.
Ovmikið at gera
Gomlu menninir á
havnarlagnum tosa
um, hvussu fiski-
skapurin var í sein-
astu viku, og hvussu
hendan man fara at
roynast. Tað er sær
sjálvum líkt Heima á
Sandi sum alla aðra-
staðni
TÚNATOS
Edvard Joensen
Heima á Sandi: – Hvussu e’
tað vorðið. Er Niels Jákup
úti í dag? vilja teir vita.
Hann hevur gjørt onkran
góðan dag, vita teir, og eru
spentir at frætta, um hann
heldur fram við tí.
– Nei, tað er so vist, at
hann er av oynni. Tað frætti
eg úr Skopun í morgun, at
hann fór umborð á Teistan.
– Hvat va’ tað fyri eitt
stort skip, sum var í havnini
í nátt? Tað hevði tveir
bummar úti.
– Tað var eitt, sum kom
við tøðum til bøndurnar.
Hann sjálvur, Pól á Klett-
um, stílaði fyri, veit ein.
Teir standa har í bólki í
krókinum innanvert á havn-
arlagnum á Sandi. Sólin
skínur, og tað er so toluliga
lýtt, hóast kavi sást á fjøll-
unum norðanfyri fyrr í
morgun. Flakavirkið er
øðrumegin teir og egning-
arskúrarnir hinumegin. Ein
bilur kemur oman brekkuna
og sneiðir av. Ein, sum fer
at hyggja sær eftir bátinum.
Okkurt er at taka hondina í.
– Ja, hann er heldur ikki
úti í dag. Man tað feila nak-
að hjá honum?
Nei, tað veit eingin reiði-
liga at siga, og harvið verð-
ur tað. Um tað er tí, at teir
eru so gamlir, at teir ikki
orka at ganga út til hansara,
er ikki til at vita, tí teir siga
einki um tað sjálvir.
Líkjast ímyndini, ein
hevur gjørt sær av gamla
sandinginum, ein kendi
fyrr. Í grønari ulpu er
onkur, Einir tveir í »yvir-
alls« blusu, og teir flestu í
føroyskari húgvu. Undir
liting, siga teir.
– Hoyr. Hvat veit Sosial-
urin at siga í dag? eru teir
forvitnir at frætta.
– Nei, tað er mest poli-
tikkur, sum stendur í bløð-
unum nú, heldur blaðmað-
urin og spyr, hvussu vorðið
er við valstríðnum á Sandi.
– Nei, góðin. Eiðasørt.
Sandingar eru rættiliga
seinir soleiðis, heldur ein.
Sæ’ tú. Vit hava hoyrt um
veljarakanningina, og vit
trúgva upp á hana. Fólka-
floksmaðurin fellur, og
borgmeistarin í Skopun fer
at verða valdur. Og tað
halda vit so.
Javel. So er tann síðan
greið, Teir gomlu her Úti í
Støð tykjast hava tikið
støðu.
Men hvussu er vorðið við
hasum
húsinum?
vil
fremmandamaðurin vita,
og peikar yvir á húsini, sum
standa næst havnarlagnum.
Hann heldur seg vita, at
tey einaferð skuldu nýtast
sum eitt slag av undirhúsi
til hesar eldru meninar.
Har? Á Munkinum? Nei
vælsignaður. Har kemur
eingin. Teir royktu so óluk-
sáliga illa har inni, at tað
bar ikki til at vera har. Nú
hava teir ansett folk har at
smyrja hurðina, so hon ikki
verður føst. Annars heldur
bara havnarkontórið til har,
og so er wc í kjallaranum.
Tað er nokk opið, halda
teir.
Navnið á Munkinum
krevur eina frágreiðing, og
hon er einføld, vita teir at
siga.
Tað búðu einar fýra
konur, sum ættaðar vóru úr
Sumba, beint heimanfyri,
so tað var so sjálvsagt, at
ytstu húsini vórðu nevnd
Munkurin.
So tosa teir um útvarpini,
teir hoyra. Jú, tað er eitt
bara heilt avvekslandi at
hava fingið hasa nýggju
kanalina afturat, halda teir.
Rás 2 skilst.
– Tað er óbegrípiligt, hvat
skopunarkonur eru raskar
at senda hvørji aðrari
heilsu, heldur ein. Hvussu
munnu tær gera, tá tær hava
tíð at lurta alla tíðina, með-
an tær arbeiða á flakavirk-
inum?
– Tað er einki fyri, veit
ein annar. Nú hava tey bara
radio uppi á høvdinum.
Líkjast rúmdarmonnum við
antennum og tí heila. Og so
lurta tær, meðan tær skera.
Effektivar vælsignað.
Ja, tað kann so væl vera.
Men tað visti tann triðji so
fyri púra vist, at tá hann
sjálvur, Elis, kom vit
Klæmutti hjá Nielsi, tá út-
konkurreraði hann heila
lortið av øllum hinum.
Teir gomlu eygleiðararnir
Tann 12. mai gevst
Maersk Air at
flúgva millum
København og
Billund og Køben-
havn og Rønne. Tá
verður bara ein
innanríkisruta hjá
felagnum eftir. Hon
er millum Køben-
havn og Aalborg
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Maersk Air boðaði í
tíðindaskrivi mánadagin
frá, at orsakað av ring-
um rakstrarúrsliti hevur
leiðslan í felagnum gjørt
av at gevast við tveimum
av teimum trimum inn-
anríkisrutunum, felagið
røkir í Danmark.
Eftir verður so bara
rutan millum Køben-
havn og Aalborg. Uttan-
ríkisruturnar, teirra mill-
um Føroyarutan, fara tó
at halda fram sum higar-
til.
Flemming Ipsen, for-
stjóri í Maersk Air, sig-
ur, at kappingin seinnu
árini
frá
Stórabelts-
brúnni og teimum skjótu
tokunum og ferjunum
hava gjørt, at raksturin
ikki ber seg longur. Tí
hevur leiðslan gjørt av at
leggja ruturnar niður,
sigur hann í tíðinda-
skrivi mánadagin.
Maersk Air sigur í tíð-
indaskrivinum, at tað fer
at fáa fylgur fyri starvs-
fólkið hjá felagnum á
Bornholm,
at
rutan
verður niðurløgd um
mánaða. Starvsfólkini
eru kunnað um støðuna.
Hinvegin verða ongar
broytingar í starvsviður-
skiftunum hjá starvfólk-
inum
í
Billund
og
København, verður sagt.
Ferðafólk, sum hava
biðið um ferðaseðlar
fram í tíðina, fáa sjálv-
andi ávíst aðrar ferða-
møguleikar frá Maersk
Air, stendur í tíðinda-
skrivinum.
Maersk Air leggur
innanríkisrutur niður
Tey hava mest arbeitt upsa á Sandoy Seaffod. Mánadagin landaði Eysturbúgin eini 200.000
pund, sum hann hevði fingið í trý samdøgur
Mynd: Edvard Joensen
Munkurin stendur manntómur við undantaki av onkrum sum
er ansettur at smyrja hurðina, so hon ikki verður føst, tí eingin
brúkar hana, skemta teir Úti í Støð
Advokat fyritøkan
Faroe Law hevur fing-
ið føroyska heima-
síðu. Hetta boðar
fyritøkan frá í tíð-
indaskrivi mánadag-
in. Á heimasíðuni
finnast upplýsingar
um virkisøki og
starvsfólk hjá fyri-
tøkuni, sum fæst við
vinnulívsráðgeving
burturav.
MARKNAÐARFØRING
Jóanes N. Dalsgaard
Faroe Law er ein deild av
donsku advokatfyritøkuni
Dania Advokater A/S, sum
hevur serkunnleika í at ráð-
geva vinnufyritøkum, sum
hava vinnuligt samstarv um
landamørk. Føroyska deild-
in, sum varð stovnað á
heysti 2000, fæst soleiðis
við at ráðgeva útlendskum
fyritøkum, sum virka í Før-
oyum eins og hon fæst við
at ráðgeva føroyskum fyri-
tøkum, sum virka uttan fyri
Føroyar. Eitt nú hevur
Faroe Law ráðgivið føroy-
skum virkjum, sum hava
roynt seg í Ruslandi. Um-
framt Faroe Law, sum er
deildin í Føroyum, hevur
fyritøkan Dania Advokater
A/S skrivstovur í Danmark,
Grønlandi og Ruslandi. Íalt
starvast smá 100 fólk hjá
Dania Advokater, harav
eru 2 fólk í føstum starvi
hjá Faroe Law.
Vinnulívsráðgeving
burturav
Nú er ein advokatfyritøka
ikki í sjálvum sær, nakað
sjáldsamt. Tað serliga við
Faroe Law í mun til onnur
advokatvirkir í Føroyum er,
at fyritøkan fæst við vinnu-
lívsráðgeving burturav. Tað
vanliga í Føroyum er ann-
ars, at eitt advokatvirki
tekur sær av øllum løg-
frøðiligum uppgávum alt
frá sáttmálaspurningum til
revsimál. Men tað ger
Faroe Law ikki.
– Vit átaka okkum als
ikki uppgávur viðvíkjandi
revsirætti ella t.d. familju-
rætti. Vit halda okkum til
vinnulívsráðgeving burtur-
av, sigur Eyðfinnur Jacob-
sen stjóri á Faroe Law. Eyð-
finnur Jacobsen er advokat-
ur, og hann hevur sitið í
stjórasessinum hjá Faroe
Law síðani í summar. Eyð-
finnur Jacobsen er serfrøð-
ingur í føroyskari skatta-
lóggávu. M.a. var hann eitt
skifti leiðari á lógardeildini
hjá Toll- og Skattstovu Før-
oya.
– Tá tit nú bara taka tykk-
um av vinnulívsráðgeving,
hava tit so betri førleika til
vinnulívsráðgeving enn
onnur advokatvirkir í Før-
oyum?
– Nei, tú fært meg ikki til
at siga, at vit eru betri. Men
vit eru avgjørt kappingar-
førir við aðrar advokatar í
Føroyum, tá tað snýr seg
um vinnulívsráðgeving.
– Eru tað kanska fleiri
pengar í reinari vinnulívs-
ráðgeving enn í tí breiða
virkseminum, sum hini
advokatvirkini reka?
– Tað kann vera nakað
um tað. Vinnulívsráðgeving
skapar ikki sama tørv á um-
siting sum eitt nú innkrevj-
ingarmál. Soleiðis spara vit
kanska eitt sindur av peng-
um til skrivstovufólk. Men
tað er ikki tað avgerandi.
Tað avgerandi er, at vit fá-
ast við vinnulívsráðgeving,
tí tað er tað vit hava hug til.
Fyri mítt egna viðkomandi
kann eg siga, at eg havi
ongan áhuga fyri eitt nú
revsirætti. Hinvegin havi eg
stóran áhuga fyri eitt nú
skattarætti, og tí vil eg helst
fáast við tað, sigur Eyð-
finnur Jacobsen.
– Ein av orsøkunum til, at
føroysk advokatvirkir átaka
sær uppgávur av øllum
handa slag, kundi kanska
veri, at marknaðurin er so
lítil. Er nakað grundarlag
fyri einum advokatvirki,
sum fæst við vinnulívsráð-
geving burturav?
– Tað vita vit ikki heilt
enn. Vit hava verið í gongd
so stutt, so enn er ilt at siga
nakað við vissu. Men
royndirnar higartil benda á,
at tørvur er á okkara tæn-
astum, sigur Eyðfinnur
Jacobsen,
sum
sjálvur
annar starvast á skrivstovu-
ni hjá Faroe Law við Ting-
húsvegin í Havn.
Tey, sum vilja vita meira
um Faroe Law í Føroyum
kunnu vitja nýggju før-
oysku heimasíðuna hjá
fyritøkuni
á
adressuni
www.faroe-law.fo.
Fyribils eru tveir
løgfrøðingar í føstum
starvi á deildini hjá
Dania Advokater A/S í
Føroyum. Eyðfinnur
Jacobsen advokatur er
stjóri á Faroe Law, sum
føroyska deildin eitur,
og Kári á Rógvi løg-
frøðingur og LL.M. er
advokatfulltrúi.
Advokatar á alnótini
Alibrúkið hjá Faroe
Salmon á Kunoyar-
nesi er nú eisini rakt
av ILA. Hetta vísa
kanningar hjá Heilsu-
frøðiligu Starvsstovu-
ni. Bíðað verður nú
eftir at fáa kanningar-
úrslitið staðfest av
eini kanningarstovu í
Aarhus, men alt
bendir á, at alibrúkið
er rakt av herviligu
sjúkuni
ILA
Stefan í Skorini
– Tað er nú sera sannlíkt, at
ILA eisini er í alibrúkinum
hjá Faroe Salmon, sum
liggur við Kunoyarnes, sig-
ur Peter Østergaard, djóra-
lækni fiskasjúkudeildini á
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni.
Kanningar hjá starvsstov-
uni vísa, at ILA royndirnar,
sum eru tiknar í alibrúki-
num, eru positivar.
Tó verður bíðað eftir
kanningarúrslitunum
av
kanningarstovuni í Aarhus,
sum skal staðfesta kanning-
arúrslitið hjá Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni.
Peter Østergaard sigur, at
kanningarstovan í Aarhus
hevur drúgvari royndir at
gera slíkar kanningar, og tí
skal úrslitið staðfestast í
Danmark. Annars er tað
sami kanningarháttur, sum
verður nýttur her í Føroy-
um.
Royndirnar vórðu tiknar
hósdagin í seinastu viku,
eftir at fellið gjørdist størri
enn vanligt. Markið er 0,5
promillu. Royndirnar vórðu
sendar niður til kanningar
fríggjadagin.
Faroe Salmon er fyrr rakt
av ILA. Í november varð
ILA staðfest í alibrúkinum í
Hvannasundi, og tá varð
fiskurin tikin.
Vit royndu at fáa fatur á
stjórunum í Faroe Salmon,
men tað eydnaðist ikki.
Illgruni í
Kaldbaksfirði
Illgruni hevur eisini verið
um ILA í alibrúkinum í
Kaldbaksfirði. Har vórðu
tíggju royndir tiknar, og ein
teirra var positiv. Hinar
vístu einki tekin um ILA.
Síðani vórðu tíggju nýggjar
royndir tiknar, og hesar
vóru allar negativar.
Peter Østergaard sigur, at
tey fara at hava eyguni við
alibrúkinum í Kaldbaks-
firði, tí møguleiki er fyri, at
ILA kortini eru í ringunum,
hóast tíggju tær seinastu
royndirnar ikki vístu tekin
um sjúkuna.
ILA við Kunoyarnes
Illgruni hevur verið um
ILA í alibrúkinum í Kald-
baksfirði. Heilsufrøðiliga
Starvsstovan hevur eygu-
ni við brúkinum
Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4