týsdagur 9. apríl 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 66 - 9. apríl 2002
Nr. 66 - 9. apríl 2002
7
- Sum kvinna havi eg
møguleika fyri at
leggja dent á tey
bleytu virðini, sigur
Erikka Eltør, sum er
eitt av valevnunum
hjá Sambandsflokk-
inum í Norðoyggjum.
LØGTINGSVALIÐ 2002
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Hetta er fyrstu ferð, at 27
ára gamla Erikka Eltør
stillar upp til eitt val, men
hóast tað hevur hon góðar
vónir.
- Einaferð skal jú verða
fyrstu ferð, sum hon sigur.
- Eg havi altíð havt stóran
áhuga fyri politikki, og havi
verið við í hvørjum kjaki
heima við hús, sigur Er-
ikka, sum eisini altíð hevur
havt sínar egnu meiningar
viðvíkjandi politisku støð-
uni her á landi.
Kvinnur skyldu at
stilla upp
Erikka sigur, at sum kvinna
er tað hennara skylda at
stilla upp.
- Tað verður so nógv tos-
að um, at ov fáar kvinnur
eru inni á tingið, men hóast
tað stillar eingin upp. Tí
kenni eg tað sum mína
skyldu at verða við hesu
ferð, sigur Erikka Eltør.
- Sum kvinna er tað tær
ótilvitað álagt at tosa um
tey bleytu virðini, og tað
bilar heldur einki. Mennir-
nir gera tað jú ikki, so tí
mugu vit kvinnur taka um
tann leysa endan, sigur
Erikka.
- Undanfarna samgongan
hevur ikki fingist nógv við
nakran familjupolitikk, so
tað er eitt av málunum, sum
eg ætli mær at arbeiða við.
Her hugsi eg um ein aktiv-
an barna-, ungdóms- og
familjupolitikk, sum kann
verða við til at betra um
umstøðurnar her á landi,
greiður Erikka frá. Haraft-
urat heldur hon, at tey eldru
í samfelagnum eiga at fáa
betri sømdir, enn tey fáa í
dag.
- Ein aktivur eldrapolit-
ikkur merkir ikki bert at
byggja eitt nýtt ellisheim.
Har eru so nógv onnur ting,
sum ein kundi arbeitt við
viðvíkjandi teim eldru,
sigur hon.
- Um kvinnurnar í Føroy-
um ynskja nakrar broyt-
ingar viðvíkjandi familju-
politikkinum, sum verður
førdur í dag, so er umráð-
andi, at tær velja kvinnur
inn á ting, sigur Erikka El-
tør, valevni Sambands-
flokksins í Norðoyggjum.
FÓLK Á GØTUNI
Solby A. Eliasen
Hanna Mørkøre, sparikassakvinna:
- Eg haldi, stutt og greitt, at politkararnir skulu
leggja dent á at halda tað tey lova, um tey koma inn
á ting.
Hennibeth Kalsø, skrivstovukvinna:
- Tað týdningarmiklasta má vera at tað fíggjarliga er
í ordan. Politikararnir mugu also lata vera við at
opna landskassan so nógv upp beint upp undir val.
Valstríðið er alt ov dýrt, haldi eg.
- Eisini haldi eg, at skúlaverkið í Føroyum er eitt
mál, sum leggjast má stórur dentur á. Skúlaverkið er
í vánaligum standi og má betrast munandi í
komandi valskeiði.
William McCleod Jacobsen, ungdómsráðgevi í
Norðoya Sparikassa:
- Eg haldi, at politkararnir skulu fáa skil upp á hvat
føroyingar vilja. Og tey skulu eisini fáa stungið út í
kortið eina politiska kós, sum føroyingar kunnu
vera nøgdir við.
- Verandi trupulleikar og ivamál mugu loysast,
áðrenn vit yvir taka nýggj øki og onnur mál, tí alt ov
nógv liggur bert og flýtur politiskt. Tað má ruddast
upp í tí sum er, áðrenn man fer í holt við meira.
Hvat skal løgtings-
valið snúgva seg um
Vit hava hitt nøkur fólk á gøtuni og spurt,
hvat tey halda politikararnir skulu leggja
dent á til hetta løgtingsvalið.
Leggja dent á tey bleytu
virðini
- Eg havi tað sum
prinsipp ikki at stilla
upp til val, sigur Hans
Eiler Hammer, prest-
ur í Norðoyða Vestara
prestagjaldi
LØGTINGSVALIÐ 2002
Solby A. Eliasen
- At vera prestur og aktivur
í politikki hóska ikki sam-
an,
sigur
Hans
Eiler
Hammer.
Hann sigur, at ein sum
prestur skal vera uttanvelt-
aður, og blandar ein seg so
upp í politikk er tað torført
at vera uttanveltaður.
- Tá ein velur at stilla upp
fyri ein flokk, má ein
standa inni fyri øllum sum
flokkurin
stendur
fyri.
Eisini tað tú ikki tekur
undir við.
Hans Eiler sigur, at nógv
gylt lyfti verða givin í
einum valstríði, sum ikki
verða hildin. Og, óansæð,
so fegin ein vil, so kemur tú
eina ferð fyrr ella seinni, í
eina ella aðra støðu har tú
ert so pressaður, at tú
noyðist at lúgva teg burtur
úr henni.
- Tað er ein støða, sum tú,
sum prestur ikki mást koma
í, sigur Hans Eiler.
Eldra politikkur má
standa í hásæti
Hans Eiler sigur, at valið
má snúgva seg um annað
enn loysing og samband.
Hann vísir á, at eitt nú eldra
politikkurin má raðfestast
høgt.
- Til hvørt val verður
lovað í eyst og vest um
eldrarøkt, og alt ljóðar so
gott, men onki hendir, sigur
hann.
- Tað má broytast. Tað
kann ikki vera meiningin,
at tey eldru í landinum ikki
hava nóg mikið at liva fyri
um mánaðin.
Hans Eiler heldur, at ikki
at vilja lova ov mikið er ein
góður hugburður. Ikki at
seta nøkur tøl á nakað, tí
ongin veit hvussu mikið
verður til tað einstaka mál-
ið, áðrenn valið.
- Um vit hugsa um tað
farna valskeiðið, so hevur
sitandi samgonga ikki hild-
ið meir enn helvtina av tí,
sum bleiv sett út í kortið
fyri fýra árum síðani. Her
hugsi eg millum annað um,
fullveldið, fólkaatkvøður-
nar, sum skuldu havt verið
og skattalættar, sigur Hans
Eiler.
- Tey koma við dýrum
lyftum, og vit, um man
kann siga tað so, hoppa upp
á tað hvørja ferð, sigur
Hans Eiler, sum heldur, at
fólk eru lættkeypt og
gloyma ov skjótt.
- Eg vil ikki undirmeta
veljaran, men eg haldi fólk
gloyma alt ov skjótt. Her
hugsi eg um, at tað er tað
sama hvørja ferð. Politikk-
ararnir lova og halda ikki,
fólk verða skuffað og ill,
men við næsta val, verða
tey somu fólkini vald aftur.
Tað er at undrast á, heldur
Hans Eiler Hammer.
- Ella hava hesir politikk-
arar ein sera trúfastan velj-
araskara.
Hans Eiler vísir eisini á ta
dýru
eykafíggjarlógina,
sum fyri fýra árum síðani
var upp aftur dýrari enn
hon er nú.
- Hvar koma pengarnar
frá? At skera blokkin niður
og samtykkja eina eyka-
fíggjarlóg, má geva minus í
landskassan, sigur hann. -
Um ikki, so má eg undrast.
Polariseringin er sera
týðulig nú
Hans Eiler Hammer sigur,
at polariseringin til hetta
valið er sera týðulig, vegna
spurningin um samband
ella loysing. Og tá prátið
kemur inn á veljarakann-
ingina
hjá
Sosialinum,
sigur hann við einum
skeivum smíli:
- Um kanningin heldur,
verða tað Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkur-
in, sum skipa samgongu,
Tjóðveldisflokkurin verður
parkeraður og Fólkaflokk-
urin... ja, hann verður
onkunstaðni ímillum.
Eg vænti, at bæði Tjóð-
veldisflokkurin og Sam-
bandsflokkurin fara at fáa
nógvar atkvøður. Fólk vilja
gardera seg. Her hugsi eg
um, at tað eru mong, sum
ganga inn fyri sjónarmiðj-
unum hjá Javnaðarflokkin-
um, men av tí at tað er eitt
sindur ullint um Javnaðar-
flokkurin í tí longra endan-
um fer at vera fyri ella í
móti loysing, so velja fólk
heldur Sambandsflokkin til
hetta valið. Tjóðveldis-
flokkurin fær eisini nógvar
atkvøður, serliga frá teim-
um ungu. Unga Tjóðveldið
ger eitt megnar arbeiði fyri
søkini, og tað fer uttan iva
at geva úrslit til valið, sigur
Hans Eiler.
Miðflokkurin ov
ótýðiligur í fullveldis-
málinum
- Veljarin veit, hvat Mið-
flokkurin gevur út, men
ikki um hann tekur undir
við samband ella loysing,
sigur Hans Eiler, sum held-
ur
stevnuskránna
hjá
flokkinum vera sera góða
kortini.
Hann heldur, at tað er
torført fyri veljaran at
síggja hvat ein flokkur, sum
liggur á miðjuni, stendur
fyri í einum máli sum til
dømis fullveldið.
Hans Eiler sigur, at tað tó
ikki bert er Miðflokkurin,
sum hevur handan trupul-
leikan.
- Um vit taka Kristiliga
Fólkaflokkin, sum nú er
farin í søguna. Hvar fóru
teir uppstillaðu? Í allar
ættir, og tað prógvar, at teir
heldur ikki hava havt eina
greiða støðu.
Hann heldur, at trupul-
leikin hjá Miðflokkinum er,
at allir teir stóru flokkarnir
tosa eisini um hjartamálini
hjá Miðflokkinum, og tí
vinna tey ikki fram um
spurningin um samband
ella loysing.
- Men eg vóni fyri teirra
skuld, at flokkurin fær um-
boð vegna góðu virðini,
flokkurin hevur, sigur Hans
Eiler.
- Men tað eru framvegis
tríggjar vikur eftir til valið,
og nógv kann broytast.
Valstríðið fer at harðna og
øll vápn - bæði siðilig og
ósiðilig - verða tikin í brúk,
sigur Hans Eiler Hammer,
sum væntar, at Sambands-
síðan fer at vinna valið. Og
tað vil siga, at tað verða
Javnaðarflokkurin og Sam-
bandsflokkurin, sum fara at
skipa samgongu.
Prestur og politikkur hóska ikki saman
C
M
Y
K
7
6