Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 67 - 10. apríl 2002 Nr. 67 - 10. apríl 2002 7 Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag var langt fremst í kappingini um Danmarksmeistara- heitið um vikuskiftið niðri í Kalundborg. Men av tí tær eru limir í Ítróttar- sambandi Føroya og harafturat eisini gestafimleikarar, fingu tær onki heið- ursmerki, hóast tær fingu heilt greitt nógv hægsta karakter FIMLEIKUR Ingrid Bjarnastein Fagnaðurin var stórur tá bussurin við gentum 10-12 ár kom aftur til Føroya mánadagin. Við fimleika- høllina á Stórheyggi var skipað fyri stórari móttøku, og har var ein rúgva av fólki komið saman at heiðra gentunum fyri teirra megnar úrslit í Danmark. Hornblástur, fløgg, blomst- ur, mussar og klemm í langar banar var afturvend- andi uttanfyri fimleikahøll- ina tíðliga seinnapartin mánadagin. Og, ikki heilt uttan grund, vóru genturnar ovurfegnar og ikki sørt bilsnar av stóru móttøkuni. – Ja, vit hava verið við í kappingini um Danmarks- meistaraheitið, men av tí at føroyingar hava ikki loyvi at vinna, so fingu vit onki heiðursmerki, sigur Inga Thorkildshøj, sum er venj- ari hjá smágentunum. Inni í høllini varð borð- reitt við smyrjibreyði og køkum, og eisini var ymiskt annað gott til tey ungu. Ein stór vøkur køka stóð á borðinum við áskriftini »Tillukku við sigrinum!«. Føroysk heiðursmerki Av tí, at Havnar Fimleika- felag metti, at úrslitið hjá gentunum í Danmark var so mikið væl úr hondum greitt, hildu tey, at eftirsum tær vórðu snýttar fyri heið- ursmerki í Danmark, so skuldu tær fáa eitt heiðurs- merki nú. Eisini varð sagt, at ongin ivi var um, at í teirra eygum vóru tær heilt avgjørt Danmarksmeistar- ar, líkamikið, hvat reglurn- ar søgdu. – Hetta var ein kapping í rútmiskum fimleiki, greiðir venjarin frá. – Tær skuldu gera tvær seriur. Eina í rútmiskum fimleiki, og so eina har bóltar vórðu brúkt- ir. Í tí rútmisku seriuni fingu tær 8,8, meðan tær fingu 8,2 í hinari, og samanlagt gav hetta 17 stig. Tað liðið, sum varð Dan- marksmeistari fekk 15,65 stig, sigur ein errin Inga Thorkildshøj. – Sjálvandi eri eg glað teirra vegna, men ikki minst tær eru fegnar um hetta úrslitið. Veitslurómurin í fim- leikahøllini á Stórheyggi var stórur. Tá genturnar høvdu fingið heiðursmerki og blómur frá Havnar Fim- leikafelag, fingu tær eisini eina rósu, sum eina heilsan frá Býráðnum, sum ikki vildi, at frálíka úrslitið skuldi fara óansað framvið. Eisini hevði 6. a í Eystur- skúlanum yrkt ein sang til Havnar Fimleikafelag, har tey ynsktu teimum tillukku. Sosialurin ynskir Havnar Fimleikafelag hjartaliga til- lukku við úrslitinum í Kalundborg. Havnar Fimleikafelag: Vunnu, men kundu ikki vinna Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag fingu ongar medaljur tá tær vóru í Danmark, men tó vóru tær ikki snýttar. Medaljurnar komu um hálsin tá tær komu aftur til Føroya Mynd: Jens Kristian Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag vóru ógvuliga glaðar fyri túrin, sum var spennandi og gevandi. Tær vilja tí fegnar takka stuðlunum. Teir eru: Kaupthing, Føroya Fimleikasam- band, Havnar Timbur- handil, Leif Mohr, Før- oya Sparikassi og Havn- ar Fimleikarfelag. -ib Vilja takka Smyrjibreyð og køkur vóru á skránni eftir medaljuhandanina, og eisini var henda vakra køkan at síggja Mynd: Jens Kristian Ein stór mannafjøld var komin saman at fagna gentunum tá tær komu aftur á klettarnar mánadagin Mynd: Jens Kristian Danski ferðaleiðara- skúlin, Service & Co, saknar eitt føroyskt íkast til komandi skeiðini. Higartil hevur bert ein føroy- ingur biðið um upp- lýsingar viðvíkjandi ferðaleiðaraskúlan- um, og eru tey ógvu- liga skuffað av hesum FERÐAVINNA Ingrid Bjarnastein Tjæreborg: Skúlin hevur lýst í føroysku fjølmiðlun- um, men áhugin fyri at sleppa á ferðaleiðaraskúla í er milt sagt ikki stórur. Danski ferðaleiðaraskúlin, Service & Co er einasti skúli av slíkum slag, sum hevur arbeiðstrygging. Hetta vil siga, at eftir lokna skúlagongd, so er tryggja tey tær mestsum eitt arbeiði innan ferðavinnuna og hjálpa tær við at koma uppá pláss. – Vit hava havt nógvar føroyingar á skúlanum, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvir føroyingar koma hvørja ferð, sigur Palma Olsen, sum sjálv hevur verið á ferðaleiðaraskúla, og sum nú arbeiðir hjá Ungrejs, sum er størsta ungdóms- ferðaskrivstova í Danmark. – Hvørt ár skipa vit fyri fýra skeiðum, sum eru ávíkavist 4 og 5 vikur til longdar. Hesi skeið eru í Spania ella á Malta. Tænastan í hásæti Tá tú fert á ferðaleiðara- skúla er tað tænastan, sum verður sett í hásæti. Og er hetta ein góður grundar- steinur fyri at sleppa víðari innan ferðavinnuna, tí á ferðaleiðaraskúla fært tú alla grundvitan sum er neyðug. – Føroyingar eru annars stórt saknaðir á ferðaleið- araskúlanum, greiðir Palma frá. – Danir eru eisini ógvu- liga glaðir fyri føroyingar. Teir siga, at føroyingar eru meira álítandi, og ofta verð- ur arbeiðið eisini gjørt betri, uttan ov nógv hóva- sták. Føroyingar hava eisini tann fyrimunin, at teir duga betri at tosa norskt og svenskt enn danir, og har- afturat duga teir jú flótandi danskt. Fyri at sleppa á ferðaleið- araskúla er einasta krav, at tú dugir at tosa enskt so- leiðis, at tú megnar at hava eina samtalu, og at tú ert 18 ár ella eldri. Um hetta hevur fangað tín áhuga, so fært tú meira at vita á heimasíðuni hjá Service & Co, www.service-co.dk ella við at senda teldupost á info@service-co.dk ella um tú heldur hevur hug at ringja, kanst tú ringja á telefon +45 70 211 222. Steinbjørn O. Jacob- sen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur ikki, at tað er rætt, at kommunurnar einsa- mallar skulu bera kostnaðin av burtur- beining av ruski RUSK Ingrid Bjarnastein Klaksvík: – Landið fær allar inntøkur av vøruinn- flutningi, tí kann tað ikki vera rætt, at kommunurnar skulu bera allan kostnaðin av at beina ruskið burtur, sigur Steinbjørn O. Jacob- sen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at størsta kommunan í Interkommun- ala Renovasjónsfelagsskap- inum, IRF, er Klaksvíkar Kommuna, sum fevnir um ein lítlan fimtapart av útreiðslunum hjá IRF. – Hetta er ein stórur trup- ulleiki, sum nevnd og leiðsla í IRF hava arbeitt nógv við. Økta virksemið í samfelagnum gevur landin- um fleiri inntøkur, meðan kommunurnar skulu beina ruskið burtur, og harvið bera tær eisini útreiðsl- urnar. Spurningurin er um býtið av inntøkum og út- reiðslum millum land og kommunur. Væl rikin stovnur Í Kommunuálitinum, sum flokkarnir á tingi hava sagt seg taka undir við, verður mælt til, at uppgávur, sum fevna um alt landið, eigur landsstýrið at umsita, með- an staðbundnar og borgara- vendar uppgávur, eiga at verða røktar kommunalt. – Kommunuálitið leggur upp til níggju stór øki, men tað er eyðsæð, at tú kanst ikki hava níggju brenni- støðir. Tí verða brennistøð- irnar meira til ein landsum- fatandi øki, og eg haldi, at samsvarið millum útreiðsl- ur og inntøkur hjá komm- unum eigur at verða betri, og tað er har landið skal taka sín part. Eg sigi ikki, at landið skal yvirtaka brenni- støðirnar, men kanska ein prosentpart, sigur borgar- stjórin í Klaksvík. Steinbjørn O. Jacobsen vísir á, at íløgur og sjálvur raksturin kostar, og hetta er vorðið til eina fíggjarliga byrðu hjá kommunum. Heilsufrøðisliga Starvstov- an ásetur jú krøv, og tað kostar pengar at viðlíka- halda eina brennistøð. Tó leggur borgarstjórin dent á, at hetta málið snýr seg ikki um raksturin av sjálvum felagsskapinum IRF. – Vandi er altíð fyri trivn- aðinum millum starvsfólki á einum slíkum stovni, tá politikarar og onnur alment skifta orð um stovnin. Eg vil leggja dent á, at vit tosa ikki um innanhýsis viður- skifti á stovninum. IRF er ein væl fyrimyndarliga rik- in stovnur, og tað er týð- andi, at hann framvegis fær frið at røkja sínar uppgávur, sigur Steinbjørn O. Jacob- sen at enda. Ferðaleiðaraskúlin Service & Co: Sakna føroyingar Ferðaleiðaraskúlin Service & Co saknar føroyingar á skúlanum Mynd: www.service-co.dk Landið skal eisini taka rusk Steinbjørn O. Jacobsen leggur upp til at landið tekur sín fíggjarliga part av rakstrinum hjá brennistøðunum C M Y K 7 6