Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-04-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 66 - 9. apríl 2002 Nr. 66 - 9. apríl 2002 9 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mikudagin og hósdagin høvdu føroyskir trolarar heilt góðar sølur í Scrabster í Skotlandi og sum skilst, vóru tað serliga hýsan og toskurin, sum seldi væl. Flestu skipini høvdu tó størri nøgdir av toski enn hýsu, men hýsufiskiskap- urin hevur eisini verið góður í seinastuni. Á Norðís Seafood siga tey, at hýsan, sum trolar- arnir hava fingið, er stór og góð. Hýsan hjá línubát- unum er smærri, men er væl nýtilig til flakaframl- eiðslu. Øll út í senn Línuskipini fóru útaftur tíðliga í síðstu viku og koma væntandi innaftur seinni í hesi vikuni. Øll línuskipini fóru at kalla útaftur í senn, tí tey bíðaðu eftir betri streymi. Sum skilst, er prísurin á hýsu hampiliga góður á Fiskamarkaði Føroya. - Í morgun varð hýsa 1 seld fyri 21 kr. fyri kg. Hetta var hýsa, sum er landað fríggjadagin og verður seld fesk av landin- um. Á Eiði siga tey, at tá ið prísirnir eru so høgir, er vónleyst at keypa. - Eg vil siga, at føroysku virkini, sum keypa og arbeiða hýsu, hava ikki nógv at gera, fyrr enn prísirnir liggja millum 13 og 16 kr. fyri kg. fyri hýsu 1 og 2. Hvussu prísirnir á hýsu eru til útflutnings, veldst um, hvussu marknaðurin í Skotlandi er, og hann er aftur tengdur av, hvussu stórt útboðið er. Serliga upsi Høvuðsframleiðslan á Norðís Seafood í mars og apríl hevur verið upsi, sum verður skorin til flak og annað, sum tikið verður til. Einki fer til blokk. Norðís Seafood keypir annars nógva hýsu, tá ið hon er á marknaðinum og fæst fyri líkinda prís. Á virkinum verður hýsan skorin til flak og fryst. - Vit gera lítið við portiónir, men gera onkrar royndir av og á. Av toski arbeiða vit lítið og einki, siga tey á Eiði. Á Eiði hevur verið støðugt fiskaarbeiði í vár. - Vit halda, at útlini eru hampiliga góð, tí fiski- skapurin er góður. Tó órógvar tað, at so nógv verður tosað um at avtaka 30% regluna fyri sølu um uppboðssøluna. - Vit halda tað ikki vera skilagott at avtaka hesa reglu, tí vit stúra fyri avleiðingunum, siga tey á Eiði. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Djúpvatnstrolarin, Niels Pauli, landaði í Saltangará mánadagin. Teir høvdu umleið 2400 kassar til- samans, harav 1400 kassar var upsi, 600 kongafiskur, og síðan vóru 400 kassar av øðrum, eitt nú hýsu. Tá ið vit frættu beint fyri døgurða mánadagin, var ikki greitt, hvør keypir last- ina hjá Niels Paula, tí fiskurin skuldi seljast um uppboðssøluna. At fiskurin hesaferð skuldi um upp- boðssøluna, hevði reiðaríið hjá Niels Paula ikki hugsað um, tá ið teir avgjørdu at leggja veiðina upp í Saltangará. Fiskavirking í Saltangará lá úti eftir upsanum, men óvist var, hvør keypir. - Vit arbeiða ikki konga- fisk og hýsu; so tann part- urin av veiðini fer í hvussu er til onnur virkir, segði Jason Johannesen mána- dagin. Á Fiskavirking í Sal- tangará høvdu tey 60.000 pund av upsa inni, tá ið arbeiðsdagurin byrjaði mánadagin. Væntandi vórðu tey liðug við hendan fiskin nakað út á seinna- partin. Upsaprísurin Um prísin á upsa, sigur Jason, at hann er rættiliga støðugur, hóast upsin yvirhøvur er ógvuliga smáur. - Eg vil siga, at prísurin fyri tann frægara upsan broytist lítið, kanska eini 10-15 oyru hvønn vegin. Hann liggur úr 5 kr. fyri kg. og uppí 5,60 kr., meðan tann smæsti upin liggur úr 5 kr. fyri kg. og niðureftir, sigur Jason Johannesen. Nógvar føroyskar landingar í Scrabster OLJUDÁLKING Vilmund Jacob sen Stutt eftir døgurða sunnu- dagin noyddist Brandstøðin í Havn í hernað við olju- sperringum á Havnarvág, tí olja var likin úr einum russ ara, sum lá við Oljukaiuna og tók olju. Hetta var eitt hendiligt óhapp. Dagin fyri, teir skuldu taka olju, høvdu teir fingist við trollemmarnar har afturi og uttan, at manningin visti av, hevði lemmurin í bakborð grivið hol á skipssíðuna, har olju- tangin var beint innanfyri. Tá ið so oljan í tanganum vaks upp til holið í skips- síðuni, sprændi hon út á sjógv. Hetta løgdu teir ikki til merkis beinanvegin. Tí noyddist Brandstøðin í Havn uppí leikin fyri at taka oljuna uppaftur. Gekk væl Anfinn Reinert, ið starvast sum innsats-leiðari á Brandstøðini í Havn, sigur, at teir beinanvegin fóru í holt við at fáa tamarhald á oljuni, og hetta gekk væl eftir umstøðunum. - Tað var eitt frískt lot, og hetta tarnaði arbeiðinum nakað, tí oljan rekur skjótt omaná sjónum. Vit løgdu 150 metrar av flótisperr- ingum fyri at dekka oljuna inni. Kortini rak ein partur inn ímóti Farstøðini og inn í krókin á Bursatanga. Anfinn sigur, at teir fóru undir at taka oljuna upp- aftur seinnapartin sunnu- dagin, men klokkan var út við 23 sunnukvøldið, áðr- enn teir fóru til hús. Mánamorgunin vóru teir aftur á staðnum og tóku oljusperringar upp. - Vit hava tvey sløg av sperringum, sum vit nýta, tá ið tílíkt hendir. Annað slagið er vanligar sperring- ar, sum vit brúka, tá ið vit samla oljuna saman. Síðan verður hon sogin upp við slamsúgvara. Hitt slagið er ein eingangs sperring, sum sýgur oljuna til sín. Í hesum førinum brúktu vit bæði sløgini. Á middegi mánadagin lá enn nakað av olju í krókin- um úti við Skipafelag Før- oya, men Anfinn Reinert vísir á, at oljan dampast skjótt upp av sjónum, ser- liga tá ið tað er lýtt í veðrinum. - Eg vil siga, at tað gekk betur enn væntað at taka oljuna uppaftur. Innsats-leiðarin á Brand- støðini vil ikki koma við einum boði uppá, hvussu nógv olja lak úr russ- aranum hendan dagin við Oljukaiuna í Havn. Brandstøðin basti olju á Havnarvág Niels Pauli landar í Saltangará Tað var eitt hendiligt óhapp, at olja lak úr einum russara við Oljukaiuna í Havn sunnudagin. - Tað gekk betur enn væntað at taka oljuna uppaftur, sigur innsats-leiðarin á Brandstøðini í Havn, Anfinn Reinert Hóast næturnar ger- ast ljósari, so sýnist hetta ikki at hava nakra góða ávirkan á trupuleikan av her- verki, sum løgreglan í Havn hevur havt ta síðstu tíðina. Tvørtur ímóti fáa teir fleiri og fleiri fráboðanar, nú næturnar gerast ljósari og fleiri fólk leita sær útum HERVERK Ragnhild Ellingsgaard Seinastu tíðina hevur nógv herverk verið framt ymsa- staðni í Havnini, og hetta vikuskiftið var einki undantak í so máta. - Vit hava fingið fleiri fráboðanar um herverk hetta vikuskiftið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. - Hóast næturnar gerast ljósari, so er hetta framveg- is ein trupuleiki. Ein skuldi annars hildið, at fólk fingu annað at gera, nú vit ganga mót ljósari tíðin, men so er tíanverri ikki, sigur vakt- havandi. Úti á Argjum var herverk framt móti eini broyt og einum bili, sum stóðu á Spunagøtu. Tveir rútar á bilinum vórðu brotnir, og eisini ein hurð fekk skaða. Seinni fekk løgreglan eisini fráboðan um arbeiðsmask- inur aðrastaðni á Argjum, sum heldur ikki høvdu fingið frið. - Vit vita ikki enn, sum nakað samband er millum hesi herverk, men vit kanna málið. Í løtuni royna vit at finna fram til fólk, sum møguliga hava sæð okkurt hetta kvøldið, og so arbeiða vit víðari frá tíð, sigur vakt- havandi á politistøðini í Havn. Men tað var ikki bert á Argjum, at herverk varð framt. Onkur rútur á einum bili, sum stóð parkeraður við SMS, varð brotin, og leygarkvøldið boðaði Tórs- havnar Sjómansheim frá, at herverk varð framt móti eini hurð. Mentanargrunnur Landsins lat fyrr í ár starvslønir til 20 listarfólk. Tilsamans er talan um starvsløn í 91 mánaðar áljóð- andi 1.721.836,40 krónur STARVSLØNIR Ingrid Bjarnastein Starvslønirnar fyri 2002 vórðu latnar fyri góðum mánaða síðani. Talan er um 20 listarfólk, ið hava fingið játtað starvsløn í ymisk tíðarskeið. Geografiskt kann ein róliga siga, at starvslønirnar eru flest allar endaðar í høvuðsstaðarøk- inum. 13 av teimum 20 starvslønunum eru endaðar í Havnini, meðan fýra eru latnar listarfólkum í Keyp- mannahavn. Tað sigur so mikið sum tað, at bert tríggjar starvslønir eru latn- ar listarfólki á bygd, og er tað ávíkavist í Kaldbak, Klaksvík og Saltangará. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1.Býtið av starvslønunum 2002, sær annars soleiðis út: Teitur Árnason, Keyp- mannahavn, 32 mánaðir Sunleif Rasmussen, Tórshavn, 12 mánaðir Carl Jóhan Jensen, Tórs- havn, 12 mánaðir Edward Fuglø, Klaksvík, 6 mánaðir Oddfríður M. Rasmus- sen, Tórshavn, 6 mánaðir Katrin Ottarsdóttir, Keypmannahavn, 6 mánaðir Jóanes Nielsen, Tórs- havn, 6 mánaðir Marjun S. Kjelnæs, Hoy- vík, 4 mánaðir Rakel Helmsdal, Tórs- havn, 4 mánaðir Hans Tórgarð, Tórshavn, 3 mánaðir Katarina Nolsøe, Tórs- havn, 3 mánaðir Kinna Poulsen, Keyp- mannahavn, 2 mánaðir Kári Sverrison, Salt- angará, 2 mánaðir Hans Egholm, Tórshavn, 2 mánaðir Sámal Petersen, Kaldbak, 2 mánaðir Óli Olsen, Keypmanna- havn, 2 mánaðir Astrid Andreasen, Tórs- havn, 2 mánaðir Tita Vinther, Tórshavn, 2 mánaðir Gurðið Poulsen, Tórs- havn, 2 mánaðir Berghild Poulsen, Tórs- havn, 1 mánaða 13 av 20 starvslønum endaðu í Havn Edward Fuglø er ein av teimum trimum av bygd, sum hevur fingið handað starvsløn frá Mentarnargrunni Landsins Nógv herverk í Havn STULDUR Ragnhild Ellingsgaard Løgreglan í Havn fekk leygarkvøldið fráboðan um ein bil, sum hevði koyrt út- av vegnum úti á Velbastað. - Vit skundaðu okkum út á staðið, men tíanvetur var einki fólk komið til skaða. Eingin var staddur í bil- inum, tá vit komu fram, og seinni funnu vit útav, at bilurin var stolin av einum bilverkstaði, sigur vakt- havandi á politistøðini. Fyrr um kvøldið hevði onkur brotið inn á eitt bilverkstað úti á Slættanes- gøtu, og inni á verkstaðnum høvdu gerningsmennirnir so funnið lyklarnar til bilin, sum teir fóru avstað við. - Vit vita enn ikki, hvørjir gerningsmennirnir eru, men vit arbeiða við málinum, siga tey av politistøðini í Havn. Løgreglan í Klaksvík hevur ikki havt nógv at gjørt farna vikuskiftið LØGREGLAN Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: - Hóast veðrið hevur verið framúr, og nógv fólk hava verið úti, so hevur verið stak friðarligt, frætta vit frá politistøðini í Klaksvík. - Sum heild er langt ímill- um, at nakað stórvegis hendir í Klaksvík, og sum oftast fáa vit bara onkrar smærri fráboðanar, sigur vakthavandi á politistøðini. Hann leggur afturat, hóast veðrið gerst betur og fleiri fólk leita sær út í býin um næturnar, so vænta teir sær ikki nógvar trupuleikar av hesum. Bilur stolin av bilverkstaði Friðarligt vikuskifti C M Y K 9 8