týsdagur 9. apríl 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 67 - 10. apríl 2002
Nr. 67 - 10. apríl 2002
9
Seinasta vikuskiftið
hava óargaungar
aftur verið uppá spæl
í Kunoyartunlinum,
har teir hava oyðilagt
53 av skeltunum, sum
vísa á vegkantin inni í
sjálvum tunlinum
HERVERK
Ragnhild Ellingsgaard
Kunoy:
Mánamorgunin
fekk løgreglan í Klaksvík
eina fráboðan um, at her-
verk enn eina ferð var framt
inni í Kunoyartunlinum.
Á páskum fingu teir eis-
ini eina fráboðan um her-
verk í tunlinum, men hesu
ferð vóru heili 53 skilti,
sum vísa á vegkantin,
krúllaði saman og oyði-
løgd.
– Harafturat hava allir
prestarnir, sum standa við
vegin millum Ánirnar og
Strond, fingið av at vita.
Ein bilur hevur rent á teir
allar, so teir allir sum ein
liggja brotnir við vegkant-
in, sigur vakthavandi á
politistøðini í Klaksvík.
Fleiri fólk hava í vikuni
ringt inn á politistøðina, og
gjørt vart við hendan trup-
ulleika, og tey flestu eru á
einum máli um, at hetta er
ein stór skomm.
– Serliga inni í Kunoyar-
tunlinum sær hetta ræðuligt
út. Har er einki skelti, sum
kann vísa bilkoyrarum,
hvar vegkanturin er, og tað
ávirkar sjálvandi eisini
trygdina. Ein skuldi hildið,
at vit eru farin 50 ár aftur í
tíðina, siga tey av politi-
støðini.
Á politistøðini arbeiða
tey í løtuni við fullum
álvara víðari við málinum.
– Tað vildi verið
løgið, um vestara síða
ikki merkir eina stóra
broyting í ferðsluni á
kaiini, nú Scania er
farin at røkja sigling-
ina um Leirvíksfjørð,
sigur Rani Nolsøe
LEIRVÍKS-
FJARÐARLEIÐIN
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Rani sigur, at
ársfrágreiðingin hjá Strand-
ferðsluni vísir, at Dúgvan í
ár 2000 flutti 75.374 akfør
og 202.598 ferðafólk um
Leirvíksfjørð.
- So tað vildi verið undar-
ligt, um tað ikki sást aftur í
økingini í ferðsluni á vest-
aru bryggju, heldur hann.
Hann sigur, at arbeiðs-
friðurin er órógvaður, or-
sakað av bilarøðini til Sca-
niu, men tað er so bert,
meðan Scania liggur í
Klaksvík.
Til dømis lá Næraberg á
Klaksvík og landaði og
menn vóru bangnir fyri, at
tann nógva ferðslan fór at
tarna arbeiðinum so mikið,
at hann ikki fór at verða
liðugur til tíðina. Men tað
bilti ikki.
Eisini hevur Skipafelagið
sítt arbeiði har á keiini. Og
av tí at, bingjuplássið hjá
teimum er longri úti á
keiini, skal tann stóri trukk-
urin hjá teimum koyra í
millum, meðan teir lossa og
avskipa.
– Tað er ein trupulleiki, tí
bilarøðin stutt sagt bloker-
ar, sigur Rani Nolsøe.
Hann leggur tó aftur at, at
hóast alt, so hevur arbeiðið
gingið nógv betur enn
væntað.
Rani Nolsøe sigur eisini,
at tey fingu boðini um at
Scania skuldi sigla í seinna
lagi. Og tað tískil skapti
óneyðugar trupulleikar.
– Vit hava ikki upplivað
hetta sum ein mansskaps-
trupulleika
hjá
Strand-
ferðsluni, men heldur sum
eina
lítla
slagsíðu
á
managementsíðuni
hjá
teimum, sigur Rani Nolsø.
– Vit hava havt eitt gott
samstarv við manningina
umborð á Scaniu, so tað er
í hesum førinum í fyrireik-
ingunum, at trupulleikarnir
liggja og ikki í tí praktiska
dagliga arbeiðinum.
– Hóast tað, at vit vita, at
Dúgvan skal til árligt eftir-
lit, og at tað er torført at fáa
annað skip í hennara stað,
so hevði tað verið gott at
fingið longri fyrireikingar-
tíð til slíkt, leggur Rani
Nolsø afturat.
Rani Nolsøe, stjóri á Klaksvíkar Havn:
Scania leggur trýst á vestaru bryggju
Herverk í Kunoyartunlinum
Tað er ein munandi øking í ferðsluni á vestaru bryggju í
Klaksvík, síðani Scania byrjaði at sigla
Ein 16 ára gamal
drongur á knallert
kom til skaða, tá
hann týsdagin
rendi saman við
einum bili á
Nólsoyar Pálsgøtu
FERÐSLUÓHAPP
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Drongurin,
sum gongur í 10. flokki,
hevur seinastu vikuna
verið í starvsvenjing á
Bedingini.
Týsdagin
eftir
arbeiðstíð
setti
hann seg so á knallert
sína, og skuldi fara til
hús.
Meðan drongurin á
knallertini koyrir heim
eftir Nólsoyar Pálsgøtu,
kemur ein bilur koyrandi
norður eftir á somu gøtu.
Hesin bilurin ætlar sær
inn í Statoil, men sær
ikki drongin á knallert-
uni koma ímóti sær.
Bilurin snarar tískil
yvir um vegin inn á økið
hjá Statoil, beint sum
drongurin kemur koyr-
andi á sama vegastrekk-
ið.
Drongurin koyrdi í so
skjótt, og fekk sostatt
ikki tíð til at steðga í nóg
góðari tíð. Hann royndi
at snara undan bilinum,
men hetta eydnaðist
tíanverri ikki.
Bilurin og knallertin
bóru við hvønn annan,
og stoyturin førdi við
sær, at drongurin datt av
knallertini, sum síðani
koppaði yvir 16 ára
gamla drongin.
Tveir sjúkrabilar vóru
skjótir á staðið, men
tíanbetur var skaðin ikki
so stórur, sum hann ann-
ars lættliga kundi verið.
Drongurin var eftir
óhappið fluttur á sjúkra-
húsið í Klaksvík, og
staðfest varð, at hann
hevði brotið fótliðin í
trimum støðum. Einki
hendi við bilføraranum.
Eingin stórvegis skaði
kom á hvørki bilin ella
knallertina.
Ferðsluóhapp í Klaksvík
- Fiskiskapurin hevur
verið rættiliga góður í
vár, og tí hevur verið
brúk fyri nógvum
íløtum, bæði kørum
og kassum, sigur Kári
í Garði, stjóri á
Kassamiðstøðini.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
- Skuldi Smyril altíð verið
nóg stórur, hevði hann
verið ógvuliga stórur.
Soleiðis tekur Kári í
Garði, stjóri á Kassamið-
støðini, til, tá ið vit spyrja
hann, um nóg mikið er av
kørum og kassum í landin-
um.
Í grein í Sosialinum
herfyri
kom
fram,
at
fiskivinnuni, bæði á sjógvi
og landi, vantar kør og
kassar. Á Fiskamarknaði
Føroya
søgdu
tey,
at
marknaðurin hevur verið
noyddur at siga skipum frá
sær, tí ov fá kør og kassar
eru til fiskin, sum kemur
inn á gólvið. Eisini kom
fram, at skip, sum hava
landað,
stundum
hava
bíðað leingi eftir kørum, og
tí hevur landingin drigið út.
Í ringasta føri eru skipini
ikki sloppin útaftur bein-
anvegin, tí ov fáir kassar
eru at koyra umborð. At
enda kom ein ábending um,
at virkir leggja inn undir
seg,
og
tað
ger,
at
trupulleikin gerst uppaftur
størri.
Nóg mikið av íløtum
Kári í Garði sigur, at
nýtslan av kassum er í mun
til fiskiskapin, men hann
heldur ikki, at ov lítið er av
íløtum í landinum.
- Fiskiskapurin hevur
verið rættiliga góður í vár,
og tí hevur eisini verið brúk
fyri nógvum íløtum, bæði
kørum og kassum.
Hann viðgongur, at tað
hevur verið eitt sindur
torført í vár at nøktað tann
stóra tørvin, ið verið hevur,
men heldur ikki, at orsøkin
er, at ov fá íløt eru í
landinum.
Spurdur, um teir, sum
framleiða kassarnar, ið
Kassamiðstøðin
keypir,
megna at levera tað, sum
biðið verður um, sigur
Kári:
- Hava vit eina bílegging
av íløtum í vár, so fáa vit
tað, sum biðið verður um,
sigur stjórin á Kassamið-
støðini, sum annars harm-
ast um, at tey, sum hava
trupulleikarnar, ikki venda
sær til Kassamiðstøðina
heldur enn fjølmiðlarnar.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
At fiska við troli og línu er
hvør sítt. Trolararnir verða
stundum tarnaðir av veðri,
men ikki av streymi sum
so. Hinvegin kunnu bæði
veður og streymur tarna
línubátunum at fiska.
Er streymurin so harður,
at ikki er roynandi, liggja
línuskipini, og tá fara tey
ofta útaftur í senni.
Og soleiðis var tað í
síðstu viku.
Nú hava línuskipini so
roynt í eina góða viku, og
tíðin fer at vera komin, tá ið
tey koma innaftur at landa.
Kósin keypir á
uppboðssølu
Adrian Dalsá, stjóri á
Kósini, sigur, at tey vænta
onkran av línubátunum
seinni í hesi vikuni.
Mánadagin og týsdagin
var eingin landing á Kósini,
men virkið hevur keypt
upsa og tosk á uppboðssøl-
u.
- Nógvur fiskur er á
marknaðinum, og vit ar-
beiða hvønn dag, hóast
eingin landing beinleiðis er
til virkið. Men nú vænta vit
so onkran av línubátunum
ein av fyrstu døgunum,
sigur stjórin á Kósini.
Nóg mikið er av kørum og kassum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki smávegis túrur,
Eysturbúgvin og Vestur-
búgvin hava gjørt.
Eysturbúgvin, sum par-
trolar við Vesturbúgvanum,
var á Sandi mánamorgunin.
Skipið var fult undir lúk-
urnar og meira enn tað. Tað
síðsta, teir fingu, høvdu teir
á dekkinum.
Jóan Petur Vest á Sandoy
Seafood sigur, at Eystur-
búgvin
hevði
stívliga
300.000 pund, meginpart-
urin upsi. Teir royndu í 5
dagar. Mett verður, at
veiðan hjá Vesturbúgvanum
er á leið tann sama sum hjá
Eysturbúgvanum.
Spurdur, hvussu upsin er
til støddar, sigur Jóan Petur,
at meginparturin avveiðini
er upsi 3, og tað er av tí
fræga, tí summar túrar
hevur stórur partur verið
upsi 4.
Á
Sandi
vænta
tey
Nornagest og Kolumbus
seinni í vikuni. Teir hava
roynt í eina viku ella so.
Bæði á virkinum á Sandi
og í Skopun hava tey
ríkiligt at gera í løtuni.
Nakað av útróðrarfiski
kemur eisini uppá land á
Sandi, tá ið tað viðrar, men
sum skilst, er fiskiskapurin
ikki nakað serligur.
Onkur bátur við snellu er
seinastu dagarnar farin um
tey túsund pundini.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin rimmar túr
Línubátarnir
innaftur
seinni
í vikuni
Mánadagin og týsdagin var eingin landing á Kósini, men virkið hevur keypt upsa og tosk á uppboðssølu. Væntandi landar onkur
línubátur á Kósini seinni í hesi vikuni
Kári í Garði, stjóri á Kassamiðstøðini, metir ikki, at ov lítið er av íløtum í landinum
C
M
Y
K
9
8