mánadagur 12. apríl 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI
Nr. 3
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á
I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu
JAVNAÐUR
Spádómar og hóttanir.
Thorstein Petersen spáar, at
henda nýggja stýrisskipanin fyri
Føroyar, sum nú er sett í gildi,
fer ikki at halda meira enn
kanska nakrar mánaðir.
Í hesum spádómi liggur ein
hóttan, tí vit vita, at um hon
ikki heldur, og um hon íkki
verður til gagns, so er skuldin
flokks Thorstein = Petersens,
Fólkaflokksins. So verður tað
ti, at hesin flokkur, sum er
størsti flokkur á Løgtingi, fer at
berjast av øllum alvi móti skip-
anini. Hann verður at sabotera,
sum teir siga, tá ið hon skal
verða flutt út í lívið.
Álvarsamir og hugsandi Før-
oyingar (eisini Fólkaflokksmenn
og Loysingarmenn) duga væl
á at skyna og mugu innan-
tanna ásanna, at henda lógin,
eisini sæð frá einum sjálvstýris-
sjónarmiði, er eingin ring lóg
fyri Føroyar, og var vilji til,
kundi landið fingið nógv gott
burtur úr henni.
Hvat ið so sagt verður, so er
hon meint av fullum álvara, og
aftan fyri hana liggur ivaleyst
ein ærligur hugur at fáa stríðið
millum hesi bæði nærskyldu
lond, Danmark og Føroyar, lagt
nidur uttan at taka fullan og
heilan skilnad.
Hon gevur okkum fullan rætt
at taka á okkum øll innanlendis
mál, so har er sjálvstýri framt.
Vit hava uttanríkismál í felag
við Danir, men vit sleppa at
hava menn á sendimannastov-
unum, og vit sleppa sjálvir at
samráðast við lond stuðlaðir av
donskum sendimonnum.
Kjarnin í henni er tað, at tað
stendur á Løgtinginum sjálvum,
um nakað fæst burtur úr henni,
ella hon verður eitt tómt eiti.
Og nú id Tingið kemur saman,
fer hetta at royna seg. Og hvørjar
vónir eru fyri, at vit verunliga
fáa undir hond nøkur mál?
Sambandsflokkurin fór treyður
við til nýskipanina, og ivinga-
samt verður, hvussu langt, ið
hann fæst at ganga, og hvat vald
hann hevur hug at geva Ting-
inum.
Javnaðarmenn og Gl. Sjálv-
stýrismenn eru í minniluta, og
teir fáa einki framt, uttan teir
fáa stuðul frá øðrum flokkum.
Hvor ið nýtir ilt av styrisins
illsemju er fólk og land. Tad er
ti eingin tjóðskaparlig gagnsgerð
av Thorsteini Petersen at hótta
við, at nýggja stýrisskipanin skal
enda í einari fløkju. Politiskar
fløkjur byggja ikki landið upp.
Tá id ikki nakar flokkur hevur
meiriluta á Tingum, er samar-
beiði neyðugt. Og Fólkaflokkur-
in hevur altid borið seg undan
samarbeiði. Hann kann ikki
vænta, at aðrir minnilutaflokkar
fara áfram at taka ábyrgdina.
Men hann skuldi duga at sæð,
at hann spælir høgt spæl. Hann
er ikki loysingarflokkur, men
hann ræðist so loysingarpartin
i flokkinum, at hann torir ikki
at taka stýrisskipan, sum hann
veit kundi verið okkum til
frama og gagns, tí hesin litli
loysingarparturin er móti allari
semju.
Væl kann vera, at hóttanir
og andstrid koma einum sjálv-
um aftur um brekkur. Onkur
bíðar ivaleyst eftir fløkjum og
ómegd hjá teimum stýrandi.
Men ringast fer at svíða hjá
hinum minni menta, og eins og
manga aðrastaðni, duga hesir
her í Føroyum heldur ikki at
siggja sitt gagn og besta.
Álop á V. Buhl,
ministara.
»Dagbladid« helt tað vera
vånalig bladskriving, >Føroya
Sosial Demokratur« hevði i
grein um ålop >Dimmalætting-
ar« å N. Arup.
Men nú henda dagin hevði
»Dagbl.« grein til V. Buhl mi-
nistara sum ein ikki skuldi trúð,
sett varð í blað.
Føroysk bløð eru vanlig við
persónligum álopum, men her
er útlendskur maður, virdur av
landsmonnum sínum og minist-
ari í landsins stjórn, ið fær slík
orð og slíka brigdan.
Munnu menn halda, at slíkt
er landi okkara til heiðurs og
gagns?
Annars er at siga, at >Dag-
blaðið“ og »Dimmalætting« nú
tykjast at vera samd í at loypa
á vissar danskar menn. So í
onkum er semja millum hesar
báðar stríðsmenn“.
Mánadagin 12. apríl 1948
kostar kr. 2,00
Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og
porto um fjórðingsárið
30 kr.
í bót fyri at vanvirða føroyska flaggið
og gera seg inn á Løgtingsins ognir!
Ikki kann sigast at vera stór
ein fær fyri at gera seg
almennar
revsing,
inná og
ognir (landsins).
vanvirða
1. april, tá id Løgtingið flagg-
aði, fór ungur Havnardrongur
og koyrdi flaggið niður á hálva
stong. hevði
fatur á honum, og hann fekk
heilar 30 kr. í bót!
Eitt blað hevði uppaftur eina
Fútaskrivstovan
forhånisliga og býttisliga frásøgn
av samrøðuni á futaskrivstovuni,
Slíkur óflýggjaligur atburður
er nú vorðin so vanligur, af
fólk kanska geva honum ikki
gætur, og summi tykjast at hava
eina fjákuta fragd av tí. Tey
halda ivaleyst, at tað er eitt
stórbragd, at gera slíkt. Og hann
ið ger tað ikki minni. Sjálvandi
er hann ein fríheitskempari av
ti rætta slagnum!
Men tann spilla og tann >upp-
reistrar-mentalitet«, ið soleiðis
rennur upp, man einaferð fara
og sýna seg, og tað ikki til gagns
fyri tær »friu Foroyar«,
Rusland tryggjar stødu sina,
Tað hevur verið
síggja, at Rusland hevur roynt
at tryggja øll síni mark móti
álopum. Vestanfyri hava teir
fingið sær ein rygg av vinarlig-
um londum líka úr Miðalhøv-
um, og nú teir fingu Finland
við, upp í Íshavið. Í eysturend-
anum av Miðalhavinum, í trong-
anum har, er tað bert Grikka-
land, id eftir er, og sum Ameriku-
stuðla, so teir
uppí
greitt at
menn royna al
ikki skulu
hitt »russiska økiðd.
eisini koma
Spenningurin tekur
saman um lfaliu, har valg verð-
ur 18. í h., og verður tað at
sýna, um Kommunistar koma
til ræðið ikki. Koma teir,
verða Russar at hava valdi í
hesum týdningarmikla havi, og
tað at ávirka í stórum alla
seg SÓ
ella
fer
hina uttanríkispolitisku støðuna.
Her norðuri á okkara leiðum,
eru tað tingingarnar millum
Rusland og Finland, id hava
havt mestan åhugan. Sjålvandi
var altid væntað, at Finnar
måttu luta, og ongum mundi
koma dátt vid, at millum Rus-
lands og Finlands var gjørdur
»tryggingar-såttmåli« nú í hesi
vikuni.
Finnar láta kanska ikki so
illa at honum, teir fingu nóg
so fríar hendur. Men verun-
leikin er so tann, at teir eru
komnir uppí eysturbólkin, og
ein veit hvar teir standa, um
áleikar. Í Norðurlondum eru
fólk uppskakað. Enn eru tey ó-
partna og hava ikki kastað seg
aftur at nøkrum bólki. Men tey
royna at halda seg saman og
vera búgvin at taka móti øllum
hendingum.
Vit lata:
Feskt kjøt og flesk
pylsur
feitivørur
livurpostei Få
salatir ;
konserves
Kødbyen, København.
FT SEST SET ILS:4