mánadagur 26. apríl 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FØROYA
SOSIAL: DEMOKRATUR
FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR
„ Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á 2 : på Bladid verdur bilagt å posthåsinum, og | ;
Nr. 15 | 1. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | Mánadagin 26. apríl 1948 kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 22 årg.
Kyrrindi
Meðan broddurin er, i hørð-
um streymi, fer útróðrarmaðurin
innav rákinum og bíðar til tað
spekir aftur. Kyrrindini, tá ið
rákið er lagaligt, eru bestu lík-
indi at royna hjá honum.
Vit kunna nýta hesa myndina
av sjónum um okkara politiska
liv. Streymurin hevur verið
harður, og broddurin langur,
og tað hevur verið leingi at
bíða eftir kyrrindum. Men nú
hava vit eina lítla vón um, at
síreymurin fer at linka, og
kyrrindini kunna vera so fræg,
at tey kunnu nýtast. Tó her
valdast, um menn eru sintir at
nýta kyrrindini, ella teir aftur
ætla at leggja seg inn á ein
hvønn víkarbarm at bíða og
skifta orð, eins og tá ið streym-
urin var harður, og einki gjørdist.
Her liggur eisini nógv og bíðar
at verða gjørt, bæði eitt og ann-
að. Menn kunnu ikki alla ævina
sila og trætast og siga, at lík-
indini eru so ring, umstøðurnar
eru so trongar, vit liggja í bond-
um: tí fæst einki av skafti. Lat
so ein hvønn halda á at siga,
at bondini kundu vera leysari
ella heilt leys. Hevur fólk
tað í ætlan, ja, so er sagt, at
tað skal standa okkum frítt at
Velja.
Henda royndartidin kann vera
nýtt at venja okkum og búgva
okkum til. Lat okkum siga, at
vit hava verið sum ómyndingar,
vit hava verið sum børn: vit
hava gingið fram við. Børn,
vita vit, leypa ikki úr barna-
aldrinum og í vakstramanna-
aldurin. Her fer fram ein menn-
ing, ein vøkstur. Soleiðis má
eisini vera við einum landi og
fólki. Tað skal búgvast og vaksa.
Politisk menning, hegni og lag
á at stjórna londum kemur ikki
eftir einum ári. Vit hava verið
stjórnað sum eitt amt í øðrum
landi. Vit hava havt eitt hvørt
ræði, vit hava havt ráðgevandi
rald, men ábyrgdin hevur verið
eingin at rópa. Aðrir menn hava
umsitið og havt ræðið. Tað er
langt lop at fara frá einari
trongari amtsstøðu og til sjálv-
støðugt ríki. Her verður eitt
vitt glopp í teirri politisku og
stjórnarligu menningini.
Tað er sjónligt, og vit kunna
siga tað bart út, at okkum
saknar menn: stýrismenn, álit-
ismenn, undangongumenn. Vit
síggja tað frægast, nú løgmaður
skal verða valdur. Tað er ikki
bert av politiskum orsøkum, at
menn tykjast at vera so í iva
hvønn teir skulu velja. Men
beinan vegin, tí ein ikki veit,
hvør ið er tann rætti maðurin
at vera settur í henda álitissess.
Hetta starv ella embæti er gam-
alt, og hóast menninir, sum í
ti hava sitið, sjálvandi hava havt
síni brek, so hevur tjóðin givið
teimum tær dygdir og tað rúm-
liga vit, sum kravt skuldi verið
av stjórnarmonnum.
Tað eru ikki examiur ella
eini hvørji størv, id skapa rættar
menn. Slíkt eru hamar, er einki
at koyra í hamin, eru slikir ytri
fyrimunir ikki mikið verdir.
Men nú fara vit at vóna, at
hesi kyrrindi, sum henda nýggja
stýrisskipan fer at gera, fer at
búgva út rættar menn, sum
nýttir kunnu vera, og sum seinri
fara at gera avreksverk. Er
nakað tilfar í monnum, kunna
teir ivaleyst fáa mikið, ið verð-
ur fólki og landi at gagni, burt-
ur úr hesum líkindum, ið nú
standa okkum til handa.
Teir kristiligu demekratísku við de Gasperi |
á odda vunnu valið í Ítalíu
Kommunistar fóru nógv
til afturs
Hetta valgið varð eftir farið
við óføra stórum spenningi.
Vunnu Kommunistar, gjørdust
russiska árinið og valdið so
mikið í Europa, at demokrati-
ini vestanfyri fóru at verða heilt
fyri ongum.
Kristiligu demokratarnir høvdu
stóran meiriluta og gingu nógv
fram. Men stríðið stóð meir
millum kommunismu og katol-
ismu enn millum politiskar
flokkar. Bæði eru átrúnaðir,
religiónir, og katolisisman hevur
mælt til bardaga móti kommun-
ismuni, sum teir siga er ein
ókristin læra: Hon dyrkar hold-
ið sum Gud og fer at gera heim-
in heidnan aftur og loysa hann
frá kristnari trúgv og morali.
— Hesin sigur er tó ikki vunnin
með alla.
Italia er eitt av teimum lond-
um, sum stendur sosialt ógvu-
liga aftarlaga — serliga aftaná
kriggid eru viðurskiftini sera
ring. de Gasperi og flokkur
hans fer at hava nógv at bøta,
skal hann verða sitandi. Ring
sosial viðurskifti og stórur stætt-
armunur eru bestu líkindi hjá
kommunistum at vinna fram.
Høgru-sosialistarnir høvdu eis-
ini framgongd, og teir royna nú
at savna seg saman og menna
seg.
Væntandi er, at Ítalia fer at
geva seg aftur at hinum vestur-
europeiska sambandinum.
Til DAGBLAÐIÐ
Vit mugu nú fara og flyta
fram okkara bestu tøkk til teir
báðar blaðstjórar »Dagbladsins«,
Knút Wang og M. S. Vidstein,
at teir nevna okkum so vinar-
liga og at teir taka fram blað-
stjóran á hesum blaði, F.S.D.,
til ummælis í heilum.
M.S. Viðstein er gamal parta-
maður okkara, og orðatakið
sigur, at gamal kærleiki rustar
ikki so brádliga, so tað skal
kanska ongan undra, at hann
so tíðum melur um »Sosialin«
og so íðuliga trívur í stjórn
hans. Hann er gamal høvund-
ur, og hann vil kanska læra
hin núsitandi blaðstjóran sið og
hógv.
Knút Wang hevur sum kunn-
ugt verið í Danmark og kunn-
ast við blaðsið har. Danir hava
kanska lært hann at orðskiftast
við teir, ið stýra bløðum, hóast
tann siður hevur ikki verið
»Dagbladnum« ókunnigur.
Tað man annars vera í skemti,
at >Dagblaðið< tosar um skitin
álop og dulnevni. Meðan Knút
Wang hevur sitid sum blaðstjóri
og ábyrgdarmadur, hevur blaðið
verið vidagitid fyri álop á vissar
persónar, og manga ferðina hava
hesi ljótu álop bara staðið við
einum hvørjum merki undir.
Vit minnast alla kriggstidina,
hvussu tað tá sáddi út illgitan
og ófrið og leyp á menn hvørja
løtu. Er >Føroya Sosial Demo-
kratur« komin eftir dulnevnis-
siðinum og hevur borið fram
ljót álop, man tað hava smittað
av »Dagbladnum«!
Annars kann ein væl skilja
ætlan blaðsins. Tað skal gera
blaðstjóra >Føroya Sosial De-
mokrats< til ein ósiða mann,
og sjálvandi verður blaðið har-
eftir. Hetta eru teir politisku
stríðssiðirnir, sum blaðstjórar
»Daghbladsins« venja seg at nýta,
og ofta kunna teir muna —
og tað væl,
|
Kommunistar
og Erlendur Patursson
Tygum, Erlendur Patursson,
eru ógvuliga illur um at vera
kallaður kommunistur. Eg veit
ikki, um tað er nakað skemdar-
navn. Góðir menn, ivaleyst
stórir hugsjónarmenn, í nógvum
londum eru kommunistar og
eru i kommuúnistiska flokkinum.
Nógvir halda eisini, at mikið
gott er í læru teirra, og stórur
sannleiki er í nógvum teir flyta
fram. Tað er tann atburður,
teir nýta at fremja síni mál, og
at teir onga andstøðu loyva, ið
býður monnum ímóti. Annars
var tað »Dimmalætting«, ið fyrst
av øllum bløðum bar tey tíðindi
út um landið, at tygum og lags-
menn tygara høvdu stovnað
kommunistiskan flokk.
Eg vil ásanna, at beinast var,
at menn, tá ið teir í almennum
bløðum, beinleiðis venda sær
til einhvønn, politikkara ella
annan mann, so seílu navn
undir. Men til hetta er at siga,
at sidurin at nýta dulnevni er
ógvuliga vanligur í blaðskriv-
ing — ikki minst í føroyskari.
Eisini er at ásanna, at hin
umrødda greinin var heldur
hvasslig. Men skal slík grein
sum tann vera orsøk til rættar-
trætu, so vóru mangar slíkar
trætur, og so hevdi dómarin
nógv at takast við. Og fara tyg-
um av rættum huga at kanna
blað tygara, síðan tað kom fram,
kunna tygum ikki illskast og
taka stórliga til orða, um ein-
hvør Javnaðarmaður hvassliga
vendir sær til tygara persónliga,
ti álopini á Javnaðarflokkin og
serliga á formann hans hava
verið burtur úr tætt, og sum
eg meini, ógvuliga órættvis og
ósaklig. Skriving tygara hevur
verið so háttað, at tygum kunna
ikki tosa um ósannindi.
Viðvíkjandi steyramáli so skal
eg ikki nevna stórt um tað.
»Føroya Sosial Demokratur«
hevur ongan órætt vart. Skylda
blaðanna er at åtala, so mugu
teir, id valda, taka til sin. Men
vit hava sagt, at her á landi er
ivaleyst ikki bert eitt mál at
átala.
Joensen
Marti
Tit fåa
bestu málingina hjá okkum.
M. P, Jacobsens málarabúð,