Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-05-01, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI | Nr. 16 Lýsingarprísur fyri mm I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu FØROYA SOSIAL- DEMOKRATUR BRODURSKAPUR JAVNAÐUR 12 oyru a | Leygardagin 1. mei 1948 Blaðið verður bilagt á posthåsinum, og | kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið 22 årg. 1. mei Hin stóra landsfylkingin Í dag er 1. mei, arbeiðaranna fylkingardagur. Kring heimin fara fram krav- gongur arbeiðsmonnum og kvinnum og fólki innanfyri allar stættir. Fløgg eru vundin á stong, tey reyðu fløggini, id fingu dóp sin i striðsblóði arbeidaranna, tá ið teir á fyrsta sinni runnu saman til eina mótmælandi kraft fyri at spreingja tey kapitalislisku bondini og stórmannaveldið, ið helt teimum niðri í teirri svarl- astu armóð og vesældómi. Men tí betur er nógv broytt síðani tá. Nú finnast lond, hvar id ar- beiðarafylkingin hevur vunnið mong av teimum manna- og lívsrættindum, sum vóru noktað fjøldini, tá id hitt reyða flaggið varð til. Ti er 1. mei eisini ein veilslu- og sigursdagur í dag, samstun- dis sum hann er fylkingardag- urin. Fylkingardagur fyri arbeiðara- fjøldina og øll tey, id stevna ímóti eini sosialistiskari sam- felagsskipan ið verður at veita øllum, ið vilja arbeiða, fræls og fullgóð livskor og ger landið til eitt fólkaheim, har ið møgu- leikarnir eru eins fyri øll, og har hin sjúki, veiki, einkjur og einkjubørn og gomul eiga eina forsorg, sum gevur teimum eitt lív uttan økonomiska sorg, veitir teimum eitt lív við nóg mikið til matna og klædna eins og neyðuga likams og andans røkt. Føroyingar eru ov stutt komn- ir í ásannan av, at tað hjá ar- beiðs- og fiskimonnum og øllum frælsiselskandi folkum | av her å landi er umrådandi at ganga i eina socialistiska fylking eins og kammiråtarnir i útheiminum. Ti fyrr enn hetta hendir, verd- ur ikki sólin at skina yvir Før- oyum sum fólkaheimið, ið veitir fjøldini eins og Føroyingum sum heild fræls og fullgóð kor. Loyvi mær tí við hesum orð- um at minna tykkum arbeiðs- menn, tykkum fiskimenn og øll starvsfólk, sum enn hava nógv tøkini at taka fyri at hava vun- nið fullgóð kor, so góð kor, sum eru møgulig at vinna á hesum landi, minna tykkum á: Bíðið ongan tíma við at melda tykkum til arbeiðis innanfyri ta sosialistisku fylkingina! Vísið frå tykkum hvønn ein- asta mann hvørja einastu kvinnu sum vilja hava tykkum burtur úr ella halda tykkum burturi frá hesari fylking, vísið teimum burtur tykkara verstu figgindar. Vísið teimum burtur uttan mun til í hvørjum bjálva tey koma! Tí arbeiðara- fjøldin kring heimin hevur altid fingið síni svárastu høgg mangastaðni sínar deydastingir av spjaðarunum, sum vita, at eydnast teirra arbeiði, er sosia- lisman sum frígeringarkraft fyri fjøldina knasað. Minnist til, at hin størsti svíkj- ari og quislingur móti arbeið- ararørsluni er maðurin, ið roynir at klúgva og splitta arheiðara- fylkingina. Ti hvér maður og hvor kvinna av húsi sum agitator fyri teirri sosialistisku fylkingini! Gerið Føroya sosialistiska flokk til landsins størsta! Gevið hon- um reinan meirluta, so hann nú, vit hava fingið óskert sjálv- stýri í ríkisfelagsskapi og sam- vinnu við Danir, kann fáa høvi at gera Føroyar til eitt av sonn- um gott fólkaheim, har allir Føroyingar kunna liva sum brøður í góðum og fríum kor- um Sosialisman, hin sterkasta fólkafylkingin lívi og sigri eis- ini á hesum klettum! Sigrið hitt reyða frælsismerkið! P. M. DAM Stríðið herðir á í Palæstina. Bardagurin millum Jødar og Arabar í Palæstina harðnar. Dráp og harðskapur er í heilum. Herdeild av Arabarum úr gran- nalondunum skal vera á veg at leggja upp í stríðið. Sum kunn- ugt hava Onglendingar sagt frá sær umsjónina við Palæstinu. Men tað frættist, at enskir her- menn vóru farnir í hernað móti Jødum, ið herjaðu á hin kenda býin Jaffa. Palæstina er eitt av teimum fløktu verðald- armålunum, og ringt er at siga, hvussu hetta mál skal verða greitt. Í og sum og SOSIALISMA í føroyskum bygdalivi Førovingurin er altid sagdur | at vera einstaklingur av lyndi (individualistur). Hann elskar frælsi: vinnuligt fræisi og figgj- arligt frælsi. Tad er eisini sagt, at honum trytur samhaldskenslu: hann er ein einari, sum hugsar um seg og sini, og hann stend- ur ikki saman, tå id ástendur, men kann sleppa starvsbróðuri sinum fjall, um hann ikki sjálvur lissar av ti. Henda metan' er ivaleys rætt i mongum førum. Men tá ið ein fer at kanna føroyskt bygdaliv, so kann ein spyrja, hvussu hetta sjálvdráttrarlyndið er komið í Føroyingin, tí bygdasamfelagið var ikki skipað so, tað var ikki tann andi, ið ráddi, at skuldi draga inn undir seg, og hvør skuldi sæta sær. Tað er áhugavert at kanna hetta føroyska bygdasamfelagið, og tær sjálvgjørdu har eftir tað var skipað, og sum vóru støðið undir lívi tess. Og íkki fer ein skeivur at siga, at bæði i vinnulivi og mentunnarlivi vóru reinar sosialistiskar lindir. Ein felagsskapur, eitt saman- hald, sum kendist á øllum økj- um. — Sjálvandi kann ein siga, at umstøðurnar vóru skuldi ein bygd bjarga sær, so mátti hon halda felagsskapin. Her ráddi enn miðaldarfelagið. Hvor átti sitt, men arbeidis- hættirnir vóru so, at virka mátti upp á hvør so, at vera saman. Bjørgini kundu ikki uttan av nógvum monnum, so her var oftast øll bygdin uppi í. Sjálvandi vóru tað bygdir við berum stórbónd- um og nøkrum ognarleysum, og hesir vóru so við bóndanum og fingu part burtur av. Men nógvum av bygdunum var óð- alsgóðsið nógv, so oftast hvør verða søkt im 02 maður átti part minni og størri — í haga og bergi, og tá ið fuglur varð søktur, varð lagt av til jørð (landpartur), men síðan var hitt býtt javnliga sundur millum teir, ið við vóru. Somuleiðis var við haganum. Hagar vóru stórir og lógu sam- an, og teir vóru røktir í felag. Seyðurin kundi eisini vera í felag, men summastaðni var allur hagin kenning. Men hóast tað vóru og eru — allir hag- at gera í haganum. Allir skuldu verða boðaðir til rakstur, boð- aðir til hagaskurð, til at grava ræsur í bjørgunum ella til at savna seyðin saman í kavaveðri ella til at spekja hann. Bøurin var sundur býttur, men ofta tóku hús seg saman um hoygg- ingina, ella tvey hús løgdu sam- an við veltingini. Ja, felags- skapurin so stórur, hjálpsemisandin var so livandi, at ein hevur hoyrt frásagt: at tå ið einaferð húsmaður hevði fingið mein, so hann ikki kundi fara at velta (lamin), var gerða- býti gjørt millum hús, soleiðis at maður úr øðrum húsi legði seg á landi at velta og læt hin fara út at rógva ístaðin fyri seg. Og sum tað var á landinum var eisini á sjónum. Báturin var áttur í felag og veiðan var sundurbýtt millum menninar. Grindin og grindabýti er eitt tað besta dømi um føroyskan var og felagsskap og eina elligamla »kooparativa« skipan. Jørðin fekk sín part, men so fekk eis- ini hvørt mannkykt í sýslinum sín fulla lut, bæði gomul og ung, um tey so høvdu verið við ella ikki. Her er ofía tikið til, at henda skipan er so kommu- nistisk, sum hon kann vera! Sum tað var í arbeidislivin- um eisini á sama hátt í ment- unarlívinum. Her á hesum øk- inum kom serliga fram hin miðaldarliga = hugsanin, um menniskjuna sum eina bróður- liga heild, ein rúm alheims- hugsjón, ið sá mannaættina sum eitt andaligt húski, sameind. Meginparturin av tí andaliga lívinum drakk úr midaldar- skaldskapinum : kvædini, sagn- irnar og ævintyrini. Alt hetta livdi i kvéldsetuni i roykstovuni og í dansinum. Og bæði kvøld- seta og dansur vóru ein anda- ligur felagskapur. Serliga í dans- inum kom fram og treivst tað andaliga samband og tann sálar- ligi felagsdráttur, sum er eyð- kenni fyri menniskjuna, men sum umstøður og sosial viður- skifti hava tikið av lagi. Dans- urin var ein heild, ein felags rytma, sum gekk gjøgnum ringin og fór frá skiparanum og til øll tey, ið dansaðu. Nógv av hesum nevnda felags- skapi er sjålvandi enn at kenna ans eigarar felags um tað, id er | i føroyskum arbeiðislívi. Ym-