Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1948síða 2

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 iskar vinnur úti á bygdunum kunna ikki verða røktar uttan í felag -— og enn eigur hvør sín lut í somu vinnu. Á sama hátt kanst tú kenna nógv av tí gamla hjálpseminum eins og fyrr. Ein maður, sum skal byggja sær hús, kann t.d. fáa hjálp frá øðrum, og so veitir hann hjálp aftur fyri. Soleiðis er tað; men felags- skapsandin og at gera hvørjum øðrum ein beina, eru langt síðan í afturgongu. Kannar ein føroyskt bygdaliv í dag, fær hann heldur varhugan av fólki, sum gyrðir seg inni og søkir til sín og síni. Í nógvum plássum kunna vinnur ikki verða røktar, ti partamenn standa í ósemju. Eingin fæst at vera undan- gongumadur, og hvør einstakur er varin at gera ovnógv og taka sær ovstóra ábyrgd, tí tá kann kanska ein annar fáa ov stórt gagn av tí. Ósemjan er so stór, at sundurbytingin verður tikin, og so kann hvør sita i sjálv- dráttri — hara sítt á partna. Sjálvsagt eru nógvar ymiskar orsakir til hetta sundurlyndið — henda kapitalistiska hugsunnar- háttin, um ein vil nýta nýmót- ans mál. Útheimurin er komin á okkum, og vit fáa oftast tað ringasta úr útheiminum. Men eitt, sum serliga hevur verið ein spilla, er skipsfiskiskapurin við snøri, har hvør maður hevur staðið í sjálvdrátti og drigið til sín. Tann stóri ójavni, sum har hevur verið, hevur í stórum alt upp einstaklingahugsanina og køvt burtur hugin til felagsskap og at lyfta í felag. Flestu menn eru samdir í at halda, at bróðnrskaps- og felags- skapsandin má vera settur í hásætið, um heimurin skal koma undan. : Eisini vit her í Føroyum eiga at fremja henda anda og fáa hann inn í samfelagslivid. At sameina Europa. Sosialistiskir flokkar ur 13 londum, har imillum tey try Norðanlondini, hava havt sam- rådingarfundir i Paris um at seta å stovn eitt sameint Eu- ropa. Sum kunnugt hevur Win- ston Churchill borid hesa hugs- an upp å mål. Ein byrjan er gjørd við hinum 5 vestanlond- unum, sum gjørdu sáttmála sina- millum og settu niður ráð at leggja til rættis samarbeiði land- anna millum. Allir menn vísa á kríggsvandan og halda, at einki er at gera uttan at binda londini saman við felags stjórn eins og Sambandsrikini í Ame- ríka. Nú er sosialistisk stjórn í nógvum londum, og hesar stjórn- ir hava felags hugsan um allar samfelagsspurningar. FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR GALDRA-LOFTUR Hetta ummælið av sjónleik- inum er okkum sent: Tað skal sigast beinan vegin, at kulissurnar vóru einastand- andi væl og listarliga gjørdar. Hann, ið bera. skuldi leikin, hvørs navn leikurin ber, kom tíverri ongantíð inn í »rolluna«, Var betur hjá honum at latið ein tilikan stein ligið, ið ein ómøgu- liga kann vera mentur at lyfta.- Mær rennur í huga Paula Dahl ta ferðina, hann spældi >Í bardøg- um«, tad var spæl — einum professionellum sjónleikara ver- dugt — hannskuldi verið Loftur. Um Ønnu Katrinu Jacobsen er al siga, at hon var líka góð, líka meistarlig, sum hina ferð- ina, hon spældi Ulrikku í >Systr- unum á komin til verunligan lærdóm teatur-kynstri, so var hon av- gjørt okkara Anna Borg! Louis Zachariasen spældi óføra væl, hann magnaði uppgávuna full- komuliga, eingin áskoðari ivadist i, hvør id råddi har á garðinum. Oskar Hermansen spæl gav út i odd og egg áskoðaranum ta fatan, at bispurin í Hólum var eitt »nops« — um Jóhann Sigur- jónsson hevur ætlað hetta er ein annar spurningur. Lindenskov Samuelsen og smágentan spældu óføra væl, so væl, at ein kundi ikki uttan harmast um, at hasir menn- inir, ið biddarar skuldu vera yviri á bríkini og líkaleiðis hasir húskallarnir skuldu vera inni og spilla spælið, spilla tað við sínum grýlulótum! Um sjálvan sjónleikin er at siga, at hann er so óhugna- ligur, at ein kennir seg mestsum takksaman móti Lofti (Knút Wang), at hann var so lumm- hentur í spæli sínum, hevði hann spælt, sum hann átti, hevði leikurin í kirkjuni kenst so óhugnaligur, at hann á okk- um førovingar hevði virkað reint út sagt gudsspottandi — vit kunnu íkki hugsa okkum tað møguligt inni fyri heilaga altari at standa og ákalla sjálv- an illamann og valt hans Væsenc. — Sum uppískoyti er at siga, at bispadóttirin hóskaði avgjørt ikki til eina 16 árs gamla gentu. Spældi annars væl. Olaf (Lamhauge) var, um møguligt, enn og veikari í spæli enn Knút Wang, hann sá ikki út sum drongur, hvørs dýrasta er drivið inn í deyðan av annans manns ávum. Ein kravmikil sjónleikur. Ov tungur fyri amatørar. Men sjón- leikarafelagið skal eiga sjóra tøkk fyri, at tað hevur dirvið at fara undir leikir, ið krevja — og geva leikarum høvi at sýna evni síni, sjálvt um tað hendir, at íkki allir leikararnir standa mál. A. Kinn« — var hon KRÍGGSVANDIN Tað eru menn, sum tosa um nýtt kriggj, sum óttast at nýggj orrusta brátt herjar á. Hóast ein hugsar sáttliga um hesi viðurskifti, so kann hann ikki annað enn í mongum førum fara og taka undir við hesum varnar-røddum. Verðin er sum nú statt sundurbýtt í tvær hugs- anir, og tær kunna aldri semj- ast. Sovjet Samveldið er hin stóri ivaspurningur. Teir hava tryggj- að síni mark við at vissa sær vinarliga sinnaðar stjórnir í øll- um grannalondunum og binda tey at sær við vinasáttmálum. Men allir menn spyrja, hvussu langt Russar ætla. Um teir bert hava í kvittanum at verja seg móti figgindum, ella teir ætla at fremja hina >verðaldarligu koll- vellingina« og taka ein blóðigan bardaga við hin partin av heim- inum. Allir halda, at sum nú er statt, hava Russar fulla megi at ota seg vestureftir og rena Veslur-Europa heilt um koll. Hinir hava onga styrki ímóti teimum. Týski herurin er sund- urspjaddur. ltalia hevur bert fáar menn. Háland 30.000 heima, Belgia 65.000, Frakland hevur 450.000 menn í Europa og Norður-Afrika. Hin bretska og amerikanska hersetanin í Týsk- lándi er bert illa útgjørt politi, hernaðarliga einki kann Og Ongland eigur lítla vernd. Hin amerikanski verju- málaráðharrin metti Ruslands hermongd i Euvopa at vera um 100 divisionir, og so kundi tað flutt fram i bardagan 75 divi- siónir frå hinum eystur-europe- isku londunum. Men aftur á møti er at nevna, at vørugoymslurnar í Europa eru tómar, og um Russar løgdu undir seg alt meginlandið, kundu teir aldri forða fyri einum húsagangi alla staðni, sum teir komu fram. Og allir sakkønir eru samdir í, at Russar hava eingi atomvápn, meðan Amerika sum avrika. 1. mei 1948 hevur meira og betri bumbur enn í 1945. So hóast uppbygg- ingin er komin langt áleiðis bæði í Ruslandi og Eystur- europa, og allir teir bretsku og amerikanshu herarnir eru burt- urstaddir, kann hin núverandi støðan ikki vera Russum í lagi. Menn halda, át skulu Russar í hesum viðurskiftum hava sett sær fyri at fara í orrustu beint nú, so er tað tí, at teir óttast fyri einari stórari yvirmakt um nøkur ár, eftir at Europa er komið upp á føtur aftur. — Amerikansk bløð hava ymisk tíðindi at bera, sum tó ikki eru álítandi, at ymsar meiningar skulu vera í Kreml. Ein partur vil sláast nú alt fyri eitt, ein annar ikki. Saman um tikið so halda allir skilamenn, at eingin grund er fyri at vænta bardaga nú. Men um so er, eigur ein ikki at kenna seg fullvissan. Stórlond- ini kunna ganga so langt við hesum leikinum, at tey móti sínum vilja bresta saman. Tað er ímóti at vaða ovlangt, at Amerikanarar seta fram sínar ávaringar. Í hvussu er, er skiligt, at teir ætla ikki at flyggja úr Europa, men gera tær skyldur, teir áleggja sær. FØROYA BRUNATRYGGING Hús - innbúgv - vør- ur - verda tryggjad. ØTI eiga at bråka Føroyska hondsåpu frå fabrik OKKARA Lastvagnskosrisg Anton Arge (y) Húsabrúgv Tlf. 443 Bekendtgørelse Valuta-Centralen. Valuta-Centralen skal herved anmode Importører, som har modtaget Varer, der ved Bekendtgørelse af 23. Januar 1948 er blevet overført til »Bunden Liste«, og for hvilke der endnu ikke er meddelt Indførselstilladelse fra Valuta-Centralen, om hertil snarest belejligt at indsende følgende Oplysninger bilagt med for- nøden Dokumentation: 1. Tidspunktet for Varernes Ankomst 2. Varernes Art. 3. Varernes Værdi i £. 4. Om Importøren har foretaget Skridt til at annullere Varepartiet? Valuta-Centralen for Færøerne, den 27. April 1948. E. B. J. NICOLAISEN ES