Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-05-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1948síða 3

‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

1. mei 1948 FØROYA SOSIAL DEMOKRATUR Brådf. blaðstjóri: MARTIN FOENSEN Prent: A. ØSTER's HEIMATIDINDI Gudstænastur. '5. sunnudag eftir påskir: Joensen próstur i Havnar kirkju. Thaysen prestur i Kirkju- boar kirkju. Jespersen prestur i Nólsoyar kirkju. KFUM og -K. Sunnukvøldið kl. 8!/, felags- ungdómsfundur í KFUK. Chr. Høj lærari. Øll eru vælkomin. 25 ár. 2. mei fyllir Elin á Bó í Skopun 75 ár. Vit ynskja henni góða heilsu til at strevast enn í mong år, ti at arbeiða og aftur arbeiða — tað hevur allar dagar verið hennara himmiriki á jørð. Hennara partur hevur sanni- liga ikki ligið eftir, síðan hon sum 15 ára gomul kom til Skopunar. Tillukku gamla! Vinir. Fara vit aftur á valg? Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fram at loysa Tingið og skriva út nýtt valg — helst til heystar. Tað kann sigast, at Føroyingar hava verið ríkiliga væl signað við valg bæði til hetta og hatta. Men spurningur er, um teir ikki nú fara at møð- ast og vildu einaferð fingið frið. Skúlablaðið, málgagn Føroya Lærarafelags, er útkomið. Hetta rit er nógv framfarið og hevur góðan og áhugaverdan lesnað um skúla- skap og skúlaspurningar. Ikki eiga tað bert at vera lærarar, ið hava áhuga fyri skúlaskapi. Hetta mál nertur við allar lands- ins borgarar, og kann tað tí vera gagnvert hjá øðrum enn bert lærarafólkum at lesa okk- ara einasta skúlablað. Frie Ord". Sera gott danskt tidarrit, væl skrivað og hevur til umrøðu teir mest áhugaverdu spurning- ar, ið frammi eru nú á døgum. Teir kendu menninir Vilhelm Grønbech og Hal Koch pro- fessorar eru ritstjórar. Felagið „Varðin“ hevur havt fund. Stedgur hevur verið í tíðarritinum, men eitt blað, id greiddi frá fundinum, segði, at nú skuldi »Vardin« koma fyri seg aftur. Fiskiskapurin í Íslandi. »Fossur« kom úr Íslandi við 25—30 tonsum. Hann læt illa at fiskiskapinum. Annars man vera ójavnt. >Norðstjørnang, linu- skip, var heimkomin við um 500 skpp. FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR Kuldi aftur. Vedurlagid er oftast skiftandi i Føroynm, serliga tå id vår og vetur stridast um maktina. Vit høvdu nakrar góðar dagar, men nú kom høgættin aftur við sterkum kulda og kavaælingi. Norðan fyri hevdi hann kavað í bakka. Slíkt veðurlag er ringt fyri seyðin. Ærnar, ið lembt hava missa mjólkina, og tað svíður at lombunum, sum tå ikki kunna fáa sær mettuna. Kirkjukonsertin, id vard hildin i Havn seinasta sunnudag var frålik og ein heiður fyri leiðarin og teir lut- takandi. Tað var athugaligt at hoyra teir einrøddu sangirnar. Sangararnir = bøvdu frálíkan framburð og mál. Ein hin besti einrøddarsangari var Leif Mohr elektrikari. Skrúðgongan í Havn, sum 25. apríl var skipað av skótunum við almennum fundi frammanfyri Bókhandilin til heiðurs fyri flagg okkara, varð ein hin sámiligasta skrúðgonga, ið fram er farin. Talararnir Hans Andrias Djurhuus og Pauli Dahl yvirlækni talaðu væl og man- andi um flaggið og flaggsins søgu. Flógvandi kendist Dahls heiðran av Jens Olivar Lisberg i Fåmjin. Reint søguliga glapp honum ur, at longu i 1931 setti javn- adarflokkurin uppskot fram um vid lóg at veita okkara flaggi rætt uttanfyri sjómarkið, men at ikki bara sambandsmenn við A. Samuelsen á odda, men eis- ini sjálvstýrismenn við Jóanes Paturssyni á odda vóru ímóti at fremja hetta uppskot. Eisini varð gloymt, at tá ið sambandið millum Danmark og Føroyar varð slitið av kriggsávum og okkara skip skuldu hava annað merkið enn tað danska, vóru tað Louis Zachariasen og P. M. Dam, ið, tá id aðrir rumblaðu um slatur um grønt flagg, skriv- aðu til bretska konsulin um at ganga við til, at vit brúktu hitt føroyska merki. P. Fríggjadagin vóru samtykt uppskotini til: yLøgtingslóg um umboðsvald Føroyac. yLøgtingslóg um stýrisskipan Føroya í sermålum«. Hesi fyrstu sjålvstyrisuppskot aftanå, at »Heimastyrisløgin« er komin i gildi eru sermerkt vid at skara framúr við sínum mergjaða og vakra málsliga búna, ið eigur at vera ein fyri- mynd fyri alt.-lógsmíð í fram- tíðini. Grein um valutaspurningin má steðga til næsta blað. Ferskfiskasølan. 21. apr. cwt. Poppy (ialt) 983 3217 23. apr. Tre Kroner 69 230 27. apr. Royndin 503 1968 Eystfelli (båtaf.) 665 — 2.949 Sudurfarid s54 1.145 Nordberg 408 1.766 Trygvi 279 — 1.406 — (flutt) 3 31 29. apr. Barið 303 1.346 Álvur 321 1526 Havsøki 817 1.67 Harra Erlendur Paturssonur Tygum bóru út í blaði tygara, at eg skuldi hava lovað tygum at verða nr. Í á javnaðarmanna lista í Havn. Hetta avsannaði eg og tygum trættu. Eg tók so til vitnis Jákup í Jákupsstovu og Øregaard, ið hava verið hjástaddir, tá id eg havi talað um politikk við tygum. Eg eri fegin yvir, at tygum hava verið hjá Jákupi í Jákups- stovu fyri at fáa hann til at vátta við tygum. Nr. 16 NSU Trætan er nú avgjørt tygum til minkan. Jákup sigur sam- bært blað tygara: „Eg minnist ikki um valfylk- ing og listanummar«. Jákup gevur altso mær rætt og merkir tygum sum ósann- indismann. At javnaðarflokkurin fegin vildi, at tygum skuldu verið javnaðarmaður og fylkst við okkum javnaðarmonnum er eyðsæð. Javnaðarflokkurin við mær á odda vil hava allar Føroyingar til javnaðarmenn og melda seg í flokkin. At eg fegin vil gera tað, ið eg kann, fyri at fylkja ungar Før- ovingar — og ikki seinast teir, ið hava nomið kunnleika í út- heiminum — er so sjålvfylgju- ligt, at ein skuldi íkki tørva váttan frá øðrum manni fyri tað. At tygum hava fingið stór- bóndan í Saxum annaðhvørt at gykla sær í minni nakað, eg ikki havi sagt, ella beinleiðis at bera fram ósannindi fyri at tæna tygum sum loysingarførara og Danahatara, leggur tygum bara lægri í álopi á meg sum arbeid- araførara. P. M. Dam. LICITATION Målingararbeidi av Hotel Føroyum uttan, iroknad tilfar, verður her boðið út i licitation. Frågreiding fæst hjá okkum og boð mugu verða okkum í hendi seinasta lagi mánadagin tann 3. mai kl. 12. Tryggingarsambandið Feroyar. Ferðagóðstrygging teknast hjá okkum. TRYGGINGARSAMBANDIÐ »FOROYAR« Partafelagið telefon 259 og 133 ÍSUR AGNSILD | FRYSTIGÓÐS HAVNAR FISKACENTRAL Skipstroyggjur, fínari troyggjur damuvøttir, hosur og vøttir. keypast til allarbesta prís. | | | Otto Jacobsen, Vestmanna. | Tlf. 21 og 41.