leygardagur 8. mai 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8. mei 1948
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Nr. 17
sjålvt um løgtingið rindar 50%,
greida sin part. Styrid må ti
taka upp samrådingar vid rikis-
stjórnina um statsstudning og
bilig statslån til havnabygging.
4) Ravmagnsmálið verður
kanska at kosta um 15, kanska
20 milliónir, áðrenn allar Før-
oyar eru ravmagnaðar. Um
finansieran av hesari veldugu
uppgávu má landsstýrið taka
upp samráðingar við státin.
5) Húsatrotið er heilt nerv-
andi í Føroyum. Her tørvar ein
lánskipan, ið kann gera tað eins
lætt fyri Føroyingar at fáa
byggilán, og tað er fyri menn
niðri í Danmørk. Tað er tí
semja um, at landsstýrið tekur
upp samráðingar við ríkisstýrið
um loysing av hesari uppgávu.
6) Vit hava fingið studenta-
og preliminerskeið í Havn, sum
løgtingið rindar. Men vit eiga
eingi høli, ongan kostskúla.
Studentaskúli má verða bygdur,
somuleiðis kostskúli, og hin
hægri skúlin má verða um-
skipaður eins og tað er aldeilis
neyðugt, at fólkaskúlalærara-
løningarskipanin má verða bøtt,
um vit ikki skulu koma at sita
við ongum ella nógv ov fáum
lærarum.
Hesar spurningar er semja
um, at stjórnin beinavegin má
fara undir at loysa.
7) Inn- og útfluttningur stend-
ur sum B-mál. Tað er semja
um at gera tað til A-mál og
yvirtaka tað.
8) Somuleiðis er semja um
beina vegin at fara undir at fáa
greiðu á og fasta skipan fyri
okkara valuta- og sterlinga-
bólkaviðurskiftum.
9) Samgonguflokkarnir eru
vorðnir samdir um at royna at
fáa loyst flúgvu- og telefon-
sambandið við útheimin eins og
at útbyggja okkara innanovggja
radiotelefonsamband.
10) Tað er áður samtykt á
tingi at royna at keypa Land-
mandsbankens aktiur í Føroya
Banka. Hetta málið eru sam-
gonguflokkarnir vorðnir samdir
um at taka uppaflur eins og at
taka broytan í bankaskipanini
(møguligt nationaliseran av
bankalagnum) upp.
11) Mennan av okkara fiska-
idnadi er eitt av samgongu-
flokkanna málum á arbeiðs-
skránni.
12) Landsstýrinum er álagt at
taka upp samráðingar við ríkis-
stjórnina um rættindi Føroyinga
í Grønlandi eins og um statsins
útbyggjan av havnarviðurskift-
unum fyri Førovingar har uppi,
harundir bygging av oljubingum.
13) Samráðst er frá forovsk-
ari og danskari sidu vid rikis-
stjórnina um eina stórfingna
hvalaveiðu — við Suðurhavs-
hvalaveiðu sum mál. Byrjað
skal verða í Føroyum og møgu-
ligt eisini í Grønlandi. Hetta
mál eru samgonguflokkarnir
vorðnir samdir um at viðmæla
og styðja av óllum kreftum.
14) Loøgtingid
kunnugt keypt oljubingini í
Søldarfirði. Semja er millum
samgonguflokkarnar beinan veg-
in at fara undir at byggja olju-
brúnna, og skjótast møguligt
sela spurningin um løgtingsins
einkarinnflvtan í verk.
hevur sum
Hesar spurningar eru sam-
gonguflokkarnir sum sagt vorðn-
ir samdir um at leggja alla orku
á at fáa framt Tað má sigast,
at hetta »arbeidsprogram« hjá
samgonguflokkunum ber í sær
stórar møguligleikar, um tað
kann eydnast at fúa loyst allar
spurningarnar.
Vísir landsstýrið seg handli
kraftugt og mergjað at fáa av-
rikað eitt gott arbeiði, kenni eg
meg vísan i, at eisini Foroya
fólk yvirhøvur vil ásanna, at vit
eru við at stíga ímóti til eina
menning og stimbran av anda-
ligum sum fíggjarligum lívi her
á landi, sum vil verða hitt hesta
vidmæli og søgudómur, sum vil,
ið bera ábyrgdina fyri heima-
stýrislógini, kunna ynskja.
Eg ynski løgmanni okkara
hjartaliga tillukku við bestu vón
um eina góða framtíð fyri land
og fólk.
Th. Petersen helt fram, at
hann og hansara flokkur høvdu
verið ímóti hesi nýggju stýris-
skipan og tóku eitthvørt fyri-
varni.
So var fundur lokin.
Valutaneyðin
og hitt fría initiativid,
Nú verður harmast um ta
valutaneyð, landið er komið í.
Pundini eru uppi. Handil okkara
vid Ongland verður steðgaður.
Vit koma aftur í tey gomlu við-
urskifti, at allur okkara sam-
handil verða við Danmark, og
vit sleppa so statt ikki at venda
okkum á hesum fyri samfelagið
mest týðningarmikla økinum.
Skuldin verður løgd á valuta-
ráðið, og hitt danska stýrið í
landinum. Men ráð eru móti
óráðum, og menn siga okkum
hvørji ráð, ið eru til at taka.
Eitt politiska blaðið mælir til
at selja meiri feskfisk til Ong-
lands og á tann hátt savna pund
saman aftur. Annað krevur
Løgtingsvalg, og bitt triðja mælir
til at seta danska stýrið av og
fáa reint føroyskt aftur.
Vit hava trívið í hetta
handils- og pundsmålid áður, og
sjálvandi hava vit ásannað, at
hetta er álvarsmikið mál, men
vil hava eisini loyvt okkum at
bera fram, hvat vit halda er
atvoldin til ólagið, og vit loyva
LISTAFELAG FØROYA
hevur i umbúna komandi Ólavsøku at halda framsýning av
føroyskari list, Henda framsýning er ætlað ikki bert at um-
boða
myndalist (málningar og standmyndir), men eisini
nytslu-list (t.d. vovnir lutir, knivar, træskurður o. a. sum
dygd er
í). Tey, id vilja luttaka, verða biðin um at venda
sær til ein av undirritadu, sum Listafelagid hevur valt til at
stíla fyri framsýningina.
%. VAAGSTEIN
JANUS KAMBAN
RIKARD
LONG S. & MIKINES
W. HEINESEN
LAGTINGSSKAT
Det bekendtgøres herved, at der den 1. Maj 1948 herfra er
afsendt
Meddelelse til samtlige de Personer, Selskaber, Institu-
tioner, m.v., der er paalignet personlig Skat til Amtskommunen
(Lagtingsskat) for Skatteaaret 1948, om den hver enkelt Person
eller Virksomhed paalignede Skat, og at eventuelle Klager over
Skatteberegningen vil være at indgive til Lagtingets Skatteudvalg inden
Í Maaned efter forannævnte Dato, jfr. X 4 i Lov Nr. 202 af 15.
Maj 1939 om personlig Skat til Amtskommunen.
Opmærksomheden henledes paa, at ved Udlevering af be-
rusende Drikke, skal al forfalden Lagtingsskat være betalt.
Færøernes Oppebørselskontor, den 3. Maj 1948.
J. NICOLAISEN, kst.
AVDÚKAN AV MINNISVARÐA
Komandi sunnudag, 9-5-1948, eru
120 ár, síðan Andrass
Mortansson keypti Argir og grundaði bygdina har.
Tessvegna reisa eftirkomarar hansara minnisvarða fyri honum
á teim gomlu grundunum
harúti. Fer avdúkanin fram kl. 3
sunnudagin, og eru øll ættarfólk og onnur, id hava áhuga fyri
hesum,
rælkomin til avdúkanina.
Bussur fer av Vaglinum kl. 2!/,
MINNISVARÐANEYNDIN
okkum eisini at bera fram, at | flokksmonnum, sambandsmonn-
vit vænta ikki, at tey góðu ráð-
ini, ið løgd verða, fara at gagnast
okkara handilsvidurskifti stór-
liga, tí orsakirnar liggja aðra-
staðni.
Vit fara at tora at siga, at so
sum samfelagshugsanin er her
á landi, var altíð hesin vandin
ræntaður. Her eins manga aðra-
stadni verður eftiransan mótmælt
Allir týðandi menn her á landi
seta ta hugsan í hásætið, at fria
initialivið má ikki skerjast. Hand-
ilsstætturin má fáa rúmar hendur
at virka annars stirnar alt virk-
semi. Stýrislag og valutaráð miða
seg eftir hesum hugsanum. Tað
er samsvarandi slíkari hugsan
beinast at játta monnum útlends-
kan valuta, um hann so fer fyri
vørur, ið ikki lívstýðandi eru.
Men slíkur virkishåttur batar
ikki í okkara døgum. Vit kunna
ikki halda okkum tilliberalistisk-
ar hugsjónir í einari verð, sum
er trongd av reglum og bondum.
Vinstrastjórnin í Danmark mælti
til at geva handilin leysan, men
hon rann seg upp í haft beinan-
vegin. Ísland gjørdi somu mistøk,
sum vit sýnast at hava gjørt.
Noreg er eitt land, sum er vunnið
eina fremst í uppbygging, og
teir hava ikki verið bangnir at
knýta fast og seta reglur. Javn-
aðarstjórnin har setti mann at
stýra valutarådnum og góvu
honum bart út einaræði.
Hetta eru ti eingi ráð at velja
Ting og fylkja tað við Fólka-
um, Loysingarmonnum ella gl.
Sjálvstýri. Lagið verður beint
tað sama. Ti hóast umboðsmenn
fyri hesar flokkar kendu seg
leysar av slíkum gomlum megin-
reglum, so váddu teir sær ikki
at ganga móti veljarum sínum.
Nú verður sagt, at hetta er
bara ein propaganda fyri Javn-
aðarflokkin. Sigið hvat id sigast
vil. Javnaðarhugsanin er ein
alheimshugsan, og hon setir
eftiransan av samfelagnum og
einstaklingsins figgjarskapi sum
sítt fremsta mál — og serliga í
slíkum vandatidum.
Javnaðarflokkurin í Føroyum
er bara ein minnilutaflokkur,
og hann kann lítla ávirkan gera
á landsins stýrislag. Hann kann
bara fremja okkurt við at fáa
aðrar í parti við sær ella fara
í parti við aðrar flokkar.
Hann ræðist ikki Løgtingsval.
Men um tad skuldi verið, so
sígur hann, at nýggja Løgtingið
má verða sett av monnum, ið
fremja javnadarmannahugsan-
ina. Um vit gera nýtt valutaráð
ella vit skúgva burtur hitt gamla
danska valdið og árinið, so fara
vit aftur í sama trakkið. Skal
samfelagið bjarga sær og skal
uppbygging Føroya eydnast í
hesum ivatidum, so mugu menn
til róðríð, ið ganga nýggjar leiðir,
og sum ikki óttast at ganga móti
gomlum reglum og mæla monn-
um ímóti.