Sosialurinarkiv
Sosialurin 1948-05-15, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. mai 1948síða 1

allar 4 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FØROY. SOSIALDEMOKRATUR FRÆLSI JAVNAÐUR BROÐURSKAPUR | Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á : : | Blaðið verður bílagt á posthúsinum, og | í Nr, 18 | Leygardagin 15. mei 1948 kostar kr. 2,00 4 porto um fjórðingsárið | 22 årg. | I. síðu, 10 oyru á 3. og 4. síðu | INNFLUTTNINGUR ÚTFLUTTNINGUR Tingið hevur so einaferð tikið undir hond henda spurning, og vónandi fæst skil — og tað gott skil á honum. Tingmenn mugu, eftir sum henda nevndin orðber seg, á- sanna, at oytt er burtur nógv av tí, sum vunnið er. Keypievnini vuksu undir krig- num og aftaná kriggið, og oft- ast er tað so, serliga í kriggs- tíðum, at fólk skulu keypa, tá ið tey hava pengar, um tað er teimum til nyttu ella til ónyttu. Og hin handlandi selur, og hann spyr sjáldan um, hvat tað er hann selur, bert hann fær peng- inn. Tað eru ti nógvar vørur komnar inn, sum íkki vóru neyðugar, og pengar eru farnir burtur, sum betri vóru nýttir til eitthvørt hentari. Nevndin ásannar eisini, at nógvar vørur, sum goldnar eru við pundum, eru fluttar út av landinum. Her er so statt farin fram ein stórur »sorte børs handil«, uttan at Ting ella yvir- vald hava látist um vón. Men her skal bót koma. Nú skulu eftiransandi menn verða settir á teimum sltørstu plássunum, og sjálvandi má valutaráðið gerast meiri ansið enn tað hevur verið. Hetta er at rósa, at slíkt kem- ur í lag. So má vera rópt um, at virkisfrælsi hjá menniskjun- um verður niðurbundið. Tað má tað verða í vissum tíðum og undir vissum umstøðum. Hitt patriotiska sinnalagið hjá ti ein- staka er aldri so heitt, at hann ikki leitar sær eftir einum per- sónligum vinningi, um hann so kemur at skaða samfelagið. Men nú er hin stóri spurn- ingur eftir: hvussu væl, id hesir settu eftiransarar fara atstarvast. Her kann farast út um reglur. Men latið okkum vóna, at eftir- ansingin ger sína skyldu og fer so strangliga fram, sum hon eigur. Útlendska valutain er ein livsædr, og hon kann ikki verða burtursøplað. . arnar Eitt annad lid i royndunum, at koma okkum uppundan aftur við pundum er eftiransingin vid fiskasøluni. Útfluttningsneyndin fingið hevur um hendur og fullan } rættin til at ansa okkara fiska- útflutningi — bæði feskfiski og saltfiski. Hetta verður eisini av mong- um hildið at vera eitt frælsis- brot. Hetta kann koma at kennast nivandi hjá monnum, sum hava fingið sær dýr før og sum hava neyðugt at lata tey fara til ta vinnu, ið best ber seg. Men eisini her kemur: eisini heild- argagnið, og hvat ið er gagn- ligast fyri framtíðina, upp í leikin. Saltfiskurin hevur verið i góðum prisi, og væl hevur gingist at sleppa av við hann. Men kunna vit líta á, at salt- fiskur verður vøra, id hevur framtíðina fyri sær? Matneyðin hevur verið so stór í Europa, tað hevur verið ein hungurs- trongd hesa tíðina, og alt hevur verið tikið við, bara tað hevur verið matur. Tá ið tíðirnar batna aftur, er væntandi, at annað lag kemur. Í vanligum tíðum kann ikki væntast, at lopið verður eftir saltfiski. Matur soleiðis varðveittur kann ikki væntast at fáa góðan marknað í einari tíð, tá ið menniskjan hevur høvi til at fáa feskan mat, sodn- adan mat ella mat goymdan i isi. Ut frå hesum må vera vitugt at bjarga sær feskfiskamarkn- aðin. Tað var hann, sum hesa kriggstíðina setti føtur undir Føroyingar. Feskfiskas6luni er at takka fyri, at vit hava fingið henda stóra og á mangan hátt góða fiskiflota. Og tað má vera skilaligur framtíðarpolitikkur at varðveita hesi sølurættindi sum best. Eingin kann annað siggja, enn at tað eru óráð at missa ella minka um feskfiskakvotuna. Sjálvandi er vandi fyri summ- artíðina at gera ringar túrar. Men er vandi fyri, at vit fáa kvotuna setta niður, so mugu vit heldur taka hin fyrra vand- og royna at møta honum best. an sum Europa fær Marshallhjálp og henda hjálpin verður nýtt til uppbyggingar. Eitt sum nú eis- ini verður uppbygt og bøtt um er samferðslan. Batnað sam- ferdsluvidurskifti hava hin størsta tydning fyri matflyting. Tad er trupult at flyta isfiskin imillum. Verda flytingarambodini at koma fyri seg, kunna vit ætla, at laga- ligari verður at fáa fiskin inn i Jandid vidari um. Førovingar mugu hugsa fram eftir. Feskfiskurin hevur fram- tíðina fyri sær, og okkara út- flutningur má miða seg eftir ti. Soleiðis verða veiðimanna interessur raktaðar. Javnaðarmenn og sjálvstýris- menn settu fram: > Greitt broytingaruppskot til nevndaruppskot í løgtings- máli nr. 9/1948 (eykating apríl): Fiskasølumidstøda. Føroya Javnaðarflokkur sjålvstyrisflokkurin å tingi eru å einum måli um, at tad er avgjørt neyðugt at hava miðstøð fyri sølu av salt- og klippfiski okkara, Men flokkar- nir halda stýrið fyri hesa mið- støð eigir at verða sett soleiðis, atveiðumennirnir eiga helmingin av stjórnarlimunum, meðan hin helmingurin verður at seta av teim, ið fiskiførini eiga (útgerðar- monnum). Hetta svarar til sált- málan og býtið tá veiðan kemur og eina heim. Hvussu — veiðumannafeløgini býta teir stjórnalimir, tey velja sína millum, avgera feløgini sjálv, men hugsast kann sum verandi rímuligt, at fiskimannafeløgini fingu 60 "/,, skipara- og navigatør- felagaið 25% og maskinist- og motorfelagið 159, av stjórnar- helminginum. Flokkarnir loyv: fram uppskot um, atgóðkenning- in av einkasølurætti til eina fiskasølumiðstøð verður treytað av, at veiðumannafeløgini seta helmingin av stjórnini. Uppskot. Í staðin fyri nevndarinnar upp- skot punkt 1 verður sett: Føroya løgting gevur lands- stýrinum heimiid til at geva ein- um lutafelagi sum sølumiðstøð fyri útfluttningi av salt- og klipp- fiski einkarætt til henda út- fluttning, treytað av, at stýrið er samansett sum í frammanfyri greinda áliti skotið í sær tí al seta standandi tila. Men tað fall. Reiðararnir og exportørarnir verða nú einsamallir at sita fyri borgum í fiskaútfluttningsmál- inum. Ein varð uttanfyri: Veiðimaðurin! 65 ár. “ Thorvald Joensen lærari við Tvøroyrar skúla hevði 65 ára føðingardag týsdagin hin 4. mei. Hann er so statt komin til tey ár, tá ið hann kann fara frá sínum lærarayrki, har hann hevur starvúst, síðan hann var 19 ára gamal. Lærarastarvið er eitt av sam- felagsins størstu og týdningar- mestu starvum. Tað krevur hegni og tol. Barnaflokkur er ein liv- andi vera, og hann kann mang- an vera ein velta, id strevid er at fáa at bera ávøkst. Tað sum hevur verið eitt eyðkenni fyri Thorvald Joen- sen í hansara lærarastarvi er tol og trúskapur. Hann hevur havt fatan av tí margfalda, sum ein barnasál kann vera, og hevur altid havt álit til, at blettir eru, sum gróður kunna bera. 46 ár er langur arbeiðisdagur í somu tænastu, men Thorvald Joensen er líka fúsur til sítt yrki enn og tekur við fullum huga lut í øllum tí, ið viðurferst viðvíkjandi skúlaskapi. Hann hevur røtur í føroysk- ari mold og dugir sum lær gomlu ættirnar at skilja millum, hvat ið dygd er í og tað sum bert glógvar. Føsoyskur skúli eigur at vera takksamur og virða teir starvs- menn, sum nú eru við at falla frá, tí teir løgdu støðið undir virki hans — aftaná í ógvuliga ringum og trongum umstøðum men við ídni og trúskapi M. J. Flogvøllurin í Vágum kann ikki nýtast. Ætlanin hevur verið at fáa Førovar upp í flogsambandið við útheimin, men eitt av ti sum ger, at hetta fæst ikki í lag, er tað, at flogvøllurin í Vágum kann ikki nýtast. Menn frá loftferðar- sýninum í Danmark hava verið og kannað vøllin, og siga teir, at beinanvegin er vágaligt at lenda á honum. Flogfør kunna neyðlenda, men skuldi hann verið nýttur til vanlig ferða- mannafør, kundi væntast, at tey sorlaðust, tá ið tey skuldu seta seg niður. Skal tí Føroyar koma upp í flogsambandið, má nýggjur flog- vøllur verða gjørdur, siga teir.