leygardagur 15. mai 1948síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
15. mei 1948
Yvirtøkumålini
å tingi.
Vid yvirtøkuspurninginum i
huga settu javnadar- og sjålv-
stýrisbólkurin í seinastu setu
fram uppskot um eykainntøku
til tingið uppá yvir 1 millión.
Men tá leyp fólkaflokksfor-
maðurin sum sinnissjúkur maður
á føtur í stríð móti hesum
uppskoti.
Nú er yvirtøkuspurningurin
fyri fyrstu ferð á tingi. Avgerð
skal takast. Men tá ið einki varð
sett á seinastu figgjarætlan at
rinda nýggj yvirtøkumál við,
sigur tað seg sjálvt, at í hesi
syftu kann ikki verða tikin av-
gerð í yvirtøkumálum, ið krevja
stóran pening.
Men kortini hevur fólka-
flokkurin uppskot um at yvir-
taka alt id vit hava einsæris-
rætt til at yvirtaka.
Tá id flokkurin setur fram ti-
líkt uppskot má hann væl hava
undirbygt tað við nýggjum inn-
tøkulógum og gjølla tilrættis-
leggingum av málunum.
Men hvat hendi?
Fólkaflokkurin vil yvirtaka alt
uttan at seta fram eitt einasta tal
ella bókstav til nýggjar innteku-
lógir. Ikki eitt einasta orð.
Kann nakar hugsa sær eitt
størri skilalovsi?
Nei!
[L
Tey mål, id tingid samtykti at
yvirtaka, eru:
Sambart heimastýrislógini nr.
137 av 23. mars 1948 og kunn-
gerd av 31. i sama månadi sam-
tykkir tingid at leggja undir
heimastyrid hesi mål og måls-
Oki:
Føroya egna stýrisskipan inn-
anfyri avmarkanina i nyskip-
anini.
Harundir hoyrir — innanfyri
nevndu avmarkan — åsetanir
um løgtingið, lóg um val til tess,
umsitingarvaldið, skapan, sam-
tykkjan og staðfesting løgtings-
lóganna og kunngering teirra,
selan av egnum tænastumonn-
um, avsetan teirra, tænastu-
treytir, lønir og eftirlønir teirra.
Kommunal mál.
Harundir hoyra stjórnan av
kommununum, eftirlit við teim-
um, kommunuskattur.
Byggingar- og brunamál, ætl-
anir yvir býir, húsaspurningar,
leiguspurningar, fólkayvirlit.
Apotek.
Arbeiðarar, arbeiðaraviður-
skifti, lærudreingir, hjálparmenn,
fritid.
Beinleiðis og óbeinleiðis skatt.
Harundir hoyra eisini stemp-
ulgjøld, gjald av tolalisatorspæli,
gjald av serligum føroyskum
happadrátti, meðan gjald fyri
avgreiðslu, so sum skrifligjøld,
rættarsportlar, tinglesingargjøld,
FØROYA SOSIAL-DEMOKRATUR
fara til tann, ið ber útreiðslurnar
av ávarandi stovni.
Játtanarrætt = og yvirhøvur
rætt til at ráða yvir øllum egn-
um inntøkum. Skipan av rokn-
skaparførslu, grannskoðan og
decisión viðvíkjandi egnum inn-
tøkum og útreiðslum.
Góðkennan av havnargjøld-
um.
Skjalasøvn, bókasøvn, gripa-
goymslur. Undantikið frá hesum
verða skjøl ríkisins; fyrivarni
verður tikið viðvikjandi skyldu
til at lata prent til kgl. bóka-
savnið.
Friðan av
náttúrufriðan.
byggningum og
Tryggjan av strond, kanalir,
vatnorkustøðir, samferðslumál,
harundir vegir, jarnbreyt, spor-
vegir, fergur, buss- og farma-
koyring.
Motor og ferðsluviðurskifti.
Telefonmál í Føroyum.
Elektrisk virki.
Landbúnaðarviðurskifti. Har-
undir almen búnaðarlóggáva,
festi, leiga, sundurbýtan, út-
skifting, húsmannsbrúk, urta-
alan, húsdjóraalan, urtagarðs-
brúk, hjávinnur búnaðarsins,
jarðarbót, skógrøkt.
Djóralæknamál.
Fyriskipanir móti skaðadjor-
um. Húsdjór, valdgerð, djóra-
vernd, hundslóg. Jakt og friðan
av djórum á territoriinum.
Fiskiskapur og friðan av fiski á
territoriinum. Matrikulsmál.
Sjónleikar- og ljósmyndaloyvi,
skemtunarmál. Innsavnan og
burturlutan. Skipastrandingar og
reki. Finningargóðs. Eitur,
spreingievni, vápn.
Útgerðar-, framleiðslu- og
býtingarmál. Prisansan, há-
marksprísir. Skamtanir, rabat-
og studningsskipanir. Tatiéme-
og vinningarmark. Umfaran við
vørum. Reglur um rúsdrekka.
Reglur um aftturlatingartíð.
Matstovur oggistingarhús. Vinnu-
mål. Handils- og felagsskrå-
seting. Skipaskráseting. Handils-
semingsmenn, translatørar, dis-
pachører, vegarar, málarar.
Grannskoðarar. Goymsluhús.
Kommissión, agentur, handils-
ferðamenn.
Agentur fyri útlendsk handils-
feløg. Bokaforsla. Kreditfeløg o.1.,
lryggingarfeløg í Føroyum.
Yvirformyndarastova i
oyum. Tinglesing.
Ierðamannaviðurskifti.
Før-
Ekspropriatión til serlig enda-
mál.
Åsetanir um framleiðslu av
prenti.
Serstakar ásetanir um serliga
tíðarrokning.
Val av almennum álitismonn-
um. Eins rættindi fyri menn og
kvinnur.
Fólkaháskúlin,
Navigatiónsskúlar.
II.
Til landsstyrisins umhugsingar
vórðu beind:
Heilsumál, læknar, jarða-
møður, sjúkrahús, harundir
hoyrandi embætislæknar, kvakk-
salvaralóggávan, skipanir móti
tuberklum og øðrum smittandi
sjúkum, sinnissjúk, vaccinering.
Almen forsorg, serforsorg,
fólkatrygging, tvungin vanlukku-
trygging.
Skúlamál, harundir hoyrir
bæði fólkaskúlin, provskúlar og
skeið, læraraskúlin, eftirskúlar,
ungdóms- og fakskúlar sum
handilsskúlar, tekniskir skúlar,
0, s. fr.
Havnir, post- og telegrafmål
i Føroyum.
Haraftrat samtykti tingid, at
samráðingar skulu fara fram við
danska rikisstyrid viðvíkjandi
B-målunum :
Ráevni i undirgrundini.
Radio.
Loftferðslu.
Eftirlit við inn- og útfluttningi.
Landsstýrið fær nú í hendi
umsitingarliga og fíggjarliga
at kanna møguleikarnar fyri
yvirtøkuni av hinum av A-mál-
unum, sum ikki í hesi syftu
vórðu yvirtikin.
Takið verður nú at fáa nýggjar
innløgur og búgva seg fakliga
og umsitingarliga, so væl kann
verða stýrt ti ið vil yvirtaka
heilt ella bara umsitingarliga.
J. P. Davidsen,
landsstýrismaður.
Onsdagin, 12. mei var ein søgu-
dagur hjá javnaðarflokkinum í
Føroyum. Tá varð flokksins elsti
limur, fyrsti javnaðarmaður í
Føroyum, Joan Petur á Sandi
valdur til landsstýrismann.
Sum ungur maður fór hann
til Danmarkar. Har var hann
gripin av teirri socialistisku
hugsjónini, ið breyt seg fram í
øllum londum kring heimin.
Tað var tá á døgum ikki
tespiligt at vera javnaðarmaður;
ikki so sjáldan mátti maður, ið
tók til orða fyri sosialismu,
fylking og reising av teirri kúg-
aðu fjøldini, gjalda við at verða
settur fastur, drivin í arbeiðs-
loysi, út í hungur og hall. Men
hetta ræddi ikki menn av Jóan
Peturs stoypi. Tvørtur ímóti.
Tað dróg hann fram og hvessti
stríðshugin.
Komin aftur til Føroyar sum
útlærdur bakari — hann fekk
arbeiði í Havn — kom hann
sær á tal við arbeiðsmenn, ið
tá stóðu ófylktir. Hann bar við
sær ta sosialistisku, frísku og
eggjandi vekingina, ið tók um
seg í stórum í Danmark. Ar-
beiðararnir lurtaðu hugtiknir av
tí nýggja boðskapinum, og tað
eydnaðist hesum unga sosialist-
Nr. 18
iska slóðaranum at fylkja ar-
beiðsmenn í Havn at ganga í
eitt hitt fyrsta arbeiðsmanna-
felagið í Føroyum, og hann
gjørdist tess fyrsti formaður.
Framúr gávaður og kundskaps-
ríkur stóð hann sum ein fattur
og sterkur høvdingi — og setti
seg óræddur á odda fyri ar-
beiðaranna krøv. Tað bar saman
til stríð. Arbeidsgevararnir vóru
hvørki at høgga ella stinga.
Henda »spilla« skuldi hvalast í
føðingini, hildu teir, og odda-
maðurin skuldi fyrst og fremst
fáa at føla sviðan.
Jóan Petur Davidsens stríð og
vekingararbeiði fyri hina ófylktu
fjøldina í Føroyum er ein bæði
gleði- og sorgarsøgutáttur ar-
beidsmanna. Gleði, tí tá líka-
sum kveiktist hin fyrsta friger-
ingarvónin fyri arbeiðarafjøldina
her á landi. Ein sorgartáttur, tí
Jóan Petur, høvdingin, mátti
kenna sviðan av at verða gjørd-
ur arbeiðsleysur, tí hann hætti
sær at ganga teim stóru ímóti
til frigering av arbeiðaranum.
Jóan Petur varð veruliga drivin
úr Havnini, gjørdur breyðleys-
ur. Men hann varð ikki dripin,
tí hann skaraði framúr, var
sterkur sum eikin, toldi stormin.
Hann doyði ikki í svølti.
Seigur og áhaldandi helt hann
fram við sínum upplýsingarar-
beiði frá síni heimbygd.
Nú er hann komin aftur til
Havnar sum ráðharri, limur av
Føroya fyrsta ministerium.
Allir sosialistar og frælslyntir
arbeidsmenn og kvinnur takka
honum, gleða seg yvir ta støðu
hann nú hevur
vunnið fram til fyri fjøldina,
sum tað hevur verið hansara
hjartasak at frigera og hjálpa
fram til ljósari tíðir.
Vit ynskja honum hjartaliga
til lukku sum fyrsti sosialistur
í Forovum og fyrsti javnaðar-
manna ministari, ið er sprottin
arbeidara-
og uppgávu
úr teirri forovsku
fjøldini.
Ferðaætlanín
hjá s.s. »Smiril« verður í fram-
tíðini broytt soleiðis at skipið
annanhvønn friggjadag fer fyrst
á Vestmanna og annanhvønn
fyrst á Miðvág.
Administrðtor.
Kartofler
Spisekartofler, Læggekartofler,
Rødheder, Gulerødder, leveres
til billigste Dagspriser.
Københavns Kartoffelcentral,
Aaboulevard 86, København N.
Havnar
Sjónleikarfelag
heldur eykaaðalfund hósdagin
20. mei kl. 8 s.p. í Sjónleikar-
húsinum.
Dagsskrá: Biografmálið.
Limirnir biðjast møta.
Nevndin.