mánadagur 31. mai 1948síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
JAVNAÐUR
BROÐURSKAPUR
1
Nr. 20 |
Kærlighed og Kildevand.
Kærleikin skal til, sum mad-
urin segði, men skal festast búgv
bara vid honum, man onkun-
tid fara og gerast veldur í kolunic.
Fyrr á døgum vóru menn-
iskjuni ikki so kravmikil sum
nú, men hetta er ivaleyst gamalt
ordatak, at ikki ber til at liva
bara av »Kærlighed og Kilde-
rand«, so eisini tå kravdu tey
eitt sløg av »jardiskum góðsig,
um tey elskaðu hvørt annað, og
kærleikshimmal teirra var so
bláur, at einki skýggj var á
honum.
Sum tað er viðvíkjandi sam-
lívinum hjúna millum, er eis-
ini samfelagsliga. Vit kunna tosa
um kærleika okkara til fostur-
land, fosturjørð. Vit kunna halda
fast í hondina á hvørjum øðrum,
stara við våtum eygum upp í
loftið og syngja: >Eg elski teg
land, eg elski teg land ....«.
Men tað er ikki nóg mikið.
Slíkar kenslubornar løtur eru
sjálvandi góðar. Tær geva
mannalivinum ein romantiskan
dåm, og tær kunna kveikja upp
i hugan ein vilja til brøgd og
gagnsverk fyri føðilandið. Men
so skulu tær bera fruktir, so
skulu tær sýna seg í sonnum
verki.
Lond nýta og tað í stórum
hetta prosaiska, sum eitur pen-
ingur. Peningur er ikki altid
gagnligur; men við ongum pen-
ingi kann einki gerast. Menn,
sum stýra skulu londum og
ríkjum, mugu hava pening. Teir
mugu hava eina figgjarlóg, ið
veitir teimum nóg mikið av ti
gulli, ið er treytin fyri øllum
samfelagsligum vøkstri.
Sjålvstyrisspurningurin hin
føroyski er langt síðan vorðin
ein peningaspurningur, ein figgj-
arspurningur. Spurningurin er
tann, um vit vilja og kunna
gjalda okkara sjálvstýri.
Eingin vitugur maður kann
fara og kalla eitt landsstýri
afturhaldandi og sjálvstýrisforð-
andi, um tað noktar at taka
undir hendur mál, og ongar
pengar eigur at halda teimum
uppi við.
Løgtingið í Føroyum skal
lógfesta reglur fyri inntøkum
til umsitingina. Tað er tí skylda
tess at gera so. Og tað er uttan
líka ábyrgdarleyst at eggja til at
Lýsingarprísur fyri mm: 12 oyru á |
I. síðu, IO oyru Á 3. og 4. síðu
yvirtaka bæði eilt og annað og
so mæla ímóti at veita pening
til at undirhalda tøkuna við.
Sjálvsagt vita øll, at lands-
stýrið nú á døgum kostar nógv-
ar pengar. Men tað má vera
skiligt, tí vit liva í einari dýrtið,
og peningurin gongur mangar
ferðir meira nú, enn hann
framman undan gjørdi.
Men skiligt er eisini, at her
kann mikil agitation fáast burtur
úr. Mótmælisflokkurin á Tingi
mælir til at yvirtaka, men leggur
ikki uppskot fram, hvussu pen-
ingur skal fåast. Tað er tað
lættasta, og tað id menna kann
best móti hinum flokkunum,
sum ábyrgd hava. Taka teir
eingi mál, so er bara at siga,
at teir vilja ikki. Vit tora, vit
mæla til at taka. Men vit standa
ikki við endan. Vit eru bara ein
møltstøðuflokkur, sum ikki stend-
ur við stýrið.
Nær fær fólkið eyguni upp
fyri, at hasi brøgdini leiða okk-
um bert í óføri og til klandurs?
Skúlaspurningar
Harri blaðstjóri! Eg vil biðja
lygum um at gera so væl at
taka hesa grein í blaðið.
Mær var hyggjandi í >Dag-
blaðið< dagsett tann 21/5—1948.
Tann fyrsta greinin er skrivað
av K. W. Har er hann, sum vant,
í ferð við at fáa deyð fólk at
spøkja. Eitt gamalt orð er, sum
sigur: >Lat tey deyðu fáa frið
i grvini«, og tað sama biði eg
K. W. um.
So kemur ein grein um skúlar.
Málið hevði verið fyri á løg-
tingi. Har sæst, at løgtingið
hevur yvirtikid háskúlan og
skiparaskúlan; men einki orð
um, hvat teir ætla at gjalda
hetta við.
Kunnu føroyingar vera glaðir
um hetta tak? Avgjørt nei!!
Tú vil kanska spyrja hví?
Vit hava eitt ógvuliga talandi
dømi, studenta- og preliminer-
skeiðið í Havn. Har sita væl
lærdir menn við litlari løn og
mugu hjálpast við tað hølið, id
tekniskur skúli nýtir um kvøld-
ini, og er tað bæði ovlitid og
ikki tíðarhóskandi á nakran
hátt.
Og hvussu við næmingunum?
Har koma fátækramannabørn
úti av bygd og skulu á skúlan.
Mánadagin 31. mei 1948
4 . .
Ágrýtin verja!
Knut Wang, »Dagbladsins«
blaðstjóri, tykist nú í sínum
mikla ágrýtni at fara at halda
kartotek yvir ferðafólkið, sum
vitjar Havnina. Hann roynir at
verja ólíkindini hjá sínum monn-
um við at brongla tað, id ein
skrivar, og við sínum vanligu
persónligu álopum.
Men einki batar tað honum
at fjala tann veruleika, at menn
hansara hava svikið sjálvstýris-
rørsluna. Hann fær teir íkki
niður úr »leysari luft«, har teir
hanga — so kann hann skemma
hin parlin út, sum hann vil.
Tann parturin hevur, í hvussu
er, roynt at virka so, at eitt úr-
slit skuldi spyrjast burtur úr.
———[——————|ou..o.o—> >
Logi er næstan ikki at fåa, so
nógvir næmingar noyðast at
hava kamar saman vid 2 og
3 øðrum, og liggur kostarhaldið
frá 150—180 kr. um mánaðin,
ja, enntá í onkrum føri meira.
Skúlin kostar 20 kr. um mán-
aðin, og bøkurnar koma at liggja
um 3—400 kr. fyri árið.
Hetta fátækir
beidis- og fiskimenn gjalda, um
teir vilja hava síni børn at læra
skulu so ar-
nakað.
Nú vilt tå kannska nevna
studning. Ja, hvat fáa tey, halt
tær nú fast! 200—300 kr. um
árið! Tað er alt.
Hesin skúli,verður hildin av
Føroya løgtingi, kunnu vit ikki
vera errin av honum! Jú, vit
kunnu saktans yvirtaka fleiri
skúlar, og fáa teir undir somu
kor sum studentarskúlin.
Allir rætthugsandi føroyingar
skilja væl, at tað lønar seg ikki
at gloypa yvir størri bita, enn
ein er førur fyri at svølgja.
Við tøkk fyri upptøkuna.
H.
Danskir fiskibálar
til Grønlands.
Danskir fiskibåtar, sum
til Grønlands, vóru inni á Tvør-
oyri í vikuni. Hetta eru stórir
og væl úlgjørdir bátar. Teir
ætla at nýta ymiskan fiskiskap:
bæði snøri, línu og trol. Fisk-
urin verður lagdur uppá land,
fóru
og so tíkin heim við stórum
fari. Manningin hevði góðar
vónir um gott úrslit og segði,
at nú skuldi Grønland brátt
verða opnað.
Blaðið verður bilagt á posthúsinum, og |
kostar kr. 2,00 + porto um fjórðingsárið |
22 árg.
KANTATA
til 900 ára Olavsøkuhåtidina 1930.
J. Waagstein hevur gjørt stórt
og gott verk í føroyskum ment-
unarlívi. Hann hevur verið
undangongumaður í musikkliv-
inum í høvuðsstaðinum. Hann
hevur sett løg til sangir okkara,
ið nú verða sungin, lá ið kór-
sangur verður havdur. Og ikki
seinast er at nevna hansara á-
grýtna og gitna arbeiði at savna
okkara gomlu sálmaløg — ein
mentunargripur av størsta virði
— sum ivaleyst annars hevði
verið mistur.
Hetta verkið, sum her oman
fyri er nevnt, er sera prýðiligt
verk og vert at eiga.
Henda kantatan var gjørd
búgvin til Ólavsøkuhátíðina 1930.
Orðini eru sett saman av E. Mit-
ens, og tónalagið hevur J. Waag-
stein gjørt.
Prentingararbeiðið er
snoliligt og væl úr hondum greitt.
E. Mitens eigur inngangsorð, og
J. Waagstein hevur fororð. So
er inngangssangur til kantatuna:
Fjallprúða heim, og útgangssang-
ur er: Harra Gud, títt dýra navn
og æra, gamalt føroyskt sálma-
lag, teksturin eftir Peter Dass,
og J. Dahl týddi.
Ófriðurin í Palæstina,
Stríðið í Palæstina hevur leik-
að í við sama lag, men nú hevur
ráðið fyri Sameindu Tjóðirnar
lagt fram fyri teir boð um at
leggja ófriðin niður. Einki svar
var givið.
U.S.A. hevur veitt tí nýggja
ríkinum Ísrael eitt lán uppá
100 mill. dollars. Hesum láni
hevur Bretland mótmælt og sigur
at tað er at taka beinleiðis støðu
móti Arabarum.
Undir Íslandi og við
Bjarnoynna.
Tað tykist at vera fiskur undir
Íslandi. Telegram kom frá >Vørð-
uni« (Silverlining), og hevði hon
fiskad 200 skpd.
Telegram kom eisini frå »Leiv-
uri Ossurssyni«, hann hevdi 85
tons. Hann hevur roynt vid
Bjarnoynna. Sum frætt er hevur
verid olagaligt at fiska vid Bjarn-
oynna. Ísur hevur ligid, og skip
mugu hava ligid úti á ti djúpa
vatninum.
sera