mánadagur 14. juni 1948síða 3
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
14. juni 1948
FØROYA
SOSIAL DEMOKRATUR
Brådf. blaåstjøri: MARTIN FOENSEN
Prent: A. ØSTER's
HEIMATIDINDI
FESKFISKASOLAN
ks. £.
Akranes 358 1200
Símun á Torkilsh. 347 1071
8/6
Rankin 3030 7646
Njarðlingur 472 1577
Eystfelli 209 1656
9/6
Hoyvík 871 1209
- flutt 23 236
FRÁ BJARNOYNNI
Leivur Øssursson hevur fyri
8 døgum síðan verið inni við
115 tons. Fór út aftur at fiska.
Kallsevni fyri 12 døgum síðani
um 100 tons.
Nólsoyar Páll um viku síðani
150 tons.
NORÐLANDIÐ
Vørðan fyri nøkrum døgum
síðan 380 skp. Roynir við troli.
Fiskiskapurin ójavnur. Mest í
lopum. Hann, id tå bredgur vid,
fær væl av góðum torski.
OYRNAFJALL
er í støðugari sigling. Væntast
sum sagt til Føroyar í næsta
mánað við koli.
SANDSKIPIÐ CARLA
hevur í nakrar dagar ligið og
tikið upp tann sprongda múrin
hjá Steingrim Winther.
Arbeiði gongur óføra væl. Upp
til 7 tons steinar lyftir hon inn
um stokkin.
Tað eru um 1200 tons at taka
burtur. Hon hevur tikið um 500
tons longu.
Kavarin er úr Fuglafirði.
DROTTNINGIN
var á Havnini fríggjadagin á
niðurferð frá Íslandi.
BUHL MINISTARI VIÐ FRÚ
og depardementsjefur Andreas
Møller koma upp við Tjaldrin-
um, Buhl skal vera her einar
14 dagar. Møller kanska longri.
SALTBINGIÐ
á Drelnesi verður liðugt í au-
gust mánaða.
BUNKASTØÐIN
er liðug at taka móti koli.
Næstu ferð trolarar og onnur
skip taka kol haðani verður
innskipanin at fara líka skjótt
fram sum í útlondunum.
HVALAVEIÐAN
Hvalastingararnir fáa óført av
hvølum -- og gulli. Tvøstpris-
urin í Brettlandi sigst at vera
3 kr. fyri kg. Lýsiprísurin er sum
kunnugt eisini uppi í skýggj-
unum,
FØROYA SOSTAL-DEMOKRATUR
Hvussu nógv eigur trusturin
»Unilevers« av ágóðanum. Teir
siga, hann hevur etið hvørja
hvalastøð og margarinfabrikk í
øðrum londum.
NÓGVIR NORÐMENN UNDIR
FØROYUM
Aftaná kriggid hava nógvir
norskir bátar um summarið
roynt undir Føroyum, og fáa teir
sera nógvan fisk: bæði tosk og
kalva. Í ár er ein heil fjøld, og
nógvir eru stórir bátar. Teir
avreiða fiskin her, id verður
seldur sum saltfiskur. Mangur
heldur, at tad er eitt sindur
øvugt, at Føroyingar sjálvir sigla
burtur langar leiðir at fiska:
til Íslands, Bjarnoynna, Noregs
og Grønlands, og aðrar tjóðir
koma higar til okkara at veiða.
HAGAR VERÐA SUNDUR-
BYTTIR
Í síðstu árum eru menn farnir
at skifta hagarnar sundur. Tað
eru serliga størru eigararnir,
kongsbøndur, ið ganga undan.
við hesari sundurskiftan. Teir
halda seg fáa meira burtur úr
haganum at hava hann fyri seg
sjálvan, og so halda teir, at
smámenninir hava altíð ovur-
skipan.
Mangir meina at tað, at skifta
hagan smátt sundur, fer einki
at gagna seyðabrúkinum. Hagin
er so ójavnur til góðsku, og
seyðurin á lítlum hagaparti verð-
ur so trongdur — uttan menn
fara at leggja seg eftir aðrari
meira rationellari røkt, at geva
seyðinum hoyggj um veturin —
at hann fær ikki krava sín.
Eitt, ið menn nevna viðvíkj-
andi hesum hagabýti og finnast
at, er, at kongsbóndur fáa frá
jarðagrunninum fullan studning
til stikið, meðan smámenn einki
kunna fáa. — Vert er at minn-
ast, at flestu kongsbøndur vóru
móti jarðaumskipanini.
VEÐURLAGIÐ
Hetta var einki summar.
Onkur líkinda dagur, og so
landnyrðingur aftur við kulda.
Neyt, sum í hagan skulu ganga,
fáa lítið at metta seg við, og
mjólkin minkar av lítlum fóðri
og kulda.
FUGLAVEIÐA
Ikki er fuglurin nógvur, og
likindini at skjóta og royna við
snari hava ikki verið góð. Eing-
in mjørki hevur heldur verið.
Teir vóru í Lítlu Dimun eftir
eggum henda dagin, 90 vóru
til partin.
KAROLINA HANSEN
(Karolina undir Heygnum)
á Tvøroyri doyði nú 90 ára
gomul. Hon var av tí kenda
Nólsoyar
Páll).
slagnum (Nólsoyar
Nr. 22
Fyrsta flokks
líka rør 4"
ditto 4"
glasseraði leirrør
X 836" |
X 24
heil og hálv bend 4"
hava vit altíð á goymslu til sámuligar prísir.
| P.f Thomas Dam & Co.
Tlf, 18. Tórshavn. Box 13.
Partafelagið
telefon 259 og 133
ÍSUR
AGNSILD
| FRYSTIGÓÐS
HAVNAR FISKACENTRAL
Føroya Bjór
Øl- og Mineralvatnsvirki
Máltráð nr. 4
FØROYA PILSNAR
EKTA MALTØL
Citrén sodavatn
Appelsin limonada
Hindber limonada
Jerðber limonada
Vanillie limonada
Appolinaris
Øl og mineralvatn verður bert sent til teir kundar, ið senda
kassar og fløskur aftur. Sendið tómt góðs aftur!
EINAR WAAG
Klakksvík.
| Telefonir 209
| Tórshavn
Skipafelagið Feroyar
171 274
——"WWWWWW"WWIIIKIKIWWIv—-.
Teir svara aftur,
»Dagbladid« hevur ongantíð
givið andsvar, um Loysingar-
menn harðliga hava funnist at
politisku gerningum Fólkaflokk-
sins. Men nú, ið Loysingar-
menn stovna egnan flokk, tekur
blaðið til orða.
Tað er firtið, at Loysingar-
menn (annars er tað D. P.
Danielsen. id nevndur verður),
skulu gera seg til umboðsmenn
fyri loysingarfólkið í Føroyum:
Áhugamál loysingarfólksins hava
verið í góðum hondum: Thor-
stein Petersens og Fólkaflokks-
ins!
Áhugavert er og verður at
síggja, hvussu hetta blað fer at
hætta sær, nú tí verður brixla,
at tað verjir flokk, sum ikki vil
fremja sjálvstýri í Føroyum.
Verk tess nú í mong ár hevur
verið at kasta øllum monnum
fyri, sum ikki hava staðið í
Fólkaflokkinum, at teir hava
verið Sambandsmenn og forða,
at Føroyingar hava kunnað
tikið fult ræði, fullveldi, í landi
sínum.
Eykaaðalfundur
Nýggjur fundur um biograf-
málið verður hósdagin 24. juni
kl. 9 í Sjónleikarhúsinum.
Havnar Sjónleikar/felag.